týsdagur 5. mai 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 85 - 5. mai 2009
31
Eg síggi, at tey, ið eru fyri
at leggja ein tunnil yvir í
Gerðabø, m.a. brúka
ferðslutrygd sum grund
geving. Nú er tað so, at
talan um ferðslutrygd
næstan altíð verður sæð
gjøgnum eyguni á teimum,
sum koyra bil. Eg tori at
pástanda, at bestu ráð um
betri ferðslutrygd er at
minka privatbilismuna og
fáa meira samflutning
(kollektiva ferðslu), men
tað er ikki nakað, sum
fellur í góða jørð at siga
hart í Føroyum.
Vit vita ikki nakað ítøki
ligt um, hvussu ferðslu
trygdin verður, um vit
velja eina linjuføring fram
um eina aðra. Tað skulu
neyvar kanningar av ser
kønum fólki til tað.
Á heimasíðuni hjá Lands
verki, har ferðsluteljingar
eru at síggja (seinasta talið
er frá 2007), stendur, at
1769 bilar í miðal fóru
eftir tunnilsvegnum um
dagin. Teir flestu av teim
um fara jú ikki yvir í Eyst
uroynna hvørja ferð, men
koma til arbeiðis, til hand
ils ella til lækna og onnur
ørindi í Klaksvík og síðan
norðaftur. Onkur skal kan
ska eisini til Haraldsunds
ella Kunoyar. Liggur
tunnilin í Gerðabø skulu
tey fyrst uttanum býin og
so øll inn í býin aftur somu
leið, sum ferðslan, ið
kemur úr Eysturoynni. Tað
er longu nógv ferðsla eftir
Oyravegnum – Landsverk
sigur, at í 2007 koyrdu í
miðal 1821 bilar út eftir
Oyravegnum og 1824
koyrdu um Norðoyatunn
ilin um samdøgurði. Er
nakað skil í, at leggja
meira ferðslu har, ið nógv
ferðsla er frammanundan?
Næstan allir bilarnir skulu
tá trokast oman millum hús
eftir Gerðagøtu, sum í
ovara enda onga gongu
breyt hevur. Har er skúla
økið, har er ítróttaøkið, har
er barnagarður, ja, øll tann
bleyta ferðsla, ein kann
ímynda sær.
Á Oyravegi eru nógv
gongufólk at síggja. Fólk
renna heilsurenning. Børn
ganga ella súkkla út í Grøv
og gomul fólk ganga sær
niðan á beinkin uppi á
Grundum, har útsýnið er
frítt yvir Borðoyavík. Fólk
fara út á kirkjugarðin at
røkja leiðið hjá sínum
kæru. Eftir Oyravegi skulu
vit eisini, tá vit fylgja
onkrum til teirra seinasta
hvíldarstað. Er tað ikki
óheppið at leggja eina
høvuðsferðsluæðr aftrat
har, sum líkfylgi skulu
framvið so av og á?
Eg dugi ikki at skilja, at
tað skal bøta um ferðslu
trygdina at føra hesar bilar
nar út í Gerðabø. Tað ljóð
ar skilabetri fyri ferðslu
trygdina at spjaða ferðsl
una soleiðis, at bilarnir,
sum koma norðanifrá
koma inn norðantil í býn
um, haðani tríggir vegir
eru gjøgnum býin, meðan
bilarnir úr Norðoyatunlin
um koma inn í býin sunn
aru megin frá og verða
spjaddir út á báðar armar.
Við einum tunli í Gerðabø
koma tey í Haraldsundi og
Kunoy harafturat at vera
avskorin.
Sjálv haldi eg, at størsti
trupulleikin fyri ferðsluna í
Klaksvík í løtuni eru park
eringsviðurskiftini – tað
standa bilar fram við vegn
um alla staðni og forða
fyri, at ferðslan glíður. Tað
varð ikki lagt upp fyri, tá
bygt var, at fleiri bilar nú
eru í hvørjum húsi.
Men omanfyri alt hetta
við ferðsluni stendur, at vit
eftir mínum tykki kunnu
ikki loyva okkum at fara
ígjøgnum søguligt øki sum
Gerðabø. Toftirnar har eru
mær vitandi friðaðar. Har
mugu friðingarmyndug
leikar uppí at verja, at tær
ikki verða skamfílaðar. Og
síðan skulu ivaleyst aftur
fornfrøðiliga rannsóknir til
– og tær eru ikki løtuverk.
Tað kennist ómetaliga
órættvíst, at uttanbíggja
fólk skulu kunna gera av,
hvussu okkara nærum
hvørvi skal síggja út!
Latið Gerðabø fáa frið!
Ferðslutrygd og nýggjur tunnil norð um fjall
Klaksvík
NicoliNa Dahl
Fyri umleið 200 árum síðani vóru
bygdir sum Hvalba og Sandur millum
størstu bygdir í Føroyum. 100 ár
seinni vóru Fuglafjørður, Klaksvík, og
aðrar sluppháborgir tær størstu
bygdirnar. Í dag er Havnin nógv tað
størsta plássið í landinum og Runavík
(og bygdir/býir har um vegir), sum
vóru mestsum manntómar fyri 100
árum síðani, teljast eisini millum
størstu plássini. Men hvat er tað sum
hendir við okkara bústaðarmynstri?
Livilíkindini avgerandi
Fyri 200 árum síðani vóru Føroyar eitt
bóndasamfelag, og tí var natúrligt, at
fólk fluttu til tær bygdirnar, har land
búnaðurin hevði bestu gróðrarlík
indini. Seinni kom slupptíðin, og tá
blómaðu bygdir, har millum annað
atløguviðurskiftini vóru góð.
Fólkið flutti til støð, har arbeiði var
at fáa og har livilíkindini annars vóru
tey bestu. Soleiðis hevur tað altíð
verið, og soleiðis fer tað eisini at
verða í framtíðini.
Tíðir broytast
Slupptíðin og bóndasamfelagið eru
farnar tíðir, og nú eru heilt onnur
viðurskifti avgerandi fyri, hvar fólk
velja at búsetast. Jørð og náttúruhavnir
hava ikki so nógv at týða longur, og
fólk trunka seg saman á stórplássum.
Men onkursvegna hava vit ilt við at
sleppa teimum farnu tíðunum, og
berjast tí við hond og fót ímóti hesi
natúrligu fólkaflyting.
Framtíðar bústaðarmynstrið
Eg ivist ikki í, at nógv tann størsti
parturin av føroyingum í framtíðini fer
at búgva í økinum Tórshavn, Skála
fjørður og Klaksvík (og sjálvandi
eisini í bygdunum sum liggja uppat
hesum økinum), og her verður Skála
fjarðartunnilin ein týðandi partur.
Hetta fer at henda, líkamikið hvussu
ofta vit brúka orðini miðspjaðing,
útjaðarastuðul og bygdamenning. Fólk
vilja búgva tættari saman, og hesi
gongdini kunnu vit ikki forða fyri við
politiskum tiltøkum – og hví skuldu
vit tað?
Sjálvandi er tað harmiligt, hvørja
ferð ein smábygd doyr út. Tað munnu
øll vera samd um. Men hava vit nakað
val?
Liva ikki av hugna
Øll munnu vera samd um, at ein
vissur hugni er í sluppum, torvskurði
og ullararbeiði. Men tann sum sjálvur
hevur livað í teirri tíðini, ynskir hana
neyvan aftur, tí tað var ikki serliga
liviligt. Føroyingar høvdu ikki kunnað
staðið einsamallir eftir við vaðbeinið í
2009, meðan aðrar tjóðir fylgdu
tøkniligu menningini.
Soleiðis verður eisini við smábygd
unum. Nútíðar ungdómur krevur
meira enn tað, tær hava at bjóða,
sjálvt um tær eru sera hugnaligar.
Mugu fylgja tíðini
Vit stríðast í løtuni um politivaktir,
læknavaktir, samferðsluútbyggingar,
orkuspurningar o.s.fr. Hetta gera vit, tí
vit búgva so spjatt, og vit hava ikki
ráð at veita tær tænastur, sum eru
neyðugar. Bústaðarmynstrið frá
bóndasamfelagnum og slupptíðini
hóskar ikki til nútíðina. Vegastrekkini
eru dupult so long, sum tey áttu at
verið. Vit brúka í tonsavís av brenni
evni, fyri at flyta okkum aftur og fram
eftir hesum longu vegunum. Vit fáa
illa brúkt fjarhita, tí rør skulu leggjast
til hvørt einstakt hús, og húsini standa
rættiliga langt frá hvørjum øðrum.
Tað er tí sera umráðandi, at vit hava
hetta í huga, tá framtíðar íløgur verða
gjørdar. Vit hava ikki ráð til at liva í
einum nútímans samfelag, sum er
samansett eftir slupptíðar fyrimynd.
Nútíðar samfelag eftir
slupptíðar fyrimynd
helgi
abrahamseN
Føroyingar hava ein merki
ligan vana altíð at loypa á
leistum, tá ið onkur útlend
skur serfrøðingur kemur
higar at borðreiða við sín
ari serfrøði. Alt í einum
síggja teir ljósið, næstan
sum Paulus á sinni.
Í VikuskiftisSosialinum
stendur at lesa, at ein
danskur serfrøðingur hevur
verið her og “smuglað tað
svarta lambið í bókment
um” inn á Føroyamáls
deildina. Sum skilst, eru
tað krimibókmentir, sum
eru tað svarta lambið.
Ikki skuldi verið neyðugt
hjá einum útlendskum ser
frøðingi at smugla nakað
lamb inn á Føroyamáls
deildina. Tí í 2006 skrivaði
Marna Jakobsen, cand.
phil., høvuðsritgerð á
Føroyamálsdeildini um
krimibókmentir. Hon helt
fyrilestur á deildini um
evnið í 2006, og í Varðan
um bd. 73, sum kom hetta
sama árið, varð hesin fyri
lestur prentaður. So heilt
nýtt er tað ikki, at hatta
lambið hevur ligið á biti á
Fróðskaparsetrinum, um
enn tað kanska ikki hevur
verið hagfast.
Men kanska hevur lamb
ið havt ilt við at hagfestast,
tí í handbókini “Hugtøk í
bókmentafrøði” verða
krimisøgur lýstar sum
“Slag av lættisoppabók
mentum, har alskyns brots
verk, verða lýst, morð,
njósning, smugling o.a.,
men lítið verður gjørt við
orsøkirnar til brotsverkini,
sálarlívið hjá brotsmannin
um ella samfelagsligu
umstøður hansara.”
Kanska er lambið beitt
av haga.
Tað svarta lambið
eiviND Weyhe
Á aðalfundi í Sinnis
bata í gjárkvøldið
vóru nýggir nevndar
limir valdir, men for
maðurin heldur fram
Soffi Egholm verður ver
andi forkvinna í Sinnisbata.
Tað er greitt eftir aðal
fund felagsins í Miðlahúsi
num í gjárkvøldið.
Á aðalfundinum stóðu
tríggir nevndarlimir fyri
vali og teir vóru Soffi
Egholm, Svenning á Lofti
og Ásla Poulsen.
Men harafturat segði
Æna Reinert seg úr nevnd
ini og sostatt skuldi fýra
nevndarlimir veljast á
aðalfundinum.
Soffi Egholm, Svenning
á Lofti og Ásla Poulsen
vórðu øll afturvald, men
nývald í nevndina var Lív
Egholm.
Tiltakslimir eru Margretha
Poulsen og Joan Johannesen.
Annars sita Niels
Hammer, Ankey Nattestad
og Regin Jóanesarson í
nevndini í Sinnisbata.
Beint eftir aðalfundin
skipaði nevndin seg við
Soffi Egholm, sum
formanni, Áslu Poulsen
sum næstformanni,
Svenningi av Lofti sum
kassameistara og Lív
Egholm sum skrivara.
-áki-
Soffi heldur fram sum forkvinna
Her er nývalda nevndin
í Sinnisbata avmyndað
í vælkendu trappuni í
Miðlahúsinum. Fremst sita
Lív Egholm, vinstrumegin, og
Ásla Poulsen. Vinstrumegin
í miðjuni situr Regin
Jóanesarson, í miðjuni er
tað Joan Johannesen og
høgrumegin situr Niels
Hammer. Aftast eru tað Soffi
Egholm, vinstrumegin og
Svenning av Lofti. Margretha
Poulsen og Ankey Nattestad
eru ikki við á myndini
viðmerkingar