týsdagur 5. mai 2009síða 32
‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 85 - 5. mai 2009 ]
Í nógva vindinum í
Sarpugerði megnaði
EB/Streymur betur at
fóta sær enn Víkingur
gjørdi, og tí vann EB/
Streymur við Levi
Hanssen á odda trý
týðandi stig, meðan
Víkingar liggja syðri á
talvuni enn teir ætla
Fótbóltur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
171 sentimetur stutti Levi
Hanssen gjørdist stóri mað
ur in í Sarpugerði í gjár, tá
EB/Streymur
vann
trý
týdningarmikil stig, meðan
Víkingar kunnu iðra seg, at
teir ikki megnaðu at stríða
EB/Streym út á Gøtuvík.
Fyrsta málið fekk Levi
Hanssen, tá fyrri hálvleikur
var næstan hálvrunnin. Lið
skip arin hjá EB/Streymi,
Egil á Bø, setti ferð á mitt
gjøgn um vøllin, har hann
eftir ein óvanliga langan
driblit úr fann Leif Niclasen,
sum legði bóltin inn til Levi
Hanssen, sum bæði tamdi
og skeyt bóltin í málið við
vinstra beini.
Tá vanliga leiktíðin var
farin staðfesti fyrrverandi
skála maðurin og B36arin
sig ur in, tá hann gjørdist
leys ur og skallaði bóltin
fram við
Geza
Turi
í
Víkingamálinum,
og
tí
liggur EB/Streymur nú á
fjórða plássi í Vodafone
deildini
Bæði máttu vinna
Hóast talan var um tvey lið,
ið lógu um miðjuna av
deildini, so var talan um ein
sera týdningarmiklan dyst,
tí bæði liðini kundu við ein
um sigri ota seg upp at
toppi num, samstundis sum
eitt tap í fyrstu atløgu
merkti, at liðið var sett av í
toppstríðnum.
Tað var nokk her, at tað
sást, at teir myrkabláu og
svørtu, sum dysturin leið
vóru greiðari yvir hesar
treyt ir, enn hvat teir ljósa
bláu og svørtu vóru. Tí tað
var fyrst og fremst viljin, ið
vísti seg at vera munurin,
sum dysturin leið.
Men soleiðis var ikki all
an dystin, tí fyrstu 20
minutt irnar vóru Víkingar
omaná.
Víkingar byrjaðu best
Í nógva vindinum, sum ofta
kemur úr Gøtudali var tað
tó Víkingur, ið fótaði sær
best fyrstu løtuna. Teir
høvdu tað mesta av spæli
num, men gjørdust ongantíð
veruliga vandamiklir. Helst
av tí, at Sorin Angel, sum í
gjár spældi í miðverjuni, og
Egil á Bø vóru sera raskir
at demma fyri Andreasi
Lava Olsen, sum plagar at
vera ein stór hóttan.
Tó høvdu teir yvirtakið,
og fingu nøkur skot úti frá,
sum Gunnar á Steig – sum
framvegis stendur í máli
num fyri skadda René Tór
garð, sum helst hevði verið
fyrsta val, um hann var við
– ikki fekk nakrar stórvegis
trupulleikar við.
Kanska merkti tað eisini
dyst in, at Hans Jørgen
Djur huus, sum er mest
skor andi Víkingurin í ár,
var óvildugur áskoðari til
dystin.
EB/Streymur lá rættiliga
langt afturi á vøllinum, og
bíðaði eftir møguleikum
fyri
snarálopum.
Hesir
skuldu eisini koma, og tað
var eftir eitt tílíkt, at EB/
Streym ur fekk fyrra málið.
EB/Streymur tók yvir
Eftir málið var lítið veiggj í
Víkingum, sum ikki líktust
sær sjálvum. Teir fóru ofta
bara hálvir inn í taklingarnar,
og
EB/Streymsleikarar
vunnu flestu nærdystirnar,
hóast heili fýra teirra megn
aðu at fáa gul kort. Onkur
vóru helst á markinum til
reytt, men Dagfinn Olsen,
metti ikki, at so var.
So hvørt sum dysturin
leið tók EB/Streymur meira
yvir. Gudmundur Nielsen
og Hans Pauli Samuelsen
vísti seg at hava nógvar
verju uppgávur á veingju
num, so tað var mest bein
leiðis gjøgnum miðjuna, at
EB/Streymur kom til sínar
møguleikar, sum Geza Turi
ofta bara fekk boksað burt
ur.
Hinvegin hevði Víkingur
nakrar deyðbóltar, sum teir
kundu fingið nakrar møgu
leikar burturúr, men kanón
in hjá Súna Olsen, var ikki
líka bein, sum hon ofta
hevur verið.
So hvørt sum dysturin
leið gjørdust Víkingarnir
meiri mótfalnir, og tað gjør
dist ikki betri, tá Andreas
Lava Olsen fór út við skaða
í seinna hálvleiki.
Í yvirtíðini var tað so, at
Levi Hanssen staðfesti, at
Víkingarnir fóru bardir úr
Sarpugerði, og tí liggja teir
framvegis í miðjuni av deild
ini, meðan EB/Streym ur vann
trý kærkomin stig, eftir tvey
fylgjandi lak umfør.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Víkingur-EB/Streymur 0-2 (0-1)
0-1: Levi Hanssen, 25.
0-2: Levi Hanssen, 90.
Dómari: Dagfinn Olsen
Víkingur: Geza Turi – Símun Louis Jacobsen (Magnus
Skoralí¨, 65., Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Hanus
Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Sam Jacobsen –
Finnur Justinussen, Andreas Lava Olsen (Martin Olsen, 74.),
Sverri Jacobsen (Áslakur R. Petersen, 86.)
Gult kort: Símun Louis Jacobsen, Niclas Niclasen, Hanus
Jacobsen, Atli Gregersen
EB/Streymur: Gunnar á Steig– Bárður Olsen, Egil á Bø,
Sorin Anghel, Alex Jose dos Santos – Levi Hanssen, Marni
Djurhuus, Brian Olsen – Gudmund Nielsen (Arnbjørn T.
Hansen, 81.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen
Gult kort: Egil á Bø
FAKTA um dystin
Víkingur-EB/Streymur 0-2 (0-1):
Levi Hanssen blásti
Víkingar suðureftir
EB/Streymur
Víkingur
Glaðasti
maður í
Gøtu
Levi Hanssen noktaði
ikki fyri, at hann í gjár
var glaðasti maður í
Gøtu. Men mest errin
var hann tó av liðnum.
Tað var øgiliga týdn
ingarmikið at vit vunnu í
dag, og vit kempaðu øgi
liga væl, segði Levi
Hanssen við Rás2, sum
sendi beinleiðis í gjár.
Hóast alt er hann errin
av málunum hann fekk.
Eg kippaði hann inn í
besta Del Piero stíli,
segði hann týðiliga fegin
í gjár. Um seinna málið
greiddi hann frá, at hann
kendi seg merkiliga leys
an, og var glaður fyri at
skora upp á hornaspark,
sum hann ikki upplivir
ofta.
Somuleiðis
fegnast
hann,
at
liðið
aftur
snodd ar til oddin.
Byrj anin hevur ikki
ordiliga verið nøktandi,
tað var so týdningarmikið
at hanga í oddinum, so
tað er eitt gott vikuskifti
fyri EB/Streym, staðfesti
hann á Rás2.
-eij
Kunnu
takka
okkum
sjálvum
Sølvi Vatnhamar var sera
vónbrótin av avrikinum
hjá Víkingum í gjár.
Vit koma ov seint í
gongd. Fara inn í nær
dystirnar, sum vit plaga,
men finna ikki útav at
avslutta, tá vit skulu,
segði Sølvi Vatnhamar
við Rás2, sum tó metir,
at EB/Streymur var betra
liðið.
Eftir fyrra málið
kundu teir lossa bóltar,
og tað gera teir so restina
av fyrra hálvleiki, metti
Sølvi Vatnhamar.
Um seinna málið segði
vík ingurin, at orsøkin til
seinna málið var, at mað
ur in, ið skuldi dekka
Levi Hanssen var uppi á
miðjuni.
Hinvegin er hann sann
førdur um, at vit ikki
hava sæð tað besta av
Víkingi, og at teir fara at
koma sterkt aftur.
-eij
Myndatekstur: Levi Hanssen gjørdist
við tveimum týðandi málum glaðasta
maður í Sarpugerði í gjár
Mynd: Álvur Haraldsen