Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 85 - 5. mai 2009 tíðindi Sendiharrar úr øllum heim­ in um fingu høvi at síggja føroyska list, tá løgmaður bjóðaði til før ­ oyska ment­ anar viku á Bryggjuni Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Ólavur Jóannesarson Hansen Næstseinasta vikuskifti læt stóra framsýningin »Før­ oysk Samtíðarlist« upp á Norðurbryggjuni í Keyp­ mannahavn. Sendiharrar úr øllum heiminum vóru bodnir við, tá Kaj Leo Johannesen, løgmaður, setti framsýn ing­ ina og millum annað segði soleiðis í setanarrøðuni ­ Saman við okkara grann um í norði og tykkum vitjandi, hava vit eisini savnað altjóða samstarvs­ felagarnar hjá Føroyum kring okkum í dag. Hetta er í sær sjálvum dømi um, at Føroyar hava sett sær sum mál at átaka sær alt fleiri uttanríkispolitiskar upp­ gávur, sjálvt um Føroyar framvegis eru ein lutfallsliga nýggjur leikari á altjóða pallinum Føroysk myndlist hevur har aftur imóti longu leingi verið ein sjálvstøðugur leik ari á altjóða pallinum. Hetta hóast føroysk mynd­ list má metast at vera ung í størri høpi. ­ Tað var her við Norð­ urbryggjuna, at føroysk skip løgdu at kei við sínum dyrabæra farmi av bundnum troyggjum og hosum, skinnum, fiski og lýsi til lampurnar sum lýstu upp í Keypmannahavn. Enn í dag koma skip úr Norður Atlantshavi við farmi til hetta húsið. Á summ arframsýningin í fjør var tað Tróndur Patursson, og fyrrárið var tað Zacharias Heinesen, sum fyltu hølini við sínum málningum. ­ Til hesa summar fram­ sýningina er listamálarin Zacharias Heinesen biðin um at velja út nøkur lista­ fólk og verk, sum vísa ymiskleikan, dýpdina og dygdina í føroyskari mynd­ list í dag. Framsýningin end urspeglar altjóðagjørda veruleikan, sum eyðkennir okkara tíð. Listafólkini eru føroyingar, sum hava nomið sær listarliga útbúgving utt­ anlands, har tey eisini hava sett síni listarligu spor. Tey vísa veg inn í framtíðina og eru í felag við til at seta dags skránna á altjóða pall­ inum. Við støði í okkara aldar­ gomlu felags søgu, hittast vit nú sum fyrr kring dýra­ bærar gripir, her mennist norðuratlants diplomati, og her samskiftir list og mentan tvørtur um landamørk og vísir á nýggja farleiðir. Sendiharrar hittu føroyska list Brandur Patursson, Hansina Iversen og lítli sonurin heilsa uppá løgmann Herálvur Joensen, føroyskur sendimaður í Keypmannahavn, flytur fram røðu Løgmaður heilsar uppá sendiharran úr Írlandi. Aftanfyri síggjast Herálvur Joensen, føroyskur sendimaður í Keypmannahavn og sendiharrin úr Sweiss Kaj Leo Johannesen fekk eisini orðið á sendiharran úr Tjekkia Løgmaður heilsar uppá sendiharran úr Kina og skrivara hansara. Aftanfyri sæst belgiski sendiharrin Løgmaður fær orðið á sendiharrarnar úr Týsklandi og Pakistan