Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-05, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mai 2009síða 41

‹ fyrra síða allar 43 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 5. mai 2009 41 tíðindi »Føroysk samtíðarlist« Høggmyndirnar hjá Andrias Andreassen (f.1957) knýta seg klassisku traditiónini, har myndevnið, ofta ein persónur, lýsir av friðsælari ró og javnvág Við ymsum grafiskum teknikkum skapar Marius Olsen (f.1943) síni fjøltýddu verk, sum bróta niður tann heim, vit halda okkum kenna, og lata upp dyr og sprekkur til aðrar Vakra sameiningin av styrki og tí skroypiliga í málningunum hjá Hansinu Iversen (f.1966) halda áskoðaran fast í organisku litflatunum, sum loyndarfult smoyggja sær kring og út yvir hvørja aðra Verkini hjá Brandi Patursson (f.1977) av menniskjalíknandi verum við langtoygdum limum úr eitt nú stáltráði vekja bæði ekka, andstygd og samkenslu Løttu og kensluligu myndirnar hjá Anker Mortensen (1961) siga sum so ikki søgur, men benda heldur á sitrandi lív við støkum brotum, sum áskoðarin kennir aftur Myndirnar hjá Tummasi Jákup Thomsen (f.1962) fáa ofta áskoðaran at gruna yvir, hvør ógvuslig hending júst er farin fram á myndini Ekspressivu verkini hjá Hanna Bjartalíð (f.1968) sameina á sera orginalan hátt liðir úr barnatekningum, popmentan og klassiskari list bæði í myndum og skulpturum. Føroysk listafólk eru við til at seta dagsskránna á altjóða pallinum, segði Kaj Leo Johannesen millum annað í røðu sínu á Bryggjuni Listamaðurin Tróndur Patursson prátar við Hans Jacob Kass, sum í mong ár starvaðist í danska uttanríkisráðnum Forkvinnan í Radikala Flokkinum, Marianne Vestager og Helle Thorning Schmidt, forkvinna í Sosialdemokratiska Flokkinum hugnaðu sær á føroysku listaframsýningini Bertel Haarder, ráðharri í undirvísingar­ málum, og løgmaður skoða listaverkið hjá Brandur Paturssyni