Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 vinnan Nr. 86 - 6. mai 2009 - Hvør einasti stertur, sum verður fiskaður í Barentshavinum, er goldin við pelagisk­um tilfeingi, sum nóta­ skipini hava fiskað okkum rættindi til. Nú svartkjaftakvotan minkar so ógvusliga, sansar at, og verandi studn­ingur til flaka­ trolararnar kann gerast okkum dýrur, staðfestir Bergur Poulsen, stjóri á Havs­ brún Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin á Havsbrún í Fugla­ firði kemur nú við sínum viðmerkingum til kjakið um svartkjaft – ikki um býtið, sum landsstýris­mað­urin, Jacob Vestergaard, hev­ur gjørt, men um ta virðis­ øking, sum hetta til­feingi hevur skapt í mun til virðisøkingina hjá flaka­trol­ arunum sum fiska í Barentshavinum. Kvoturnar hjá flakatrol­ar­ unum eystanfyri verða nevn­ iliga allar “keyptar” við pelagiskum fiski, sum okk­ ara pelagiski floti hevur tryggjað okkum rættindi til. Í grein á heimasíðuni hjá Havsbrún vísir Bergur Poulsen, stjóri, á almenn, grannskoðaði roknskapar­tøl og tøl hjá Fiskimála­ráð­ num. Við talvum lýsir stjór­in virðisøkingina hjá pelag­isku vinnuni og sam­ an­ber hesa við virðis­øking­ ina hjá flaka- og verk­smið­ ju­trolarum. - Vit skulu minnast til, at hvør einasti stertur, sum fisk­aður er í Barents­havi­ num, er goldin við pelagiskum tilfeingi, sum nótabátarnir hava fiskað okkum rættindi til. Nú svartkjaftakvotan minkar so ógvusliga, sansar at, og kann hesin studningur til flakatrolararnar gerast okk­ um dýrur. Bergur Poulsen heldur, at í kjakinum um svartkjaftin vantar tann týdningar­mikl­ asti parturin, sum hann tek­ ur til. Tað, sum stjórin á Havs­brún heldur vantar, er, hvar størsta virðisøkingin ligg­ur - og ikki minni – hvat er best fyri føroyska sam­ felagið? Hvat loysir seg? - At viðgera eina rávøru uttan at økja um virðið á henni, gevur onga meining. Eru íløgurnar í eitt skip ella virki so stórar, at raksturin ikki kann gjalda íløguna aft­ur, gevur íløgan heldur onga meining. Stjórin á Havsbrún setir tí spurningin, hvat virðisøking er, og hvussu samlaða rokni­ stykkið sær út fyri teir part­ ar, sum eru høvuðs­aktør­ar í kjakinum. - Í kjakinum um svart­ kjaftin verður nógv tosað um kiloprísir á svartkjafti, fryst­um svartkjafti, surimi, toski og frystum flaki. Men tá tosað verður um kilo­ prísir, er ofta torført at halda skil á, hvørjar prísir í veru­ leikanum tosað verður um. Hann vísir á, at tað kann ljóða imponerandi, tá sagt verð­ur, at vit býta svartkjaft, sum skipini fáa 1 kr./kg. fyri, um við tosk, sum vit fáa 50 kr./kg. í flaki. Sama er, tá vit tosa um ein verk­ smiðjutrolara, sum kanska kann framleiða surimi úr svart­kjafti fyri 25 kr./kg. Bergur heldur, at hetta kjak er fløkt og kanska ikki so áhugavert. - Tað, sum veruliga er áhuga­vert, er, hvat loysir seg best fíggjarliga fyri sam­ felagið. Hann vísir á, at stórur part­ur av svartkjaftinum, sum nótaskipini hava fisk­ að, er landaður til Havs­brún, sum síðan hevur virkað alifóður úr hesum til­feingi. - Bæði nótaskipini og Havsbrún hava tjent pening og tann peningur, sum vit hava tjent, er í stóran mun lagd­ur aftur í føroyskt vinnulív. Stjórin vísir á, at tá før­ oyska alivinnan nøkur ár her­fyri var í tungum sjógvi, var Havsbrún við til at taka um endan og endurreisa hesa vinnu, sum í dag aftur er eitt týðandi bein undir før­oyska búskapinum. Stór virðisøking Sambært talvunum, sum Bergur Poulsen heldur seg til og sum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Havsbrún, sæst, at virðisøkingin hjá Havsbrún og nótaflotanum árini 2004-2007 er heilar 315 miljónir krónur til­sam­ ans í miðal fyri hvør ár. Hin­ vegin vísa somu talvur, at bruttovirðisøkingin hjá flaka­trolarunum tilsamans er 166 miljónir krónur. - Tá er hvør einasti stertur hjá flakatrolarunum goldin við tilfeinginum hjá nóta­ bát­unum, svarandi til í mið­ al 207 miljónir krónur í land­ingarvirði. Bergur Poulsen kemur tí til, at netto virðisøkingin hjá flakatrolarunum soleiðis er negativ við 42 miljónum krónum í miðal fyri hvørt ár. - Higartil hevur tað borið til at gagnnýtt tilfeingið á henda hátt, tí svart­kjafta­ kvotan hevur verið so stór og nógmikið hevur verið til allar partar. Men soleiðis er ikki longur, staðfestir stjór­in á Havsbrún. Hann vísir á, at svart­ kjafturin hevur verið grund­ ar­lagið undir Havs­brún og nótaskipunum. - Havsbrún og nóta­bát­ar­ nir skapa nógvar ring­virk­ ningar kring alt samfelagið, með­an ringvirkningarnir, sum flakatrolararnir skapa, eru sera avmarkaðir. Nú saml­aða svartkjaftakvotan er minkað so ógvusliga – úr 2 miljónum tonsum í 2006 niður í 590.000 tons í 2009, er ikki nóg mikið bæði til Havsbrún og nótaskipini øðru­megin og flaka­trol­ar­ar­ nar hinumegin, stað­festir stjórin á Havsbrún. Niðurstøðan hjá Bergi Poulsen er, at nú mugu politik­ararnir velja ímill­um eina virðisøking upp á netto 315 miljónir krón­ur um árið – ella eina nega­tiva virðis­ øking upp á í mið­al 42 miljónir krónur um árið. Svartkjaftur gevur stóra virðisøking - Politikarar mugu nú velja ímillum eina virðisøking uppp á netto 315 miljónir krónur um árið – ella eina negativa virðisøking upp á í miðal 42 miljónir krónur um árið, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún Mynd: Vilmund Jacobsen Verður ikki avrættað Ein talsmaður hjá stjórnini í Laos vissaði í gjár altjóða fjølmiðlarnar um, at tað kemur ikki upp á tal at avrætta bretsku kvinuna Samatha Orobator, sjálvt um hon verður dømd sek í rúsevnasmugling. Grundgevingin hjá talsmanninum var, at kvinnan er við barn í sætta mánaði, og sambært myndugleikunum er hon ikki vorðin við barn undir neyðtøku. Samatha Orobator hevur sitið í varðhaldi í Laos síðani í august í fjør, tá hann bleiv tikin við 680 grammum av heroini í viðføronum. Eftir laotiskari lóg kunnu fólk dømast til deyða, um tey verða tikin við meiri enn 500 grammum av rúsevni. Ovmikið av toski Nevndin í skipara- og stýrimannafelagnum í Vestmannaoyggjunum vil hava myndugleikarnar í Reykjavík at geva skipum og bátum loyvi til at fiska meiri tosk. Í einum opnum brævi til myndugleikarnar skrovar nevndin, at tað er so nógvur toskur á miðunum, at skip kunnu hvørki trola ella seta línu fyri berum toski. Skipara- og stýrimannafelagið í Vestmannaoyggjunum heldur, at stjórnin hugsar bara um tey, sum búgva í Reykjavík. Felagið sigur, at fiskivinnan hevur átt lívið í íslendingum í meiri enn 1.000 ár, og at tað eru bara tær arbeiðandi hendurnar, sum kunnu bjarga samfelagnum burtur úr verandi kreppu.