mikudagur 6. mai 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 86 - 6. mai 2009
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Manchester United
vann tryggan sigur
á Arsenal, sum vóru
sjáldsama tamir á
heimavølli
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Lagt var upp til eina spenn
andi seinnu hálvfinalu mill
um Arsenal og Manchester
United á Emirates Leikvøll
inum í London. United vann
fyrru hálvfinaluna 1-0, og tí
var mett, at Arsenal sum
einki mál hevði latið inn á
heimavølli í hesari Cham
pions League kappingini,
hevði ein góðan møguleika
at koppa United.
Men tá teir 90 minuttirnir
vóru farnir, hevði Arsenal-
málverjin, Manuel Almunia,
latið tríggjar bóltar inn í
Arsenal-málið.
Arsenal var langt frá tí
fulla potentialinum í stórum
pørtum av dystinum ígjár,
og vóru teir sjáldsama tamir
í mun til dygdirnar, teir eiga
á vøllinum. Manchester Uni
ted vann 3-1 ígjár, og sostatt
ein samlaðan 4-1 sigur.
Dreymabyrjan
Manchester United fekk
eina dreymabyrjan, longu
tá átta minuttir vóru farnir
av dystinum. Ungi vinstri
bakk urin hjá Arsenal, Kier
an Gibbs gleið, og stríðs
fýsni koreanarin hjá United,
Ji-Sung Park, tók stundisliga
av møguleikanum, og hann
setti bóltin til høgru fyri
Manuel Almunia og í netið
til 1-0.
Tríggjar minuttir seinni
økti Cristiano Ronaldo um
leiðsluna. Portugisn skeyt
eitt skot úr 36 metra fjar
støðu.
Eitt
skot,
sum
Almunia í Arsenal-málinum
burdi tikið.
Arsenal,
sum
annars
hevði lagt hart út, var nú
fullkomiliga tikið av fótum,
og mótbrekk an var longu
sera tung hjá tí unga, evna
ríka London-liðnum. Stutt
aftaná 2-0 málið hevði Ron
aldo aftur eina góða roynd
á Arsenal-málið, men hesa
ferð var Almunia vakin og
bjargaði fyri. Arsenal hevði
bóltin nógv, men tað var
United sum skapti teir stóru
málmøguleikarnar.
United byrjar betur
United byrjaði betri í seinna
hálvleiki. Tíðliga í seinna
hálvleiki fór Ronaldo fram
við Johan Djourou, og skeyt
eitt gott skot ímóti málinum,
men Almunia bjargaði aftur.
Spanski málverjin hevði
kortini ongan møguleika at
bjarga, tá United skoraði til
3-0. Ronaldo hælaði bóltin
til Ji-Sung Park, sum spældi
bóltin víðari til Wayne Roo
ney. Rooney spældi bóltin
víðari til Ronaldo, sum tá
hevði runnið 70 metrar
oman eftir vøllinum, fyri at
vera við í álopsstøðuni.
Einsamallur við Almunia
sveik Ronaldo ikk i, og hann
buldraði bóltin upp undir
nettakið úr 12 metra fjar
støðu.
Tá byrjaðu fleiri av heima
áskoðarunum at rýma, og
dysturin var í roynd og veru
avgjørdur.
Tá 75 minuttir vóru farnir
bleiv Darren Fletcher vístur
av vølli, fyri eina takling á
Cesc Fabregas. Fletcher
hevði samband við bóltin,
men hann kom samstundis
at fella Fabregas.
Dómurin dømdi brots
spark, og gav Fletcher tað
reyða kortið. Robin van
Persie sendi brotssparkið
upp í vinstra málhorn, uttan
møguleika fyri Edwin van
der Sar í United-málinum
at bjarga.
Fabregas fekk ein stóran
møguleika stutt undan leik
loki, men hann tók ikk i av,
tá hann var spældur fríur.
United er sostatt klárir til
Champions League final
una, sum verður spæld á
olympiska leikvøllinum í
Rom, mikukvøldið 27. mai
klokk an 19.45 føroyska tíð.
Spurningurin er so, um
vit fáa eina endurtøku av
finaluni millum Manchester
United og Chelsea í fjør,
ella um talan verður um
eina endurtøku av finaluni
millum steypavinnarnar í
1991, tá Manchester United
og Barcelona møttust í fin
aluni?
United er aftur
í finaluni
Umframt at vera føroyska
umboðið á altjóða fót
bóltsdómaralistanum er
Petur Reinert eisini trúgv
ur Manchester United-
fjeppari.
Men spurdur um reyða
kortið, sum Darren Fletc
her fekk í gjárkvøldið, er
hann als ikk i í iva um, at
kenslurnar mugu víkja.
- Har er einki at rafla
um, og hatta var órutinerað
av Fletcher. Tað kann væl
vera, at hann letur mannin
skora, um hann einki ger.
Men við at gera brots
sparkið, letur hann eisini
Arsenal skora, umframt at
hann fær reytt kort. Hevði
dysturin riðið um snarið,
kundi eg skilt tað, men
har eru teir á odda 3-0, so
hatta var býtt, sigur Petur
Reinert.
So tú ert ikki í iva um,
at Roberto Rosetti tók
røttu avgerðina, tá osta
skorpan
varð
drigin
fram?
- Alt ikk i. Hatta er ein
av heimsins bestu dómar
um, og læt hann hatta fara
framvið í eini hálvfinalu í
Champions League, kundi
hann gloymt alt um at
sloppið at dømt nakra fin
alu aftur. Hann hevur heilt
víst hugsað um, hvussu
synd hetta er fyri Fletcher,
men samstundis hevur
hann vitað, at gav hann
ikk i reytt kort, hevði tað
verið synd í Roberto Ros
etti. So ja. Eg eri púra
sannførdur um, at hatta
var rætta avgerðin hjá
dómaranum, sigur Petur
Reinert.
-mørk
Eingin ivi um útvísing
Nógvir fótbóltsviðmerkjarar
hildu eryða kortið vera skeivt,
men føroyski altjóða dómarin
er ikki í iva um, at Darren
Fletcher mátti av vøllinum fyri
neyðbremsuna móti Fabregas
Mynd: Polfoto/AP
Cristiano Ronaldo hevur ikki verið heilt so
flúgvandi í ár, sum hann var tað í fjør. Men
í gjárkvøldið vísti hann seg aftur frá síni
bestu síðu, og við tveimum málum átti hann
sín stóra lut í trygga sigrinum hjá ensku og
europisku meistarunum
Mynd: Polfoto/AP