Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mai 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 6. mai 2009 37 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Jarðarferðin hjá Janusi Kamban, myndahøggara, Tórshavn, verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl. 13.00. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og beiggi okkara Klávus Sólheyg (Javi) Klaksvík andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til Hanus Simonsen, prest, fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til Heimarøkt, Heimasjúkrasystrar og Deild M. Hjartans tøkk til øll tykkum fyri ta stóru hjálp, ið tit á ymiskan hátt veittu okkum við jarðarferðina og ervinum. Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Lena, Jóhanna, Anita og Klávus 100 ára føðingardagur Mikudagin 6. mai verður Ellen Lützen, Tórshavn, 100 ár. Dag­urin verður hildin á Lágargarði kl. 15.00-17.00. Øll eru hjarta­ liga vælkomin. 60 ára føðingardagur Í mai verði eg 60 ár. Føð­ ingardagin haldi eg í Sjón­ leikar­hús­in­um mikudagin 20. mai, kl. 19.00. Tey, ið hava hug at halda veitslu saman við mær, verða biðin um at boða frá á telefon 317029 ella kdjurhuus@ olivant.fo áðrenn 13. mai. Heilsan Karin Djurhuus, fysioterapeutur. Dagurin 6. mai. (Johannes ante portam). Dagurin hildin til minnis um at ápost­ul­in Jóhannes varð illa píndur uttan fyri borg­liðið Porta Latina í Róm. Hann komst undan, men varð seinni rikin í útlegd út á oynna Patmos. Jóannes Paturs­son varð føddur hendan dagin í 1866, og Hans Andrias Djurhuus doyði hendan dagin í 1951. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tung vóru boðini 2. apríl, at omma var farin. Hóast omma hevði verið sjúk og veik í mong ár, kendist tað onkursvegna fjart og óveru­ ligt ongantíð at skula hoyra hennara hjartaliga látur og merkja hennara hita aftur. Omma og abbi hava, alt tað eg kann minnast, verið tann savnandi miðdepilin í familjuni. Serliga sum smá­ drongur at koma oman Stóra­­garð at vera hjá teim­ um vóru góðar, ríkar og minniligar løtur. Ikki minst tá onnur av mínum systk­ ina­børnum eisini vóru har. Omma gjørdi avbera góð­ an mat – hon var tiltikin góð­ur kokkur - og omaná plagdu vit at fáa rabarbu­ greyt vid sukri og mjólk afturvið. At omma og abbi vóru mið­depilin í familjuni, kom serliga væl til sjóndar hvønn fyrsta jóladag, tá ið øll familjan savnaðist heima hjá teimum til jóla- dunnu og rís à la mande. Vit plagdu tá at vera eini 25 fólk saman í hugnaligari samveru. Sera virðismikil minni, sum hava serliga rík­að mær barndómin. Tað var svárt og tungt at síggja ommu følna burtur tey seinnu árini vegna ta eir­indaleysu sjúkuna, hon fekk. Sum útiseti sá eg bara ommu tær ferðir, eg var á vitjan heima í Før­oy­ um. Munur sást hvørja ferð, eg var hjá henni á Lág­argarði, har hon búði seinastu 5 árini. Alz­heim­ ers fer fyrst og fremst við minninum, men tað var altíð deiligt at vitja ommu – hon kendi altíð andlit aftur og var so glað fyri at hava familjuna hjá sær. Hó­ast omma viknaði og svann, misti hon ongantíð tað lætta lyndið – tað var vanliga ikki langt millum smílini. Komu smábørn á vitjan, lýsti gamla upp. Omma er nú farin og stríðist ikki meir. Hon hev­ ur loksins fingið frið. Fá­tøk orð røkka ikki í lýs­ ing­ini av eini so stórari og ríkari menniskju. At hon var nakað heilt serligt, sást eisini í kirkjuni, sum var stúgv­andi full av familju, vinum og kenningum, tá ið omma fór til gravar. At enda vil eg í sorgblíðni bara takka fyri alt tað góða, omma stóð fyri, og lýsa frið yvir minnið um mína kæru ommu. Herman Ommu til minnis Poul Jóhan Djurhuus Gjaranes@post.olivant.fo Brøðrasamkomurnar hava í mong ár verið ramman um góð­ an og ríkan kórsang, sum hevur sett sín dám á tey vanligu sunnu­ kvølds­møt­ini og ikki minst á árligu sam­felagsstevnurnar kring landið. Bæði Ebenezer og Bet­esda hava havt sang­kór í mannaminni. Hvør kennir ikki Betesdakórið og Eben­ezer­ kórið! Fyri tveimum árum síð­ani, beint undan sam­fel­egs­stevnuni í Ebenezer í nov­em­ber í 2007, tóku menn stig til at stovna eitt manskór í Ebenezer. Eli Smith var ein av stigtakarunum. Eli fór at tosa við menn um ætl­an­ ina, og beinanvegin stillaðu uml. 40 mans upp til eitt mans­ kór, sum sang longu fyri stúgv­ andi fullari høll á Nabb, tá sam­ felags­stevn­an var í 2007. Jens Christian Guttesen og Eli Smith stjórna kórinum. Eli sig­ ur, at menninir í dupult­kvar­ tettini í Ebenezer vóru longu við í byrjanini, og gjørd­ist tann berandi rygg­urin í sjálvum startinum. Fólk tóku ómetaliga væl ímóti hesum nýfødda “tón­leika­barn­in­ um.” Í dag eru uml 60 mans í kórinum. Lut­takarnir eru fyri tað mesta úr Suðurstreymi. Eli sigur, at menn allastaðni frá í land­inum eru vælkomnir at vera við. Onkur av luttak­ar­unum býr í Oynda­firði. Tað krevst einki meiri enn at ein syngur nøkun­ lunda reint. Kórið skal eisini síggj­ast sum eitt sosi­alt átak, har roynt verður at savna menn um góðan sang og góðan kristnan felags­skap. Ynskja at ferðast Leiðslan í kórinum sigur, at hon ynskir at koma runt land­ið at syngja, bæði í sam­komum og almennum høl­um. Í januar í ár vóru teir á einari sunnu­dags­ tourné, tá teir vitjaðu á trimum støð­um: Á Eiði til morgunmøti, í Hebron í Leirvík seinna­partin og í Betesda í Klaks­vík, á sunnu­kvøldsmøtinum. Í næst­ um er ætlanin at vitja á Sand­ oynni og í Vágunum. Leygarkvøldið 02. mei sungu teir fyri fullum høl­um á evangel­ isk­um fundi í cafeteriuni í ítróttar­høllini á Skála. Sunnudagin 03. mei vitjaði kórið í Bethel í Vági. Teir kundu hugsa sær at farið uttanlanda, men enn er eingin ítøkilig ætlan um tað, men Birgir Andreassen, sum syngur við í kórinum, eigur ein stóran missjóns­buss, og hann er ógvuliga spentur upp á, at bussurin kann vera ramman um eina tónleikaferð til útlandið. Undir samtaluni við Eli nevndu vit Íslendsku kalla­kórini, sum eru tiltikin góð. Eli sigur, at tað hevði verið stuttligt um ein túr­ ur kundi verið gjørdur til Ís­­ lands, og tað kundi eisini verið íblástur hjá monn­un­um, at møtt og hoyrt okkurt av teim­um gitnu Íslendsku kalla­kórunum. Kórið hevur ikki fastar venj­ ingartíðir, hetta tí, at fleiri av monnunum eru í øðr­um kórum, sum venja reglu­liga, og menninir hava nógv at takast við ígjøgnum vik­una. Tað er ikki skilagott at leggja fleiri byrðar á teir, men tá ein vitjan er fastløgd, so verður vant regluliga framm­­anundan. Eli sigur, at skal man hava eitt kór og skal man syngja í einum kóri, so sleppur ein ikki und­an at venja undir einum ella øðrum formi. Annars sigur Eli, at “nógv­ ir av sang­ar­un­um eru ógvuliga “svang­­ir” og spyrja meg ofta nær vit aft­ur fara út at syngja... vit hava fingið nógvar reaktiónir frá fólki...øgiliga nógv fólk eru glað fyri kórið og dáma væl at hoyra okkum........nógvir eru eis­ ini glaðir fyri at sleppa at vera við og føla at teir eru við i tænastuni at syngja.” Eli hevur tikið stig til sangkór áður. Fyri 10 árum síðani, í 1999, byrjaði Eli eitt dreingja­ kór í sínum egna grannalagi í Havnini, og kórið kom at eita “Dreingja­kórið Undir Brúnni.” Hetta eru dreingir undir skúla­ aldur og upp til 12 ár. Fyri ein- um ári síðani kendi Eli tað so­leiðis, at nú var tað vorðið ov nógv hjá sær, nú hann eis­ini hevði manskórið. Hann vildi tó ikki leggja kórið nið­ur, men hevur fingið tvær dugnaligar kvinn­ur at loysa seg av; tær eru Hanna Jensen og Marta Dals­ garð. Tað hevur ikki verið tann stóra traditíónin fyri mans­kór- um í brøðra­sam­kom­un­um í Før­oy­um, men fyri mong­um árum síðani royndu slíkir tón­ leikagarpar sum Viggo Dahl Christi­an­sen, Jens Guttesen og Knút Háberg at hava eitt mans­ kór í Ebenezer, sum var virk­ samt í eitt ávíst tíðarskeið. Vit ynskja nýggja mans­kór­in­um góð­an byrð og nógv ár á sang­ leiðini og vóna, at teir skjótt sleppa at royna maskulinu rødd­ir­nar uttan­fyri land­odd­ar­ nar. Nýggja manskórið í Ebenezer Marita P. Mohr