hósdagur 7. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 86 - 6. mai 2009
Fyrsti ársfjórðingur
í 2009 royndist ser
stakliga væl hjá Før
oya Banka. Bankin
økti um inntøkurnar
á øllum økjum, sam
stundis sum rakstrar
útreiðslurnar eru
mink aðar. Hetta
ger, at bankin hevur
eitt yvirskot á 51,6
mill iónir fyrsta árs
fjórðing
Fíggjarmál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Góða gongdin hjá Føroya
størsta
banka,
Føroya
Banki,
heldur
fram.
Í
februar legði bankin árs frá
greið ingina 2008 fram, og
vísti bankin í tí sambandi á
at hann, hóast undirskot,
hevði betrað um grund
rakst urin.
Hetta sæst eisini aftur í
fram løguni av roknskapi
bank ans fyri fyrsta árs fjórð
ing 2009. Samanborið við
fyrsta ársfjórðing 2008,
vuksu inntøkurnar av rent
um
og
ómaksgjøldum
oman fyri 30 prosent ella
26,8 milliónir, úr 85,6 mill
ión um til 112,4 milliónir
krón ur, sum er ein høvuðs
or søk til góða úrslitið á
51,6 milliónir krónur í yvir
skoti.
Hetta er í høvuðsheitum
or sakað av, at bankin hevur
økt nógv um rentumarginal
in seinastu tíðina, sum
merk ir, at teir vinna meira
upp á útlán, enn teir gjalda
fyri innlán.
Rentumunurin hevur
verið nógv umrøddur, og
summi vilja vera við at vit
skúma róman. Men rentu
munurin hevur verið lækk
andi í nógv ár, og kvinkar
seg nú uppeftir, so saman
lagt er hann enn nógv lægri
enn eitt nú í 2004. Við hes
um í huga haldi eg ikki, at
vit hava gjørt okkum dælt
av støðuni, sum róð hevur
ver ið fram undir, sigur
Janus Petersen, forstjóri í
Før oya Banka.
Minni út og meira inn
Eitt annað, ið er sermerkt
fyri roknskapin fyri fyrsta
ársfjórðing er, er at bankin
hev ur økt um innlánini,
mink að um útlánini og rent
að eginognina við 13,6 pro
sent. Hesi eru, sambært Jan
Otto S. Holm, bú skapar
frøðingi, øll sunn tekin fyri
bankan (sí aðra grein á
síðuni).
Janus Petersen, forstjóri í
Føroya Baka, fegnast um
úr slitið.
Vit eru sera væl nøgd
við úrslitið. Rentingin av
egin ognini er 13,6 prosent,
og hetta er gott, nú um støð
urnar á fíggjarmarknað
inum eru so truplar. Grund
rakstur
bankans
batnar
støð ugt, og okkara sterki
solv ensur og varni kreditt
politikkur
hava
verið
av gerandi fyri, at bankin
stend ur seg so væl, hóast
fíggjar kreppa valdar.
Samstundis
sum
allar
inntøkur
bankans
halda
áfram at vaksa, hevur bank
in eisini skorið starvsfólka
og umsitingarútreiðslurnar
nið ur við einari millión
krón um, soleiðis at tað nú
er 49 milliónir krónur.
Ikki brúk fyri
Bankapakka II
Eitt triðja, ið er vert at býta
merki í, er solvensurin hjá
bank anum, sum er 20,8
pro s ent, ið er 13 prosent
oman fyri
tað
minsta
kravda.
Solvensprosentið er tann
kapital urin, sum bankin
hev ur at standa ímóti við,
um tað gongur illa á fíggjar
marknaðinum her og úti í
heimi.
Við høga solvensinum á
21 prosent hevur bankin
ikki tørv á ábyrgdarpeningi
frá statinum til vanliga virk
semi bankans. Gjald førið
er eisini 194 prosent oman
fyri lógarkravið, og bankin
hevur
undir
verandi
um støðum ongar ætlanir
um at søkja um lán úr
Banka pakka II.
Stjórnin samábyrgd
Á sínum fyrsta fundi við sínar starvsbrøður í ES ásannaði
danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, at
stjórnin hevur samábyrgd av búskaparkreppuni í
Danmark. Samblrt Berlingske Business segði ráðharrin,
at eins og onnur stjórnin noyðist at ásanna, at hon
varnaðist ikki tey tekin, sum hava gjørt, at Danmark er
komið í ta støðu, sum landið er í. Evropanevndin hevur
sagt, at afturgongdin í danska búskapinum byrjaði,
áðrenn ferð kom á afturgongdina aðrastaðni. Eitt nú elvdu
tann høgi húsaprísurin og trot á arbeiðsmegi til ein ov
heitan búskap, hevur nevndin sagt.
Vilja hava aliloyvi
Áhugin fyri laksa og sílaaaling er stórur í Noregi, og tá
myndugleikarnir herfyri lýstu 65 aliloyvi leys at søkja,
fingu teir ikki færri enn 281 umsóknir. Einasta undantakið
í so máta er Finnmørkin, tí har eru bara sjey umsøkjarar til
sjey loyvi. Størstur er áhugin í Trøndelagøkinum, har
myndugleikarnir hava fingið 67 umsóknir um 15 loyvi.
Annars hevur Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, gjørt av,
at helmingurin av teimum nýggju loyvunum skulu latast í
Norðurnoregi. Tað er ikki ókeypis at fáa aliloyvi í Noregi.
Sambært miðlunum liggur prísurin um átta milliónir
norskar krónur í meðal.
Hálvthundrað milliónir
fyri ein ársfjórðing
Jan Otto S. Holm,
fíggjar ráðgevi, held
ur tað vera fleiri
jalig tekin at hóma
í frágreiðingini hjá
Føroya Banka fyri
fyrsta ársfjórðing.
–Eg dugi ikki
at síggja nakra
orsøk hjá Føroya
Banka at fara upp
í Bankapakka II í
verandi løtu, sigur
Jan Otto S. Holm
Fíggjarmál
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Gongdin
hjá
Føroya
Banka í einum truplum
fíggjar marknaði er góð.
Tað metir Jan Otto S.
Holm, ið er sjálv støð ugur
fíggjar ráð gevi.
Hann
heldur tað vera fleiri
sunnheitstekin at hóma í
frágreiðingini hjá Føroya
Banka
fyri
fyrsta
ársfjórðing.
Henda
gongdin er sera góð,
samaborið við Eik Banka.
Tað fyrsta er, at Føroya
Banki hevur ein solvens á
20 prosent, meðan Eik
Banki hevur ein solvens á
10 prosent. Solvensurin er
tann kapitalurin, tú hevur
at standa ímóti við, um
tað gongur illa úti í heimi.
Kravið er 8 prosent, og tá
tú kem ur niður móti 10
pro sent um, byrja alarm
klokk ur nar spakuliga at
ringja, greiðir Jan Otto S.
Holm frá.
Samanborið
við
Eik
Banka, sum legði sín
rokn skap
fyri
fyrsta
ársfjórðing fram í gjár,
sendur Føroya Banki jalig
signal
til
marknaðin,
meðan Eik Banki ikki
beinleiðis
útstrálar
sunnheit.
Føroya Banki hevur
økt um niðurskrivingar úr
16,5 milliónum til 22,6
milliónir. Her hevur Eik
økt um niðurskrivingarnar
við 63 milliónum krónum.
Men her haldi eg at
raksturin
hjá
Eik
í
Danmark er ein orsøk til
at niðurskrivingarnar hjá
Eik eru so stórar, og hetta
er ein orsøk til at Eik er
komið í ta støðu, at teir
noyðast at fara við í
Bankapakka II, sigur Jan
Otto S. Holm.
Meðan Eik Banki ikki
júst útstrálar sunnheit, eru
fleiri positiv tekin at hóma
hjá Føroya Banka, og
hetta er eitt gott signalvirði
at senda marknaðinum.
Føroya Banki onga
orsøk at fara við
Føroya Banki hevur onga
orsøk
at
fara
við
í
Bankapakka II sambært
Jan Otto S. Holm.
Teir hava so góðan
solvens, at eg dugi ikki at
síggja nakra orsøk hjá
Føroya Banka at fara við í
Bankapakka II, um teir
ikki hava stórar ætlanir
um at vaksa. Er tað eitt
ynski at vaksa út yvir ta
balansu, teir eru á í dag,
so kunnu teir fara við.
Spurningurin er, hvørji
ynski bankin hevur fyri
framtíðar vøkstur, um teir
meta at teir kunnu vaksa
nóg nógv við verandi
kapitali, ella um teir vilja
vaksa enn meira, sigur Jan
Otto S. Holm.
Positiv
signalvirði
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, kann við gleði
greiða almenninginum frá roknskapinum fyri fyrsta
ársfjórðing 2009. Føroya Banki hevði eitt avlop á 51,6
milliónir í fyrsta ársfjórðingi, meginparturin av øktum
rentuinntøkum
(mynd: Álvur Haraldsen)