hósdagur 7. mai 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 87 - 7. mai 2009
100 ára føðingardagurin hjá Ellen
Sum greitt frá í blaðnum
fríggjadagin
fylti
Ellen
Lützen 100 ár í gjár. Mót
tøka var á Lágargarði mill
um kl. 15 og 17, har ein hóp
ur av fólki var inni á gólvin
um. Ellen var væl fyri og
fekk eitt prát við allar gestir
narnar.
Hon fekk ta vanligu heils
anina frá drotningini frá rík
isumboðsmanninum,
og
hon bað hann endiliga
heilsa drotningini aftur.
Talur vóru hildnar av Heð
in Mortensen og Rosu
Samuelsen. Tey vóru væl
kunnað um lívið hjá Ellen.
Helst hava tey skeitt í Sosi
alin.
Vit vóru sjálvsagt til stað
ar og hava nakrar myndir
frá móttøkuni.
ó.
Her er tað Marjun Poulsen, ið heilsar uppá Ellen
Heini og Malan sungu fyri ommuni
Suni Jacobsen, Matgith Thomsen og Jóannes Dalsgarð hava øll
arbeitt hjá Valdemar Lützen
Eydna til høgru, dóttir Ellen, var komin úr Danmark við manninum
Svend og soninum Finn
Ellendur, sum vaks upp hjá Ellen og Mogens,
saman við vermammuna Katrinu, sum var gift við
Viderø, prest
Kvinnurnar hjá Valdemar, son Ellen. F.v. Haldis, Sunneva,
Elin og Nanna
Valdemar hjá Valdemar saman við grannunum Helmu og Óla
Jákup Müller
Maria, Katrin og Sigrun vartaðu upp og gjørdu sítt til, at
dagurin gjørdist so góður
Meiri løn goldin til almenn
Sambært nýggjastu tølunum frá hagstovuni er tað bara innan almennar tænastur, at meiri peningur er útgoldin í fyrsta
ársfjórðingi í 2009 sammet við sama tíðarskeið 2008. Tað er bara innan almennar tænastur, um hugsað verður um,
høvuðsvinnur, at meiri peningur er útgoldin í higartil í 2009 sammet við sama tíðarskeið í fjør. Í prosentum er økingin
6,8 prosent, og í milliónum er økingin 55 milliónir krónur. Ringast stendur til í fiskivinnuni og aðrari ráevnisvinnu,
har afturgongdin í lønum er umleið 15 prosent. Tilsamans er krónutalið 63 milliónir færri í ár í mun til í fjør. Innan
ráevnisvinnu er einasti glottin alivinnan, har umleið 11 milliónir krónur fleiri eru goldnar út í lønum. Hetta merkir
somuleiðis, at í hinum ráevnisvinnunum er minkingin 74 milliónir krónur. Eisini innan byggivinnu og aðra tilvirking
er afturgongd. Har er afturgongdin umleið 11 prosent. Í tølum er hetta 37 milliónir minni enn í fyrsta ársfjórðingi í
fjør. Fyrsta ársfjórðing í fjør vóru samlaðu lønarútgjaldingarnar 2,6 milliardir krónur fyrsta ársfjórðing, og higartil í ár
er hetta tal eitt sindur omanfyri 2,5 milliardir krónur. Hetta vil við øðrum orðum siga, at 123 milliónir krónur færri er
útgoldnar í lønum higartil í ár sammet við sama tíðarskeið 2008.