hósdagur 7. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 86 - 6. mai 2009
Glaðir pensionistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
H
vønn týsmorgun er sangur á
skránni í Tilhaldinum í
Havn. Tá er uppihaldsrúmið á
tremur við fólki, ið skjótt dugir
allar sangir úr Songbók Føroya
Fólks uttanat. Tann, ið situr við
klaverið, avgerð hvør sangur skal
syngjast. Er onkur ónøgdur við
valið, verður atkvøtt fyri sangun
um. Í gjár var evnið hóskandi
vár, hóast kavaælingur júst í gjár
hótti við at oyðileggja tann
annars so góða várdagin.
Ein av teimum 50 fólkunum, ið
trúliga møtir upp til sang í Til
haldinum, er Alma Poulsen úr
Nólsoy. Hon sigur, at hon er 82
ár, men er ikki meir enn helvtina
av tí aldrinum í sinni. Hon er
kropsliga væl fyri, og letur seg
ikki steðga av at skula við báti til
Havnar, sum hon ger brúk av
hvønn gerandisdag. Hvønn ger
andisdag ferðast hon úr Nólsoy
til Havnar, og brúkar hon sínar
dagtímar í Tilhaldinum í Tórs
gøtu.
– Tað er so deiligt at koma her.
Og hvønn týsdag seinnapart
arbeiði eg í Ichtys, sigur hon.
Í Ichtys ger Alma vælgerð
ararbeiði í kristiliga handlinum,
ið tekur inn og selir brúkt klæðir,
og er tað sostatt ólønt arbeiði.
Alma Poulsen arbeiddi fyrr við
fiski Nólsoy, tá virksemi var til
tað í oynni. Annars hevur hon
verið heimagangandi. Hon eigur
tveir synir og tvey ommubørn,
men er einsamøll í húsi í Nólsoy.
– Tað hevur nógv at siga fyri
meg at kunna koma út millum
fólk. Tað er deiligt at kunna fara
til arbeiðis í Icthys ein seinnapart
um vikuna, og at koma her at
hitta hini í Tilhaldinum, sum í
morgun.
Pannukøkur fíggjaðu
slípingarútgerð
Fyri tveimum árum síðan var ein
grønlendingur á vitjan í Tilhaldi
num í Havn. Hann vísti teimum
vitjandi í Tilhaldinum hvussu
hornarbeiði fór fram. Tað var so
mikið áhugavert fyri Almu og
hini í Tilhaldinum, at tey vildu
hava hetta tilboðið inn í
Tilhaldið. Tey gjørdu tí av at fara
undir at savna inn pening til
útgerð til hornarbeiði. Peningur
varð fingin til vega við at selja
kaffi og pannukøkur Mentanar
náttina og á ólavsøku, lagt afturat
tí, ið kom inn av jólasøluni hjá
Tilhaldinum. Og nú stendur øll
útgerðin í niðastu hædd húsinum,
har undirvíst verður í hornarbeiði
hvønn mánadag og mikudag. Í
morgun gjørdu tey klárt til at
sýna tað fram, tey hava arbeitt
við í vetur.
– Hetta er ótrúliga stuttligt at
fáast við. Eg havi gjørt ymiskar
smúkkur burturúr hornunum. Tað
ætli eg mær avgjørt at halda fram
við eftir summarfrítíðina, sigur
hon og vísir fram hálssmúkkur,
armbond, brosjur, slipsanál og
ringar, hon hevur evnað burtur úr
horni. Sjálv hevur hon havt seyð
í Nólsoy, og kann hon nú nýta
hornini, ið annars høvdu verið
koyrd burtur, til part av sínum
frítíðaritrivi.
– Fyrr gekk eg til fimleik
eisini, men tað er sama dag sum
hornarbeiði, so eg mátti velja tað
frá, sigur hon og smílist.
Eingin undirsjóvartunnil
neyðugur
Alma Poulsen er ættað úr Skála
vík, men flutti fyri nógvum árum
síðan til Nólsoyar, har hon giftist.
Tað sama gjørdi systir hennara,
og búgva tær báðar framvegis í
Nólsoy. Hóast hon er einsamøll í
húsi, fellur tíðin ikki long fyri
hana. Eitt tilhald er eisini heima í
Nólsoy, men har er hon bara
mánadag. Har fer tíðin millum
annað við at spæla sjavs.
– Sjónvarpið tendri eg sjáldan.
So seti eg meg heldur við
stokkunum.
Eitt prógv um hvussu nógv
hon bindir, eru teppini, sum
liggja á reolini í Tilhaldinum í
Havn. Saman við hinum dámun
um í Tilhaldinum, bindir hon
teppi, ið verða send av landinum.
Hartil bindir hon troyggjur, hosur
og annað.
Alma hevur altíð okkurt at
gera í Tilhaldinum, og hevur hon
hug at steðga eina løtu í Havn,
heldur enn at fara aftur til Nóls
oyar, hevur hon nakað av familju
í Havn, hon kann fara inn á
gólvið hjá.
– Ferðasambandið til Nólsoyar
er so gott, at tað er eingin trupul
leiki at koma so ofta aftur og
fram, sigur lítillætna Alma.
– Sjey túrar um dagin ger
Ritan, og onkran dag átta. Vit fáa
neyvan nakran undirsjóvartunnil
til Nólsoyar, og tað er helst ikki
neyðugt. Mamma mín var ættað
úr Vágum, og tá eg sum barn
kom úr Skálavík og skuldi vestur
at vitja familju hjá henni, mátti
eg gista í Havn. So viðvíkjandi
ferðasambandinum skal eg ikki
klaga.
Hans Andrias er
yndisyrkjarin
Alma Poulsen dámar væl at
ferðast. Gjøgnum árini hevur hon
ferðast nógv til Danmarkar og
Noreg, har hon hevur familju.
Næstu ferð hon pakkar taskurnar,
gongur leiðin aftur til Danmark
ar, hagar hon fer 11. juni. Tað er
við pensionistafelagnum, hon ger
hendan túrin. Hon er limur í
pensionistafelagnum í Havn, og
saman við hinum limunum hevur
hon verið og ferðast í Týsklandi,
Pólandi, Svøríki og Bornholm.
– Umvegis pensionistafeløgini
koma vit nógv saman við øðrum
pensionistum í landinum. Mann
kemur at kenna so nógv fólk, og
tað haldi eg er stuttligt.
Ja, Alma er virkin og glaður
pensionistur. Hon er trúgvur
gestur í Tilhaldinum í Havn, har
hon hevur gingið tey seinastu
átta árini, og hevur hon við tíðini
fingið onkra serliga ábyrgd í
húsinum.
– Hvønn hósdag seinnapart
skipi eg fyri boccia venjingum í
kjallaranum. Tá verður hølið til
hornarbeiðið ruddað, og vit gera
okkum til at spæla boccia. Og so
hava vit eisini kappingar móti
øðrum pensionistum í Føroyum.
Alma sang nógv sum barn, og
sang hon eisini fleiri ár í kóri.
Henni dámar framvegis væl at
syngja. Serliga er tað yrkjaran
Hans Andrias Djurhuus, henni
dámar væl.
– Hann yrkti so heimligar og
vakrar sangir um náttúruna, sigur
hon.
Bocciavenjarin úr Nólsoy
pensi
nistar
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
gladir
82 ára gamla Alma Poulsen úr Nólsoy kemur hvønn dag úr Nólsoy til
Havnar. Hon vitjar hvønn dag Tilhaldið í Tórsgøtu, har hon hevur verið
partur av at fáa útgerð til hornarbeiði til høldar, og er hon við tíðini vorðin
fastur venjari hjá boccia liðnum í Tilhaldinum í Tórsgøtu
Millum smúkkurnar, Alma Poulsen hevur
gjørt, eru hesir oyralokkarnir
Mynd: Jens Kristian Vang