Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 87 - 7. mai 2009 Ráðharri fekk nøs Danski skattamálaráðharrin, Kristian Jensen, fekk í gjár eina sokallaða “nøs” frá Fólkatinginum, og tað er aðru ferð tey seinastu fýra árini. Hesa ferð átala allir flokkar í Fólkatinginum skattamálaráðharran fyri at hava virkað í stríð við grundlógina, tí hann gav skattavaldinum boð at umsita eftir einari lógarbroyting, áðrenn Fólkatingið hevði tikið støðu til, um lógin yvirhøvur skuldi broytast. Kristian Jensen er úr Vinstraflokkinum, og alt bendir á, at hann skal taka við sum næstformaður í flokkinum, tá núverandi næstformaðurin, Lars Løkke Rasmussen, verður valdur til formann. Ivast í limaskapi í ES Í einari nýggjari meiningakanning siga 61,2 prosent av teimum spurdu íslendingunum, at Ísland eigur at fara undir samráðingar við ES um limaskap Í kanningini, sum Gallup hevur gjørt fyri Ríkisútvarpið, siga 26,9 prosent, at tey eru ímóti samráðingum við ES, og 11,8 prosent eru hvørki fyri ella ímóti. Kanningin vísir, at undirtøkan fyri samráðingum við ES er nógv størri í Reykjavík og har um vegir enn aðrastaðni kring landið. Somuleiðis vísir kanningin, at áhugin fyri samráðingum er størri millum fólk við høgari inntøku enn millum teirra, sum forvinna minni. Eitt er samráðingar, annað er limaskapur, og kanningin hjá Gallup vísir, at tá spurt verður um limaskap í ES, eru íslendingar býttir í tveir næstan líka stórar bólkar. Kortini er ein lítil meiriluti fyri limaskapi. Dómur fall í gjár í málinum móti tveim um ungum monnum, sum í høvuðsheitinum vóru ákærdir fyri at hava sett eld á eini sethús, men sum eisini høvdu fleiri aðrar ákærur at standa til svars fyri RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í gjár var prosedura í sakarmálunum móti einum 26 ára gomlum og einum 19 ára gomlum manni, sum saman vóru ákærdir fyri at hava sett eld á eini sethús í Hamarsgøtu 2 í Havn, og ann ars vóru ákærdir fyri fýra onnur lógarbrot. Málið var útsett, tí tað bar ikki til hjá einum bruna­ ser frøðingi at møta, tá mál­ ið upprunaliga var fyri í rætt inum fyri einum 14 døgum síðani. Men meðan teir báðir hava sitið varð­ halds fongslaðir, hevur hin 19 ára gamli fingið fleiri ákær ur aftrat ímóti sær, og nú málið varð uppaftur tik­ ið, var tað við tveimum nýggjum ákærum, onnur um harðskap og hin um deyðs hóttanir móti einari kvinnu í arrestini. Seinnapartin var so prose­ duran, og ikki óvæntað varð størstur dentur lagdur á eld­ ásetingina í Hamars gøtu. Ákærin, Linda Hessel­ berg, gjørdi kortini eisini nógv burtur úr hóttanunum frá tí 26 ára gamla mótvegis løg reglumonnunum, og vísti á, hvussu álvarsligt hetta málið var. Hini málini móti hesum eldra manninum tóktust ikki so álvarsom, sjálvandi burt ursæð frá eldásetingini. Móti yngra manninum gjørdi ákærin nógv burtur úr, og hansara lógarbrot tókt ust eisini meiri álvar­ som. Eitt var hendingin uppi á Oyggjarvegnum, har tann 19 ára gamli saman við øðrum hevði noytt ein annan ungan mann at taka doyv andi heilivág. Teir høvdu í kvittanum at »sorla hann sundur«, men endaðu við at koyra hann yvir. Tað var tó ikki ákærdi, ið hevði sitið við rættið, tá hetta hendi. Fýra onnur mál um harðskap vóru eisini móti tí 19 ára gamla. Eitt í Steina­ túni, har ungi maðurin sá tað sum sína uppgávu at hevna okkurt, sum hann ikki heilt visti hvat var. Har hevði hann framt harðskap móti tveimum monnum við at sláa og sparka teir. Síðani var tað hendingin í Hamarsgøtu, sum kvøldið eftir førdi til eldásetingina. Har var tann 19 ára gamli farin at krevja eina, sambært ákæranum imaginerað hassj­skuld á 500 krónur. Tá ungi maðurin í Hamars­ gøtu ikki vildi gjalda hesa skuldina – sum hann segði seg ikki skylda – gjørdist handfast, og sambært unga manninum hevði hann handl að í sjálvverju, tá hann við einum havasaksi skaddi annan av monnunum, sum gjørdu seg inn á hann. Kravdi harða revsing Tríggjar ákærur eru reistar móti 19 ára gamla manni­ num eftir, at hann varð varðhaldsfongslaður dagin eftir eldásetingina 12. novem ber í fjør. Fyrsta var ákæran um harðskap móti fongsuls­ lækna num, sum hann sparkaði í ryggin, tá hesin var á veg niður trappurnar í arrestini. Síðani varð hann ákærdur fyri síðsta leygar­ dag at hava framt harðskap móti einari kvinnu, sum situr fongslað fyri smugling av rúsevnum. Eisini setti hann fram deyðshóttan móti hesi kvinnuni mána­ dagin. Ákærin kravdi ákærda dømdan í tilsamans 3 ár og tríggjar mánaðir fyri hesi sjey lógarbrotini. Í førinum móti tí 26 ára gamla var ákærin ikki so krav mikil. Linda Hesselberg metti ikki, at hann í eins stóran mun var sekur. Sam­ bært einari sálarfrøðings­ kanning liggur tann 26 ára gamli á markinum til »mentala retardering«, og tað tók ákærin við í sínum met ingum. Dentur varð lagdur á, at teir báðir ákærdu ikki høvdu tryggja sær í nóg góð an mun, at eingin var inni í húsunum, áðrenn eld­ ur varð settur á, og talaði ákærin fyri, at paragraf 180 skuldi leggjast til grund fyri ákæruni. Hendan paragraff­ in umrøður eldáseting, har menniskjalív verða sett í váða. Ført varð fram, at tá eldur varð settur á húsini so seint á kvøldi – klokkan gott 11 – so mátti roknast við, at fólk var inni. Eisini førdi ákærin fram, at tað var ógjørligt hjá teimum ákærdu at síggja inn í stovuna, tí gardinurnar vóru drignar fyri, og ikki sást ígjøgn um tær. Eisini varð ført fram, at bukað kundi ikki verða serliga hart upp á, tá eingin av grannunum hevði hoyrt nakað. Ákærin kravdi tí, at tann 19 ára gamli varð dømdur fongsulsrevsing í trý ár og tríggjar mánaðir, meðan tann 26 ára gamli skuldi sita í tvey ár og tríggjar mánaðir. Lítið upp á seg Jógvan Páll Lassen, sum var verji hjá tí 26 ára gamla, vísti hinvegin á, at ungu menninir høvdu tryggjað sær, at eingin var inni. Út søgnin »fáa vit ikki mann­ in, so fáa vit húsini« vísti sam bært verjanum, at teir báð ir vóru sannførdir um, at eingin var inni. Hóttanin móti lívinum hjá trimum løgreglu­ monnum skuldi ikki takast fyri annað enn tað, hon var, nevniliga fullamannatos. Tann ákærdi var sambært verjanum skítfullur, og hann metti, at løgreglu­ menninir vóru erkvisnir at taka slíkt í álvara. Eisini hini lógarbrotini høvdu sambært Jógvan Páll Lassen lítið upp á seg, og hann helt ikki tað kundi koma upp á tal at døma eftir para graf 180 í spurninginum um eldáseting. Hann viðgekk tó, at talan var um lógarbrot, men at hesi í mesta lagi kundu revs­ ast við fongsli í eitt ár til­ samans fyri alt. Eisini Óla Jákup Kristoff­ ersen, sum var verji hjá tí 19 ára gamla, niður spældi týdningin av teimum lóg ar­ brotum, ákærdi hevði framt. Hann førdi fram, at ákærdi mest sum hevði ver­ ið statistur til hendingina á Oyggjarvegnum, og ein asta hann í tí førinum kundi dømast fyri var, at hava lokkað órættaða at taka doyvandi heilivág. Hendingarnar í Steinatúni og á Hamarsgøtu vóru sjálv­ andi truplari at burtur­ forklára, men hann metti tað ikki vera prógvað, at ákærdi hevði gjørt seg sek­ an í tann mun, ákærurnar søgdu. Heldur ikki í harð skaps­ málunum í fongsli num metti verjin, at hend ing ar­ nar høvdu serliga nógv upp á seg, og hann mælti tí til, at samlaða revs ingin í mesta lagi kundi ger ast hálvt­ annað árs fongsul, harav ein partur varð treyt aður. Dómur fall beinanvegin eftir prosedururnar, og dóm­ arin dømdi tann 19 ára gamla í fongsul í tvey ár og tríggjar mánaðir, meðan tann 26 ára gamli fekk eitt ár og níggju mánaðir. Báðir hava longu sitið í knappliga seks mánaðir. Hvørgin teirra hava enn tikið støðu til, um teir fara at kæra dómin inn fyri hægri rætt. Tvey ár og tríggjar mánaðir fyri eldáseting Álvarsamasta ákæran var um eldáseting á hesi sethúsini í Hamarsgøtu yviri við Strond Mynd: Jens Kristian Vang