hósdagur 7. mai 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Rákið – mai '09
Ein týsdag í apríl leiti eg mær inn í
eini vøkur føroysk hús, har eg skal
hitta Jan og Lenu, eitt par, sum rópar
seg swingarar. Hetta merkir, at tey
bæði av og á hitta onnur fólk, sum
tey fara í song við – saman.
Eg verði ógvuliga vinaliga mót
tikin, tá eg tríni inn. Tað slær meg,
at Lena og Jan, sum bæði eru í
40’unum, eftir øllum at døma liva eitt
púra vanligt familjulív, tí her er onki
óvanligt at síggja.
Verið boðin út í køkin, har ein
sól strála rakar morgunmatarborðið.
Meðan kaffi bryggjar og rundstykkini
tiðna í ovninum, ferðast tankarnir hjá
vertsparinum til undanfarnu nátt, tá
sexuellu dreymar teirra enn eina ferð
gjørdust veruleiki. Tey høvdu vitjan
av einum hjúnum, sum tey bjóðaðu
upp í hjúnasongina. Tað er hetta tey
rópa swingarasex.
– Hvussu ber tað til, at tit hava
áhuga fyri swingarasex? Spurn
ingurin støkkur úr mær.
Lena greiðir frá, at hon altíð hevur
verið sera virkin sexuelt, men at Jan
ikki var tað, áðrenn hann hitti hana.
Hon hevur altíð eksperimenterað við
ymiskum, eitt nú við nógvum ymiskum
partnarum. Harafturímóti var Jan rætti
liga óroyndur, tá tey komu sam an.
So tað er helst við henni, at áhugin
stavar frá fyrstu tíð, heldur Lena.
Byrjaðu í Danmark
Sum hjá øðrum swingararum, byrjaði
tað við einum dreymi um eitt fríari
sexlív. Sum Jan og Lena siga, so eru
vit øll ymisk, og tað er eingin loyna,
at øll hava sínar duldu dreymar.
Men í mun til flestu okkara, so valdu
tey bæði at liva dreymin út. Í fyrsta
umfari var hugurin at hava sex
sam an onkrastaðni, meðan onnur
pør eisini vóru í gongd, nakað sum
at vera partur av einum pornofilmi.
Síðan eru onnur komin upp í teirra
song.
– Tað er serliga hetta við at
hyggja at og at verða sædd, sum
tendrar, siga Jan og Lena, og tey
greiða frá, at tað byrjaði við, at tey
spældu sær við tankanum at fara á
swingaraklubb í Danmark.
Komin til Danmarkar avgjørdu tey
at royna ein víðagitnan klubba, sum
vísti seg at vera júst nakað fyri tey.
– Tað var rættiliga skakandi fyrstu
ferð, siga tey og brosa til hvønn
annan, meðan tey minnast aftur á
hendingina.
Forvitin spyrji eg tey, júst
hvat hendi hesa fyrstu náttina í
Keypmannahavn.
– Vit fóru inn í swingaraklubban
og gingu runt eina løtu. Eg minnist,
at tveir fittir og blíðir menn høvdu
stóran áhuga í okkum. Vit fóru síðani
inn í eitt rúm, har tvey pør lógu á
einari stórari song. Vit løgdu okkum
hjá teimum, og menninir fylgdu við,
greiðir Jan frá.
– Tann eini byrjaði at nøkta seg
beint við meg. Hetta kendist løgið,
men var eisini øsandi. So nærkaðist
tann eina kvinnan, og vit fóru at
krámast uppi á hvørji aðrari og
kyssast, bæði ovarliga og niðarliga,
meðan menninir eisini vóru uppií.
Tað virkaði rættuliga natúrligt, hóast
tað var fyrstu ferð, at eg hevði sex
við einari kvinnu, sigur Lena.
Vitjanin í Danmark gjørdist soleiðis
byrjanin til sexuellu ævintýraferð
teirra.
Finna føroyingar á netinum
Hóast fá vita nakað við vissu um før
oysku swingaramentanina, so siga Jan
og Lena, at hetta er rætti liga umfatandi
í Føroyum, og at swing aramentanin er
komin fyri at vera.
Tey bæði vilja vera við, at fólk í
øllum samfelagsbólkum eru at finna
millum føroysku swingararnar, og at
hetta hevur staðið upp á í mong ár.
Til ber at finna føroysku swing
ar arnar á føroyskum og donskum
heima síðum, har fólk við somu lystum
og fantasium hittast.
Tað er eisini gjøgnum internetið, at
Jan og Lena hava hitt nógvar aðrar
føroyingar.
– Vit valdu at stovna eina vanga
mynd á scor.dk og á faroedating.
fo. Síðan hava vit hitt onnur føroysk
hjún, sum eisini eru áhugað í at
bjóða øðrum við upp í songina,
greiðir Lena frá.
Tilgongdin er rættiliga drúgv um
vegis netið, tí tað er umráðandi, at
fólk kenna seg fullkomiliga trygg,
áðrenn tey avdúka, hvørji tey eru.
– Vit byrjaðu við at skriva saman
og at geva hvørjum øðrum loynilig
telefonnummur. Eina tíð seinni av
gjørdu vit at hittast á einari café.
Tá hingu nervarnir veruliga uttaná,
meðan vit stóðu og bíðaðu og strídd
ust við tankar sum »munnu hatta vera
tey, ella kanska hasi..«, minnast tey
bæði.
Túrurin á caféini gekk væl og
hevði ógloymandi samveru við sær.
– Eg fór at fjasast við hinari
kvinn uni stutt eftir hetta, og kona mín
hevði so sex við hinum manninum eitt
sindur seinni, greiðir Jan frá.
Náttarmyrkrið fjalir
Prátið steðgar brádliga, tá tey síggja
ein granna koma spákandi niðan
móti húsinum. Jan og Lena verða eitt
sindur fjálturstungin, men Jan bjargar
løtuni, tá hann leypur út til úthurðina
og avtalar okkurt við grannan, so
hann fer av húsum aftur.
Hóast tey eru trygg við teirra
sexualitet, so eru tað hóast alt summi
loyndarmál, ið tey ynskja at varð
veita.
– Vit vilja serliga halda tað loyni
ligt fyri at skána gomlu foreldur okk
ara, tí tað er óneyðugt at royna at
greiða teimum frá hesum, siga tey.
Vinfólkini og vaksnu børnini hava
tó fingið frænir av, at okkurt er á
vási, men eingin veit júst, hvat náttar
myrkrið fjalir.
Hoyrdu hvønn annan
Tankarnir leita aftur til náttarlívið.
Lena minnir Jan á eina heldur ser
staka hending.
– Minnist tú hinaferð, tá ið eg
lá við hinum lekra manninum í
gestakamarinum, og tú lást við
konuni inni í teirra song. Tá vit
hoyrdu hvønn annan hava sex?
Jan játtar brosandi, og forvitin
spyrji eg tey, hvat hendi.
Tey greiða frá hesum minniliga
kvøldi.
– Vit høvdu sex við hesum ungu
hjúnunum, og tað var fyrstu ferð, at
vit høvdu sex við føroyingum, siga
tey og leggja skemtandi afturat, at
hetta avgjørt ikki var síðstu ferð.
Elska hvønn annan
Øvundsjúka ella eigarakenslur
kunnu eisini stinga seg upp millum
swingarar.
– Vit gera tað ikki hvør í sær.
Hetta er nakað, sum vit hava saman.
Sjálvandi fáa vit ofta tilboð hvør
sær, men tað vilja vit ikki. Tí hava
vit eisini avvíst nógv pør, sum bara
vilja hava annan okkara. Hóast
onnur sleppa inn í okkara sexlív, so
eru tað vit bæði, sum eru par og
elska hvønn annan, og tað skulu vit
blíva við at gera, siga Jan og Lena
at enda.
Jan og Lena eru dulnevnd, men
redaktiónin veit, hvørji tey eru.
Kom í song við okkum!
Ein swingaraklubbur er eitt
stað, har pør og einstaklingar
hittast við tí fyri eyga at
hava sex við hvørjum
øðrum. Uttanlands eru væl
skipaðir swingaraklubbar
við starvsfólki, limaskapi og
føstum upplatingartíðum. Ofta
hava swingaraklubbarnir
ymisk rúm við ymiskum tema,
har til ber at gera sexuellu
dreymarnar til veruleika.
Okkum kunnugt er ongin
skipaður klubbi í Føroyum,
so føroyskir swingarar finna
hvønn annan á internetinum
og hittast upp á skift heima
hjá hvørjum øðrum.
F
A
K
T
A
barbara@sosialurin.fo
Bólkasex, konubýti ella partnaraskifti. Heitini eru so mong. Men í
dag verður alt hetta rópt swingarasex. Áhaldandi leysasøgur um
føroyskar Swingaraklubbar verða nú váttaðar. Rákið hevur prátað
við eitt par, sum púra opið greiðir frá royndum teirra sum swingarar
her í Føroyum
Barbara Holm