Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 vinnan Nr. 86 - 6. mai 2009 - Hvør einasti stertur, sum verður fiskaður í Barentshavinum, er goldin við pelagisk um tilfeingi, sum nóta- skipini hava fiskað okkum rættindi til. Nú svartkjaftakvotan minkar so ógvusliga, sansar at, og verandi studn ingur til flaka- trolararnar kann gerast okkum dýrur, staðfestir Bergur Poulsen, stjóri á Havs- brún Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin á Havsbrún í Fugla­ firði kemur nú við sínum viðmerkingum til kjakið um svartkjaft – ikki um býtið, sum landsstýris mað urin, Jacob Vestergaard, hev ur gjørt, men um ta virðis ­ øking, sum hetta til feingi hevur skapt í mun til virðisøkingina hjá flaka trol­ arunum sum fiska í Barentshavinum. Kvoturnar hjá flakatrol ar­ unum eystanfyri verða nevn­ iliga allar “keyptar” við pelagiskum fiski, sum okk­ ara pelagiski floti hevur tryggjað okkum rættindi til. Í grein á heimasíðuni hjá Havsbrún vísir Bergur Poulsen, stjóri, á almenn, grannskoðaði roknskapar tøl og tøl hjá Fiskimála ráð­ num. Við talvum lýsir stjór in virðisøkingina hjá pelag isku vinnuni og sam­ an ber hesa við virðis øking­ ina hjá flaka­ og verk smið­ ju trolarum. ­ Vit skulu minnast til, at hvør einasti stertur, sum fisk aður er í Barents havi­ num, er goldin við pelagiskum tilfeingi, sum nótabátarnir hava fiskað okkum rættindi til. Nú svartkjaftakvotan minkar so ógvusliga, sansar at, og kann hesin studningur til flakatrolararnar gerast okk­ um dýrur. Bergur Poulsen heldur, at í kjakinum um svartkjaftin vantar tann týdningar mikl­ asti parturin, sum hann tek­ ur til. Tað, sum stjórin á Havs brún heldur vantar, er, hvar størsta virðisøkingin ligg ur ­ og ikki minni – hvat er best fyri føroyska sam­ felagið? Hvat loysir seg? ­ At viðgera eina rávøru uttan at økja um virðið á henni, gevur onga meining. Eru íløgurnar í eitt skip ella virki so stórar, at raksturin ikki kann gjalda íløguna aft ur, gevur íløgan heldur onga meining. Stjórin á Havsbrún setir tí spurningin, hvat virðisøking er, og hvussu samlaða rokni­ stykkið sær út fyri teir part­ ar, sum eru høvuðs aktør ar í kjakinum. ­ Í kjakinum um svart­ kjaftin verður nógv tosað um kiloprísir á svartkjafti, fryst um svartkjafti, surimi, toski og frystum flaki. Men tá tosað verður um kilo­ prísir, er ofta torført at halda skil á, hvørjar prísir í veru­ leikanum tosað verður um. Hann vísir á, at tað kann ljóða imponerandi, tá sagt verð ur, at vit býta svartkjaft, sum skipini fáa 1 kr./kg. fyri, um við tosk, sum vit fáa 50 kr./kg. í flaki. Sama er, tá vit tosa um ein verk­ smiðjutrolara, sum kanska kann framleiða surimi úr svart kjafti fyri 25 kr./kg. Bergur heldur, at hetta kjak er fløkt og kanska ikki so áhugavert. ­ Tað, sum veruliga er áhuga vert, er, hvat loysir seg best fíggjarliga fyri sam ­ felagið. Hann vísir á, at stórur part ur av svartkjaftinum, sum nótaskipini hava fisk­ að, er landaður til Havs brún, sum síðan hevur virkað alifóður úr hesum til feingi. ­ Bæði nótaskipini og Havsbrún hava tjent pening og tann peningur, sum vit hava tjent, er í stóran mun lagd ur aftur í føroyskt vinnulív. Stjórin vísir á, at tá før­ oyska alivinnan nøkur ár her fyri var í tungum sjógvi, var Havsbrún við til at taka um endan og endurreisa hesa vinnu, sum í dag aftur er eitt týðandi bein undir før oyska búskapinum. Stór virðisøking Sambært talvunum, sum Bergur Poulsen heldur seg til og sum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Havsbrún, sæst, at virðisøkingin hjá Havsbrún og nótaflotanum árini 2004­2007 er heilar 315 miljónir krónur til sam­ ans í miðal fyri hvør ár. Hin­ vegin vísa somu talvur, at bruttovirðisøkingin hjá flaka trolarunum tilsamans er 166 miljónir krónur. ­ Tá er hvør einasti stertur hjá flakatrolarunum goldin við tilfeinginum hjá nóta­ bát unum, svarandi til í mið­ al 207 miljónir krónur í land ingarvirði. Bergur Poulsen kemur tí til, at netto virðisøkingin hjá flakatrolarunum soleiðis er negativ við 42 miljónum krónum í miðal fyri hvørt ár. ­ Higartil hevur tað borið til at gagnnýtt tilfeingið á henda hátt, tí svart kjafta­ kvotan hevur verið so stór og nógmikið hevur verið til allar partar. Men soleiðis er ikki longur, staðfestir stjór in á Havsbrún. Hann vísir á, at svart­ kjafturin hevur verið grund­ ar lagið undir Havs brún og nótaskipunum. ­ Havsbrún og nóta bát ar­ nir skapa nógvar ring virk­ ningar kring alt samfelagið, með an ringvirkningarnir, sum flakatrolararnir skapa, eru sera avmarkaðir. Nú saml aða svartkjaftakvotan er minkað so ógvusliga – úr 2 miljónum tonsum í 2006 niður í 590.000 tons í 2009, er ikki nóg mikið bæði til Havsbrún og nótaskipini øðru megin og flaka trol ar ar­ nar hinumegin, stað festir stjórin á Havsbrún. Niðurstøðan hjá Bergi Poulsen er, at nú mugu politik ararnir velja ímill um eina virðisøking upp á netto 315 miljónir krón ur um árið – ella eina nega tiva virðis­ øking upp á í mið al 42 miljónir krónur um árið. Svartkjaftur gevur stóra virðisøking - Politikarar mugu nú velja ímillum eina virðisøking uppp á netto 315 miljónir krónur um árið – ella eina negativa virðisøking upp á í miðal 42 miljónir krónur um árið, sigur Bergur Poulsen, stjóri á Havsbrún Mynd: Vilmund Jacobsen Verður ikki avrættað Ein talsmaður hjá stjórnini í Laos vissaði í gjár altjóða fjølmiðlarnar um, at tað kemur ikki upp á tal at avrætta bretsku kvinuna Samatha Orobator, sjálvt um hon verður dømd sek í rúsevnasmugling. Grundgevingin hjá talsmanninum var, at kvinnan er við barn í sætta mánaði, og sambært myndugleikunum er hon ikki vorðin við barn undir neyðtøku. Samatha Orobator hevur sitið í varðhaldi í Laos síðani í august í fjør, tá hann bleiv tikin við 680 grammum av heroini í viðføronum. Eftir laotiskari lóg kunnu fólk dømast til deyða, um tey verða tikin við meiri enn 500 grammum av rúsevni. Ovmikið av toski Nevndin í skipara­ og stýrimannafelagnum í Vestmannaoyggjunum vil hava myndugleikarnar í Reykjavík at geva skipum og bátum loyvi til at fiska meiri tosk. Í einum opnum brævi til myndugleikarnar skrovar nevndin, at tað er so nógvur toskur á miðunum, at skip kunnu hvørki trola ella seta línu fyri berum toski. Skipara­ og stýrimannafelagið í Vestmannaoyggjunum heldur, at stjórnin hugsar bara um tey, sum búgva í Reykjavík. Felagið sigur, at fiskivinnan hevur átt lívið í íslendingum í meiri enn 1.000 ár, og at tað eru bara tær arbeiðandi hendurnar, sum kunnu bjarga samfelagnum burtur úr verandi kreppu.