Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 vinnan Nr. 87 - 7. mai 2009 Kend skipasmiðja gevst Eftir áhaldandi stríð við býráðið í Fredericia hevur leiðslan á skipasmiðjuni í býnum gjørt av at gevast við virksem inum. Í einari fráboðan í gjár skrivaði stjórin, Thomas Andersen, at tað er nyttuleyst at halda fram, og at hann tí hevur gjørt av at gevast við virkseminum. Býráðið í Fredericia hevur gjørt av, at skipasmiðjan skal flytast til eitt annað stað við havnarlagið, men tað vil eigarin ikki. Uffe Steiner Jensen, borgarstjóri í Fredericia, sigur við TV2, at kravið frá býráðnum um, at skipasmiðjan skal flyta, er endaligt. Hann sigur seg harmast avgerðina hjá felagnum at gevast. Heilafelagið 12 ár heiladagin 10. mai er heiladagur, og tað er eisini ársdagurin hjá Heilafelagnum, sum er áhuga felag fyri fólk við heilaskaða (apopleksi og afasi). Í sambandivið dagin verður Heila felagið á torginum í SMS leygardagin 9. mai frá kl 10.00 til 16.00 har ymisk tiltøk verða m.a. verður høvi hjá vitjandi at fáa mált blóðtryst. Lutaseðil kann keypast, vinn­ ing urin er cruiseferð við Norrønu til Ísland fyri tvey ferðandi. Vinningurin verður drigin kl 16.00. Kl 13.00 fer Jógvan Telling at framføra á pallinum (Jógvan var sjálvur raktur av blóðtøppi fyri nøkrum árum síðani). Kl 14.00 fer gospelkórið »Tensing« at framføra nakrar sangir (í kórinum luttaka sangarar, sum hava av varðandi, íð bleiv raktur av blóðtøppi). Sunnudagin 10. mai eru limir og onnur áhugað vælkomin út í MBF húsið frá kl 15.00 til 17.00 til ein drekkamunn. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum kemur at vitja, sigur Heilafelagið. Tilsamans koma føroysku komm un ur­ nar at hava yvir 130 milliónir í halli í ár og saman við hallinum á fíggjarlógini hjá landinum, verður hallið hjá almennu Føroyum sostatt eina heila milliard í ár Búskapur Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Kommunurnar í Føroyum koma í ár at hava eitt hall upp á yvir 130 milliónir krón ur. Tað upplýsti Jóannes Eides gaard í Løgtinginum í gjár. Hann upplýsti eisini, at hóast samgongan hevur væntað eitt hall á fíggjar­ lógini upp á 500 milliónir, vísa nýggjast metingarnar, at inntøkurnar verða góðar 220 milliónir minni, enn roknað var við á fíggjar­ lógini fyri í ár Sostatt er tað nú alt sum bendir á, at tilsamans verður hallið hjá almennu Føroyum upp ímóti einari heilari milliard. 12 kommunur vil halli Tað vóru tjóðveldisfólkini Høgni Hoydal og Annita á Fríðriksmørk, sum vildu hava upplýsingar frá lands­ stýrismanninum í fíggjar­ mál um um búskaparligu støð una hjá landi og kommunum. Jóannes Eidesgaard sigur at tað eru 12 kommunur, sum koma at hava hall á fíggjar ætlanunum í ár, men tær flestu av teimum eru smá ar kommunur, sum ikki rúgva nógv upp í samlaða bú skapinum. Men av teimum stóru komm ununum eru tað serliga nakrar heilt fáar, sum koma at tyngja fíggjar­ støðuna í kommunala geir­ anum illa. Tær eru Tórshavnar Kommuna, sum fær eitt hall upp á 105 milliónir í halli á fíggjarætlanini fyri í ár, Vága kommuna, sum fær 21 milliónir í halli og Sjóv ar Kommuna, sum fær 14,2 milliónir í halli. Hinvegin vísti lands­ stýris maðurin á, at nýggj­ astu metingarnar vísa, at inntøkurnar verða lægri enn mett varð á fíggjarlógini og tí fer hallið uttan iva at verða nakað størri. Sjey undantaksloyvi Eftir lógini kann ongin kommuna skylda meiri enn eina álíkning, men lands­ stýris maðurin í fíggjar­ málum sigur, at seinastu fýra árini hava sjey komm­ unur fingið undantaksloyvi til at veksa lánini upp um eina álíkning. Tær eru Sandoyar Kommuna, sum tvær ferðir hevur fingið undantaksloyvi til at hækka skuldina upp um eina álíkning. Hann nevndi, at ein orsøk til hetta er, at kommunan hevur bygt út og ein onnur orsøk er, at Sands Kommuna ikki hevur fingið tann stuðul frá menta málaráðnum, sum tey høvdu væntað sær til lista­ savnið. Annars er talan um Vágs, Hovs­, Tvøroyrar­, Skopun­ ar ­, Klaksvíkar­ og Vest­ manna Kommuna, sum hava fingið untantaksloyvi til at hækka skuldina upp um eina álíkning. Treytin fyri undan taks­ loyvinum hevur sum oftast verið, at talan skuldi vera um at umfíggja skuld og at skuld in skuldi vera komin niður á eina álíkning í 2010. ­ Tað má tíverri stað fest­ ast, at meginparturin av hava kommununum hava ikki hildið hesar treytir og tí eru omanfyri álíkningina, stað festi landsstýrismaðurin í fíggjar málum Tað var hann avgjørt ikki nøgdur við. Hann staðfesti eisini, at fíggjarmálaráðið hevði ikki neyð ugu amboðini til at stýra kommunubúskapinum neyvari. Hann eftirlýsti einum slíkum stýringsamboði og hann kundi hugsa sær, at lógar verk verður gjørt á økinum fyri at hava tamarhald á búskapinum hjá kommunum, tí vit upp­ liva, at tað eru ávísar komm unur, ferð eftir ferð stýra seg út á sjógv,. Annars endurtók hann enn einaferð, at hann er op in fyri einum kjaki um at sanera toppin av skuldini hjá teimum mest skuldar­ bundnu kommunu num. ­ Hetta høga ting hevur saner að bæði vinnulív og bank ar fyri milliardir og eg havi nógv reinari samvitsku av at sanera toppin av komm unuskuldini, so at tað verður livandi hjá fólki enn av teimum saneringum, sum eru gjørdar í vinnu lívi­ num, legði hann afturat. Hann vísti á, at nú inn­ tøkan svíkur, lækkar álíkn­ ingin samstundis og sostatt er skjótari at koma upp und ir lániloftið og tað setir fleiri kommunur í eina rætti liga tórføra støðu. Høgni tvingaði Kirkjubø Í løgtinginum átók Høgni Hoydal sær annars heiðurin av, at Kirkjubøar Kommuna var endað uppi í Tórshavnar Kommunu. Hann segði, at tá ið hann var landsstýrismaður í kommunumálum, noktaði hann blankt Kirkjubøar komm unu at økja skuldina upp um eina álíkning fyri at fáa ráð til at byggja barna­ garð. ­ Tað var orsøkin til, at Kirkjubøar Kommuna fór upp í Tórshavnar Komm­ una, staðfesti tjóðveldis­ maðurin. Kaldur landsstýrismaður Jóannes Eidesgaard kom annars undir trýst tí at sam­ gongan enn ikki hevur tikið nóg munagóð stig til at fáa búskapin aftur á beint. Men Jóannes Eidesgaard helt ikki, at tað var so avgerðandi um útspælið frá sam gonguni kemur nú alla í næsta mánaði. Hann segði, at talan er um tórførar spurningar, sum máttu viðgerast væl og virð iliga. Hann ávaraði ímóti at leypa framav. Tvørtur ímóti tvíhelt hann um, at tað ræð­ ur um at hava ís í búkinum og hava tol til at finna semju ímillum tríggjar yms ar flokkar við 20 yms­ um tingfólkum, umframt at and støðan skuldi takast við upp á ráð. Hinvegin ásannaði ásann­ aði hann, at tað neyð ugt við bygnaðarligari høvuðs­ reingerð í almenna bú skap­ inum, sum hava bíð að í 15­20 ár og tað verður ómetaliga tórført, tí flokk­ arnir eru ógvuliga eymir um ymisk viðurskifti. Almennu Føroyar eina milliard í halli Jóannes Eidesgaard hevur sigur, at tað er neyðugt at hava ís í búkinum og at geva tol til ein semja er um, hvørji tiltøk skulu setast í verk fyri at fáa búskapin aftur á beint