Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 200 - 17. oktober 2001 Nr. 200 - 17. oktober 2001 3 Eyðun Johannessen gjørdist bæði bilsin og eitt sindur í ørviti, tá hann fekk boðini um, at hann fær Mentanarvirðisløn Landsins 2001. Men hann fegnast og er eisini errin vegna listagreinaina, sjónleikin, sum við hesum fær viðurkenning MENTAN Dagfinn Olsen Mentanarvirðisløn Land- sins, áljóðandi 150.000 krónur, verður í ár latin Eyðuni Johannessen, leik- stjóra. Hann fegnast sjálvsagt, men sigur eisini, at hann gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini. - Eg gjørdist bilsin og eitt sindur í ørviti, sigur Eyðun Johannessen, sum tó sjálv- sagt metir hesa virðisløn sum stóran heiður. - Men eg eri eisini eitt sindur errin vegna lista- greinina, sjónleikin, sum við hesum fær eina viður- kenning, sigur Eyðun. Eyðun gjørdist bilsin, tá hann fekk boðini, tí møgu- leikin var ikki komin hon- um til hugs. Hann er sjálvur limur í nevndini fyri Ment- anargrunn Løgtingsins og hevði verið og fundi har og býtt út nakað av peningi til teirra sum søktu, tá hann fekk boðini um stóra heið- urin, ið honum nú er fyri. Virðislønin verður latin Eyðuni fyri leiklist úti og heima og nevndir verða t.d. leikirnir Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi og Glataðu Spælimenninir. Spurdur, um hann er samd- ur við tí, sum sagt verður í grundgevingini fyri at lata honum virðislønina, svarar Eyðun játtandi, men leggur afturat, at sjálvur er hann eisini glaður fyri leikir sum Dreymur Jóansøkunátt og ymiskt, sum gjørt hevur verið innan áhugaleik. Eisini fegnast hann um ymiskt av tí, ið fór fram og varð gjørt í sekstiárunum, tá tey gjørdu ymiskt, ið var nýtt, og júst tí tað var nýtt, tað vendi upp og niður upp á alt og fekk fólk at hugsa um, at sjónleikur var nakað, ið ein setir tíð av til at arbeiða við. Er hetta júst eisini ein viðurkenning av lívsverk- inum, ið tú fór undir, tá tú sum fyrsti føroyingur tók útbúgving sum leikari og fór at fáast við leik burturav? - Ja, tað meti eg tað er, men eisini ein viðurkenn- ing av listagreinini, ið ann- ars ikki altíð hevur verið so høgt í metum, sigur Eyðun Johannessen, leikstjóri, í stuttari viðmerking. Mentanarvirðisløn Land- sins verður í ár latin Eyð- uni Johannessen, leik- stjóra. Virðislønin er kr. 150.000,-. Landsstýrismað- urin í mentamálum letur Mentanarvirðisløn Land- sins eftir tilmæli frá nevnd, umboðandi føroysk lista- fólk. Til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Land- sins skal virðislønarevnið hava skapað listarligt lívs- verk á høgum listarligum støði ella hava skapað eitt ella fleiri listarlig avrik, ið gera, at viðkomandi má haldast at hava uppiborið ein heiður sum Ment- anarvirðisløn Landsins. Nevndin, ið sambært reglugerð ger tilmæli til landsstýrismannin, sigur í grundgeving síni: "Mentanar virðisløn Landsins verður latin Eyðuni Johannessen fyri leikstjórn burturi og heima. Lívsyrki hansara hevur verið at skapa listaverk burtur úr leik- ritum, føroyskum sum útlendskum. Hann hevur gjørt Shakespeare til føroyska leiklist eins og yngri klassikarar sum Másan eftir Tjekhov og Bíða eftir Godot eftir Beckett. Hann hevur á listarligan hátt leik- stjórnað Hvønn stakkin skal eg fara í, pápi? eftir Jens Paula Heinesen og Glataðu spælimenninar hjá Williami Heinesen. Saman við leikbólkinum Grímu hevur hann um- skapað sagnatilfar til nútíðarlist í Kvæðinum um kópakonuna. Eyðun Johannessen hevur har- afturat lyft palllýsingina í føroyskum sjónleiki upp og givið henni ein listar- ligan dám. Sum leik- listarligur undangongu- maður er Eyðun Jo- hannessen ein ómetalig megi." Umframt Mentanarvirð- isløn Landsins hevur Mentamálastýrið gjørt av at seta á stovn Heiðursgávu Landsins. Landsstýrismað- urin í mentamálum letur Heiðursgávu Landsins eftir tilmæli frá nevnd, umboðandi føroysk lista- fólk. Heiðursgávan er kr. 75.000,- og verður hon latin fyri fyrstu ferð í ár. Heiðursgáva Landsins verður latin einstaklingi, felagið og fyritøku — t.d. bókaforlagi, tónlistaforlagi ella kóri — sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list og/ella føroyska mentan og mentanarlív. Nevndin hevur gjørt til- mæli til landsstýrismannin um at lata Fuglafjarða Sjónleikarafelag Heiður- gávu Landsins fyri 2001, og sigur hon í grungeving sínari: "Heiðursgáva Landsins verður latin Fuglafjarðar Sjónleikarafelag fyri at leggja lunnar undir, at Mentanarhúsið í Fugla- firði er bygt og komið at virka. Mentanarhúsið gevur ríka mentanarlív- inum í Fuglafirði góðar karmar at virka í. Við tí hevur Fuglafjarðar Sjón- leikarafelag víst á týdn- ingin av at hava eitt felags mál og leggur Mentanarhúsið eitt gróðrarríkt støði undir virksemið. Fuglafjarðar Mentanarhús hevur alstóran týdning fyri tey, sum skapa og útinna á listarliga- og mentanar- økinum í bygdini. Tað stendur nú sum ein virðiligur varði, sum bæði vísir aftur til tað, sum var frammanundan og langt fram á leið. Ikki minst dregur Mentanar- húsið til sín tað, ið verður skapað aðrastaðni í land- inum og uttan úr heimi." Mentanarvirðisløn Land- sins og Heiðurgáva Land- sins verða handaðar á al- mennum hátíðarhaldi, sum Mentamálastýrið skipar fyri í Norðurlandahúsinum mánakvøldið 22. oktober kl. 20.00. Tøkk Øllum teimum sum vístu samkenslu og á annan hátt stuðlaðu og hjálptu okkum, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og beiggi Petur Meinert Hansen so brádliga varð tikin frá okkum, takka vit hjartaliga. Familjunnar vegna Amona Hansen Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jóhannis Olsen Vestmanna doyði og varð jarðaður. Takk til øll, sum hjálptu til á ymiskan hátt og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eisini verður takkað fyri peningagávur til Kirkjuna. Familjunar vegna Jóhanna Eyðun Johannessen fær Mentunnarvirðislønina Bilsin og í ørviti Eyðun Johannessen, leikstjóri, fegnast um at fáa Mentanarvirðisløn Landsins, men metir samstundis, at hetta er viðurkenning til leiklistina Útlendsku skipini hava veitt góð 35.000 tons í føroyskum sjógvi í farna mánaði. Íslendsk skip hava staðið fyri at kalla allari veiðuni. Góð 34.000 tons hava íslendingar fiskað í føroyskum sjógvi í september FISKISKAPUR Stefan í Skorini Íslendsku skipini hava bara fiskað svartkjaft, og tey hava fingið 34.005 tons til- samans. Russarar hava eis- ini roynt eftir svartkjafti og hava fingið 452,9 tons. Trý lond, sum eru í ES, hava fiskað undir Føroyum í september mánaði. Tey eru Bretland, Frakland og Týskland. Tey hava fingið 456,6 tons tilsamans, og tey hava nýtt 110 fiskidagar. Frakland er tað ES-land- ið, ið hevur fiskað mest. 361,1 tons hava fraklend- ingar veitt. Tey trý ES- londini hava fingið mest av upsa, sum tey fingu 149 tons av. Fronsku skipini fiskaðu eisini nakað av langasporli, sum taldi 144,2 tons av veiðuni. Ísland nýtti 204 fiski- dagar til at fáa tey 34.000 tonsini undir Føroyum, og Russland nýtti tólv fiski- dagar til 452,9 tons. Til- samans nýttu útlendsk veiðifør 340 fiskidagar í september. Mest svartkjaftur Útlendska veiðan í ár liggur um 225.464 tons hjá øllum tjóðum. Her standa íslend- ingar fyri størsta einstaka partinum. Teir hava fiskað 86.335 tons, og tað er alt svartkjaftur. Russland og Noreg liggja næst á listan- um eftir Ísland. Russisk skip hava fingið 63.250 tons, og størsti parturin av veiðuni er svartkjaftur. Noreg hevur fingið 52.000 tons undir Føroyum. ES-londini hava fingið tilsamans 23.000 tons í før- oyskum sjógvi. Frakland og Holland hava fingið mest í sín part. Tey hava fingið umleið 5.000 tons í part. Meðan Ísland bara upp- gevur eitt fiskaslag, sum er svartkjaftur, so fáa førini úr ES-londum nógv ymisk fiskasløg. Fronsk, bretsk og týsk skip hava fingið væl av toski, hýsu, upsa, blá- longu, kongafiski, langa- sporli og gullaksi. Útlendsk fiskifør hava nýtt 3450 fiskidagar undir Føroyum í ár. Noreg hevur nýtt flest fiskidagar við 1807 døgum. ES-londini hava nýtt 1364 dagar, með- an Russland hevur nýtt 1098 fiskidagar. Ísland hevur bara brúkt 506 fiskidagar. Sunnukvøldið senda bæði DR2 og SVF sendingina »Jagten på historien«, sum hesaferð snýr seg um Føroyar. Tað vera teir báðir Sjúrður Skaale og Rolf Guttesen, ið fara at siga fra hvør sínari síðu av søguni SENDING Heri á Rógvi Eftir stóra boksidystin í síðstu viku, so kunnu danskir eins og føroyskir sjónvarpshyggjarar fáa nøgta teirra tørv, tá tað aftur verður showtime. Hesaferð eita mótstøðu- menninir, ella rættari sagt duellantarnir, Sjúrður Skaale og Rolf Guttesen. Báðir hava teir gjørt seg galdandi í kjakinum her heima. Hugsjónirnar skuldi av røttum verið rættiliga ymiskar. Hetta er eisini orsøkin til, at júst hesir báðir eru valdir út til at siga frá sínum sjónarmiðum í søguligum eins og tjóðskaparligum spurn- ingum. Báðir eru skúlaðir av hægri lærustovni. Rolf Guttesen undirvísir í løtuni við lærda háskúlan í Keyp- mannahavn, og Sjúrður Skaale hevur inntil fyri stuttari tíð síðani verið blaðstjóri á Fregnum, um- framt at hann sjálvandi eisini er kendur í fleiri øðrum sambondum. Sendingin sunnukvøld er ein sending, sum danska rásin DR2 hevur framleitt. Sendingin er partur av einari røð av sendingum. Sendingarnar í røðini eru allar skipaðar á sama hátt sum hendan, har tað eru tveir duellantar, sum lýsa við egnum orðum ymisk søgulig fyribrigdi og hend- ingar. Hesaferð er túrurin komin til Føroya til føroyska søgu. Denturin verður sjálvandi lagdur á tey meira tjóð-skaparligu brotini av søguni. Sendingin, Jagten på historien, verður send á DR2 klokkan 22.25 danska tíð – 19.25 føroyska tíð. Sjónvarp hevur eisini sett sendingina á skránna sunnukvøldið klokkan 20.50. Leitanin eftir Føroya søgu send sunnudagin Íslendingar hava fiskað mest Íslendingar hava fiskað heili 34055 tons í føroyskum sjógvi í september C M Y K 3 2