mikudagur 17. oktober 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2001
5
Normenn hava
uppfunnið eina
dekkhosu til hálku
Vetur og kuldi eru í
nánd, og sostatt hómast
eisini vánalig koyrilík-
indi, píkadekk og ketur.
Tí er tað ein fragd at
hoyra
um
nýggjar
loysnir, í hesum føri frá
normonnum, ið hava
uppfunnið einar hosur úr
toyi, til at hála niður um
dekkini. Hóast royndir
hava víst at hosurnar í
summum førum kunnu
kappast á jøvnum føti
við píka- og vetrardekk,
eru tær ikki ætlaðar at
koma í staðin fyri hesi,
men heldur sum ein
hjálp til teirra, sum hava
summardekk, og sum
óvæntað koma í hált føri.
Loyvt er tí einans at
koyra 50 km/t við hosum
á hjólunum.
Nýggju hosurnar eru
úrslitið av einum sam-
starvi millum norska
uppfinnaran Bård Løt-
veit, eitt tekstilvevarí á
Notoddanum
og
ein
friktiónsgranskara
í
Trondheim, og vórðu tær
fyrstu ferð sýndar fram á
einari bilmessu í Týsk-
landi herfyri.
Hosurnar eru vevaðar
úr sama toyi sum norska
verjan nýtti til rygg-
sekkir fyrr í tíðini. Sig so
tað! Kanska áttu vit før-
oyingar at tikið kapp-
ingina upp og bundið
dekkskóleistar úr før-
oyskari broddaull?
Kelda: www.forbrukerrapporten.fo
Ójavni millum kynini
– eisini í barnaárunum
Nr. 200 • mikudagur • 17. oktober 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Rigmor Dam
Dreingir fáa fleiri
lummapengar,
forvinna meira og
hava størri nýtslu enn
gentur. Hetta vísa
nýggjar danskar
kanningar
Umframt at gentir og
dreingir kunnu væntað sær
vanbýti á arbeiðsmarknað-
inum
í
vaksnalívinum,
skulu tey í barnaárunum
eisini lata sær lynda vána-
liga javnvág í familjunum,
har genturnar fáa færri
lummapengar
og
færri
nýtsluvørur enn dreingirnir.
Kanningar
vísa,
at
dreingir fáa fleiri lumma-
pengar, forvinna meira í
frítíðini, spara meira upp
og eiga fleiri nýtsluvørur
enn genturnar. Í at kalla
øllum aldursbólkum eiga
og fáa dreingir meira enn
gentur.
Hetta vísa nýggj tøl í
'Børns Opvækst som For-
brugere' - ein bók frá
"Forum for Reklameforsk-
ning" við Handilsháskúlan
í Keypmannahavn, sum
ikki er almannakunngjørd
enn. Tølini eru grundað á
donsk viðurskifti, men eru
ivaleyst ikki so fjar frá
okkara viðurskiftum held-
ur.
Fleiri lummapengar
Í aldursbólkinum fimm til
sjey ár fáa dreingirnir
góðar 73 krónur um mán-
aðin, meðan genturnar fáa
einar 68 krónur í miðal.
Sama myndin ger seg
galdandi hjá teimum átta til
tíggju ára gomlu, har
munurin er einar 17 krónur,
til dreingjanna fyrimun.
Hjá teimum 11-12 ára
gomlu og teimum 13-15 ára
gomlu
er
munurin
á
lummapengunum ávíkavist
28 og 34 krónur. Bara hjá
teimum 16-18 ára gomlu
fáa genturnar fleiri lumma-
pengar - nevniliga 625
krónur í miðal, í mun til
dreingjanna 608 krónur.
Dr. pæd. Birgitte Tufte
frá Danmarks Pædagogiske
Institut,
sum
granskar
nýtsluna hjá børnum og
ungfólki, sigur um tølini:
- Dreigirnir siga hvat teir
vilja hava og seta fleiri
krøv. Vi vita eisini at hugs-
an teirra hevur ávirkan, tá
ið familjan skal keypa
nýggjan bil til dømis.
- Men eg haldi eisini at
tølini prógva at hjá nógvum
er ein feril av gamlari
siðvenju enn galdandi í
familjunum. Vit skulu bara
hálvtannað ættarlið aftur, tá
tað var betur at fáa ein
drong fyrst.
Sjónvarp og telda á
dreingjakamarinum
Tá um ræður sjónvarp,
video,
teldu
og
aðrar
nýtsluvørur á kamarinum,
eru dreingirnir eisini betur
fyri.
Miðlagranskarin Kirsten
Drotner sigur í bókini
'Medier For Fremtiden', at
37 prosent av dreingjunum
í aldursbólkinum seks-sjey
hava
egið
sjónvarp
á
kamarinum, í mun til 25
prosent
av
gentunum.
Hendan fyrimun varðveita
teir allan barndómin.
30 prosent av dreingj-
unum hava teldu uttan
fløguspælara á kamarinum,
meðan hetta er veruleikin
hjá 16 prosentum av gent-
unum. Teldu við fløgu-
spælara hava 23 prosent av
dreingjunum, í mun til átta
prosent av gentunum.
Einastu økini har gent-
urnar eru betur fyri, er í
samband
við
telefonir,
fløguspælarar og band-
spælarar.
Nýtslan hjá gentum
sjónligari
- Tað er ein gamal sann-
leiki, at gentur forvinna
minni og hava eina øðrvísið
nýtslu,
sigur
Kirsten
Drotner.
- Nýtslan hjá gentunum
er meira beinleiðis og sjón-
lig, so sum smyrsl, móti og
líknandi, meðan nýtslan hjá
dreingjum er meira lang-
tíðarkend og fjald. Teir
savna ofta pening saman til
størri lutir. Nógv foreldur
síggja allarhelst nýtsluna
hjá gentunum sum marg-
læti og fjas, og tað hjá
dreingjunum sum skila-
betri, siger Kirsten Drotner.
Sambært Birgitte Tufte
taka
genturnar
ímóti
nýggju miðlunum á ein
annan hátt enn dreingirnir.
Tí koma krøvini til telduna
og
internetsambandið
seinni enn hjá dreingjun-
um.
- Genturnar eru meira
áhugaðar í at samskifta. So
tá ið tær gerast varugar við,
at tær kunnu nýta nýggju
miðlarnar í gerandisdeg-
num - til dømis internetið
at chatta við - fara tær at
ynskja sær fast internet-
samband.
Dreingirnir
ynskja sær teldur at royna
seg á, sigur Birgitte Tufte.
Dreingir forvinna
nógv
Áhugin fyri at forvinna
pening er sum heild størri
hjá dreingjum. Teir arbeiða
fleiri tímar enn genturnar
og forvinna eisini meira.
Munurin er størstur í 16-18
ára aldrinum, tá genturnar
forvinna í miðal 2663 krón-
ur um mánaðin, í mun til
3105 krónur hjá dreingj-
unum.
Hetta er eisini orsøkin til
at dreingirnir kunnu savna
meira pening saman. Bara
teir átta til tíggju ára gomlu
dreingirnir savna færri
pengar saman, í mun til
vinkonurnar.
Bókin hjá Kirsten Drot-
ner, 'Medier For Frem-
tiden', kom út á forlagnum
Høst og Søns Forlag í 2001
Kelda: Forbrugerinformation
Einki eitur vánaligt
veður - einans
vánalig klæði!
Kortini er ikki altíð
so lætt at finna
hóskandi klæði, til
váta veðrið hendan
partin av árinum
Tó er okkurt, sum vit
kunnu hava í huga, tá vit
keypa nýggj regnklæði.
Svenski brúkarastovn-
urin Konsumentverket
hevur kannað regnklæði
og gevur í hesum sam-
bandi nøkur góð ráð. Øll
kanningin stendur at lesa
í brúkarablaðnum Råd &
Rön nr. 7 frá august
2001.
Góð ráð
- Um regnklæðini eru
sveisaði saman, kanst tú
kanna eftir, um sveis-
ingin hevur tikið við
framvið øllum seymin-
um.
Um seymurin situr á
herðunum er vandi fyri
at hann savnar vætu, sum
kann treingja inn undir
klæðini. Tí er betur at
keypa ein regnjakka,
sum ongan seym hevur á
herðunum ella ein við
raglanermum.
- Best er um snarlásið
er fjalt, soleiðis at væta
ikki treingir inn í smáu
opini.
- Týdningarmikið er at
klæðini hava andingar-
op, til dømis undir erm-
unum, har regnið ikki
sleppur inn. So kunnu vit
eisini vera í einari fjálg-
ari føroyskari troyggju
innanfyri,
um
leiðin
gongur niðan í fjøllini
ella út á sjógv.
- Vel regnklæði uttan
PVC - serliga til børnini.
PVC inniheldur vanda-
mikil
phtalatir,
sum
børnini kunnu fáa í seg,
um tey koyra klæðini í
munnin. Keyp í staðin
regnklæði,
sum
eru
klødd við PUR (polyure-
than).
Vætuverja
Oftast eru regnklæðini
vætuvard
(impregner-
aði), men vætuverjan
verður slitin so hvørt
sum regnklæðini verða
vaskaði og brúkt. Kanna
javnan eftir um verjan er
heil við at leggja ein
dropa av vatni á klæðini.
Um dropin enn er "full-
ur" tá eitt korter er farið,
er í lagið. Um ikki, kanst
tú viðgera klæðini við
impregnering frá mál-
ingahandlinum.
Kelda: Konsumentverket
Regnklæði
Dekkhosur í hálkuni
Enn ein bygdahandil
hvørvur. Leivur
Kjærbo í Sumba
snarar nú lykilin, eftir
at hava rikið handil í
31 ár og eftir at
handil hevur verið í
húsinum síðani 1941.
Hóast tað ikki er lætt
at reka smærru
handlarnar á bygd,
heldur Leivur grund-
arlag vera fyri handl-
inum, men eingin er
áhugaður at taka við
HANDILSLÍV
Dagfinn Olsen
Ein sannroynd er tað, at
smærru handlarnir kring
landið, eins og í høvuðs-
staðnum, hava ikki havt tað
lætt seinnu árini. Rákið er
við størru eindunum, hand-
ilsketunum, ið smærru fyri-
tøkurnar ikki megna at
kappast við. Ein fyri og
annar eftir eru handils-
gluggar myrknaðir seinnu
árini og nú hvørvur enn ein
handil.
Kemur ein í hesum døg-
um framvið handlinum hjá
Leivi Kjærbo í Sumba, so
er ikki nógv eftir á hillun-
um. Matvøran er burtur og
restin fer fyri bíligan
penga. Skilliga sæst, at her
hevur verið mangt og hvat
at fáa. Klæði, gávulutir,
amboð og jólapynt.
Í september í 1970 byrj-
aði Leivur í handlinum.
Leivur Kjærbo hevur so-
statt í 31 ár rikið handil í
Sumba, men letur nú aftur.
Hann fyllir í næstum 77 ár
og heldur tíð vera at gevast,
nú hann er farin 10 ár fram-
við pensjónsaldrinum.
Tað er ikki tí, at Leivur
ikki metir grundarlag vera
fyri handlinum, at hann
gevst. Men eingin er áhug-
aður í at taka við.
Leivur hevur tí bíðað við
at lata aftur, tí hann vildi
ikki, at eingin handil skuldi
verða í bygdini, men onnur
eru nú byrjað við handli.
Nú er lív komið í aftur
gamla handilin á Ólafløtti
og so helt Leivur eitt høvi
verða hjá sær at gevast.
Hesin handil var úthandil
hjá monnunum á Gørðun-
um í Vági, fram til einaferð
í fýratiárunum.
Síðani 1941
Tað var pápi Leiv, ið byrj-
aði handil í 1941 og helt á
til einaferð í fimtiárunum.
Síðani tók ein bróður Leiv
við og helt á til 1958, tá
hann flutti til Havnar og í
Smæruna at starvast. Annar
bróður tók við og helt á til
1970, tá Leivur tók við.
Sjálvur var Leivur niðri í
Danmark frá 1955 til 1970.
Sostatt er talan um eina
gamla familjufyritøku, ið
nú fer í søguna.
Neyðugt við handli
– Ein handil á bygd skal
leggja dent á matvøru, sig-
ur Leivur, tá spurt verður
um líkindini at reka handil
uttanfyri miðstaðarøkið.
– Fólk fara til Vágs og á
Tvøroyri at keypa, tá góð
tilboð eru. Vit hava ikki
grundarlag fyri somu til-
boðum. Men um ein dugir,
so er grundarlag fyri at reka
handil. Tað er eisini neyð-
ugt at hava handil í Sumba.
Nógv eldri fólk eru og fólk
kann ikki fara av bygdini,
um tey skulu hava ein
pakka av the, sigur Leivur
og nevnir, at aðrastaðni, t.d.
í Noreg, hava myndugleik-
arnir tikið stig til at varð-
veita smærru handlarnar
kring landið, júst tí at fólk,
ið har eru, hava tørv á
handli.
Eingin loyna er kortini, at
stríð er av at reka handil,
serliga við matvøru.
– Tá vit fingu MVG, kom
eisini nógv umsitingarligt
arbeiði, sigur Leivur.
Men Leivur hevur havt
nógv at bjóða, umframt
matvøru.
– Vit hava havt alt møgul-
igt og hava eisini útvega
ymiskt. Tað hevur verið eitt
slag av kundatænastu, sigur
Leivur.
Ikki svárt
Tann 1. oktober gavst Leiv-
ur við matvøruni og nú skal
restin bara seljast út.
Men Leivur Kjærbo met-
ir tó ikki, at tað er so svárt
at gevast.
– Eg eri fyrireikaður og
havi eisini bíðað eftir høvi
at gevast, sigur Leivur, ið
fegnast um, at yngri kreftir
nú lata upp handilin á Óla-
fløtti, so handil aftur er í
bygdini, hóast hann sjálvur
letur aftur.
– Men eg fari eittnú at
sakna at práta við fólk, sig-
ur Leivur, sum ikki er bang-
in fyri at keða seg, nú hand-
ilin ikki er longur. Heldur
ikki, hóast hann ongantíð
hevur tímað at fingist við
seyð.
– Eg havi ymisk onnur
ítriv og einum nýtist als
ikki at keða seg, sigur Leiv-
ur Kjærbo og í stovuni sæst,
at málningalist hevur hans-
ara áhuga. Har eru máln-
ingar eftir kend og minni
kend listarfólk. Undir onkr-
um málningi sæst, at Leivur
Kjærbo sjálvur hevur mál-
að.
– Kanska eg fari at mála
eitt sindur aftur, sigur Leiv-
ur.
Leivur letur aftur
Leivur Kjærbo í Sumba gevst
nú sum handilsmaður, eftir í
31 ár at hava rikið handilin,
sum pápin byrjaði í 1941.
Málningalist hevur hansara
áhuga og hann hevur sjálvur
málað málningin yvir sofuni.
Stundirnar verða betri nú til
ymisk ítriv
Maibritt úr Hørg hevur starvast hjá Leivi Kjærbo í mong ár. Nú tynnist á hillunum, men enn
ber til at ogna sær okkurt fyri bíligan penga
Enn ein handil hvørvur. Mong kenna kanska handilin hjá Leivi Kjærbo úr filminum Bye Bye
Blue Bird. Ein fyri og annar eftir eru handilsgluggar myrknaðir seinnu árini og brátt er heldur
ikki hesin bygdahandilin longur
C
M
Y
K
5
4