mikudagur 17. oktober 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 200 - 17. oktober 2001
Nr. 200 - 17. oktober 2001
7
Stjórin fyri Fiska-
søluni, Hans Johann-
us á Brúgv, sær tað
sum eitt stig tann
rætta vegin at privat-
isera Fiskasøluna
PRIVATISERING
Heri á Rógvi
Í síðstu viku koma álitið
um, hvussu landsins ognir
skuldu privatiserast. Eisini
kom eitt nýtt og meira tor-
skilt føroyskt orð við í sama
viðfangi.
Tá Sosialurin ringdi til
Hans Johannus á Brúgv, so
hevði hann ikki havt so
øgiliga góðar møguleikar at
kunna seg um nýggja álitið,
men hann vísti á, at hetta
við at privatisera ikki var
nakar nýggjur tanki, sum
tað jú heldur ikki er. Hin-
vegin er hetta fyrstu ferð, at
landsins myndugleikar av
álvara eru farnir undir at
meta
um
og
raðfesta
almennar ognir í sambandi
við møguligar privatiser-
ingar.
Nýggja álitið býtir almenn-
ar ognir sundur í tveir bólk-
ar, alt eftir nær tær eru bún-
ar til at privatisera. Tað skal
eisini sigast um álitið, at
tað er rættiliga fyndug
gjøgnumgongd, sum eisini
gevur lesaranum eitt sindur
av meirvitan.
Hugburðin er heilt greið-
ur, og hann er, at almennar
ognir eiga at verða privatis-
eraðar. Víst verður á í álit-
inum, at tað tykist sum um,
at tað er breiður politiskur
vilji aftanfyri ætlanirnar at
privatisera landsins ognir.
Positivir
Ein av teimum fyritøkun-
um, sum verður raðfest
ovaliga á listanum yvir fyri-
tøkur, sum kunnu privatis-
erast partvíst ella heilt
longu áðrenn 2004, er
Faroe Seafood ella Fiska-
sølan, sum hon vanliga
verður roypt.
Stjórin fyri Fiskasøluna
er eisini rættiliga positivir
yvirfyri tankanum um at
privatisera Fiskasøluna.
– Tað er eitt stig tann
rætta vegin. Fiskasølan
kundi fyri sovítt verið priv-
atiserað í morgin, sigur
Hans Johannus á Brúgv,
stjóri.
Til spurningin um, hvat
virði á Fiskasøluni er og
hvør kundi hugsast at
keypt, so metir hann, at tað
er sera torført at svara
uppá.
– Fiskasølan hevur havt
eitt javnt yvirskot seinastu
árini, men tað er spurning-
urin um tað er nokk. Verður
Fiskasølan sett í tað rætta
sambandi við aðrar liðir av
søluketunum,
so
hevur
Fiskasølan høgt virði, sigur
Hans Johannus á Brúgv.
Hann vísir eisini á, at
Fiskasølan kundi verið
áhugaverd fyri føroyskar
eins og útlendskar keypar-
ar.
Hans Johannus á Brúgv, Fiskasølan:
Positivir yvirfyri privatisering
Hann Johannus á Brúgv kallar privatiseringina av Fiskasøluni fyri eitt stig tann rætta vegin.
Nú, meira enn ein
mánaða aftaná
yvirgangsálopini í
USA, eru fleiri dømi
um miltbrand stað-
fest í USA. Eisini runt
í Europa hava fleiri
fráboðanir um milt-
brand verið, men
talan hevur har ong-
antíð verið um veru-
ligan miltbrand –
heldur smádreingja-
lótir
MILTBRANDUR
Ingrid Bjarnastein
Ongin fráboðan um milt-
brand er skrásett á politi-
garðinum í Havn. Postverk-
ið hevur heldur ikki lagt seg
eftir at gera nakað eyka
burturúr, nú nøkur dømi
um miltbrand hava verið
staðfest í Sameindu tjóðun-
um.
– Tað er umráðandi ikki,
at gera eina mús til ein fíl,
verður sagt av politigarðin-
um í Havn. – Onki dømi
um miltbrand hevur verið
fráboðað her hjá okkum. Tí
er tað týdningarmikið, at
ikki blása støðuna upp, so
borgarin verður bangin.
– Um tú fært eitt bræv,
har tú hevur mistanka um,
at miltbrandur kann vera í,
skalt tú seta teg í samband
við politiið beinanvegin,
sigur Bergleif Brimvík av
politigarðinum í Havn.
Danska Sundhedsstyrelsen
hevur eisini sett nakrar
reglar upp miltbrandi við-
víkjandi, og á politigarðin-
um hava teir eisini egnar
reglar um ein fráboðan um
miltbrand skuldi komið.
Postverkið ger fyribils
onki
Á Postverkinum er alt púra
vanligt. Onki serligt verður
gjørt av tí, at ongi dømi um
miltbrand hava verið stað-
fest í Europa – enn.
– Vit hava samband við
postverkið í Danmark, og
halda okkum kunnugar við
teir, sigur Mortan Rasm-
ussen á Postverki Føroya.
– Ikki er lætt at gera nak-
að um talan skuldi verið um
møguligar »kanningar« av
brøvum, greiðir Mortan
Rasmussen víðari frá. – Tað
stendur í grundlógini, at vit
hava ikki loyvi at kanna
brøv, og dentur verður lagd-
ur á, at brøvini, ið verða
send, eru privat. Hetta er
eitt bræv millum sendara
og móttakara, og hava vit
bert skyldu til at bera brøv-
ini út.
Um eitt bræv skal kann-
ast, má postverkið ella poli-
tiið hava dómaraváttan. Tí
er ikki so lætt at fara undir
nakra gjølla kanning av
brøvum. Harumframt er tað
nærum ómøguligt, at kanna
øll brøv, tí Postverkið tekur
sær av umleið 40.000 brøv-
um um dagin.
Danska Postverkið hevur
sett seg í samband við
myndugleikarnar í Dan-
mark, og síggja teir onga
grund til at gera nakað
burturúr. Tí sær Postverk
Føroya onga grund til at
skapa óneyðuga øsing mill-
um fólk.
– Fyribils verður onki
gjørt við málið, men um
postverkini í Europa herða
eftirlitið við brøvum, so
verður tað sjálvandi eisini
gjørt í Føroyum, sigur
Mortan Rasmussen. – Ein-
asta ráðið, sum Postverkið
hevur til fólk er at hava
eygu og oyru opin. Nógv
meira er ikki at gera júst nú.
Miltbrandur ongantíð
staðfestur í Føroyum
Sambært landslæknanum,
Høgna Debes Joensen, er
ongin tilburður av milt-
brandi staðfestur í Føroyum
yvirhøvur.
– Miltbrandur er ein
ígerðarsjúka hjá menniskj-
um og djórum, sum kemur
av
bakteriuni Anthrax,
greiðir Høgni Debes Joen-
sen frá.
– Sjúkueyðkennini eru
húðsár, lungnabruni, diaré
og blóðeitran. Húðsárini
eru sum oftast rivur í húð-
ina. Um tað kemur fyri, at
ein andar hetta hvíta pulv-
urið inn í seg, kann tað við-
føra deyðiligan lungna-
bruna. Viðgerðin ímóti
miltbrandi er pencilin við
høgum skamti.
Miltbrandur smittar ikki
frá menniskja til menn-
iskja. Tað er bert um tú hev-
ur verið í samband við
sjálva bakteriuna, at tú
gerst sjúkur.
Bæði politiið, Postverkið
og
landslæknin
leggja
áherðslu á, at møguleikin
fyri miltbrandi í Føroyum
er ógvuliga lítil. Dentur
verður lagdur á, at fólk ikki
kenna seg ótrygg, tí ongin
grund er til tess.
Eingin miltbrandur í Føroyum
Onki verður gjørt við at kanna brøv fyri miltbrand á Postverki Føroya
Tað er ikki skilagott
at skráseta rækju-
skipini í FAS bara tí,
at prísirnir ikki passa
í løtuni, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýris-
maður, sum sær fyri
sær, at aðrir skipa-
bólkar fara at biðja
um tað sama
STUÐUL
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
fiskivinnumálum
hevur
ongan hug at lata rækju-
skipini verða skrásett í FAS
skipanini, tí rækjuprísirnir
eru lágir, og oljuprísirnir
høgir í løtuni. Avleiðingin
verður, at aðrir skipabólkar
koma og biðja um tað
sama, fyrsta okkurt hótta-
fall hómast, sigur hann.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður við fiskivinnu-
málum, sigur, at hann er
einki fyri at fara aftur til at
geva stuðul til fiskivinn-
una, nú vit nýliga eru kom-
in burtur úr hesum við
stuðuli. Hann nevnir tað
stuðul at lata partar av flot-
anum verða skrásettar í
FAS. Tí tað merkir jú, at
peningur verður borin aftur
úr landakassanum til reið-
aríið, vísir hann á.
Í tí aktuella førinum við
rækjuskipunum, er talan
um 28 prosent av umleið
100 milliónum, sum hýr-
urnar eru í løtuni.
– Tað er so tað, sigur
landsstýrismaðurin. Men tá
næsti bólkurin kemur, og
tann triðji og so framvegis,
kunnu milliónirnar skjótt
gerast nógvar, væntar hann.
Nú skulu vit bara halda
høvdið kalt og ikki í pan-
ikki fara at geva stuðul til
vinnuna, sigur hann.
Jørgen Niclasen sigur seg
ikki fáa nervar av, at rækju-
flotin letur so illa at í løt-
uni. Tí hasir prísirnir
munnu ikki fara at halda, er
hann ivaleysur í og vísir á,
at rækjuprísurin er longu
við at kvinka uppaftur. Og
oljuprísurin man helst eis-
ini fara at lækka aftur eina-
ferð, uggar hann seg við.
Annars heldur Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, ikki,
at rækjuvinnan man vera so
heilt galin at vera í kortini.
Áhugin tykist í hvussu er
ikki eiðasørur, tí tá loyvini
skuldu gevast, vóru 33 um-
sóknir. Seinnu tíðina eru
tvey brúkt og eitt spildur-
nýtt rækjuskip komin í flot-
an. Og fyri nøkrum døgum
síðan var eitt skip selt til
annað felag í landinum.
– Tað man ikki vera tí, at
væntað verður, at tað verð-
ur ein beinleiðis undir-
skotsforrætning, at menn
keypa rækjuskip, heldur
Jørgen Niclasen.
Hann vísir á, at arbeitt
verður við at fáa rækjuskip-
unum betri fiskirættindi.
Serliga eru tað Kanada og
Grønland, sum eru áhuga-
verd. Men eisini eystan fyri
hava vit rættindi. Eitt nú frá
russum. Men tað vísir seg,
sum at tey økini eru ikki
tey, sum skipini fyrst leggja
seg á.
Jørgen Niclasen tekur
aftur í aftur, at verður talan
um eina beinleiðis undir-
skotsvinnu, noyðast vit sum
frá líður at taka endaliga
støðu til, hvat vit vilja við
vinnuni. Um vit skulu gev-
ast at fiska rækjur ella hava
eina undirskotsvinnu, sum
er grundað á stuðul, gang-
andi pemanent.
Eiga at vera varnir
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur
ongan hug at bera rækjuskipunum pengar aftur úr landskass-
anum, nú vit júst eru komin burtur úr øllum stuðlinum til fiski-
vinnuna
Tað skal gerast torfør-
ari at koma inn á
Fiskimálastýrið.
Hetta verður gjørt
fyri at økja tryggleik-
an hjá starvsfólkinum
TRYGD
Edvard Joensen
Glashurðar, sum skulu lat-
ast upp innanífrá, verða
settar upp við inngongdina
til Fiskimálastýrið. Hetta
verður gjørt fyri at verja
starvsfólkið móti óynskum
vitjanum.
Yvirgangur úti í heimi,
eins og órógvandi vitjanir í
tinginum gera, at fólk fara
at hugsa um, hvat kann
henda teimum sjálvum. Tí
vera slík tiltøk sett í verk,
upplýsir Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður við fiski-
vinnumálum, nú torførari
fer at verða at sleppa inn á
Fiskimálastýrið Yviri við
Strond.
Gjørt verður klárt at seta
glashurðar upp, sum eru
háttaðar soleiðis, at bara
tann, sum innan fyri er,
kann lata tær upp. Soleiðis
kann starvsfókið gera av,
um tann, tey síggja uttan-
fyri, skal sleppa inn ella
ikki.
Tað hevur sína orsøk, sig-
ur landsstýrismaðurin, tí
tað kemur fyri, at fólk eru í
slíkari sinnisstøðu, at tey
beinleiðis
kunnu
ræða
starvsfólkini, sum taka í
móti teimum.
Hann nevnir dømi, har
maður hevur ringt til Stýrið
og lovað at dripið, um hann
ikki hevði fingið fiskiloyvi
innan
ásetta
klokkutíð
sama dag.
– Vit skulu sjávandi
royna at skyna á, hvussu
álvarsliga slíkt er meint,
sigur Jørgen Niclasen. Men
tað er klárt, at tann, sum
fær eina slíka samrøðu,
verður illa við.
Hann sigur, at tað ber í
flestu førum til at finna út
av, um hetta er vanligur
taliháttur hjá fólki.
– Vit kenna teir flestu,
sum koma her, og vita,
hvussu orðalagið plagar at
vera. Men tað er eingin
verja í tí, tí tað má væl vera
krav, at starvsfólkið verður
viðfarið við vanligari fólka-
ligheit.
Hinvegin sigur Jørgen
Niclasen, at tað er komið
fyri, at hann hevur kannað
hóttanir móti honum sjálv-
um. Hevur roynt at funnið
fram til, hvør persónurin er,
sum hevur lovað ilt yvir
landsstýrismannin
ella
beinleiðis hótt við at kappa
høvdið av honum.
Tað hevur hvørja ferð
borið til at loyst slík mál, og
ongantíð er tað komið so
langt sum til at melda nak-
ran, sigur Jørgen Niclasen.
Hann viðgongur tó at
viðhvørt kunnu fólk gerast
so ill í sær, at tað, tey siga
og lova, kann kennast rætti-
liga
ótespiligt.
Serliga
fyrstu tíðina fór djúpari,
enn tað ger í dag, hóast tað
framvegis sjálvandi verður
tikið fyri fult, tá óðir menn
hótta ein, sigur Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður.
Tryggja Fiskimálastýrið
Sildasamráðing-
arnar við norð-
menn eru í gongd,
og hinar fiskiveiðu-
samráðingarnar
verða tiknar upp í
næstum
SAMRÁðINGAR
Samráðst verður í løtuni
um sildaveiðuna við
norðmenn. Og í kom-
andi mánað fara tær
flestu av hinum samráð-
ingunum,
føroyingar
skulu hava við onnur
lond um sínámillum
fiskiveiðu, í gongd, sig-
ur
Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður
við
fiskivinnumálum.
Sildasamráingarnar
eru enn ongan veg
komnar sum so, sigur
landsstýrismaðurin,
hóast gongd er í. Enn er
tað mest við at leggja
vísindaligar upplýsingar
og tílíkt fram, sigur
hann.
Hinar samráðingarnar,
sum verða við russar,
ES, íslendingar og grøn-
lendingar, verða allar í
november og december.
Uttan samráðingarnar
við íslendingar, sum
verða hildnar í januar
komandi ár.
ej
Samráðingar eru í gongd
Fyri at økja um trygdina hjá starvsfólkinum, verður tað gjørt
torførari at koma inn á Fiskimálastýrið
Mynd. Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6