Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 86 - 6. mai 2009 Umleið 170 milliónir krónur færri eru kom­ nar upp úr havinum kring Føroyar í verandi fiskiári, samanborið við sama tíðarskeið sein­ asta fiskiár. Í verandi fiskiári eru umleið 490 milliónir krónur kom­ nar upp á land. Í tíð­ arskeiðinum seinasta fiskiár var talið umleið 659 milliónir krónur. Hetta er ein afturgongd á næstan 25 prosent Fiskur Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað er ongin loyna, at fiska­ prísurin er lágur í løtuni. Virðini eru minkaði við heili 30 prosentum, og tað svarar til næstan 170 milli­ ónir krónur. Hetta kann fyrst og fremst greiðast frá, við at fiska­ prísurin í miðal, um hugt verður at øllum fiski, ið er komin upp á land í Føroyum, er minkaður við 2,28 krón­ um fyri hvørt kilo í mun til tíðarskeiðið í fjør. Í fjør var miðal fiskaprísurin 9,89 krón­ ur fyri kilo frá septembur til mai. Í verandi árið er hetta tal 7,61 krónur fyri kilo. Men tað er ikki bara lági prísurin, ið hevur spælt inn. Eisini er mongdin, ið er komin upp á land 6.020 tons minni enn í sama tíðar­ skeiði í fjør. Frá septembur til mai seinasta fiskiár var mongdin 66.708.099 kilo, meðan mongdin í sama tíð­ arskeiði í ár er 60.687.692 kilo. Tað er ikki bara vánaligur fiskiskapur, sum er orsøkin til, at minni er komið upp á land. Tað hevur eisini nógv at siga, at 1488 fiskidagar færri eru nýttir í verandi fiski­ ári samanborið við sama tíð­ arskeið seinasta fiskiár. Í hesum tølum er alt skor­ ið yvir ein kamp, við tað, at munur ikki er gjørdur á ymisku fiskasløgunum. Hálvur toskavinningur Verður hugt av virðinum, so er bara helvtin av virðinum komið inn, um sammet verður við seinasta ár. Tað vil í reinum tølum siga, at virðið í ár er umleið 110 milliónir krónur, sammet við 204 milliónir seinasta ár. Hetta er ein afturgongd á umleið 94 milliónir krónur. Verður hetta sammet við mongdirnar, so er afturgongd­ in 1.845 tons, sum svarar til eini 20 prosent. Mongdin í seinasta fiskiári var 8.808 tons, og í ár er mongdin higartil 6.963 tons. Hetta vil við øðrum orðum siga, at toskaprísurin er farin úr umleið 23 krónum fyri kilo seinasta fiskiár til 16 krónur fyri hvørt kilo í ver­ andi fiskiári. Hetta er ein lækking á umleið 30 prosent. Hýsumongdin hálv Í fjør komu umleið 7.000 tons av hýsu upp á land frá septembur til mai. Í ár er hetta tal bert 3.600 tons. Tað vil siga, at bara helvtina so nógv hýsa er komin í skipanina í hjá Fiskiveiði­ eftirlitinum í verandi fiski­ ári sammet við sama tíðar­ skeið seinasta fiskiár. Í krónum eru eisini stórar broytingar farnar fram. Í tíð­ arskeiðnum í fjør varð hýsa landað fyri umleið 89 milli­ ónir krónur, og í verandi árið er talið umleið 32 milli­ ónir krónur. Ein afturgongd á 57 milliónir krónur. Verður hugt at prísinum, so er kann staðfestast, at miðal­ prísurin í tíðarskeiðnum sein­ asta fiskiá var umleið 12,60 krónur fyri kilo, meðan talið í verandi fiskiári hevur verið um 8,87 krónur fyri kilo. Í prosentum er henda aft­ urgongd á eini 30 prosent. Upsin heldur sær Eitt av fiskasløgunum, har mongdin hevur hildið sær rími­ liga væl frá septembur í fjør til mai í ár, sammet við sama tíð­ arskeið seinasta fiskiár er ups­ in. Har er heldur mongdin sær nevniliga um millum 37.000 og 38.000 tons. Samstundis sæst, at prísur­ in er hækkaður frá umleið 5,21 krónum fyri kilo til 5,53 krónur fyri kilo. Samlaða virðið av upsanum er somu­ leiðis vaksið úr umleið 191 milliónum krónum upp í 210 milliónir krónur. Ein fram­ gongd á umleið 19 milliónir krónur. Hini líkjast Innan hini fiskasløgini, har mongdin vanliga er minni og virðið tilsvarandi, sæst, at umleið ein helvt er veidd av havtasku í verandi tíðar­ skeiðið sammet við seinasta ár, og virðið er somuleiðis helvtað. Men við flestu øðr­ um fiskasløgum eru broyt­ ingarnar ikki so øgiliga stór­ ar, hóast veiðan av gullaksi og stinglaksi er vaksin, og tað er virðið av nevndu fiskasløgum eisini. Allir upplýsingar eru bas­ eraðir upp á tøl frá Fiski­ veiðieftirlitinum, sum sein­ ast vórðu dagførd í dag, um kilo og krónur, ið eru komin upp úr føroyskum sjøki frá 1. septembur til 22. apríl í fiskiárinum 2007 og 2008. Í gjár kom greiddi Sosial­ urin frá, at nógv færri fiski­ dagar eru nýttir, og tað ávirk­ ar helst mongdina av fiski, ið er komin úr havinum. Men greitt er, at miðal­ prísurin á fiski er lægri, hóast mongdin er minni. Grím Kambansgøta 13 · Postsmoga 279 110 Tórshavn · Tel: 321 345 glitnir@glitnir.org · www.glitnir.org Hóskvøldið verður trubadur-kvøld frá kl. 21.00 Leygarkvøldið spæla Dansiorkestrið til dans 170 milliónir krónur færri úr havinum Útfrá tølum hjá Fiskiveiðieftirlitinum sæst, at hóast mongdin av toski, sum er komin upp á land ikki er minkað so øgiliga nógv, so er avreiðingarvirðið farið niður í helvt, um hugt verður eftir verandi fiskiári sammet við sama tíðarskeið seinasta fiskiár