Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 87 - 7. mai 2009 Hóast oljuleitingin við Føroyar ikki hevur sett dagsskránna í hvørki miðlum ella í samfelagnum sum heild nú í longri tíð, so verður nú aftur varpað ljós á henda táttin á eini rættiliga eini oljuráðstevnu í Havn 20. mai, har skráin er bæði umfatandi og áhugaverd Olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað, sum helst hevur størsta áhugan millum føroyingar í løtuni, tá vit tosa um olju­ leiting, er komandi boringin á Anne Marie leiðini á land­ grunninum. Hetta er sjeyndi brunnurin um okkara leiðir, sum eftir ætlan skuldi bor­ ast í summar. Nú er tó avgjørt at flyta boringina til tíðliga næsta ár, tí boripall­ urin er ikki klárur. Hóast hetta so verður kortini sett fokus á nettupp hesa risa­ stóru verkætlan á komandi oljuráðstevnuni. Har fer ein av oddamonnunum fyri leit­ ing um okkara leiðir, Gian­ piero Miglio frá ENI at greiða frá boriverkætlanini. Eisini oljuleiting og fram­ leiðsla vestan fyri Hetland hevur okkara stóra áhuga, nú fleiri av oljufundunum har liggja tætt upp at før­ oyska markinum. Gongdin har kann fáa stóran týdning fyri framtíðar oljuvirksemi á okkara landgrunni. Til tess at lýsa hetta spennandi olju­ og gassøkið fer DONG at senda ein av sínum fremstu serfrøðingum til oljuráðstevnuna. Hann eitur Simon Slater. Í skránni verður so farið eitt stig víðari eystureftir, móti danska oljuhøvuðsstað­ num Esbjerg. Undir heit­ inum ”Esbjerg fyri og eftir oljuna” fer kendi esbergens­ arin Morten Hahn­Pedersen, sum er professari og hevur skrivað nógv um Esbjerg og oljuna, at greiða frá gongdini har. Hann fer eisini at tríva í kolvetnistilgongdina í Dan­ mark sum heild. Eftir henda fyrilesturin verður so farið aftur til Før­ oya og spurningurin um, hvørjar avleiðingar eitt før­ oyskt oljufund fer at hava á samfelagið og um vit longu nú eiga at taka upp kjak um hetta, verður settur Árna Olafsson, fyrrverandi for­ manni í Oljuráðleggingar­ nevndini og Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi. Eisini fara teir at meta um oljutil­ gongdina higartil og hvørjar vónirnar eru til framtíðina. Seinast á skránni fer Martin Heinesen, verkætl­ anarleiðari at tosa um land­ grunnsmarkið uttan fyri 200 fjórðingar. Tað eru Oljuvinnufelagið/ Vinnuhúsið, Oljutingið og Miðlahúsið, sum hava tikið stig til oljuráðstevnuna, sum verður á Hotel Hafnia. Fjølbroytt oljuráðstevna í Havn Morten Hahn-Pedersen, professari verður ein av gestafyrilesarunum á oljuráðstevnuni í Havn 20. mai. Hann fer at tosa um Esbjerg, áðrenn og eftir at oljan gjørdi innrás. Tjald Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í gjár stríddust menn við at reisa eitt stórt indiánatjald á Nesi í Vági. Tað er fyritøkan Vilt, ið hevur keypt tjaldið, ið m.a. verður at síggja á Summarfestivalinum Fyritøkan Vilt hevur keypt eina sonevnda tipi, eitt indi­ ánatjald, sum mikudagin varð reist í lítla grótbrotin­ um á Nesi í Vági, og ikki sørt, at bilar settu ferðina niður, tá koyrdu framvið. Tjaldið er nevniliga stórt. 72 persónar rúmast at sita til borðs í tjaldinum. Fyritøkan Vilt ætlar at nýta tjaldið til ymisk tiltøk, og longu nú er greitt, at tjaldið eittnú verður á Summar­ festivalinum í summar. Møguleiki er eisini til staðar fyri, at tjaldið stend­ ur úti á Tjaldarvíkshólmi á jóansøku. Tjaldið hóskar eisini til smærri veitslur av ymsum slag, og eigararnir eru spentir uppá at síggja allar teir møguleikar, sum indi­ ánatjaldið hevur við sær. Og tað eru onnur óivað eis­ ini, tí á landsvegnum á Nesi í Vági koyrdu bilarnir munandi spakuligari í gjár, enn aðrar dagar. Indiánatjald reist á Nesi í Vági