hósdagur 7. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 86 - 6. mai 2009
Ynskja politikkararnir
nýskapan í alivinnuni,
og vilja teir hava ali
vinnu við einum útflutn
ingsvirði omanfyri 50
milliardir um eini 15 ár,
má uppskotið til nýggja
alilóg broytast. Broyting
ar eiga ikki nú at verða
gjørdir í eigarastruktur
inum í alivinnuni, ið
kunnu føra til at bert
tvær alifyritøkur sita á
øllum aliloyvunum
Hvussu skal alivinnan
síggja út um 15 ár, hvat
er visjónin og hvørji
langtíðarmál verða sett
fyri eina føroyska
alivinnu?
Hesir spurningar mugu
diskuterast og langtíðar
mál mugu setast, áðrenn
broytingar innan eigaravið
urskifti verða gjørdir. Ein
nýskapanaðarpolitikkur
innan loyvistreytir verður
ein av avgerandi faktorun
um í samband við nýskap
an í alivinnuni.
Fyrrv. nevndarforkvinna
í P/f Fiskaaling (í 8 ár)
Virði á einari føroyskari
alivinnu eigur innan fá ár
at verða fleiri ferðir størri
enn samlaða virðið í fiski
vinnuni. Nær útflutnings
virðið fyri alivinnuna
kann fara uppum 50 mill
iardir, er torført at siga,
men talan er um ógvuliga
stór virðir í einari kom
andi alivinnu.
Hvørjir møguleikar eru
í alivinnuni?
Í dag fevnir føroyska ali
vinnan í høvuðsheitum um
eina laksaframleiðslu, sum
brúkar um 20 km2 av før
oyska sjóøkinum til aling.
Undir Føroyum liva
yvir 200 fiskasløg, ymisk
skeljasløg, td. hummari
og krabbi, ymiskar algur
og tari av ymiskum
sløgum. Hetta merkir, at
umhvørvið á føroyska
sjóøkinum kann rúma
eina sera fjølbroytta ali
vinnu. Hartil er føroyska
sjóøkið størri enn 200.000
km2, tvs góðar 10.000
ferðir størri enn aliøki,
sum verða nýtt í dag.
Tað fara at vera yvir
túsund møguleikar at
velja ímillum. Føroyska
alivinnan troytir bert ein
lítlan part av teimum
møguleikum, ið eru innan
aling.
Men hvat skal til fyri at
vaksa munandi um virðið
á einari føroyskari
alivinnu.
Fólk við vitan er for
treytin fyri nýskapn og
menning í alivinnuni
Fólk við vitan og fólk við
áræði er fortreytin fyri
einari menning av alivinn
uni. Skulu vit fáa fólk við
vitan til Føroya, mugu tey
trívast her og hava møgu
leika fyri at granska og
gera royndir innan øki,
sum eru viðkomandi í
Føroyum.
Verða bert tveir aktørar
í Føroyum og eingin
aktivur loyvispolitikkur,
koma hesir báðir eigarar
nir (føroyingar ella útlend
ingar) at avgera hvat er
viðkomandi fyri Føroyar.
Hesir eigarar hava ongan
møguleika at kenna til
allar møguleikarnir, sum
eru innan alivinnuna, og
eitt einstakt felag fer
neyvan at arbeiða við
nógvum ymiskum vatnliv
andi djórum og plantum.
Motivatiónin hjá vitun
aðarfólki at koma til
Føroya at granska og gera
royndir verður sera av
markað. Uttan vitunaðar
fólk verður nærum eingin
nýskapan í alivinnuni.
Kapitalur
Kapitalur verður ikki
fløskuhálsurin í einari
vaksandi alivinnu. Er
fólkið við røttu førleikum,
áræði og ikki minst burð
ardyggum verkætlanum
tilstaðar, verður ikki trup
ult at fáa fatur á kapitali.
Hesin kann gott vera
útlendskur.
Havast skal í huga, at
ein stór broyting er við at
fara fram innan heilivágs
og matvøruvinnuna, sum
viðførir at øktur kapitalur
kemur inn í matvøru
vinnuna.
Hvat er trupulleikin við
at broyta eigaraviður
skiftini í alivinnuni nú?
Fram til nú er tøknin at
ala onnur fiskasløg enn
laks ikki serliga kend í
norðurhøvum, men arbeitt
verður við at menna
nýggja tøkni. Stórt trýst
er at finna nýggj øki til at
ala á, og tá um 70% av
jørðini er vatn og sjógvur,
er stórt fokus á at finna
fram til tøkni innan aling
á landi og sjógvi.
At laksaframleiðslan
verður savnað hjá færri
aktørum enn í dag, er sum
so eingin forðing fyri
menning av einari kom
andi alivinnu. Tað eru gott
35 ár síðani, at Fiskaaling
byrjaði at arbeiða við
aling av sílum og síðani
laksi, og laksaframleiðsl
an er nú vorðin ein so
kallað “standardfram
leiðsla”.
Trupulleikin við at
broyta eigaraviðurskiftini
fyri aliloyvini nú, har
hædd ikki er tikin fyri
einum nýskapandi loyvis
politikki, viðførir at
alivinnan ikki hevur
neyðugu karmarnar til at
troyta allar møguleik
arnar, sum fara at vera
innan aling í Føroyum.
Her verður serliga hugsað
um nýggjar aktørar innan
alivinnuna, sum ynskja at
framleiða annað enn laks.
Havast skal í huga, at
tað eru tey bestu loyvini,
sum alararnir sita á í dag.
At ala á hesum loyvum er
bíligari enn at ala longri
úti. Tí er neyðugt at nøkur
av hesum “góðu” økjum,
kunnu nýtast til at gera
royndir við øðrum
vatnlivandi djórum og
plantum enn laksi. Skal
ein nýggjur alari í gongd
við at gera royndir úti á
streymasjóvi, verður hetta
sera dýrt og tí avmarkað,
hvussu nógvar royndir
fara at verða gjørdar.
Nógv bíligari er at flyta
eina væleydnaða fram
leiðslu frá einum fjørði og
út á streymasjógv.
Uppskot til løgtingslóg
um aling av fiski v.m.
ikki rokkið
Uppskotið til alilóg, sum
liggur í Løgtinginum,
hevur til endamáls at
skapa karmar fyri
burðardyggari menning
av alivinnuni og at skapa
karmar fyri, at alivinnan
er kappingarfør og kastar
sum mest av sær.
Uppskotið livir, eftir
mínari sannføring, ikki
upp til endamálsorðing
ina, og skapar ikki karmar
fyri einari alivinnu, sum
kastar mest av sær.
Tað er eingin ivi um, at
komandi fimm árini fer
føroyska alingin nærum
bert at fevna um laks.
Høvdu vit longu nú
gjørt royndir við øðrum
alisløgum, tara v.m.,
kunnu hesi gerast vinnu
lig um nøkur ár. Tað eru
hesi nýggju fiskasløgini v.
m., sum kunnu hækka
virðið á alivinnuni
munandi.
Tí er tað ikki skilagott
at broyta eigarastruktur,
soleiðis at møguleiki er
fyri, at tað bara verða
tveir alarar í føroyskari
alivinnu, áðrenn greið
mál eru sett fyri hvussu
ein alivinna skal síggja út
um 15 ár, og ein ætlan er
gjørd fyri, hvussu málini
verða rokkin.
Viðmerkingar til ætlaðu broytingar í alilógini
Ynskja politikkararnir
nýskapan í alivinnuni?
Fyrrv. nevndar
forkvinna í P/f
Fiskaaling (í 8 ár)
Janet Fríða
Johannesen
Obama leverede følgende
salut til det tyrkiske parla
ment d. 6/4.09: ”Vi vil gerne
give udtryk for vor dybe
påskønnelse af den islam
iske tro for hvad den genn
em århundreder har gjort for
at danne vor verden, inkl.
mit eget land.”
Amerikanerne reagerer
forskelligt på denne stærke
udtalelse. Nogle tager det
meget afslappet og siger
som mange af os: ”Enhver
bliver salig i sin tro.”Andre
mener, han som amerikansk
præsident er gået for vidt,
men vælger at opfatte hans
ord som en harmløs politisk
finte. På andre igen, inkl.
mig selv, gør denne flirten
med islam ondt. Det Ameri
ka, vi elsker, er fædrenes
USA. En af dem var Patrick
Henry, som er kendt for
ordene: ”Giv mig frihed
eller giv mig død!” Men han
sagde også: ”Denne nation
er ikke grundlagt på religion
eller religiøse mennesker,
men på evangeliet om Jesus
Kristus.”
Men nu rækker Obama i
stedet Muhammed lillefing
eren. Men, hr. præsident, på
hvad måde har islam dannet
USA og den frie verden?
Den amerikanske grundlov
har sikret dets borgere frihed
og ligeret og ikke favoriseret
nogen bestemt religion. Den
gang ønskede man Bibelen i
højsædet i skolerne, men tog
afstand fra, at kristendomm
en skulle forvaltes af én
bestemt kirke a la en europæ
isk folkekirke. Anderledes er
det, som vi alle, véd med
islam. Får den magt som
den har agt, vil islam blive
statsreligion sådan, som den
er i det i lande med Sharia
som grundlov.
Det var ikke muhamed
anerne, der afskaffede slaver
iet i USA. De har tværtimod
ned gennem historien og i
vor tid holdt mange i slaver
iets lænker, både fysisk og
åndeligt.
Jeg tror ikke, vi kan finde
spor af noget som helst
positivt i USA, som skyldes
islam. Men Obama kan
alligevel hylde islam og
slippe godt fra det. De fleste
amerikanere trækker højst
resigneret på skuldrene.
Ligesom i Europa. Hermed
ønsker jeg ingen hetz mod
muslimerne. De lever jo side
om side med de kristne.
Men deres lære og deres
koran er diametralt mod alt,
hvad der hedder kristendom,
som de hader af et sandt
Allah´s hjerte.
Obamas knæfald for islam
USA
Jørn nielsen
Í samband við sparingar og
rationaliseringar, var mangt
uppi at venda, hvussu tað
kundi gerast á besta hátt.
Eitt tað fyrsta, sum var uppi
at venda, vóru stovnarnir/
tilboðini hjá Klaksvíkar
Kommunu, sum ikki eru lóg
arkrøv. Spurningurin var so,
um tað ikki var best, at
stongja/lukka okkurt av hes
um tilboðunum soleiðis, at tey
tilboðini, sum so vóru eftir í
kommununi, ikki skuldi
skerjast í alt ov stóran mun.
Spurningurin var, um tað
ikki var best at stongja
frítíðarskúlan, sum kostar
1,7 milliónir brutto árliga,
svarandi til 1,4 milliónir
netto(tá foreldraparturin er
goldin). Her kundi man so
við at stongja ein stovn,
spara so mikið nógv av pen
ingi, at hetta vildi viðført, at
aðrar tænastur ikki í líka
stóran mun skuldu skerjast.
Eftir drúgvar samráðingar,
bleiv samgongan tó samd
um, at frítíðarskúlin fram
haldandi skuldi verða opin.
Men, at frítíðarskúlin, sum
eina fyribilsloysn skuldi
flytast út í Virkishúsið fyri á
tann hátt spara pening. Tað
var eisini frammi at stongja
fríðtíðarskúlan, men vit
komu so til hesa loysnina.
Og tá eg sigi ein fyribils
loysn, meinast tað við, at
frítíðarskúlin skjótast gjør
ligt skal flyta inn í gamla
Tekniska Skúla. Flytingin
skal í seinasta lagi verða tá
Ósáskúlin verður liðugur.
Ein samtykt frá seinasta
býráði sigur jú, at frítíðar
skúlin skal flyta inn í hendan
skúlan.
Í løtuni húsast næmingar
og lærarar frá Ósáskúlanum
í Tekniska Skúla ímeðan
Ósáskúlin verður bygdur.
Haldi tað er vert at nevna, at
samgongan valdi, at bygg
ingin av Ósáskúlanum ikki
skal útsetast.
Grundað frammanfyri
metti eg, at best var at semj
ast um, at frítíðarskúlin fyri
bils kundi flyta út í Virkis
húsið, sum jú er fult av
møguleikum. Og eitt gott og
stórt spælipláss liggur um
leið 50 metur frá Virkishúsi
num. Her skulu einans heilt
smáar ábøtur gerast fyri at
fáa eitt 1.floks spælipláss/
sparkivøll til í summar. Eis
ini er eitt snotisligt pláss
(núverandi ppláss) oman
fyri/vestanfyri Virkishúsið
sum, um neyðugt, lættliga
kann gerast til spælipláss
ímeðan frítíðarskúlin heldur
til har. Her kundi ein rampa,
sum børnini eru glað fyri,
verið sett. Havi tosað við
handverkara hjá kommununi
og hesin rampin kann lætt
liga gerast fyri ein sera
bíligan penga.
Hvussu dagligi dagurin
verður, vita vit ikki heilt
nágreiniliga enn, tí hetta er
so nýtt. Men eg ivist onga
løtu í, at við tí fólki, sum
starvast innan økið, verður
besta loysnin funnin. Møgu
liga kann tað eisini verða
ein fyrimunur fyri Virkis
húsið, at børnini longu frá 1.
flokki læra húsið at kenna.
Trygdin
Áðrenn virkishúsið verður
tikið í brúk til frítíðarskúlan,
skulu dagstovnakrøvini
sjálvandi verða í lagi.
Hvar eru sparingarnar
Sparingar við at flyta frí
tíðarskúlan eru góðar
300.000, kr árliga. Frá
august og restina av 2009 er
sparingin kr. 150.000,. Her
kann verða skoytt uppí, at
Virkishúsið helst kemur at
brúka nakað meir av olju, el.
og telefon, tá sornhúsið
flytir út har. Men tað sigur
seg sjálvt, at tað undir øllum
umstøðum verður ein spar
ing, tí tað er bíligari at reka
eitt hús enn tvey, bæði í
rakstri og viðlíkahaldi.
Leigaðu hølini skulu vera
í sama standi sum tá ið frí
tíðarskúlin flutti inn!
Rætt er tað. Men líka mik
ið um frítíðarskúlin flytur út
nú ella seinni, er tað neyð
ugt, at hølini skulu gerast
aftur í sama stand, sum tá ið
frítíðarskúlin flutti inn.
Niðurstøða
Sjálvandi er hettar ikki
nøkur ynskilig støða hjá
nøkrum, og serliga ikki hjá
teimum, sum tað rakar.
Mín sannføring er, at tá ið
nú fíggjarliga støðan er so
álvarslig sum hon er, og
drastisk stig skulu takast, er
best at gera tað á ein so skyn
saman hátt sum tað yvir
høvur ber til.
Eg føli, at tað er ein góð
loysn, sum samgongan tók,
at frítíðarskúlin skal halda
fram. Tað er sera positivt
fyri kommununa, at hon ikki
misti hesa tænastu. Og ikki
minst, at arbeiðspláss eisini
verða varðveitt. Tí ein skal
ongantíð gloyma, at tað er
ein lagna aftanfyri hvørja
uppsøgn.
So saman um tikið eri eg
glað fyri at politiski viljin
bleiv: At frítíðarskúlin skal
halda fram. Sjálvt um tað er
neyðugt við eini fyribils
loysn, við at frítíðarskúlin
flytur út í Virkishúsið til
klárt er at flyta inn í gamla
Tekniska Skúla.
Ongin ivi skal vera um, at
frítíðarskúlin flytur inn í
gamla Tekniska Skúla
skjótast tilber.
Hví flyta Sornhúsið út í Virksishúsið?
býráðslimur
elsebeth
GunnleyGs
dóttur
hansen