hósdagur 7. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 87 - 7. mai 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Hvassi heglingsælingurin og sólin
fyrsta sunnumorgun í mai hóskaðu
mestsum ov væl til løtuna tá deyðs
boðini av Janusi Kamban komu.
Janus, tann altíð blíði, fryntligi og
samstundis beinrakni eygleiðarin
var slóknaður.
Listamaðurin
Janus
Kamban
menti føroyska høggmyndalist so at
siga upp úr ongum við stórum
listaligum hegni. Hann var álitið hjá
Listafelagnum, og hann var fyrsti
fyristøðumaður í Listaskálanum,
sum felagið læt byggja.
Høggmyndir hansara hava ein
serliga aga og einfalt snið, sum er
eyðsýnt í einum av kendastu verkum
hansara: Relieffið av monnum, sum
draga bát. Hóast tær tykjast einfaldar
eru
myndir
hansara
úrslit
av
álvarsligum stríði og áhaldandi
stremban eftir at røkka einum
serstøkum listaligum sniði, Drongur
og lamb er eitt dømi um tað, eins og
relieffið á húsinum hjá Fiskimanna
felagnum. Strangi og ópyntaði
stílurin var tilvitaður modernistiskur
formur, sum Janus Kamban er fyrsta
umboðið
fyri
í
føroyskari
høggmyndalist.
Listaligi agin er enn greiðari í
grafisku myndum hansara. Hann var
tikin úr leikum at lýsa sjógv og fugl
í linoleumsskurði. Tilfar, sum at
síggja til, eru sera ymisk, men sum
kortini runnu saman í hansara kønu
hondum.
Høggmyndir og grafisku myndir
Janusar av fólki, sjógvi og bátum
bera boð um eina støðuga trá eftir at
fáa kjarnan í listini og lívinum at
standa púra beran og sterkan. Minn
isvarðar hansara úti um landið geva
landslagnum eina listaliga vídd og
vísa á megina í náttúruni.
Janus Kamban var heiðurslimur í
Listafelagnum. Vit minnast Janus
við stórum takksemi.
Listafelag Føroya
Janus Kamban farin
Leygardagin eru tað 60 ár
síðani Heini á Marknagili í
Klaksvík gav fyrsta ljóðið
frá sær. Vit eru skyldmenn,
pápi hansara Andrias á
Marknagili og pápi mín
Leivur vóru brøður. Teir eru
báðir farnir, og hjá okkum
sum eru komin upp í miðjan
aldur, gongur tað við rúkandi
ferð. Ella tað kennist so.
Árini eru tey somu í longd,
tað eru okkara evnir at upp
liva árini, sum er broyttur.
Nú eri eg ikki klaksvíking
ur, og eg kundi hugsað mær,
at klaksvíkingar eru samdir.
Heini hevur lætt við at sam
skifta við fólk og hann hevur
ein stóran umgangskreds. Og
tað eru nøkur ting í lívinum
sum forbjóða seg sjálvt. Er tú
óbeinasamur, óblíður, súrur
og tvørur, so ber illa til at
hava ein stóran umgangs
kreds, uttan so at fólk eru
tvungin av hava samband við
teg av fíggjarligum ella átrún
aðarligur áðum. Heini eigur
hesi vælsignaðu evnini, at
fólk kenna seg væl í hansara
samveru, tey koma aftur og
aftur og sjálvt professionelt,
har hann er til arbeiðis, koma
fólk at heilsa upp á hann,
fyrst og fremst tí hann er
Heini, og so sjálvandi eisini
tí hann er umboðsmaðurin
hjá Skipafelagnum millum
fjøllini har norðuri. Eg veit
væl, at tað eitur Faroe Ship
ella okkurt heilt annað í dag,
men tað riggar betri at siga
Skipafelagið.
Eitt tað kærasta eg havi
lært av heimspekini, av filo
sofiini eru megnarorðini
hjá eysturpreusaranum Ima
nuel Kant. “Tú kann ongan
tíð siga sannleikan sum
hann er, tú kann bara siga
hann soleiðis sum hann vís
ir seg fyri tær.” Tað vil siga,
at mín sannleiki nýtist ikki
at vera tín sannleiki.
Og hvussu vísir Heini seg
so fyri mær. Hann er mest
Lina, mamman, og nokk so
nógv Andrias og næstu løt
una er hann bara Andrias, og
so dagar ediliga mamman
aftur í rundleitta andliti hans
ara. Einu løtuna er hann
mamman í sinnalagi, og
næstu løtuna er hann pápin í
framburði og soleiðis skiftir.
Tað blídliga og tað framfýsna
legst í hvørt annað í søtum
blandi.
Umframt bingjur, farma
brøv og samband við stór
bingjuskip gongur hin legg
urin av Stokksoyrarvegi og
beint heim í Betesda og til
samkomurnar kring landið.
Heini livir andaliga lívið við
lív og sál og tað er attraktivt
hjá honum at koma í sam
komuna javnan og regluliga.
Eg kenni Heina væl, og eg
veit, at hann fer ikki í sam
komuna tí hann skal, men tí
at arbeiðið í víngarðinum
dregur sterkari enn mánin í
mysing og Heini kennir seg
heilan millum brøður. Her
fær hann sín identitet sum
eitt Guds barn og kennir fulla
vissu um tað sum ikki sæst
fyri framman.
Heini hevur hetta saman
setta lyndið, sum eisini er
umboðað í familjuni í Oynd
arfirði, at skifta millum gam
an og álvara og onkuntíð at
blanda alt saman, soleiðis at
tí í sama bili upplivir látur
og tung tár. Ein sjarmerandi
eginleiki, sum eg ikki dugi
enn, og hvør veit.
Heini hevur sett seg niður
beint uttanfyri barnaheimið
á Bumshamri og tað er eitt
fjálgt heim at koma í . Hann
er matligur sum fáur og
mangan angar av stoktum
fiski og leyki út um veggir
nar. Tú er vælkomin longu
tá ið tú setir bilin niðan fyri
húsini og meðan tú gongur
niðan gjøgnum tær mongu
trappurnar, stendur hann
klárur í gongini.
Hjallin hevur hann í túnin
um og hann er fullur av góð
um úr sjónum og av Húsum.
Judith er úr ognarhúsi og tað
sæst aftur í hjallinum, hóast
Heini
ikki
er
nakar
úrmælingur innan landbrúk.
Tí taka aðrar hendur sær av.
Og Heini er ikki smátøkin
og oysir ríkiliga av tí sum
flytur í hansara hús.
Hiðani verður send ein
flógv føðingardagsheilsan
til vin mín og skyldmann,
sum er eins kønur í Ísraels
søgu og okkara egnu. Heini
sær stórt í hondunum á teim
um sum sleptu og hann hev
ur kanska lyndi undirmeta
seg sjálvan og gloyma, at
hann eisini er nakað stórt í
eygunum á okkum sum
standa honum nær, og ikki
minst teimum mongu kring
landið sum hann ár eftir ár
vælsignar við sínum talu
gávum, sum peika á tað
ónevniliga, sum ongin hev
ur sæð og sum er upphavið
til alt. Og niðri á tí jarðiska
heilt niðri á jørðini eru hann
eitt undurbarn innan farma
flutning í Norðoyggjum.
Heini verður ikki heima
føðingardagin.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
Heilsan
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Heini á Marknagili seksti
Dagurin
7. mai. Flavia, deyð í
umleið ár 95. Henda
abbadóttir keisaran
Vespasianus gjørdist
kristin og varð rikin í
útlegd. Tróndur Olsen
doyði hendan dagin í
1961.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta útgáva
2008)
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra systir,
mostir, fastir, abba- og ommusystir,
langabba- og langommusystir okkara
Jóhanna Maria Gaard
vanliga nevnd Mia
ættað úr Oyndarfirði
andaðist á Ellis- og røktarheiminum í Runavík
týsdagin 5. mai, 86 ára gomul.
Kistan fer av Ellis- og røktarheiminum
fríggjadagin kl. 17.00 í Oyndarfjarðar kirkju.
Jarðarferðin verður leygardagin kl. 14.00.
Fyri tey avvarðandi
Jóna, Hansa og Heini
Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata Ellis- og røktarheiminum í
Runavík eina gávu, konta í peningastovni.
Føðingar
13. apríl fingu Tina Debes Julsgaart og Johan
Faulkner Mouritsen, Herlev, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3500 gr.
22. apríl fingu Hansina Sigurðsson og Poul Joensen,
Klaksvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði
5050 gr.
29. apríl fingu Eyð Jansdóttir Høj og Eliesar Fróði
Høj, Strondum, eina dóttur. Hon var 49 cm long og
vigaði 2565 gr.
1. mai fingu Berit og Jóannes Weihe, Tórshavn, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4350 gr.
2. mai fingu Hallgerð og Brian Bjartalíð, Argjum,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr.
2. mai fingu Mildrið Jacobsen og Jens Allan
Simonsen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long
og vigaði 4050 gr.
4. mai fingu Jonna og Kári Hansen, Saltangará, ein
son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3375 gr.
5. mai fingu Elin Bech og Andrew Christiansen,
Argjum, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði
3150 gr.