hósdagur 7. mai 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Rákið – mai '09
Søgan um tilhoyrið hjá Elviru
Thomsen byrjaði á heysti í fjør.
Hon hevði keypt sær ein hárboyla
á netinum, sum sá so ótrúliga
penur út. Men tá hon so fekk hann
við postinum, varð hon kedd av
keypinum, tí hárboylin var als ikki so
vakur, sum hann sá út á netinum.
– Eg hugsaði, at hetta dugi eg
betur sjálv. Og so gjørdi eg mær
ein líknandi hárboyla – bara penari-
og brúkti hann nógv. Eg fekk heilt
nógvar viðmerkingar frá fólki, sum
vildu hava meg at gera ein til teirra
eisini, greiðir Elvira frá.
Ein av vinkonunum, sum keypti
ein hárboyla frá Elviru, arbeiðir í
Events í SMS. Har selja tey tilhoyr
burturav, og so skjótt handilsleiðarin
sá arbeiðið hjá Elviru, bílegði
hon nakrar boylar at selja. Teir
komu í handilin fríggjadag, og
mánamorgunin eftir vóru allir longu
seldir. Elvira hevur fleiri ferðir síðani
sent fleiri vørur úr Keypmannahavn til
Events.
Supersmartir hárboylar
Elvira heldur tað vera ótrúligt, so
skjótt tað hevur gingið, síðani hon
gjørdi sín fyrsta hárboyla. Men frá
fyrsta degi hevur hárprýðið frá henni
verið sera vælumtókt.
– Tað er løgið, men stuttligt at
síggja tað, sum eg havi gjørt, á
gentum, sum eg slett ikki kenni, sigur
Elvira.
Hon greiðir frá, at hon eisini selur
til ein handil á Christianshavn, har
hon býr.
– Ein dagin varnaðist eg eina
gentu, sum riggaði so ótrúliga væl,
og tá eg hugdi nærri, sá eg, at hon
var í einum boyla frá mær. Eg brúki
so mikið nógva tíð og orku uppá
hetta, so eg kenni hvønn einasta
hárboyla aftur, sigur Elvira flennandi.
Umframt at síggja boylarnar aftur
á gøtuni, hevur Elvira eisini sæð
teir í SMS-blaðnum, Rákinum, á
einum myndatema av Hvonn-live
á portalinum og í eini av x-factor
sendingunum.
– Tað er ein stór dilla við hárboyl-
um, og tað er øgiliga smart beint nú.
Higartil havi eg mest nýtt silkibond,
rosettir og sloyfur, men nú summarið
nærkast, fari eg at nýta fleiri blómur,
greiðir Elvira frá.
Hon hevur eisini ætlanir um at fara
at gera fleiri ymisk sløg av hárprýði,
til dømis hárspenni.
Framleiðir eisini eftir umbøn
Elvira nýtir ein stóran part av síni
frítið til hetta ítrivið.
– Mær hevur altíð dámt væl at
nýtt hendurnar og verið kreativ, og
eg havi til dømis seymað og málað
nógv. Men nú fer tað mesta av tíðini
við hesum.
Elvira hevur eina heimasíðu: www.
elvirat.com, har hon sýnir arbeiðið
fram, og hon ímyndar sær, at hon
við tíðini eisini fer at kunna selja
umvegis heimasíðuna, men tað
verður nokk ikki rættiliga enn. Tó
ber til at skriva til hennara, um man
hevur okkurt serligt ynski.
– Eg haldi, at tað er ógvuliga
spennandi at samskifta við fólk
á hendan hátt og fáa nýggjan
íblástur frá teimum. Tað eru jú fleiri
fólk, sum ganga runt við góðum
hugskotum, men ikki hava evnini at
gera hugskotini til veruleika. Og har
kann eg kanska hjálpa teimum, sigur
Elvira.
Kvinnumynd
Tað heitasta til hárið
Elvira nýtir alskyns tilfar til boylarnar, men í summar fer hon væntandi at nýta fleiri blómur
Í eini íbúð á Christianshavn situr havnargentan Elvira Thomsen og framleiðir
hárprýði. Hóast tað bara er eitt fritíðarítriv, selur hon hárprýði bæði í Havn
og í Keypmannahavn, og tey ganga sum heitt breyð
www.elvirat.com
eydna@sosialurin.fo
Eydna Skaale