hósdagur 7. mai 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 86 - 6. mai 2009
37
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Jarðarferðin hjá Janusi Kamban, myndahøggara,
Tórshavn, verður úr Havnar Kirkju hósdagin kl.
13.00.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá ið kæri pápi, verpápi, abbi og
beiggi okkara
Klávus Sólheyg (Javi)
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri heilsanir, uppringingar, blómur, kransar
og peningagávur.
Tøkk til Hanus Simonsen, prest, fyri troystarrík orð
í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, berarar,
kirkjutænarar og gravarar. Ein serstøk tøkk til
Heimarøkt, Heimasjúkrasystrar og Deild M.
Hjartans tøkk til øll tykkum fyri ta stóru hjálp,
ið tit á ymiskan hátt veittu okkum við
jarðarferðina og ervinum.
Tøkk til tykkum mongu, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Lena, Jóhanna, Anita og Klávus
100 ára føðingardagur
Mikudagin 6. mai verður
Ellen Lützen, Tórshavn,
100 ár. Dagurin verður
hildin á Lágargarði kl.
15.00-17.00. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
60 ára føðingardagur
Í mai verði eg 60 ár. Føð-
ingardagin haldi eg í Sjón-
leikarhúsinum mikudagin
20. mai, kl. 19.00. Tey, ið
hava hug at halda veitslu
saman við mær, verða biðin
um at boða frá á telefon
317029 ella kdjurhuus@
olivant.fo áðrenn 13. mai.
Heilsan Karin Djurhuus,
fysioterapeutur.
Dagurin
6. mai. (Johannes ante
portam). Dagurin hildin til
minnis um at ápostulin
Jóhannes varð illa píndur
uttan fyri borgliðið Porta
Latina í Róm. Hann komst
undan, men varð seinni rikin
í útlegd út á oynna Patmos.
Jóannes Patursson varð
føddur hendan dagin í 1866,
og Hans Andrias Djurhuus
doyði hendan dagin í 1951.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum, 2. broytta
útgáva 2008)
Tung vóru boðini 2. apríl,
at omma var farin. Hóast
omma hevði verið sjúk og
veik í mong ár, kendist tað
onkursvegna fjart og óveru-
ligt ongantíð at skula hoyra
hennara hjartaliga látur og
merkja hennara hita aftur.
Omma og abbi hava, alt
tað eg kann minnast, verið
tann savnandi miðdepilin í
familjuni. Serliga sum smá-
drongur at koma oman
Stóragarð at vera hjá teim-
um vóru góðar, ríkar og
minniligar løtur. Ikki minst
tá onnur av mínum systk-
inabørnum eisini vóru har.
Omma gjørdi avbera góð-
an mat – hon var tiltikin
góður kokkur - og omaná
plagdu vit at fáa rabarbu-
greyt vid sukri og mjólk
afturvið.
At omma og abbi vóru
miðdepilin í familjuni,
kom serliga væl til sjóndar
hvønn fyrsta jóladag, tá ið
øll
familjan
savnaðist
heima hjá teimum til jóla-
dunnu og rís à la mande.
Vit plagdu tá at vera eini
25 fólk saman í hugnaligari
samveru. Sera virðismikil
minni, sum hava serliga
ríkað mær barndómin.
Tað var svárt og tungt at
síggja ommu følna burtur
tey seinnu árini vegna ta
eirindaleysu sjúkuna, hon
fekk. Sum útiseti sá eg
bara ommu tær ferðir, eg
var á vitjan heima í Føroy-
um. Munur sást hvørja
ferð, eg var hjá henni á
Lágargarði, har hon búði
seinastu 5 árini. Alzheim-
ers fer fyrst og fremst við
minninum, men tað var
altíð deiligt at vitja ommu
– hon kendi altíð andlit
aftur og var so glað fyri at
hava familjuna hjá sær.
Hóast omma viknaði og
svann, misti hon ongantíð
tað lætta lyndið – tað var
vanliga ikki langt millum
smílini. Komu smábørn á
vitjan, lýsti gamla upp.
Omma er nú farin og
stríðist ikki meir. Hon hev-
ur loksins fingið frið.
Fátøk orð røkka ikki í lýs-
ingini av eini so stórari og
ríkari menniskju. At hon
var nakað heilt serligt, sást
eisini í kirkjuni, sum var
stúgvandi full av familju,
vinum og kenningum, tá ið
omma fór til gravar. At
enda vil eg í sorgblíðni
bara takka fyri alt tað
góða, omma stóð fyri, og
lýsa frið yvir minnið um
mína kæru ommu.
Herman
Ommu til minnis
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@post.olivant.fo
Brøðrasamkomurnar
hava
í
mong ár verið ramman um góð-
an og ríkan kórsang, sum hevur
sett sín dám á tey vanligu sunnu-
kvøldsmøtini og ikki minst á
árligu
samfelagsstevnurnar
kring landið. Bæði Ebenezer og
Betesda hava havt sangkór í
mannaminni. Hvør kennir ikki
Betesdakórið
og
Ebenezer-
kórið!
Fyri tveimum árum síðani,
beint undan samfelegsstevnuni
í Ebenezer í november í 2007,
tóku menn stig til at stovna eitt
manskór í Ebenezer. Eli Smith
var ein av stigtakarunum. Eli
fór at tosa við menn um ætlan-
ina, og beinanvegin stillaðu
uml. 40 mans upp til eitt mans-
kór, sum sang longu fyri stúgv-
andi fullari høll á Nabb, tá sam-
felagsstevnan var í 2007. Jens
Christian Guttesen og Eli
Smith stjórna kórinum. Eli sig-
ur, at menninir í dupultkvar-
tettini í Ebenezer vóru longu
við í byrjanini, og gjørdist tann
berandi ryggurin í sjálvum
startinum.
Fólk tóku ómetaliga væl ímóti
hesum nýfødda “tónleikabarnin-
um.” Í dag eru uml 60 mans í
kórinum. Luttakarnir eru fyri tað
mesta úr Suðurstreymi. Eli sigur,
at menn allastaðni frá í landinum
eru vælkomnir at vera við.
Onkur av luttakarunum býr í
Oyndafirði. Tað krevst einki
meiri enn at ein syngur nøkun-
lunda reint. Kórið skal eisini
síggjast sum eitt sosialt átak, har
roynt verður at savna menn um
góðan sang og góðan kristnan
felagsskap.
Ynskja at ferðast
Leiðslan í kórinum sigur, at
hon ynskir at koma runt landið
at syngja, bæði í samkomum og
almennum hølum. Í januar í ár
vóru teir á einari sunnudags-
tourné, tá teir vitjaðu á trimum
støðum: Á Eiði til morgunmøti,
í Hebron í Leirvík seinnapartin
og í Betesda í Klaksvík, á
sunnukvøldsmøtinum. Í næst-
um er ætlanin at vitja á Sand-
oynni og í Vágunum.
Leygarkvøldið 02. mei sungu
teir fyri fullum hølum á evangel-
iskum fundi í cafeteriuni í
ítróttarhøllini
á
Skála.
Sunnudagin 03. mei vitjaði
kórið í Bethel í Vági.
Teir kundu hugsa sær at farið
uttanlanda, men enn er eingin
ítøkilig ætlan um tað, men
Birgir Andreassen, sum syngur
við í kórinum, eigur ein stóran
missjónsbuss,
og
hann
er
ógvuliga spentur upp á, at
bussurin kann vera ramman um
eina tónleikaferð til útlandið.
Undir samtaluni við Eli nevndu
vit Íslendsku kallakórini, sum
eru tiltikin góð. Eli sigur, at tað
hevði verið stuttligt um ein túr-
ur kundi verið gjørdur til Ís-
lands, og tað kundi eisini verið
íblástur hjá monnunum, at møtt
og hoyrt okkurt av teimum
gitnu Íslendsku kallakórunum.
Kórið hevur ikki fastar venj-
ingartíðir, hetta tí, at fleiri av
monnunum eru í øðrum kórum,
sum venja regluliga, og menninir
hava nógv at takast við ígjøgnum
vikuna. Tað er ikki skilagott at
leggja fleiri byrðar á teir, men tá
ein vitjan er fastløgd, so verður
vant regluliga frammanundan.
Eli sigur, at skal man hava eitt
kór og skal man syngja í einum
kóri, so sleppur ein ikki undan
at venja undir einum ella øðrum
formi. Annars sigur Eli, at “nógv-
ir av sangarunum eru ógvuliga
“svangir” og spyrja meg ofta
nær vit aftur fara út at syngja...
vit hava fingið nógvar reaktiónir
frá fólki...øgiliga nógv fólk eru
glað fyri kórið og dáma væl at
hoyra okkum........nógvir eru eis-
ini glaðir fyri at sleppa at vera
við og føla at teir eru við i
tænastuni at syngja.”
Eli hevur tikið stig til sangkór
áður. Fyri 10 árum síðani, í
1999, byrjaði Eli eitt dreingja-
kór í sínum egna grannalagi í
Havnini, og kórið kom at eita
“Dreingjakórið Undir Brúnni.”
Hetta eru dreingir undir skúla-
aldur og upp til 12 ár. Fyri ein-
um ári síðani kendi Eli tað
soleiðis, at nú var tað vorðið ov
nógv hjá sær, nú hann eisini
hevði manskórið. Hann vildi tó
ikki leggja kórið niður, men
hevur fingið tvær dugnaligar
kvinnur at loysa seg av; tær eru
Hanna Jensen og Marta Dals-
garð.
Tað hevur ikki verið tann
stóra traditíónin fyri manskór-
um í brøðrasamkomunum í
Føroyum, men fyri mongum
árum síðani royndu slíkir tón-
leikagarpar sum Viggo Dahl
Christiansen, Jens Guttesen og
Knút Háberg at hava eitt mans-
kór í Ebenezer, sum var virk-
samt í eitt ávíst tíðarskeið. Vit
ynskja nýggja manskórinum
góðan byrð og nógv ár á sang-
leiðini og vóna, at teir skjótt
sleppa at royna maskulinu
røddirnar uttanfyri landoddar-
nar.
Nýggja manskórið í Ebenezer
Marita P. Mohr