Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 • mai 2009 Klædnahandilin Brá á Norðskála hevur klæðir til alla familjuna, og har fáast eisini stóru støddirnar K lædnahandlarnir eru mangir, og í miðstaðarøkinum er Norðskáli eitt gott boð uppá at leggja ein handil, tí nógv fólk leggur leiðina framvið. Tað eru í hvussu er royndirnar hjá Klædnahandlinum Brá. Brá á Norðskála hevur lagt seg eftir at hava klæðir til alla familjuna. Har er bæði til hansara og til hennara, og børnini finna eisini klæðir í Brá. Úrvalið er breitt, og eisini hevur Brá bíligar vørur. Roynt verður at røkka til øll, verður sagt í Brá. Og ongin verður settur eftir, tí Brá hevur eisini lagt seg eftir at hava stórar støddir. Væl fyri At Brá liggur á Norðskála er gott, tí hetta er so mitt í, og kundar koma allastaðni frá. - Handilin gongur á 4. ári, og tað hevur gingist væl hesi árini, siga tey í Brá, sum er opin gerandisdag frá 10 til 18.00. Ekort Í Brá meta tey, at ekortið er góð skipan, og at óivað verður enn betri nú, tá enn fleiri leggja til merkis, hvørjir fyrimunirnir eru við skipanini. Tey hava góðar royndir við ekortinum, men ynskja, at enn fleiri kundar fáa lut í teimum fyrimunum, sum hetta gevur. Skemman er fyri alt landið Skemman telist millum størstu handilshús í landinum. Virksemið fevnir víða, og tað ger kundaundirlagið eisni, tí Skemman hevur kundatænastu kring alt landið, og hevur eisini fingið nýggja heimasíðu S kemman er handilshús, ið er sett á stovn í 1986. Skemman er partvís partur av handilsketuni Jysk, og fevnir úrvalið í hesum sam bandið um eittnú dýnur, madrassur og handklæði. Men umframt hevur Skemman innbúgv og smærri lutir til heimini. Eisini er úrvalið ávirkað av ymsu árstíðunum. Um summarið eru eittnú havamøblar og grillir á skránni. Handilshús av teim stóru Skemman er eitt av stóru handilshúsunum í landinum. Skemman er partur av handilsket- uni Jysk, og sleppur at nýta navnið, men sleppur eisini at leggja afturat úrvalinum, og hevur harvið rúmari ræsur, enn sjálv Jysk-ketan. Íslendskir fyrimunir Jákup á Dul, ið stovnaði fyritøkuna, hevur í dag eisini nógv virksemi í Íslandi, og Skemman kann við fyrimuni samstarva við íslendsku sambondini. Kring alt landið Hóast Skemman ikki hevur deild aðrastaðni, enn í Havn, so fevnir kundatænastan kring alt landið. Skemman selur og sendir kring alt landið, og hevur sambond við flutiningsfyritøkur, og til ber eisni at nýta post. Annars vitja avbygdafólk javnan innar á gólvið í Skemmuni, har stóra úrvalið ger hand- ils húsið eina vitjan verda. Eini 18 fólk eru í føstum starvi í Skemmuni, men t.d. um jóltíðir eru fleiri og taka hond í, og talið av starvsfólkum er hesa tíðina á leið 25. Í hesum døgum verður síðsta hond eisini løgd á nýggja heimasíðu skemmuni. Ekort Í skemmuni halda tey ekorti verða gott konsept, og tey fegnast um, at meira nú verður gjørt við at varpa ljós á ekortið. Hóast tey halda, at ov lítið hevur verið gjørt við at upplýsa um fyrimunirnar við ekortinum, so leggja tey dent á, at kundar við ekorti eru glaðir fyri skipanina og at kundirnir vísa á sína nøgd við ekortið. Øll fáa okkurt í Brá