hósdagur 7. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 87 - 7. mai 2009
Tað gongur væl hjá
føroyskum alarum
at selja feskan laks í
løtuni, og síðan fyrst í
hesum árinum hevur
eitt nú Vestsalmon
í Kollafirði fingið
heilar 10 krónur
meira í miðal fyri kilo
Laksaprísir
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroyskir alarar eru í øllum
góðum komnir aftur av
matvørumessu í Brússel, og
vónirnar um nýggjar avtalur
um veiting av laksi og laksa
vørum – eisini til nýggjar
keyparar eru góðar.
Í Sosialinum herfyri segði
søluog marknaðarleiðarin
hjá Vestsalmon í Kollafirði,
Bogi
Johannesen,
at
amerikanskir keyparar á
matvørumessuni í Brússel
vístu føroyskum laksi rætti
liga stóran áhuga, nú chil
enska alivinnan er vorðin
so fongd við ILAsmittu.
Tørvur er á laksi á ameri
kanska marknaðinum, og
hetta hevur við sær, at
amerikanskir keyparar leita
eftir nýggjum veitarum til
marknaðin.
Eingin tollur
Bogi Johannesen sigur, at
meðan eitt nú norðmenn
noyðast at gjalda toll á
heilum laksi til USA, eru
føroyskir veitarar higartil
slopnir undan toll.
Norðmenn eru tí farnir
at skera laks og selja hann
sum flak á amerikanska
marknaðinum, og tá sleppa
teir undan tolli, sigur hann.
Søluog marknaðarleið
arin vísir á, at amerikanskir
keyparar serliga hava víst
áhuga fyri feskum laksi,
bæði
heilum
fiski
og
laksafløkum, men áhugi er
eisini fyri frystum fiski.
Virksemið hjá Vestsalmon
snýr seg ikki um virking av
fiski, men møguleikar eru
at senda fisk til virkingar í
eitt
nú
Skotlandi
ella
Danmark, sum síðan kann
seljast víðari sum fløk.
Flutningssambandið við
Skotland og Danmark er
hampiliga gott í løtuni, so
hetta er avgjørt ein møgu
leiki, um tað fer at gerast
áhugavert, sigur Bogi.
Tað er ikki vanligt á eini
slíkari matvørumessu, at
neyvar avtalur verða gjørdar
millum seljarar og keyparar.
Men vit hava fingið
nógv nýggj sambond, bæði
í USA og nógvastaðni kring
um í Evropu og Asiu, og
fyri okkara viðkomandi
mugu vit siga, at messan
eydnaðist sera væl, sigur
hann.
Bogi Johannesen sigur, at
longu nú selir Vestsalmon
ein part av síni framleiðslu
í USA, og mangt bendir á,
at veitingarnar vestur um
hav fara at veksa.
Men hetta veldst sjálv
sagt eisini um, hvussu nógv
an fisk vit kunnu útvega, og
hvør
eftirspurningurin
verður á teimum marknað
um, sum vit longu hava at
røkja, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at Vestsalmon
plagdi at selja stóra laksin,
sum vigar 6 kilo og meira
og eini 50% av framleiðsluni
av sílum, til Ruslands, men
russiski marknaðurin er
ikki latin uppaftur enn.
Tað er serliga stóri
laksurin, sum hevur áhuga í
Ameriku, meðan eitt nú
Evropa leggur meira í fisk
in, sum vigar nakað minni,
sigur hann.
Góðir prísir
Bogi Johannesen sigur, at
framleiðslan hjá Vestsalmon
av laksi í ár fer at liggja um
eini
6.0007.000
tons,
meðan framleiðslan av síl
um verður eini 5.0006.000
tons.
Stutt um prísirnar, sum
felagið fær í dag, sigur
søluog marknaðarleiðarin,
at heilur laksur liggur
rundan um og omanfyri 30
krónur fyri kilo, sum er
einar 10 krónur meira, enn
tey fingu fyri hendan fiskin
fyrst í hesum árinum.
Jú, vit kunnu bara siga,
at laksaprísurin er ógvuliga
góður í løtuni, sigur Bogi
Johannesen.
Prísir á feskum laksi øktur
við 10 krónum fyri kilo
- Spurningurin um amerikanska marknaðin, sum tykist áhugaverdur í løtuni, er eisini ein
spurningur um, hvussu nógvan fisk vit kunnu útvega, og hvør eftirspurningurin verður á teimum
marknaðum, sum vit longu hava at røkja, sigur Bogi Johannesen, sølu-og marknaðarleiðari hjá
Vestsalmon
Danmark hevur hægstu rentuna
Hóast tann danska rentan er søguliga lág í løtuni, er hon tann hægsta í
Vesturevropa, og tann støðan verður neyvan broytt fyribils. Danska rentan
er í løtuni 2,0 prosent og var tann sama sum í Noregi, men í gjár lækkaði
norski tjóðbanmkin sína rentu, so hon er 1,5 prosent, og nú er Danmark
einsamalt ovast á rentutindinum. Í gjár varð roknað við, at danski
tjóðbankin fer at lækka rentuna 0,4 prosentstig til 1,6 prosent, men
danska rentan verður framvegis tann hægsta í Vesturevropa. Danskir
búskaparfrøðingar hava í seinastuni sagt, at danska gjaldoyragoymslan er
so stór, at grundarlag er fyri einari lægri rentu enn teirri núverandi.
Obama minni til verjuna
Í USA hevur stjórnin hjá Barrack Obama, forseta arbeitt við fleiri tiltøk
um, sum skulu skerja útreiðslurnar á fíggjarlógini, og nú vilja vælvitandi
keldur vera við, at sparingarnar koma at raka hervaldið í rættiliga stóran
mun. Reuters skrivar úr Washington, at stjórnin hevur ikki færri enn 121
uppskot um sparingar, og at tey ætlandi verða løgd fram í dag. Bæði
republikanarar og demokratar hava fýlst á, at hallið á fíggjarlógini fyri
2010 er ov stórt, og teir hava kravt, at stjórnin skuldi koma við sparing
um. Tað ger hon so nú, skrivar Reuters. Sum skilst er tað ikki bara her
valdið, sum skal spara, tí tiltøkini raka eisini ein part av skúlaverkinum.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tel 31 71 77
Telefax 31 33 74
www.fh.fo
Starv á Føroya Handilsskúla,
Tórshavn
Søkt verður eftir avloysara til skrivstovu
skúlans frá 1. august 2009 til 1. august
2010.
Ábyrgdarøki
Skráseting av HH- og HD-lesandi, samskifti við
hesar bólkar umframt annað fyrifallandi arbeiði á
skrivstovuni.
Førleikakrøv
Skrivstovuútbúgving ella skrivstovuroyndir, hollan
telduførleika og kunnleika at orða seg á føroyskum
og enskum.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum og viðkomandi
skjølum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi
15. mai 2009 og skulu sendast til:
Føroya Handilsskúli
Marknagilsvegur 77
Postrúm 177
FO-110 Tórshavn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Meiri kunning um starvið fæst við at ringja til Tórhild
Magnussen, skrivstovuleiðara, tlf. 317177.