hósdagur 7. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Rákið – mai '09
Fyrst og fremst hetta: tú kanst kenna teg fullvísan í, at reingerðarevni
okkara eru ment við serligum atliti til føroyska umhvørvið. Til dømis er
einki kálk í føroyska kranavatninum. Okkara vatn kemur nevniliga úr erva
sum regn, - ikki úr jørðini. Tessvegna nýta vit heldur ikki evni til at bróta
niður kálk við í húsarhaldsvørum okkara, og tað er náttúran fegin um.
Jú færri kemisk evni, vit lata út í umhørvið, jú betri, halda vit - og náttúran.
Hesi evni finnast harafturímóti vanliga í reingerðarevnum, sum eru
framleidd í londunum kring okkum, har kálk er í vatninum.
Tað er ein veruleiki, at øll reingerðarevni innihalda virkin evni. Um tey skulu
loysa sína vaskiuppgávu, væl at merkja. Vit leggja alstóran dent á at fara væl
um okkara umhvørvi við at nýta lætt niðurbrótilig, natúrlig evni úr plantu-
oljum í framleiðsluni av okkara húsarhaldsvørum.
Vantandi lóggáva í Føroyum á økinum hevur við sær, at eingi krøv verða
sett innihaldinum í lokalt framleiddum ella innfluttum reingerðarevnum. Tess-
vegna hava vit av okkara eintingum avgjørt at fylgja donskum og ES-lógum
og reglugerðum á økinum. Kemilux hevur egna starvsstovu/laboratorium,
sum í samstarvi við altjóða serkunnleika hevur dagliga eftirlitið við, at allar reglur
verða fylgdar. Kemilux framleiðir samsvarandi ISO 9001:2000 skipanini.
Strongu krøvini, sum vit seta okkum sjálvum, hava millum annað havt við sær,
at Kemilux er góðkendur veitari til sera kravmiklu oljuvinnuna.
Og so eru vit eisini grøn
Allar húsarhaldssápur okkara, sum tú sært á handilshillunum, lúka treytirnar
fyri grønu merkingini, sum danska Sundhedsstyrelsen viðmælir, og vit fara
í næstum at merkja vørur okkara samsvarandi. Viðvíkjandi allergi eru vit fegin
um at kunngera, at eingin av okkara sápum inniheldur evni, sum standa á
allergilistanum hjá ES.
So tá tú keypir Kemilux húsarhaldsvørur, keypir tú altíð grønt og allergivinarligt.
- tín trygd fyri, at vøran er í lagi
KEMILUX er góð-
kendur veitari til
oljuvinnuna
KEMILUX fram-
leiðir samvarandi
ISO 9001:2000
skipanini
Hetta er ikki bert ein lýsing.
Hetta er ein upplýsing
KEMILUX
t l f . 3 5 0 8 3 0 - w w w . k e m i l u x . f o
Okkara lýsingaráðgevi sigur, at fólk tíma ikki at lesa lýsingar
við nógvum teksti. Tað trúgva vit ikki uppá. So vit fara at siga
tær eitt sindur um okkum, okkara vørur og um framleiðslu
av reingerðarevnum sum heild.