Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 86 - 6. mai 2009 Í einum uppskoti til ellis- og røktarheim yviri við Strond, sum Teknistovan Magnus SP/F v/ Magnus Hansen hevur gjørt, er bæði byggikostnaður og byggitíð skorin niður í helvt í mun til vinnarauppskotið frá Arkitema RØKTARHEIM Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Í blaðnum í gjár segði Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Tórshavnar komm­ unu, at býráðið hevur fleiri uppskot til ellis­ og røktar­ heim yviri við Strond at velja ímillum. Hann segði víðari, at býráðið nú fer at kanna hesi uppskot nærri og tosa við tey, sum hava gjørt hesi uppskot fyri at finna fram til tað besta. Tað hevur skund at byggja ellis­ og røktarheimið yviri við Strond, og stendur tað til mín skal heimið standa liðugt innan eitt ár, segði Heðin Mortensen. Ein teirra, sum nú hevur gjørt eitt alternativt uppskot, er Magnus Hansen, arkitektur. ­ Tá tað kom fram, at kostnaðurin fyri hvørja búeind var heilar 2,2 milliónir krónur byrjaði eg at hugsa um, antin tað ikki hevði borið til at gjørt tað bíligari. Eg havi tí gjørt eitt skitsuprojekt, og við tí fyrivarni, sum eitt slíkt ber í sær, meti eg tað ber til at fremja hesa byggingina fyri áleið eina millión fyri hvørja búeind, um ein útlendsk loysn verður vald, og umleið 10% meiri við einari føroyskari loysn, sigur Magnus Hansen. Hugskotið er at byggja ellis­ og røktarheimið í modulum. Hetta merkir, at tað verður bygt inni og síðani sett saman á byggi­ plássinum. Verður útlendska loysnin vald merkir hetta, at modulini verða bygd í Baltikum og síðani fraktað heim til Føroyar og sett upp her. Hetta ger tað nakað bíligari, tí arbeiðsløn og tilfar er heldur bíligari enn í Føroyum. Skjót loysn Tað ber sjálvandi til at spyrja, hví Magnus Hansen ikki bara var við í útskrivaðu kappingini um ellis­ og røktarheim yviri við Strond, men har er støðan soleiðis, at sambært treytunum, so bar stutt sagt ikki til hjá smærru teknistovunum at sleppa upp í leikin. Men hetta uppskotið hjá Magnus Hansen er gjørt so fleksibult, at tað kann nýtast allastaðni og ikki bert yviri við Strond. ­ Við at byggja í modulum ber eisini til at skera niður upp á byggitíðina, so hon verður millum níggju mánaðir og eitt ár, sigur Magnus Hansen. Talan er annars um somu stødd, sum vinnaraprojektið hjá donsku fyritøkuni Arkitema. Uppskotið hjá Magnusi Hansen umfatar 24 búeindir á góðum 2100 fermetrum deildum á tveimum hæddum. Uppskotið hjá Magnus byggir á stórtsæð sama programm sum uppskotið hjá Arkitema. Tvs., at øll almenn krøv til slíkar bygningar eru nøktað. Kommunan er kunnað um tekningarnar og hevur somuleiðis fingið eina frágreiðing frá arkitektinum. Eisini er møguleiki at gera 48 vardar íbúðir á økinum yviri við Strond. Uttan mun til, um út­ lendska ella føroyska loysn­ in verður vald, verður jørð, betong­ og betongarbeiði og el­arbeiðið gjørt av føroyingum. Hetta hevur nakað við byggilógina at gera, og verður útlendska loysnin vald, verða føroyskir elektrikarar sendir út at gera el­arbeiðið. Hvussu verður við arbeiðinum yviri við Strond er enn ikki heilt greitt, men sambært borgarstjóranum ber ikki til at bíða nógv longri við at koma í gongd, tí tørvurin er stórur, og ætlanin er eitt stórt stig á leiðini at nøkta hann. Ellis- og røktarheim fyri helvtarprís Sakarmálini móti einum 27 ára gomlum og ein 19 ára gomlum manni vórðu tikin upp aftur í morgun við tveimum nýggjum ákærum móti tí 19 ára gamla RÆTTARMÁL Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað eru drúgvar og um­ fatandi ákærur, sum ein 27 ára gamal og ein 19 ára gamal maður sita framman fyri dómaranum fyri. Saman eru teir ákærdir fyri at hava sett eld á eini sethús í Hamarsgøtu 2 í Havn, og ein brunaserfrøð­ ingur hevur í rættinum í morgun greitt frá kann­ ingum í hesum sambandi. Serfrøðingurin greiddi frá, at málið var mett í álvarsamasta bólkinum, og at fólk, vóru tey inni undir eldsbrunanum, høvdu verið í »overhængende« vanda. Nú bar kortini so væl á, at eingin var inni, og sam­ stundis var løgreglan so skjót á staðnum, at tað eydnaðist at fáa tamarhald á eldinum, áðrenn hann av álvara breiddi seg. Annars vórðu tvær nýggjar ákærur reistar móti tí 19 ára gamla manninum fyri deyðshóttanir móti einari kvinnu í arrestini, umframt harðskap móti somu kvinnu. Harðskapurin fór fram leygarkvøldið, tá ein tvistur um ein knív førdi við sær, at tann 19 ára gamli tók kvælaratak á kvinnuna, sum sá seg noydda at bíta ákærda í armin fyri at fáa hann at sleppa takinum. Seinni framførdi hann fleiri ferðir deyðshóttan fram móti kvinnuni yvirfyri einum fongsulsvørði. Hetta viðgekk tann ákærdi, men hevði annars eina aðra frágreiðing av hendingini enn kvinnan og eitt annað kvinuligt vitni, sum var til staðar. Bæði tann 19 ára gamli og kvinnan hava síðani verið í einarúmi. Eftir miðdag verða prosedururnar, og síðani verða sakarmálini tikin upp til dóms, sum væntandi fellur um eina viku. Hvussu stranga revsing ákærin fer at krevja ber ikki til at siga enn, men fleiri dómar fyriliggja longu móti persónum, sum hava verið við til summi av málunum, sum teir báðir menninir standa ákærdir fyri. Tað var her í Hamarsgøtu í Havn, at teir báðir ákærdu menninir settu eld á Mynd: Jens Kristian Vang Vatnflóð í Brasil Minst 16 fólk eru deyð í vatnflóð í Brasil, og umleið 180.000 fólk eru rýmd frá húsi og heimi undan vatninum. Tað hevur regnað illa í fleiri mánaðir í landnyrðingspartinum av landinum, og úrslitið er, at stór øki standa undir í vatni. Veðurmenninir siga frá áhaldandi regni tvær vikur afturat, og myndugleikarnir bera ótta fyri umfarssjúkum í økinum. Fernando Monteiro, sum er leiðari fyri bjargingartænastuni í landspartinum Piaui, sigur, at fleiri øki eru so tættbygd, at smittuvandin er sera stórur. Hann ber millum annað ótta fyri einari fepursjúku, sum hevur herjað aðrastaðni í Brasil og kravt 68 mannalív higartil í ár. Nýggjar ákærur móti 19 ára gomlum Projektið hjá Magnus Hansen umfatar 24 búeindir í tveimum hæddum