Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 87 - 7. mai 2009 Tónleikur Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo - Nú er liðugt við at gera vánaligar avtalur, sigur Høgni Lisberg yvir ein kaffimunn, júst afturkomin frá venjing. Hann hevur um viku­ skiftið tvær konsertir á skránni, tann fyrsta verður á Stuðulskonsertini í kvøld, og tann seinna verður á uttandurakonsertini hjá Um­ hvørvisvikuni, sum verður leygarkvøldið. Á konsert­ unum fer hann at spæla saman við Jens L. Thomsen og Brandi Jacob­sen, ein trio, sum í ár hevur verið á ferð í Frankaríki, Danmark, Íslandi og Føroyum. ­ Tónleikurin riggar væl til eina trio. Harafturat er tað eitt passaligt setup at fara avstað við. Er setuppið ov stórt, er lítið í part, og stórt sæð eingin kjansur fyri vinn­ ingi, sigur Høgni Lisb­erg. Hann hevur nevniliga ætlanir um at Haré! Haré! skal vera fløgan, sum fer at slóða vegin fyri hann, og skapa honum eitt altjóða tónleikanavn. Tað skal millum annað gerast við at skapa røttu samb­ondini, og vera sjónligur í røttu ­ Eg havi ikki ráð at investera meira. Nú skal eg helst fáa pengar b­urturúr arb­eiðnum, sigur hann. Haré! Haré perfekti cocktailurin Haré! Haré!, sum kom út tíðliga í desember, brýtur nógv frá undanfarnu fløgum hansara, ið høvdu lagt seg á singer/songwriter bógvin. Hann avgjørdi at hálsa um, og sameindi á fløguni sínar bakgrundir sum trummu- leikari og gittarleikari, sum vísti seg at vera ein væl smakkandi cocktail. Fyrsta upplagið er longu selt, og í Noreg er áhugin stórur fyri at geva fløguna út. ­ Tað er eitt plátufelag í Noreg, sum eitur Nordic Rec­ ords, ið hevur spennandi ætlanir við míni fløgu. Eg sendi mína fløgu til gjøgnum­ lurtingar, og tað vísir seg at tey elska hana, og vilja senda hana á norska marknaðin. Tað er ein nýggjur marknaður fyri meg, og minst líka spennandi sum nakar annar. Vísandi til fyrstu útsøgn í greinini, b­rendi Høgni seg av eini avtalu, hann gjørdi við eitt b­elgiskt felag. Hann gjørdi ein sáttmála við eitt felag, sum hann einki fekk b­urturúr. Nú er liðugt við tí. ­ Eg vil heldur gera alt promo arb­eiðið sjálvur, enn gera vánaligar avtalur. Fyri meg ræður tað um at skapa eina lurtarafjøld á røttu plássum. Og higartil hevur tað víst seg at vera ein góð avgerð hjá honum. Umvegis Sonicb­ids fekk Høgni hálað eina øðrvísi avtalu í land, sum kann gera stórt arb­eiði fyri hann í USA. ­ Har var ein fyrispurning­ ur sendur út, har tey b­óðu tónleikarar um at koma at hita upp fyri Kings of Leon. Eg b­jóðaði meg fram, men fekk ikki møguleikan at hita upp fyri Kings of Leon. Í staðin b­jóðaðu tey mær at vera við í kampanju hjá Plat­ form One. Umvegis Platform One vann eg atkvøðugreiðsl­ una um at framføra á SXSW í Austin, Texas. Tíverri gjørdist tíðin ov knøpp til visum og ymiskt annað prakt­ iskt í samb­and við túrin, so eg mátti melda avb­oð. Tol skal til Kampanjan hjá Platform One koyrir framvegis. Plat- form One, ið er eitt felag við drúgvum royndum, umboðar einar 16 tónleikar- ar í hesi kampanjuni, við eitt nú at skipa fyri lurtara- veitslum í amerikanska college umhvørvinum. Sam- stundis bíðar Høgni í tolni eftir hvat fer at henda við norska plátufelagnum. Kort- ini ásannar Høgni, at gjøgn- umbrotið ikki kemur av sær sjálvum, og at tað ikki hendir yvir eina nátt. Tón- leikaframleiðarar, ið ynskja at vinna seg fram í dag, kunnu hava tað trupult, hava teir ikki eitthvørt ser- stakt at vísa á. Tað snýr seg í stóran mun um at fara mið- víst til verka, trúgva uppá sína vøru og alla tíðina at halda fokus. ­ Marknaðurin b­roytist alla tíðina, og er ikki til at kenna aftur b­ara fyri nøkr­ um árum síðan. Bara síðan mín fyrsta fløga kom út í 2003, er nógv hent. Síðan tá eru fólk givin við at keypa fløgur, og verður tón­ leikurin í staðin tikin niður av netinum. Tí eri eg ótrú­ liga spentur uppá hetta norska felagið, sum hevur klárað so væl at tilpassa seg marknaðin gjøgnum árini, sigur Høgni Lisb­erg. Fram til tá setir hann alt inn í arb­eiðnum at menna sítt sum tónleikanavn. Ein møguleika fær hann til tað fríggjakvøldið 22. Mai, tá hann hevur fingið eitt gott pláss á SPOT festivalinum í Århus. Tað verður á midnátt á Archaus pallinum. ­ Ringar avtalur fara at koma aftur, tíverri. Tað er naivt at halda annað. Men eg haldi, at man við tíðini b­lívur b­etri til at velja tey røttu fólkini at samstarva við. So eg geri hvat eg kann fyri at velja tær røttu avtalurnar. Og finst ein slík ikki í einum øki, ja, so geri eg kanska arb­eiði sjálvur í staðin. Ókeypis húsalán Í Noregi er rentan á húsalánum við at koma so langt niður, at verða prísvøkstur og rentufrádráttur tikin við, er tað so at siga ókeypis at læna pengar. Tað sigur Harald Magnus Andreassen, leiðandi búskaparfrøðingur hjá First Securities, við blaðið VG. Hann roknar við, at í heyst verður rentan so lág, at við frádrátti og prísvøkstri verður rentan í veruleikanum 0. Búskaparfrøðingar í Nordea og Fokus Bank, sum VG hevur tosað við, aiga tað sama. Terir siga, at rentan á húsalánum kann koma niður á 2,5 prosent, og við 28 prosentum í rentufrádrátti og einum prosenti í prísvøkstri verður realrentan millum 1 og 0 prosent. Ætla risastórt reiðarí Samráðingar eru í hesum døgum millum donsku reiðaríini A.P. Møller - Mærsk, DFDS og Clipper um at stovna eitt risastórt norðurevropeiskt reiðarí, og sambært Børsen eru útlendsk reiðarí møguliga við í samráðingunum. A.P.Møller - Mærsk váttaði í síðstu viku, at felagið arbeiddi við at selja niðurlendska reiðaríið Norfolkline, og um somu tíð boðaði DFDS bfrá, at felagið hevði áhuga í at keypa sama reiðarí, og at Clipper og onnur reiðarí høvdu fingið fyrispurning um sama felag. Keldur hjá Børsen siga, at umframt A.P.Møller - Mærsk, DFDS, Clipper og Norfolklin er tað sannlíkt, at Scandlines kemur uppí eins og tað svenska Stena Line, belgiska Cobelfret og tað italska Grimaldi Lines. Høgni satsar alt Høgni Lisberg er farin í holt við umfatandi útbreiðsluarbeiðið við síni nýggjastu fløgu, Haré! Haré!, ið kom á marknaðin fyri jól. Nú er tíðin komin, til hann skal sláa í gjøgnum á altjóða tónleikapallinum, nú er liðugt við vánaligum avtalum. Í staðin skal gull spinnast úr harða arbeiðnum Høgni Lisberg satsar alt í arbeiðnum at skapa sær eitt navn. Hann hevur millum annað gongd í spennandi útbreiðsluarbeiði í Noregi og USA