Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 7. mai 2009 17 Føðingardagur Orð og myndir: Jan Müller Ein sera óvanligur føðingar­ dagur varð hildin í Vágs­ botni ella rættari undir Bryggjubakka seinasta leyg­ ardag. Eldsálin yvir øllum eldsálum og Føroya fremsti ambassadørur, Birgir Enni hevði boðið vinum og kenn­ ingum til fiskasuppu, krabbakjøt og rækjur og Pilsnar frá Føroya Bjór á bryggjuni millum Bátafel­ agið og Norðlýsið. Har var tónleikur og sólin setti eis­ ini sín dám á føðingardagin. Ein av gestunum var ein mætari enn formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal. Hann hevði hesi lovorðini at bera vinmanninum: ­ Eg havi kent Birgir, síð­ ani eg kom upp í politikk. Tað er eingin loyna, at Birg­ ir er góður tjóðveldismaður líka sum pápi hansara var tað. Birgir hevur verið mær persónliga ein ótrúliga góður stuðul, síðani eg fór at fáast við politikk. Hann hevur stuðlað mær bæði við sálarligari og kropsligari føði. Hvørja ferð man hevur verið hart fyrispentur so er Birgir har við fiskasúpan, kræklingi og øðrum góðum sjómati. Birgir er ein sera góður ambassadørur fyri okkara land. Minnist hann heilt frá tá hann byrjaði við vind­ myllunum, og vit síggja, at tað er júst tað, sum heimurin skríggjar eftir í dag. So Birgir hevur altíð verið 20 ár framman fyri sína tíð. Hann hevur verið íblásari av Guds náði á øllum økj­ um. Vóni at fleiri av projekt­ unum hjá Birgir eitt nú Heystætlanin gerast veru­ leiki. Eg rokni við, at Birgir fer at vera líka so virkin tey næstu 20 árini, sum hann hevur verið. Bæði í politikki og privat eru tað túrarnar við Birgir umborð á Norðlýsinum, sum øll minnast best. Eisini tað at møta og uppliva Birg­ ir. Eitt tað besta kortið vit hava til at branda Føroyar er tað, sum Norðlýsið og Birgir hava staðið fyri. Birgir ger ikki bara gott arbeiði her heima. Hann ferðast kring heim við før­ oyskum mati og ger land okkara kent frá Eysturgrøn­ landi til Hong Kong. Vit síggja fram til, at her kemur eitt nýtt bátafelagshús í Vágsbotni og kemur tað eisini at stuðla undir virk­ semi hjá Norðlýsinum sigur Høgni Hoydal í síni heilsan til vinmannin Birgir Enni. Heiðraðu eldsálina og Føroya fremsta ambassadør í Vágsbotni Vinmenninir og floksfelagarnir Birgir Enni og Høgni Hoydal í Vágsbotni Borgarstjórin Heðin Mortensen varð komin at heilsa uppá teir báðar tvíburðarnar, sum fyltu 60 Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Vágsbotn at heiðra Birgir Enni Tey hugsa sær í Vágsbotni við krabba, rækjum og fiskasuppu frá Birgir nøvn