hósdagur 7. mai 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Rákið – mai '09
N
ú ein dagin fekk eg eitt "eg-má-tapa-meg"-
tørn. Orsøkin er helst, at eg var leikandi løtt
beint í áðni, men so ringdi Michelin og spurdi,
um teir kundu sleppa at sponsorera meg. So tað
gongur við fullari ferð skeiva vegin. WEIIII????
Skil meg rætt! Tað klæðir mær fínt at síggja út sum
ein havboya. Men nú hevði eg tað akkurát so
stuttligt sum kløn.
Á
internetinum googli eg orðini: the best diet.
Tað fyrsta, sum kemur fram, skríggjar til
himmals, at tað er eingin kelda til vælveru.
Tað kennist sum, at lívið, sum eg higartil havi
notið, verður sogið úr fingrum mínum, tá eg
klikki á dómadagsleinkjuna: The Cabbage Diet.
Hvíttkálskururin. Ljóðar meira sum ein høvuðsrættur
á YouTube matsendingini, Depression Cooking
with Clara.
U
ppskriftin er einføld: kál, salt og vatn.
Lætt at minnast um ikki annað.
Hetta sleppi eg at fylla meg við 3 ferðir
um dagin. Men máltíðirnar kunnu varierast
við einari frukt omaná. Bara ikki banan.
Opinbart er banan the fat mans favourite.
Heimasíðan, ið sær øgiliga klinisk og
professionell út og við nøkrum áðrenn
og eftir myndum av ávikavist Master
Fatman og Twiggy, lovar, at hetta er
ein kurur, sum garanterar, at kiloini
rasla av eftir nøkrum fáum vikum.
Hetta kann ikki passa, hugsi eg,
tað má vera ein limit fyri, hvussu
leingi tað er fysiskt møguligt at
gumla upp á eitt kókað kálhøvd
uttan at skrumpa inn og doyggja!
Men, hóast eg einki svar fái upp
á hetta, seti eg mær fyri at royna
kurin.
H
eimasíðan ræður tær til at máta
kroppin, áðrenn byrjað verður,
so munurin verður sjónligur, tá ein, eftir skál
nummar 239, ikki orkar at lyfta høvdið upp frá
døgurðaborðinum. Sum sagt, so gjørt. Eftir at
hava staðið í kø í Kvickly við mínum kálhøvdi
og pundi av salti, renni eg heim og taki
sentimeturmálið fram. Máti og skrivi niður tølini
fyri arm, lær, búk og bringu….og so, bara tí
eg ikki kann halda mær, fær høvdið, fóturin og
lítlifingur eisini ein umgang við málibandinum.
Bara soleiðis…til stuttleikar.
H
eimasíðan sigur eisini, at eg skal byrja eina
dietary diary. Eg skal skriva niður, hvat eg
ætli við hesum, hvørjir mínir tankar eru um tað og
so framvegis. Kururin er nú alvorligani komin í
gongd og er tríggjar og ein hálvan tíma gamal,
so eg eri enn sannførd um, at fylgja honum
slaviskt. Heimasíðan gevur mær spurningar at
kickstarta mína dagbók við.
Heimasíðan: Hvussu veitst tú, at tú eigur at fara
undir kálkurin?
Turið: Tá eg hyggi út gjøgnum vindeygað flagsa
undirhøkurnar.
Soleiðis. Nú varð dagbókin skrivað.
E
g fari út í køkin og geri mær eina fløvandi,
lekkra skál av káli. Í einari seinastu desperatari
roynd at lumpa heilan frá at halda, at eyguni
stara niður í nakað, sum líkist einari skál av glóð-
heitum vesipappíri í laka, brøli eg allan vegin frá
grýtuni til borðið, hvussu lekkurt hetta sær út.
E
g seti meg niður og fái mær eitt stórt petti av
káli og nakað av saltvatni upp í kjaftin. Tað
gerst tó beinanvegin rættiliga týðiligt, hvussu
alneyðugt tað er at kopla heilan frá og so bara
jótra sum ein kúgv í hungursneyð fyri at fáa hetta
niðurum. Tár trilla, sveittin lekur og smakkleykirnir
vilja skriva til Amnesty. Hetta skal eg ikki gera
aftur! Í stundini er mítt "eg-má-tapa-meg"-tørn
lukkuligani yvirstaðið, og ongantíð skal eg aftur
nærínámind av einum kuri!
Kløn við kálkuri
Klumman
Turid Johannessen
turid.johannessen@gmail.com
Turið Johannessen bloggar á www.turidbloggar.tk
Skapa tær lívið, sum tú vilt hava tað!
- skeið og fyrilestrar, lær at íverkseta tínir dreymar v/Jack Makani
Skeið
Kom og lær, hvussu tú kanst skapa tær tað lívið, tú ynskir. Kom og set gongd á títt nýggja lív.
Nær: 23. & 24. mai Hvar: Tórshavn Kostnaður: Einans 2.750 kr. fyri vikuskiftið v/mat
Fyrilestur í Tórshavn & í Klaksvík
Kom og fá sjey góð tip um, hvussu tú kanst røkka tínum ynskjum og liva tín dreym.
Í Tórshavn: 19. mai 2009 kl. 20.00 Hvar: í Reinsarínum Einans 100 kr. v/kaffi
Í Klaksvík: 20. mai 2009 kl. 20.00 Hvar: í Leikalund Einans 100 kr. v/kaffi
Tilmelding og les meiri
Tekna teg og fá alt at vita á www.synergi.fo ella ring 322 355
Avmarkað pláss!