Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 87 - 7. mai 2009 19 lýsing Dámlig hús í Havn Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Dygdargóðu húsini standa væl fyri í familju- og barnavinaligum umhvørvi. Fyrsta fatanin Tú sært húsini við tað sama, tú snarar um hornið inn í Børkugøtu, og tú sært, at nakað serstakt er við teimum. Tey eru sum nýggj og signalera hugna og góðsku, tokkalæti og lívslag. Enn er lítið og einki gjørt uttanum, men lendið er slætt og møguleikarnir eru góðir at gera garð og garagu. Húsini standa væl fyri við blindan veg í góðum og friðarligum umhvørvið, ið er familju- og barnavinaligt. Lætt er at koma til húsini, og stutt er til høvuðsferðsluveg. Stílur og snið – ljós og luft Stílurin er nútímans og lættur. Alt er ljóst og frískligt, men samstundis er ein undirtóni av góðsku og dygd við tað, at gólvini eru døkk og massiv eins og trapputrinini, sum saman við borðplátunum og kantunum í Multiform-køkinum undirstrika stílin. Nógv vindeygu eru í húsinum, so gott samband er millum inni og úti, men tú kanst við sprossavindeygunum hóast alt vera í friði inni hjá tær sjálvum. Fleiri hurðar eru út bæði í neðra og í erva, so skjótt er at koma út at njóta ljósið og luftina. Innrættingin er fyrimyndarlig Innanfyri høvuðsinngongdina er ein hugnaligur durur og eitt lítið gestawc. Komin inn í uttaru gongdina er eitt lítið fýrrúm og inngongd til eitt rættiliga stórt kamar. Í innaru gongd er trappugongd og hall við hurð inn til eina hugnaliga stovu, ið hevur útgongd til eitt ætlað útigólv. Longur inni í gongini er aftur eitt kamar, eitt baðirúm og eitt kjallararúm, ið kann innrættast. Í erva er trappuuppgongd og gongd, og trappan kann førast víðari upp á loftið, ið kann innrættast. Úr gongini er stórt kamar og baðirúm eins og hugnalig stova við útgongd til útigólv / altan. Mitt í húsinum við karnappi er stásilig borðsstova upp til hugnaliga matarkøkin, har eisini er útgongd til útigólv / altan. Við síðuna av køkinum er bryggers / vaskirúm við útgongd til ein snøggan hjall. Alt er innrættað sera praktiskt. Úr gongini er inngongd til hjúnarrúm við egnum klædnarúmi og baðirúmi. Fakta Adressa: Børkugøta 15, Tórshavn Byggiár: 1998 Hæddir: 2 Gólvvídd: 270 m2 (370 m2 við lofti) Grundøki: 537 m2 Prísuppskot: Kr. 2.900.000,00