hósdagur 7. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Rákið – mai '09
Postboðið bankar á dyrnar og
handar henni ein stóran bjálvað an
brævbjálva við gávu í frá sviga
rinnuni í Filipsoyggjunum. Hedvig
Johansdóttir takkar, letur úthurðina
aftur og setist at fortelja um, hvussu
tað ber til, at hon, sum havnarkona,
valdi at búseta seg í Kunoy.
– At búgva her í Kunoy gevur
mær frælsi at liva tað lívið, sum eg
ynski. Tí eg kann ikki ganga upp á
kompromis við tað, sum hevur allar
størstan týdning, nevniliga góðu
løturnar saman við manninum og
børnunum. Hóast eg eri havnagenta,
so eri eg meira náttúrumenniskja.
Her í Kunoy er vakurt og friðarligt,
vit eru ikki bundin av skuld, sigur
Hedvig og setir koppin á San
Fransisco. Undir klára voksdúkinum
liggur eitt stórt heimskort og ber
boð um, at hóast vit eru stødd í
Kunoy, eru vit framvegis partur av
alheiminum.
– Vit hava búð í Keypmannahavn,
Spania og í Reykjavík. Fyri okkum
hevur tað ikki so stóran týdning,
hvar vit búgva, men at njóta núið,
óansæð, hvar vit eru. So hetta er eitt
sindur sum at búgva í summarhúsi
alt árið, sigur Hedvig og fær sær
eitt jarðber við myrkari sjokolátu av
uppsatsinum í trimum hæddum.
Hugnaligu eittplanshúsini ovar
laga í bygdini hava eisini ein
ljósan og lættan summardám,
við tjaldursklippum úr homrunum
í erva, smálombum í túninum og
stórslignum útsýni yvir fjallaryggirnar
á Borðoynni.
VELUR TIL HELDUR ENN FRÁ
Longu sum ung avgjørdu Hedvig
og Erling, hvussu tey vildu liva lívið
saman.
– Eg vil ikki vera partur av
materiella resinum, har eg ikki havi
yvirskot til børnini ella at smílast
til mannin, tá hann kemur heim,
sigur Hedvig, sum heldur tað vera
spennandi at seta sær eitt mál, fyri
síðani at skipa lívið soleiðis, at til ber
at røkka hesum máli.
– Men eg elski at fara ein túr til
Havnar. At drekka ein Caffè Latte í
Baresso, eta Brunch við børnunum á
Hvonn ella gera kvetti í Klivanum. Eg
vil kunna velja tað til, men ikki vera
partur av larminum hvønn dag, sigur
hon, og fær sær eitt petti av ananas
av avlanga fatinum við frukt og osti.
– Fólk halda ofta, at alt er so smátt
og forvitið á bygd. Men her er nógv
meira privat enn á Frælsinum, har eg
vaks upp. Her sær ongin inn. Børnini
spæla saman í frítíðini, og eg læni
sukur frá grannanum. Burtursæð frá
tí, liva vit akkurát líka anonymt her
sum í Hoyvík, á Nørrebro, í Spania
ella í Reykjavík. Men her eru bara
10 minuttir til Klaksvíkar, ommur og
abbar, arbeiði og vinfólk.
Tjekkað
í Kunoy
LÍVSSTÍLUR: Hon er havnargenta og heilsu
freak. Leiðari og listakvinna. Livir í nú’inum
og elskar lekkir klæðir.
Snøgt sagt: Ein kulan lívsstíl … Í KUNOY!
Hedvig Johansdóttir.
34 ár.
Uppvaksin á Frælsinum í Havn.
Gift við Erlingi Høgnesen, 35 ár,
sivilverkfrøðingur úr Klaksvík.
Børnini eru Ronja 6 ár og Boas 5 ár.
Leiðari í Barnahúsinum Margit og
í útibarnagarðinum Fjallafípan í
Klaksvík.
Elskar at renna og mála.
Kann ikki liva uttan teppir,
stearinljós og heimabakað.
Tosar føroyskt, danskt, enskt og
spanskt.
Útbúgvin kunstpedagogur og tekur
leiðsluútbúgving.
Eigur ein lítlan bil, Suzuki Swift og
ein fittan gravhund.
Besti sangurin er »Í tínum trygdar
skugga« við Martin Joensen.
rigmor@sosialurin.fo
Rigmor Dam