Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 [ Nr. 87 - 7. mai 2009 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Spælararnir hjá Chelsea vóru í øðini um dømingina, men norski Tom Henning Øvrebø lætst ikki um vón Mynd: Polfoto/AP Chelsea hevði finalu­ plássið í hondunum, men teir snávaðu í yvirtíðini Fótbóltur Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Barcelona er í Champions League finaluni. Tann 27. mai spælir katalanski fót­ bólts risin finalu ímóti Man­ chester United á olympiska leikvøllinum í Rom. Men tað kravdi væl av hepni, tí synd er at siga, at Barcelona hevði uppiborið ein javnleik ígjár. Chelsea var betri skipað enn Barcelona, og teir komu eisini til væl fleiri mál møgu leikar, enn kata­ lanska mótstøðuliðið. Men Chelsea fekk bert tað eina málið, sum Michael Essien meddaði í netið við einum dreymahøggi, tá bert 9 minutt ir vóru farnir. Satt at siga, so hevði Barcelona ikki eina ærliga roynd innanfyri rammurnar hjá Petr Cech í Chelsea­ mál inum í vanligu leik­ tíðini. Men sum máliskan í politikki sigur: einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og í yvirtíðini hevði Barce­ lona sína fyrstu roynd á málið hjá Chelsea. Iniesta sendi eitt knallhart skot upp í nettakið hjá Petr Cech, og spælarnir og áskoðarnir hjá Barcelona vóru í ekstasu. Chelsea trýsti síðstu løtuna, og Michael Ballack meinti avgjørt, at hann var snýttur fyri eitt brotsspark, men norski dómarin, Tom Henning Øvrebø lætst ikki um vón. Óheppin dómari Spælarnir hjá Chelsea føldu seg snýttar fyri fleiri brots­ spørk. Tá Tom Henning Øvre bø ikki dømdi brots­ spark í yvirtíðini, helt Michael Ballack til beins eftir honum, og ta einu løt­ una sá út, sum Ballack ætl­ aði at gera seg inn á Øvre­ bø, men týski mið vallarin gjørdi tíbetur ikki álvara av hóttanini. Stutt eftir mótmælis­ gong una hjá Ballack bríkslaði Tom Henning Øvrebø dyst in av. Aftaná dystin, var tað serliga Chelsea­framherjin, Didier Drogba, sum var óður inn á Tom Henning Øvre bø. Didier Drogba vísti fyri opnum skermi hvussu óður hann var inn á norska dóm­ aran. Hann fór beina leið yvir til Øvrebø, men tíbetur komu trygdarfólk í millum. Øvrebø gav fílabeins strand­ inginum tað gula kortið, men lítið hjálpti, Drogba var framvegis dansandi óður. Tá Drogba var liðugur við at skelda Tom Henning Øvrebø, vendi hann sær ímóti sjónvarps upp tøku tól­ unum, peikaði á eygað hjá sær, og ýldi sum ein stungin grís ur. Nærum allir Chelsea­spælarnir vóru misnøgdir við avrikið hjá Øvrebø. Slaktaður í sjónvarpinum Didier Drogba var so grovur í viðtaluni, sum SkySports hevði við hann aftaná dyst­ in, at sjónvarpsstøðin valdi at klippa burtur úr úttalilsu­ num hjá fílabeins strand ing­ inum, áð renn teir sendu sam røðuna. Viðmerkjarnir hjá SkySports góvu eisini Øvrebø av grovfíluni, og synd er at siga, at Brian Lau d rup, Preben Elkjær og Peter Schmeichel stóðu aft­ ast í køðini, tá tað kom til at lýsa avrikið hjá Tom Henn­ ing Øvrebø. Lesarar hjá norsku net­ bløð unum, sum búgva í London hava givið til kennar, at tey tora ikki at siga, at tey eru úr Noregi, tí tey halda, at avrikið hjá Øvre bø kann koma teimum í vanda. Drogba og Chelsea høvdu annars nóg mikið av mál møguleikum, til at koma uppá 2­0, sum hevði punkt erað dystin, men teir kendu ikki sína vitjannartíð. Tann tíðin vitjaði bara Barce lona á einum sinni ígjár, og teir tóku av í stund­ ini. Barca víðari eftir dramatiskan dyst v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 5 3 - 2 - 0 13 8 5 11 2 HB 5 3 - 1 - 1 9 6 3 10 3 B36 5 3 - 1 - 1 10 9 1 10 4 EB/S 5 3 - 0 - 2 10 6 4 9 5 Víkingur 5 2 - 1 - 2 11 8 3 7 6 AB 5 2 - 1 - 2 7 6 1 7 7 ÍF 5 2 - 0 - 3 5 8 -3 6 8 B68 5 1 - 1 - 3 6 11 -5 4 9 07 Vestur 5 1 - 1 - 3 10 16 -6 4 10 KÍ 5 0 - 2 - 3 3 6 -3 2 1. deild menn v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B68 6 4 - 0 - 2 17 8 9 12 2 B71 6 4 - 0 - 2 14 6 8 12 3 VB/S 5 4 - 0 - 1 13 8 5 12 4 TB 5 4 - 0 - 1 10 7 3 12 5 HB 6 3 - 1 - 2 12 8 4 10 6 FC Hoyvík 5 3 - 1 - 1 8 5 3 10 7 NSÍ 5 2 - 0 - 3 9 14 -5 6 8 Víkingur 6 1 - 2 - 3 3 5 -2 5 9 Skála 6 0 - 1 - 5 4 14 -10 1 10 MB 6 0 - 1 - 5 5 20 -15 1 Barcelona hevur fleiri royndir, enn Manchester United, tá tað kemur til final ur í Champions League og Champions Cup. Barcelona var í síni fyrstu finalu í 1961, tá teir taptu 3­2 móti Benfica. Í 1986 var Barcelona í finaluni ímóti Steua Buka­ rest úr Rumenia. Tá tapti Barce lona 0­3 aftaná brots sparkskapping. Ikki fyrr enn í 1992 eydnaðist tað Barcelona at vinna kappingina, tá teir vunnu 1­0 á Sampdoria í finaluni. Í 1994 tapti Barcelona heili 0­4 ímóti AC Milan í finaluni. Barcelona var aftur í final uni í 2006, tá teir vunnu 2­1 á Arsenal. Barca hevur soleiðis tveir sigr ar í fimm finalum. Manchester United hev­ ur áður verið í trimum final um, og teir hava vunn ið allar. Ì 1968 vann United 4­1 á Benfica, aftaná umdyst. Ì 1999 vunnu teir 2­1 á Bay ern Munchen við tveim um málum, sum komu í yvirtíðini, og í fjør vunnu teir á Chelsea aftaná brots sparks kapp­ ing. Manchester United og Barcelona møttust í final uni fyri steypa vinn ar­ ar í 1991, tá vann United 2­1. -heris Sætta finalan hjá Barca, fjórða finalan hjá United