hósdagur 7. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Rákið – mai '09
slonk og sunn og kenna meg væl,
bæði innan og uttan. Inni í sálini við
at hava Harran hjá mær alla tíðina
og hvønn dag, og uttaná við at vera
rein og sunn og at lata meg pent í.
SKAPAR SJÁLV SÍTT RÁK
Nú vit tosa um at lata seg pent í,
fer tosið yvir á klæðir og skógvar, tí
Hedvig vil ikki bara fylgja rákinum
ella mótanum.
– Eg vil helst finna eina djypri
mein ing í øllum. Men samstundis
dám ar mær væl góðan stíl, móta,
klæðir og innrætting. So eg geva
meg yvir til tað kvinnuliga og pynti
liga. Helst ráar og romantiskar
dygdar vørur.
Klæðini fær Hedvig ofta rós fyri, tí
hon dugir væl at finna tað rætta og
at seta tað pent saman. Tað eru góð
merki, keypt í endurnýtslu ella outlet.
Manglar hon eina hvíta skjúrtu,
bíðar hon til tann rætta er funnin, og
so keypir hon hana. Á tann hátt
kemur hon ikki heim við feilkeypum
og vánaligari góðsku, men fær
pengarnar at røkka til tað rætta.
Merkini, sum ganga aftur, eru
Odd Molly, Diesel og Replay.
Ofta keypt bíligað, seymað
um ella á útsølu. Og so frískað
upp við einum heimabundnum
turriklæði, einum skinnvesti,
persón ligum tilhoyri, smúkkum og
penum skóm.
– Tað besta komplimentið,
eg havi fingið, var frá einari,
sum segði: »Tú gongur altíð í
sovorðnum, sum man ikki fær í
handlunum«. Eg vil gjarna vera
orginal, líka mikið, hvar eg búgvi.
Ikki tí tað er modernað, men tí mær
dámar tað. Tí eg elski at kenna
meg reina, vakra og sunna, heilt
inn í sálina. Og tað havi eg valt.
Hedvig hevur inn rættað
sær eitt máli kamar í
húsinum. Hendan
myndarøðin av
familjuni hongur í
gongini. Hon hevur
lært at mála hjá Kára
Svensson, Billedskolen
á Nørrebro, í
Kunstskolen í Hillerød,
og hevur eisini havt
nakrar framsýningar.