Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 87 - 7. mai 2009 lýsingar Frítíðaravloysari til køkin Søkt verður eftir avloysara fyri kostrøktarstarvs­ fólk frá 01.06.09 til 30.09.09, ella eftir nærri avtalu. Umsøkjarin skal hava útbúgving sum økonoma, professionsbachelor í kost og føðslu, ella køksatstøðari. Arbeiðstíðin er 1,0. Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Kost­ og føðslufelagið og Fíggjarmálaráðið. Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við økonomu, Hannilenu Jacobsen telefon 45 45 45. Umsókn, saman við avriti av prógvi v.m., verður at senda til Sjúkrahússtjóran, Klaksvíkar Sjúkrahús, FO­700 Klaksvík. Umsóknarfreist 20. mai 2009 Klaksvíkar Sjúkrahús Tlf: 45 45 45 lokal 123 Fax: 45 73 63 · 700 Klaksvík Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Deildarleiðari til eldrasam­ býlini í Suðurstreymoy Søkt verður eftir deildarleiðara til eldrasambýlini í Suðurstreymoy. Talan er um starv innan Nærverkið, har uppgávan er at hava dagligu leiðsluna av sambýlunum við tilvísing til økisleiðaran. Umsóknarfreist: 25. mai 2009. Les meira á www.naerverk.fo Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Útleigan Eisini ber til at leiga flatskermar hjá okkum sera bíligt. Telefon 25 11 60 MEGNA v/Guttorm mortensen Við tráðleysa kortsplittaranum frá SmartWi ber til at hyggja í øllum rúmum við einum haldi! Treytað av at lesandi verða upptikin í summar verða hesi størv leys til at seta frá 1. august 2009 ella møguliga fyrr: Eitt, møguliga tvey størv sum undirvísingarleiðari fyri nýggju lærara- og pedagogútbúgvingina. Undirvísingarleiðarin skal hava fakliga eftirlitið við og dagligu umsitingina av útbúgvingunum, og skal harumframt hava fakligan førleika og skyldu at undirvísa í einum vavi, sum rektarin ásetur. Eisini skal hon/hann verða við at menna nýggju útbúgvingarøkini, sum verða uppbygd komandi árini, og verður sostatt við at orða endamál og innihald fyri starvið. Undirvísingarleiðarin skal hava gott innlit í norðurlendskar og altjóða útbúgvingarskipanir, og m.a. út frá hesum vera við til at tryggja støðið í útbúgvingunum. Eitt lærarastarv innan sernámsfrøðiliga økið sum komandi lestrarár fevnir um undirvísing av pedagoglesandi. Stovnurin er farin undir at byggja upp nýggja útbúgvingargrein innan økið, ætlað bæði pedagog- og læraralesandi, umframt eftir- og fram- haldsútbúgving fyri lærarar og pedagogar. Eitt lærarastarv innan samfelagsvísindaliga økið m.a. við denti á samfelagslæru, barna- & ungdómsmentan og pedagogiska sosiologi/antropologi. Eisini verður søkt eftir tímalærarum í didaktikk og siðalæru/lívsáskoðan. Umframt førleika til undirvísing, vegleiðing og eftirmeting á BA støði og innlit í lærara-/pedagogútbúgv- ingina vænta vit, at umsøkjararnir í breiðum tvørfakligum høpi eru sinnaðir at vera við til at menna nýggju útbúgvingarnar, og eisini luttaka í øðrum virksemi og arbeiðsuppgávum sum t.d. toymissamstarvi, starvs- læruvegleiðing, menningarverkætlanum o.ø. Granskingarførleiki er ein fyrimunur. Eisini verður dentur lagdur á persónligar eginleikar, serliga samstarvs- og samskiftisevni og hugburð og evni at hugsa nýtt. Sum treyt fyri setan í fast starv verður eisini kravd námsfrøðilig og fakdidaktisk útbúgving og arbeiðsroyndir, ið samanlagt kann enda við lektaradøming. Talan kann verða um fast starv ella tíðaravmarkað starv, møguliga sum parttíð. Talan kann eisini gerast um royndarsetan 1-2 ár. Setan í fast starv er treytað av breiðari samanseting av nevndu fakøkjum. Løn sambært sáttmála við Magistarafelag Føroya ella avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita við at seta seg í samband við Jóannes Hansen, rektara: joannes@flsk.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 25. mai 2009 kl. 16.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknirnar verða sendar til: Føroya Læraraskúla, Frælsið 20, Postboks 348, FO-110 Tórshavn www.flsk.fo E-mail: flsk@flsk.fo STørv á LærArASkúLANUM á Læraraskúlanum eru tvær útbúgvingar, lærara- og pedagogútbúgvingin. 26 lærarar undirvísa, av hesum 12 parttíð. Í ár lesa 122 til lærara og 125 til pedagog. Tey, sum fóru undir lestur á sumri í 2008, eru undir royndarskipan, sum tað verður arbeitt við at fáa nýggjar formligar ásetingar um soleiðis, at lesturin er á Bachelorstøði við møguleika til seinni at taka Master og Ph.D. Eisini eru ætlanir um at skipa eina serstaka eftir- og fram- haldsútbúgvingardeild. Stovnurin, sum nú er lagdur saman við Fróðskaparsetri Føroya og Sjúkrarøktafrøðiskúlanum,er í holtur við at fyrireika nýggjar linjugreinar í móðurmáli og náttúra fyri læraralesandi, har fakdidaktikkur verður partur av innihaldinum. ætlanin er eisini at fara undir at skipa nýggjan linjulestur innan sernámsfrøðiliga økið fyri pedagoglesandi. Hesar linjur eru, heilt ella lutvíst, ætlaðar at bjóða lærarum og pedagogum sum eftirútbúgving. Allir partar av útbúgvingunum verða lýstir í altjóða ECTS-lýsingum, ið tey settu hava skyldu til at vera við at orða. royndar- og menningarvirksemi og gransking fer komandi árini væntandi at gerast ein alt størri partur av virksemi stovnsins. Føroya Læraraskúli Fróðskaparsetur Føroya Lesið - so eru tit við