hósdagur 7. mai 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
• mai 2009
Hjá 360 á Hjalla er nærum alt at fáa, og lættast er
at siga, at har fæst alt til húsini, uttan møblar
Á
Hjalla í Havn er forvitnisligt handilsøki, har nógv vitjandi koma framvið, og tey
koma eisini innar í tær ymsu fyritøkurnar, ið har eru. Ein teirra er 360 á Hjalla.
360 á Hjalla hevur nærum alt, og fá leita til fánýtis á Hjalla.
Er tað flatskermur, bilannlegg ella hvítvørur, ið einum tørvar, so fæst tað hjá
360 á Hjalla.
Og sama kann sigast um t.d. gávulutir, uttandura máling, og nú summarið er í nánd, so
er tað hent, at hjá 360 fáast eisini súkklur. Tað eru nevniliga ikki so mong, ið selja súkklur
longur.
Eisini hevur 360 byggimarknað og gólvklædning.
Tilboð
Vert er eisini at vitja á Hjalla í løtuni, tí í køksdeildini hava tey nú tilboð og ein fær 20%
í avsláttri.
Fyri lættast at lýsa 360 á Hjalla, so er lættast at siga, at har fæst alt til húsini, uttan
møblarnir.
ekort
Í samband við ekort samstarvið, sum 360 er partur av, so verður sagt av Hjalla, at tey
har hava selt nógv á henda hátt.
Tey meta skipanina verða góða og hava góðar royndir, og meta eisini, at kundarnir hava
góðar royndir, og eru glaðir fyri skipanina.
Alt í alt hava tey alt gott at bera skipanini, og vóna tey, at ekort skipanin rættiliga tekur
dik á seg, so enn fleiri fáa eyguni upp fyri fyrimununum, so tey fáa lut í teimum.
360 á Hjalla hevur nærum alt
Eigararnir av Bixini og Mega hildu tað vera gott
hugskot, at handlarnir í SMS fóru uppí ekort
samstarvið. Bixin og Mega venda sær í størstan
mun til børn og ung
B
ixin telist millum nýggjaru handlarnar í Havn. Handilin læt upp í miðbýnum tann
22. november í 2003, og hevur síðani ment seg til at teljast millum teir fremstu
av sínum slagi í landinum.
Bixin hevur síðani 25. oktober 2006 hildið til í SMS, og er Bixin ein av fleiri
nýggjum handlum, sum tá komu í sølumiðstøðina. Hølisumstøðurnar eru tær higartil bestu
hjá Bixini.
Fyrst og fremst leggur Bixin seg eftir at bjóða fram eitt fjølbroytt úrval av snøggum og
dygdargóðum klæðum til børn í aldrinum millum 0 og 10 ár.
Alla tíðina royna vit at útbyggja úrvali av klædnamerkjum og -vørum, ið liva upp til tey
stóru krøv, vit sjálv seta okkara úrvali.
Sum dømi um klædnamerki, ið fáast í Bixini, kunnu nevnast Al-X, Bisgaard, Diesel,
Hummel, Levi’s, Urban Elk, Wheat.
Mega
Mega er líkasum onnur síða av somu søk, og heldur til í somu hølum, sum Bixin. Í Mega
verður tikið yvir, har Bixin sleppur. Í Mega leggja tey seg eftir at hava ungdómsklæðir.
Men í dag er tað so, at markið millum tað, ið tey ungu vilja hava, og tað, sum vaksin
ganga í, ikki altíð er so lætt at síggja. Tí vendir Mega sær ikki bert til tannáringar, men
eisini til vaksin.
Mega er sostatt handilin til tannáringin, men eisini til tey, ið eru komin eitt sindur
longur, og hava fingið nøkur ár afturat løgd afturum seg.
Gott hugskot
Í Bixini hildu tey tað vera gott hugskot, tá handlarnir í SMS ætlaðu sær við í ekort
samstarvið, og í Bixini eru tey eisini glað fyri hetta og meta, at tað eru kundarnir
somuleiðis.
Bixin og Mega hava klæðini
til børn og ung