mikudagur 17. oktober 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2001
15
báðumegin miðlinjuna, tess
skjótari og bíligari verður
at fara undir eina útbygg-
ing, sum peningaliga ber
einum infrastrukturi so sum
rørleiðingsskipanum.
Bretland, sum í dag er
sjálvbjargið við olju og
gassi, fer um ikki so nógv
ár at vera innflytari av olju
og gassi, um ikki nýggj
fund verða gjørd. Og hetta
er ein orsøk til, at leitingin
á Atlantsmótinum hevur so
stóran prioritet fyri ikki
minst bretskar myndug-
leikar.
Tað er tí greitt, at mong
eygu í altjóða oljuheimin-
um í løtuni eru vend móti
Marjunbrunninum
hjá
Hess. Eitt fund her kann fáa
ómetaliga
týdning
fyri
komandi leiting á bretskum
øki eisini. So eitt fund her
og eitt fund hinumegin fer
at fáa ein veksulvirkning,
sum fer at bera í sær upp-
aftur fleiri boringar kom-
andi árini.
Taka vit so seinastu
útbjóðingina í bretskum
øki - í tí nógv umrøddu
Hvíti zonuni - so hevur BP
hevur játtað at bora 2 ella 3
brunnar í teiginum 204/18,
sum er "diamanturin" teir
fingu tillutað saman við
Shell í 19. rundu. Tað er ein
av hesum brunnum teir fara
at bora, tá teir eru lidnir í
Svínoyarøkinum her hjá
okkum. Tann boringin -
Assynt kallað (eftir fjalli í
Skotlandi) byrjar í næstum
ella er longu byrjað. Tvs. at
úrslitið av tí boringini verð-
ur greitt um sama mundið
sum tað hjá Hess her hjá
okkum. Tann brunnurin er
bert fáar fjórðingar frá
markinum (tí politiska)
men er tó í júst sama jarð-
frøðiliga øki sum boring-
arnar okkara megin. Nett-
upp tí hevur tann boringin
eisini áhuga/týdning fyri
okkum á sama hátt sum
brunnurin Hess nú borar
hevur áhuga/týdning fyri
bretskar myndugleikar, tí
hann kann siga nakað um
møguleikan at finna nakað
hinumegin markið eisini.
Umframt BP/Shell fara
eisini fleiri onnur oljufeløg
at bora stutt frá markinum
næsta ár, sum part av
tillutan teirra í 19. rundu.
Amerada Hess fer at bora
tveir brunnar tætt upp at
markinum við møguleika at
bora enn ein. Agip fer at
bora ein (umframt tann á
føroyska økinum). Henda
fingu teir tillutað í 17.
rundu. Texaco fer so eisini
at bora ein ella fleiri
brunnar stutt frá markinum.
Hartil kemur, at Phillips
stendur til at bora ein brunn
suður úr markinum. So tá
tað verður tosað um, at
"bert" ein brunnur verður
boraður á føroyska land-
grunninum næsta ár, so er
tað ikki allur sannleikin um
Atlantmótið sum so. Tað
verða nevniliga boraðir
einir 6-8 brunnar júst hinu-
megin markið næsta ár,
sum allir kunnu geva vitan
um potentiali á okkara øki
eisini. Her eigur tað kanska
at hava serstakan áhuga fyri
okkum, at Texaco og Ame-
rada fara at bora longur
norðuri tvs. norðan fyri
Gullhornið. Boringar har
kunnu fáa stóran týdning
fyri komandi útbjóðing hjá
okkum. Hetta vísir, hvussu
nógv alt arbeiði og vitan
báðumegin miðlinjuna hev-
ur at siga fyri bæði før-
oyingar og bretar og øll
oljufeløgini, sum eru virkin
í økinum. Tí eiga føroy-
ingar ikki bara at fokusera
á og eygleiða boringarnar í
okkara øki men heldur at
síggja
hesar
eins
og
boringar á bretskum øki
sum part av eini heild.
Fara vit so víðari, ber
eisini til at seta spurningin
um, hvat hendir á restini av
marginuni frá Írlandi til
Lofoten
og
nú
eisini
vestureftir eftir Jan Mayen
Rygginum, har seismiskar
kanningar verða gjørdar nú.
Tað er eisini vert at geva
gætur, at Conoco fyrr í ár
boraði við West Navion ein
brunn (West Nave) stutt frá
verandi oljufeltum bretsku
megin markið. Ella stutt frá
Suilven feltinum, sum varð
funnið fyri nøkrum árum
síðani og sum eftir øllum at
døma bert verður mett
áhugavert, um okkurt fund
verður gjørt aftrat í
grannalagnum. West Nave
brunnurin hevur tight hole
status í løtuni. Tvs. at vit
vita ikki, um har er funnin
olja. Tað kundi sæð lovandi
út.
Tað, sum annars í løtuni
hendur vestan fyri Hetland
eigur eisini at hava okkara
áhuga. Arbeiðið at leggja
rørleiðing til at flyta gass
frá Foinaven og Schie-
hallion til Sullom Voe og
víðari til Magnus-feltið í
Norðsjónum og ætlanin at
fara undir framleiðslu frá
Clair eru so sanniliga eisini
áhugaverd fyri føroyingar.
Tí tá samanum kemur
kunnu projekt, ætlanir og
vitan øðrumegin miðlinj-
una hava alstóran týdning
og harvið áhuga fyri tey
hinumegin miðlinjuna.
Tí er tað rætt at tosa um
alt økið millum Hetland og
Føroyar undir einum, tá
tosað verður um eina
nýggja oljuprovins alla
Norðsjógvin.
Aftrat øllum hesum eiga
vit ikki at gloyma møgu-
leikan hjá føroyingum at
servisera boring hinumegin
markið. Tað hava vit longu
gjørt í sambandi við Assynt
brunnin, sum West Navion
skal bora fyri BP í næstum.
Annars hevur ikki minst BP
gjørt vart við, at teir kundu
hugsað sær, at føroyingar
eru við til at servisera teirra
boringar og hvør veit fram-
leiðslu beint hinumegin
markið.
Á hesum kortinum síggja vit (hvíta strikan), hvussu víða Atlantsmótið, Atlantic Margin,
gongur. Føroyar liggja mitt í.
Spurningurin er, um tað verða hesir báðir landsstýrismenninir ella heilt aðrir, sum sleppa at uppliva, at fyrsta oljan verður
funnin við Føroyar. Her Eyðun Elttør og Karsten Hansen á vitjan í Alaska
Mynd jan
Útbjóðingar í Havn og í London frá stóra økinum á Atlants-
mótinum hava stóran týdning fyri framtíðina her um leiðir,
um talan verður um eina stóra oljuprovins eins og
Norðsjógvurin
15
14
Nr. 200 - 17. oktober 2001
Ikki bert føroyska
økið, men alt
Atlantsmótið millum
Føroyar og Hetland
verður í hesum
døgum eygleitt av
altjóða oljufeløgum
og myndugleikum.
Eitt nýtt fund í hesum
økinum kann skunda
undir menningina av
hesum nýggja olju-
landslutinum
OLJULEITING Á
ATLANTSMÓTINUM
Jan Müller
Á altjóða oljumáli, sum er
enskt, verður tað nevnt The
Atlantic Margin. Norð-
menn
kalla
tað
fyri
Atlanterhavsmarginen. Og í
Føroyum hevur navnframi
málfrøðingurin í Kirkjubø
givið tí heitið Atlantsmótið.
Statoil, Mobil og Enter-
prise, sum vórðu millum
tey fyrstu oljufeløgini at
vísa føroyska landgrunn-
inum ans, gjørdu tí eisini av
at kalla samtakið fyri
Atlantic Margin Group ella
stytt til AMG-bólkurin.
Atlantsmótið er skráin,
sum gongur frá endanum
av landgrunninum og út
móti djúpri vatni. Henda
finna vit vestan fyri Írland,
vit finna hann millum Før-
oyar og Hetland, hann held-
ur fram út fyri Miðnoreg og
heilt norður til Lofoten og
hann hevur eftir øllum at
døma eisini samband við
Jan Mayen Ryggin.
Um so er at olja verður
funnin við Føroyar, so
kunnu vit beint tað sama
venja okkum við orðið
Atlantsmótið - men tá
mugu vit eisini gera okkum
greitt, at vit her tosa um alt
tað stóra økið millum
Føroyar og Hetland. Tá
tosað verður um eina
nýggja oljuprovins í Norð-
uratlantshavi, so er tað alt
hetta stóra økið sipað
verður til.
Tað er tí rætt alt fyri eitt
at gera sær greitt, at leiting
og oljufund ella turrir
brunnar, hvar vit enn eru
stødd í økinum hava týdn-
ing fyri alt økið sum so og
ikki antin bara fyri bretska
partin av økinum ella tann
føroyska. At vit tosa um ein
føroyska part og ein bretsk-
an kemur jú av, at vit
politiskt hava ásett eitt
mark, sum er miðlinjan
millum bæði londini. Men
tá jarðfrøði ikki setir nakað
mark, so er her í veruleik-
anum talan um ein og sama
oljulandslut. Enn eru so
bert
tvey
framleiðandi
oljufelt á Atlantsmótinum,
og tey eru Foinaven og
Schiehallion.
Tað er tí skeivt bara at
síggja
uppá
framtíðar
møguleikarnar at finna olju
við Føroyar isolerað. Held-
ur eiga vit at síggja tað sum
part av eini heild, einum
samanhangi við fyrst og
fremst
grannalagið
te.
bretski parturin av margin-
uni ella kanska betri de-
finerað sum bretski part-
urin av fyrrverandi Hvítu
sonuni. Tvs. serliga tann
parturin, sum er umfataður
av 19. rundu á UKCS,
United Kingdom Continen-
tal Shelf men eisini 17.
rundu hyggja vit aftur eftir
til loyvi, sum eru givin fyrr
men har tað enn ikki er
borað og hyggja vit upp-
aftur longur frameftir, so er
ikki óhugsandi, at komandi
20. útbjóðingarumfarið í
UKCS, sum nærkast, eisini
lutvíst fer at fevna um hetta
økið.
Nýggi bretski oljumála-
ráðharrin Brian Wilson
hevur boðað frá, at teir
vilja skunda undir 20.
útbjóðing umframt at seta
nýggj krøv til tey feløg,
sum longu hava fingið
lisensir, um at bora. Eisini
eigur man her at hava í
huganum eina komandi
norska rundu, sum eftir
øllum at døma eisini fer at
leggja størri dent á djúp-
vatnsøkini á "marginuni" út
fyri Miðnoreg, har m.a.
Ormen Lange gassfundið
er gjørt. Vit síggja, at stóru
fundini, og her ikki minst
gassfund, verða gjørd nærri
og nærri Atlantmótinum. At
tey sum so nærkast norð-
asta horninum av marki
okkara við Noreg. Tað eru
so eisini jarðfrøðingar, sum
halda, at 24 karat gullhorn
føroyinga er at finna heilt
norður móti norska markin-
um.
Í staðin fyri bara at líta at
boringunum á okkara egna
landgrunni eiga vit at
spyrja, hvussu kunnu bor-
ingar í fyrstu atløgu í
brestskum øki tætt uppat
føroysku loyvunum ávirka
leiting og vónir á okkara
egna landgrunni - og í
øðrum lagi leiting í øðrum
pørtum av Atlantsmótinum.
Tað er eingin ivi um, at
bretskir
myndugleikar
fylgja sera væl við gongd-
ini føroysku megin mið-
linjuna. Teir síggja fegnir,
at olja verður funnin báðu-
megin markið, soleiðis at
økið kann byggjast út sum
skjótast. Tess fleiri fund
Eiga at síggja Føroyar
sum part av størri oljuøki
Á hesum kortini síggja vit,
hvar og hvørji feløg fingu
tillutað leitiloyvi í bretska
partinum av Hvíta økinum,
tætt uppat føroyska
markinum. Fleiri av
feløgunum fara at bora
næsta ár, og BP borar longu í
204/18. Hesi úrslitini kunnu
fáa stóran týdning fyri
virksemi á føroyska økinum.
Tillutaðu økini longur
norðuri kunnu ikki minst
verða av stórum týdningi fyri
okkum, tá vit skulu undir
eina 2. útbjóðing
Enn eru stórir møguleikar
fyri útbjóðing á føroyska
økinum. Gullhornið er bert
ein lítil partur
C
M
Y
K
14