Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 200 - 17. oktober 2001 Nr. 200 - 17. oktober 2001 13 Høgni Hoydal Ein norðmaður var á vitjan í Føroyum í summar, í ferðalagi við norðurlend- ingum úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi og Finn- landi. Á einum fundi vildu fleiri í ferðalagnum hava grundgevingar fyri, hví føroyingar vildu vera ein fræls tjóð. Norðmaðurin tók orðið og segði: Hesin spurning- urin er skeivt settur. Spurningurin eigur at setast øvugt. Hví skulu danskir myndugleikar hava nakað ræði í Føroyum? Hví skulu føroyingar ikki hava allan avgerðarrætt í sínum egna landi og samstarva við hinar norðurlendsku tjóð- irnar og heimsins lond á jøvnum føti? Ongin kundi sjálvsagt grundgeva fyri hesum. Men júst hesin spurn- ingur eigur at setast til allar teir politikarar, sum eru valdir at umboða Føroya fólk, men sum vilja lata danskar myndugleikar ráða í Føroyum. Føroya fólk er bert einaferð spurt um sína støðu — á fólkaatkvøðuni í 1946. Tá, søgdu vit: Vit eru ein tjóð, ið nú vil javnsetast við aðrar. Vit vilja hava fólkaræði at galda í Føroyum. Føroyingar skulu vera sjálvstøðug tjóð — tí vit vilja hava eitt betri og rættvísari samfelag og tí vit vilja samstarva við onnur lond á jøvnum føti. Henda avgerð er enn ikki sett í verk. Níggju spurningar til sambandspolitikarar Tí eiga eitt nú Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen at kunna svara hesum spurningum nøkt- andi, um vit skulu taka teirra politikk í álvara: 1.Hví er tað ikki føroyska fólkið, sum hevur bygt hetta landið ígjøgnum meira enn 40 ættarlið, ið skal hava allan avgerð- arrætt í Føroyum? 2.Hví skulu danska stjórn- in, Fólkatingið og eitt embætisverk, sum ikki skilir okkara mál, hava nakran avgerðarrætt í Føroyum? 3.Hví vilja danskir mynd- ugleikar ikki viðurkenna føroyingar sum tjóð — og hví stuðla javnaðar- flokkurin og sambands- flokkurin stjórnini í hesum máli? 4.Hví skulu danskir mynd- ugleikar gera av, hvønn føroyingar kunnu sam- skifta við í altjóða viðurskiftum? 5.Hví skulu danskir mynd- ugleikar gera av, hvørji pør skulu kunna skiljast, hvør skal hava foreldra- myndugleika, og hvør skal ættleiða børn í Før- oyum? 6.Hví skulu danskir mynd- ugleikar gera av, hvør fær uppihaldsloyvi og ar- beiðsloyvi í Føroyum? 7.Hví skulu danskir mynd- ugleikar gera av, hvussu okkara rættarskipan skal vera, hvør skal vera dóm- ari, hvør skal vera ákæri ella hvør skal vera løg- reglumaður í Føroyum? 8.Hví skulu danskir mynd- ugleikar gera av, hvør skal vera bispur og hvussu okkara kirkja og trúarlív kann skipast? 9.Hví skulu danskir mynd- ugleikar hava nakað at siga um okkara undir- grund — og hví vilja teir ikki viðurkenna, at før- oyingar eiga undirgrund- ina? Svar ynskist. TÍÐINDASKRIV Sandoyar Sýslu Vinnuráð skipar fyri vinnufundi í kantinuni á Sandoy Sea- food í Skopun, mikudagin hin 17. oktober kl. 20.00. Evni fyri fundin er kunningartøkni og møgu- leikar fyri at menna KT- hugskot í KT-klekingar- deplinum, sum Vinnumála- stýrið nýliga hevur sett á stovn. KT-klekingardepilin veitir møguleikar fyri at menna góð hugskot til eina burðardygga KT- fyritøku. À fundinum verður greitt frá hvussu KT-klekingar- depilin virkar, og annars eisini hvørjar møguleikar sum liggja í eini framtíðari føroyskari KT-vinnu. Menning av einum KT- virki verður víst sum dømi. À fundinum verður framløga og tjak og luttøka verður av: • Símun Hammer - stjóra á Virkisráðgeving og KT- samskipari • ógvan Thomsen - stjóra á Fjarskiftiseftirlitinum • Hjørdis Gaard - fulltrúa í Vinnumálastýrinum Vinnufundur í Sandoy VIÐMERKINGAR Hví skulu danskir myndugleikar ráða í Føroyum? Terji Rasmussen stendur fyri barna- fløgu, sum kemur út í november mánaði. Umfamt sangir og søgu, kann fløgan eisini brúkast í telduni TÓNLEIKUR Pop.fo Um vikuskiftið var tónleik- urin til nýggja útgávu hjá Terja Rasmussen liðugt ljóðblandaður. Hesaferð er talan um eina barnafløgu, sum bjóðar spæl og anni- matiónir til telduna, um- framt sangir og søgu. - Eg eri útbúgvin peda- gogur og havi arbeitt nógv í barnagarði. Tá eg starvaðist á Norðasta Horni gjørdi eg sangir saman við børnun- um, og tað eru millum annað hesir sangir, sum eru at finna á fløguni. Eg havi leingi hugsað um at givið teir út, og nú verður tað veruleiki, sigur Terji Ras- mussen. 12 sangir eru á fløguni. Stóran part av hesum hevur Terji Rasmussen skrivað, men eisini James Olsen og Jógvan Telling eiga lut í tónleikinum. Tveir sangir, sum Hanne Boel og Se- bastian hava gjørt, eru týddir til føroyskt. Ein søga er eisini á fløguni, og til hesa søguna hoyra fimm av sangunum. Eisini CD ROM Umframt at brúka fløguna í vanliga fløguspælaranum, ber tað eisini til at brúka fløguna á telduni. Á fløguni liggja spøl og annimatiónir, og tað ber eisini til at syngja karokee. Fløgan er upptikin í Sightseeing Production, sum er studio hjá Terja Ras- mussen, og Flemming Hansson hevur ljóðblandað tónleikin. Í løtuni verður seinasta hond løgd á CD ROM part- in, men ætlanin er, at út- gávan skal fáast til keyps eina ferð í komandi mán- aði. Síðst í november mánaði kemur á fyrstan sinni árbók út um føroyskan popp- og rocktón- leik. Tað eru Pop.fo og Sosialurin, sum hava tikið stig til árbókina TÓNLEIKUR Pop.fo Nú fær føroyskur tón- leikur sína fyrstu árbók. Tað er Pop.fo, sum saman við Sosialinum stendur fyri útgávuni av bókini. Pop.fo og Sosialurin syrgja í felag fyri at savna myndir, skriva greinar, gera yvirlit og umrøða hendingar frá tónleikaárinum, sum fór. Bókin hevur deadline 1. november, og allar týðandi tónleikahend- ingar, sum er hendar til ta tíð, verða við í bókini. Ætlanin er, at Tónleik- ur 2001 skal koma út síðst í november. Sig frá Í nýggju árbókini, sum verður einar 100 síður til støddar verður ørgrynna av myndum - størra helvtin í litum - frá konsertum, útgávum og øðrum hendingum. Umrøða verður av øll- um týðandi hendingum innan føroyskan popp- og rocktónleik, so sum Prix Føroyum, konsert- um av ymsum slagi, Ársins songrødd, út- lendskum tónleikavitj- anum í Føroyum og ann- að. Um tú hevur okkurt hugskot, onkra viðmerk- ing ella onkra spurning viðvíkjandi nýggju ár- bókini, ert tú vælkomin at venda tær til Sosialin ella Pegasus. Kendir tónleikarar, komponistar og framleiðarar arbeiða við eini fløgu hjá Brandur Enni. Nógv verður gjørt burtur úr upptøkuni og framleiðsluni TÓNLEIKUR Pop.fo Fleiri upptøkuhøli í Før- oyum og Danmark eru longu tikin í brúk til fram- leiðsluna av nýggjari fløgu við føroysku barna- og ungdómsstjørnuni Brandur Enni. Nógvir kendir føroyskir tónleikarar, komponistar og framleiðarar eru við í arbeiðnum við fløguni. Úr rúgvuni kunnu nevn- ast Niclas Johannesen, Kim Hansen, Jens Marni Han- sen, Karl Martin Samuel- sen, In-G, Óli Poulsen, Kári Jacobsen, Dagfinn Olsen og Steintór Rasmussen, sum samskipar arbeiðið við fløguni. Pegasus í Klaksvík hevur tikið stig til fløguna. Til Danmarkar Brandur Enni syngur sjálv- sagt allar sangirnar á út- gávuni, men hann verður stuðlaður av góðum kór- sangarum og tónleikarum. Fleiri ymiskir føroyskir sangskrivarar, so sum Niclas Johannesen, Kári Jacobsen og aðrir, hava gjørt sangir til útgávuna, men onkur coverløg verða eisini á fløguni. Í dag fer Brandur til Dan- markar, har upptøkur skulu gerast í studio í Keyp- mannahavn. Fløgan kemur út fyrst í komandi ári. Upptøkurnar av trummunum til nýggju fløguna hjá Chase verða gjørd- ar við gamlari Studer-bandma- skinu, sum Abba brúkti í síni tíð TÓNLEIKUR Pop.fo Ein partur av tónleikin- um til nýggju fløguna hjá Chase verður upptik- in á gamla tøkni, sum áður hevur tænt sera væl. Hetta kann lesast á heimasíðuni hjá Chase. Tað er ein gomul Studer-bandmaskina í Bandkraaft Studio í Keypmannahavn, sum skal syrgja fyri góðum trummuljóði á nýggju Chase-fløguni. Hendan sama band- maskina stóð í sjeytiár- unum í Polar Studio í Stockholm, og júst hetta studio varð nógv brúkt av svenska poppbólkin- um Abba. Hóast allur hin tón- leikurin á Chase-fløguni verður spældur inn á digitalar maskinur, so sigst gamla band- maskinan syrgja fyri góðum og heitum trummuljóði, sum ikki kann fáast við digitalu tøknini. Gera føroyska árbók um tónleik Pop.fo og Sosialurin halda fram við sínum samstarvi, og nú verður føroysk tónleikaárbók gjørd Chase brúkar gamla Abba-maskinu Stjørnulið ger fløgu við Brandur Enni Fyrst í komandi ári kemur nýggj fløga við Brandur Enni, sum í hesum døgum verður tikin upp í Klaksvík, Havn og Keypmannahavn Terji ger barnafløgu - Eg havi leingi hugsað um at givið fløgu við barnasangum út, og nú verður tað veruleiki, sigur Terji Rasmussen Mynd: Jonhard Hammer C M Y K 13 12