Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. oktober 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 200 - 17. oktober 2001 Nr. 200 - 17. oktober 2001 11 Annfinn Brekkstein Tað hevur verið ført fram av tingmanni, at vit noyðast at fáa nýggjar blokksam- ráðingar. Tí eri eg púra samdur í, tí tað er púra ábyrgdarleyst at minka blokkin við hálvtfjórða- hundrað milliónir. Hvat gongur tað útyvir? Væl- ferðasamfelagið! Sitandi samgonga hevur ikki megnað at loyst teir stóru trupulleikarnar innan heilsuverkið. Eitt nú er mangul uppá íbúðir til tey sálarsjúku, og tað er stórur tørvur á ellis-og røktar- heimum til tey, ið hava tænt samfelagnum ein mansald- ur. Vit føroyingar vilja liva á jøvnum føti við hini norðanlondini, hvat viðvík- ur vælferð. Ein stórur partur av ungdóminum fer til Danmarkar til hægri lestur fyri síðan at venda aftur til heimlandið eftir lokna útbúgving. Tí sum nú er hava vit eitt vælferðar- samfelag, og tað ynskja tey at koma aftur til. Tey seta somu krøv til tað føroyska samfelagið, hvat vælferðini viðvíkur, sum í øðrum skandinaviskum londum. Við at minka blokkin, seta vit vælferðina niður. Tað merkir, at vælútbúgvið fólk verður fer ikki at støðast í Føroyum. Vit hoyra dag og dagliga at læknatrot er her á landi. Hvør er orsøkin? Alt bendir á, at tað eru arbeiðsviður- skiftini innan føroyska heilsuverkið, ið ikki eru nøktandi. Tey eru munandi betur í hinum norðurlond- unum. Skal heildarveitingin minkast og skulu vit klára okkum sjálvi uttan heildar- veiting, er neyðugt at geva vinnulívinum góðar karmar at virka undir. Tað er skeiv mannagongd, sum sitandi samgonga nýtir, við at ávísir almennir stovnar fáa milliónir játtaðar av løg- tingsfíggjarlógini fyri ikki at koma í gjaldføristrupul- leikar. Hesin peningur verður m.a. brúktur til at kappast móti tí privata vinnulívinum, og tað kann vinnan ikki góðtaka. Tíðin er farin frá, at almennir stovnar nýta skattaborgar- ans pening at kappast móti tí privata vinnulívinum. Skulu vit hava nýggjar blokksamráðingar, noyðist Javnaðarflokkurin greitt at boða frá, um hann vil varð- veita blokkin, ríkisfelags- skapin og vælferðina sam- an við Sambandsflokk- inum, ella um hann vil verða stuðulsflokkur hjá sitandi samgongu. Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið greitt hevur boða frá, at hann ikki vil taka undir við full- veldisætlanini hjá sitandi samgongu. Hesa greiðu støðu hevur Javnaðar- flokkurin ikki. Tí má hann gera upp við seg sjálvan, um hann framhaldandi vil varðveita blokkin, og finna útav, hvønn hann vil taka nýggjar samráðingar upp saman við. Tað er bert Sambandsflokkinum, sum greitt hevur boðað frá, at hann ikki tekur undir við fullveldisætlanini. Hvat er støða Javnaðarfloksins? Kósin hjá Javnaðarflokk- inum er sett, men kumpass- in melur runt. Tað er ábyrgdarleyst at minka blokkin TÍÐINDASKRIV TK Stovan skipar javnan fyri kunningarfundum um ymisk aktuel mál. Eitt mál ið far nógva umrøðu í løtuni er KT-trygd. Í hesum sambandi skipar TK Stovan fyri kunningarfundi við heitinum KT-trygd, mána- dagin 22. okt. 2001 frá kl. 13:00 til 16:30. Vit verða dagliga álopin av nýggjum virusum, og hesi verða meira skaðilig fyri hvørja ferð. Tað eru ikki bert virus vit hoyra um. Vit hoyra eisini um teldusníkar, sum bróta seg inn á heimasíður og elva til stóran skaða. Ein onnur hóttan er, at innanhýsis mannagongdirnar í sam- band við KT ikki er tryggar nokk. Á hesum kunningarfundi fara vit at viðgera, hvørji atlit virkið skal hava í sam- band við keyp og innlegg- ing av KT. Hvørji átøk skulu gerast innanhýsis fyri at verja seg móti tílíkum hóttanum. Jónsvein Joensen hevur útbúving sum cand. merc. dat, og er menningarleiðari á KT-fyritøkuni Faroesoft (fyrr VIT). Jónsvein Joen- sen hevur drúgvar royndir innan KT-trygd, m.a. við menning av bankaskip- anum hjá IBM Corebank. Hann ferð, í fyrra innleggi sínum, at greiða frá váð- anum í mun til valda KT- trygd. Eisini kemur hann inn á ymisku váðarnar í KT-lívssyklusinum, t.e. frá tí at støða skal takast til KT- keyp til tað sum keypt er, verður tikið í brúk. Hvussu er kostnaðurin av KT- trygdini í mun til nyttu- virði. Jónsvein Joensen ferð eisini at taka upp ymisk vandamál, sum eru frammi í hesum tíðum, og sum hava nakað beinleiðis við KT- trygd at gera. Evnini verða millum onnur internet og tess vandamál, E-business, bókhald og peningaflutn- ingur, edv í mun til manu- elt, opinleiki í mun til for- boð, etikk og moral. Jóhan Martin Jacobsen, sum er serútbúgvin KT- grannskoðari (CISA) og arbeiðir hjá grannskoðara- virkinum Rasmussen & Weihe, kemur í sínum inn- leggi inn á KT-trygdar- politik í ymisku KT-virkis- økjunum. Nøkur av evnun- um hann nertir við eru: bygnaður, stýring av brúk- arum og atgongd, menning, útvegan og viðlíkahald av KT-skipanum, rakstur, dokumentatión, fysisk trygd, tilbúgving og trygd- argjøgnumgongd. Magnus S. Petersen frá Advokatskrivstovuni kem- ur í sínum innleggi inn á lógfrøðilig sjónarmið í samband við KT-trygd. Hann ferð millum annað at greiða frá um e-handil, og um ein teldupostur er løg- frøðiliga bindandi. Niels Juul Akraberg Poulsen frá Tryggingarfe- lagnum Føroyar greiðir frá, hvørjum ein kann tryggja seg í móti, og hvat hendir í tryggingarhøpi, um nú vanlukkan er hend. Seinast fara tvey føroysk virki at greiða frá sínari KT-trygd og teirra royndum á økinum. Kostnaðurin fyri at lut- taka er kr. 400 umframt mvg, og freistin at melda er sett til fríggjadagin 19. okt. Ynskjast fleiri upplýs- ingar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Steinbjørn í Dali, virkis- ráðgeva á TK Stovuni, tlf. 317366, fartlf. 217366 ella teldupost sd@tk.fo TK stovan skipar fyri kunningarfundum VIÐMERKINGAR TÍÐINDASKRIV Í vikuni fara tey fýra havn- arfólkini, Laila Nielsen, Jens Smith, Árni Hansen og Jens Chr. Guttesen, sum spæla ávikavist blokk- floytu, violin, cembalo og cello, at hava fýra kirkju- konsertir við barokktón- leiki. Um Lailu er at siga, at hon er einasti føroyingur við yrkisútbúgving innan blokkfloytuspæl. Tað er fyrstu ferð at hon, síðan lokna útbúgving, spælir sum solistur á hesum ljóð- føri í Føroyum. Konsertirnar verða í Vágs kirkju í kvøld, miku- dagin 17. oktober kl. 20.00, í Tvøroyrar kirkju í annað- kvøld, hóskvøldið 18. okt. kl. 20.00 og í Dómkirkjuni leygardagin 20. okt. kl. 16.00. Tað er Norðurlanda- húsið og Konsertfelagið, sum skipa fyri. Sí annars lýsing aðra- staðni í blaðnum. Kirkjukonsertir BÓKAUMMÆLI Forlagið Leirkerið, Gøtu, hevur nú um dagarnar givið út tríggjar bøkur við ym- iskum evnum eftir ymsum rithøvundum: 1.Skapan ella úrreiving eftir John Ankerberg og John Weldon, ISBN-99918 -45-14-18 2. George Müller eftir Arthur T. Pierson, ISBN- 99918-45-14-3 og 3. Hermerki Harrans í húnar hátt eftir Dick Per- fect, ISBN-99918-45-15-1 … tríggjar bíbliutrúgvar perlur, tú ger væl í at lesa; tær eru sum sniðaðar til nú- tíðar menniskju við tíðar- troti, tí ljóð og mynd skræða í sansirnar allar – sólarring íkring. ad 1. Fyrst nevnda bók er um: Veruleikar aftan fyri spurn- ingin um skapan ella evolu- tión av lívi. Ása Gaasedal hevur týtt úr enskum í gott móðurmál. Tú fert at fegn- ast um, at annað aðalevnið í bókini, the theory of evo- lution, ella »menningarlær- an«, hevur fingið virðiligan avloysara í orðinum úr- reivingarlæran. Bókin sig- ur: »Nýggjar vísindaligar avdúkingar og harðlig skriving í greinum og bók- um hevur fest í aftur orða- dráttin um skapan ella úr- reiving og fingið hesi kjak- evni inn aftur í brennidep- ilin: • Er úrreivingarástøðið vísindaligt av røttum? • Er skapanarhugtakið einki uttan bara átrún- aður? • Í hvønn mun hevur úr- reivingarstøðið ávirkað nútíðarheimin? • Talar próvtilfarið fyri serligari skapan ella ímóti? • Hvørji siðalig og sosial fyribrigdi eru úrslit av úrreivingarlæruni? Bókin svarar 18 úrvals- spurningum – eitt nú spurn. nr. 11: Setir úrreivingarlæran líka stór krøv til trúgv sum skapanarlæran? Svar: Úrreivingarlæran krevur trúgv … Soleiðis hevur nýggjara læran um úrreiving (nýdarwinism- an) í ávísan mun bert skift ein átrúna (yvir- natúrliga skapan um við ein annan átrúna (materi- alistiska evulutión) … Sum fólkalívsfrøðingurin Loren Elseley sigur: »Eftir at hava átalað gud- frøðingin fyri álit hansara á mýtur og undurverk, hava vísindini nú sett seg í somu støðu og hava skapt sína egnu mýtu við at halda, at tað, sum eftir drúgvar royndir ikki kann prógvast at henda í dag, vissuliga hendi í forð- um«. … Leiðandi vísindamaður- in, dr. Louis Bounoure, kanningarleiðari á the National Center of Scientific Reserch í Fraklandi, tók soleiðis til: »Úrreivingarlæran er eitt vaksnamannaævintýr. Ástøðið hevur ikki hjálpt til at fremja vísindini. Tað er nyttuleyst« … Heimskendi russiski lív- evnafrøðingurin og skap- anarviðhaldsmaðurin dr. Dmitri Kouznetsov, sum hevur trý doktaraheiti í vísindum, hevur eisini sagt hugsan sína um tær negativu avleiðingarnar av úrreivingartankanum í vísindunum og á øðrum økjum. Hann ger vart við, at í Russlandi »ger- ast vísindafólk vanliga skapanarviðhaldsfólk av vísindaligum atvoldum« og at »viðhaldsfólk fyri úrreiving eru sera sub- jektiv viðvíkjandi tí til- farinum, tey velja at nýta sum prógv fyri ástøðum sínum«. John Weldon hevur M.D.-prógv í gudfrøði og bíbliuverju og Ph.D. í sam- anberandi átrúnaði. ad.2 Kom og les um mannin, ið hevði áræði til at trúgva, at Gud bæði kundi og vildi nøkta allan tørv – annað- hvørt til sín sjálvs ella tey túsundtals heimleysu, hann átók sær at syrgja fyri. George Müller var fødd- ur í Týsklandi í 1805; eftir óflýggjalív kom hann til trúgv og gjørdist so við og við ein bønarinnar maður, sum í øllum viðurskiftum leitaði sær hjálp frá himm- alska Faðir sínum. Lívsverk sítt avrikaði hann í Englandi, har hann seinni var viðgitin fyri barnaheim síni, tí hann leit Gud til at útvega alt, ið neyðugt var – við bøn ein- ans. Hann náddi tey 92 sum eitt livandi vitni um trúfesti Guds og hann hevur roynst mongum fyrimyndin fræga. Les hesa ótrúligu frásøgn um ein hin kendasta bønar- innar mann í nýggjari tíð. Við hesari 102-síðu bók– í styttum formi á føroysk- um – sum Absalon Absa- lonsen hevur latið í lætt- lisnan føroyskan málbúna, hevur hann veitt andaliga bókmentaheimi okkara virðismikið íkast. ad 3. Við nýggja landnámi jød- anna – 14. mai 1948 – í huga, nú teir aftur fingu fult vald yvir egnum landi, vísir enski rithøvundurin Dick Perfect á, at hending- in er profetisk fyriboðan um, at The WORLD (er) ON RED ALERT, rímandi við føroyska bókaheitið »Hermerki Harrans í húnar hátt«, grundað á Esaias 11v12: »Hann (Gud) skal reisa hermerki til at vísa fólkunum, at Hann savnar saman aftur sundurspjaddu menn Ísraels og Juda og sankar teir aftur úr hinum fýra hornum jarðarinnar«. »Hermerki Harrans í húnar hátt« er handbók, ívovin váttandi bíbliutilvís- ingar við tí endamáli í stutt- um at vísa á, hvussu bók- stavliga fyriboðaðir teir profetisku sannleikarnir eru og í øktan mun samsvara við mest sannlíku til- gongdina í heiminum í næstum. »Sanniliga, HARRIN Harrin ger einki, uttan Hann hevur opinberað tæn- arum Sínum, profetunum, loyniráð Sítt« (Amos 3,7). Les m.a. um: Burtur- rykkingina – Komandi inn- rás í Ísrael – Ræðandi veð- urlagsbroytingar – Smá- stjørnur, ið bresta í jørðina – Stórar dálkingar – Øgi- ligar skógareldar, ið taka seg upp – Øtandi jarð- skjálvtar – Hermageddon- stríðið – Jesus kemur aftur í dýrd – og mangt annað. Dick Perfect hevur seinnu árini talst millum samverkrithøvundar á blað- num Prophetic Witness hjá Prophetic Witness Move- ment; annar medarbeiðari hjá blaðnum var dr. Fredr. Tatford, sáli, sum vitjaði Føroyar nøkur ár herfyri. Fororð rithøvundans enda soleiðis: »Bíbliupro- feti eru trygg og viss. Gud signi teg ríkliga, nú tú fert undir at lesa hesa sera av- bjóðandi og onkuntíð ør- kymlandi gransking.« Fyrsta útgáva kom í 1997. Týtt úr enskur hevur Páll Róland Poulsen eftir 10. útg. 2001. Perman á øllum trimum bókunum er listarligt avrik í fýra litum; allar eru í støddini 11x18xc.0,7 cm. Síðutalið ávikavist 77, 102 og 89. Prísur í bókabúð ríður um tær 100 kr. eintak- ið. aura. Hans Birgir Hansen Tað var í Suðurstreymoy kommunalar saman- leggjanir byrjaðu tá ið Hoyvík, Hvítanes, Kald- bak, Argir, Kollafjørður, blivu lagdar saman við Tórshvnar Kommunu! Tað var kommunala skuldin ið skapti grund- arlagið fyri kommunalar samanleggjanir og barnaansing og eldra- røkt verður løgd út til størri kommunur at umsita! Tað var komm- unala skuldin ið skapti grundarlagið fyri at stovna kommunala veð- haldsgrunnin ið hjálpti kommunum í Suðuroy og Sandoy við kommu- nalu skuld! Tað er órættvíst at Tvøroyrar kommuna fekk sersømdir fram um aðrar kommunur tá ið hugsað verður um tær kommunur ið hava hjálpt hesa at fóta sær aftur. Tað er Tórshavnar kommuna ið heldur lívið í flestu av landsins kommunum við øllum teimum ið búleikast í útjaðararøkjum og ar- beiði í Tórshavnar kommunu!- Tað er gott at styrkja kommunala sjálvstýri/ sjávlbjargni við at fáa kommunalu skuldirnar niður á eina skattaálíkn- ing kring alt landið og í Havnini! Tað eigur at vera skip- að langtíðar fíggjar og íløgurætlanir út í øllum landsins kommunum í ganga yvir eitt longri áramál ið vil lækka kostnaðarstøði! Tað eigur at vera skundað undir at fáa kommunum peningin aftur tær hava goldnan til kommunala veð- haldsgrunn at gjalda sína kommunalu skuld! Tað at Fíggjarmála- stýrið við Karsten Han- sen setur kommunum eitt skattaloft fyri lán- tøkum er fullkomuliga burtur við, uttan at seta seg inn málið! Tað er við kommunalu samanleggjanir at kommunur kunnu sam- starva á flest økjum við barnaansing, eldrarøkt, reinhald av gøtum renovatión! Tað skal vera komið aftur til kommunalu- samanleggjanir/kommu- nala sjálvstýri/sjálv- bjargni! VIÐMERKINGAR Bókaummæli Kommunalar samanleggingar! Jóhannes Andreasen Í Sosialinum fríggjadagin 12. oktober stendur grein undir yvirskriftini Grøn- land sleppur ikki upp í UEFA. Greinin er so mikið skelkandi lesnaður, at eg kenni meg noyddan at skriva hesar reglur. Hví eru føroyingar - eisini undirritaði - stoltir av, at landslið okkara megnaði at fáa heili sjey stig í undankappingini, sum júst er liðug ? Man tað ikki vera tí, at fótbóltur hevur stórt symbolvirði ? Og hvør man vera størsta einstaka orsøkin til, at føroyskur fótbóltur hevur ment seg so ómetaliga nógv tey seinastu 10-15 árini ? Man orsøkin ikki vera tann, at Føroyar hava verið limur í UEFA hesi árini, og at vit sum limaland hava kunna tikið beinleiðis lut í teimum stóru undankappingunum til EM og HM ? Á eykaaðalfundi í Prag í síðstu viku samtyktu lima- londini í UEFA eftir upp- skoti frá aðalnevndini í UEFA at broyta treytirnar fyri innliman í evropeiska fótbóltssambandið. Í fram- tíðini verður tað soleiðis, at bert lond, sum eru limir í ST, koma upp á tal sum nýggir limir í UEFA. Tað kennist ikki sørt rangvørgt, at bæði formaðurin og aðalskrivarin í FSF siga seg hava tikið undir við hesum broytingum á eykaaðal- fundinum í UEFA. Eftir at nýggju reglurnar eru sam- tyktar, lúka Føroyar ikki so frægt sum tær prinsipiellu treytirnar fyri limaskapi. Tíbetur hava Føroyar longu í nógv ár verið UEFA-limaland. Men hetta er altso tann einasta grundin til, at vit yvirhøvur sleppa at halda fram sum limur í UEFA. Grønlendingar hava sam- bært somu blaðgrein virkað fyri at vinna sær limaskap í UEFA og harvið fáa bein- leiðis atgongd tær stóru millumtjóða undankapp- ingarnar. Hví í Harrans garði taka føroysku um- boðini í UEFA undir við, at UEFA reglurnar verða broyttar soleiðis at Grøn- land nú er útihýst frá at mennast sum fótbóltstjóð á samsvarandi hátt sum Føroyar. Fótbóltur hevur stórt symbolvirði. Tað líkist tí mest av øllum eini beista- gerð, sum føroyingar í hesum føri hava gjørt mótvegis grønlendingum. Solidariteturin er sleptur upp á fjall. Føroyingar vilja eftir øllum at døma tekkjast teimum valdmiklu og stóru í Evropa heldur enn at stuðla samborgarum okkara í kaldasta parti av ríkinum í arbeiði teirra fyri at sleppa inn í hitan. Við vón um framhald- andi menning fyri fótbóltin (men ikki bara í Føroyum). Hvat hugsar FSF fyri sær ? C M Y K 11 10