Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 46

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 • 7. mai 2009 46 mat ummælið mortan@hamrabyrgi.com Coop (FK) kr. 7,95/400 g Lættur og ov sýrutur smakkur. Coop Passata (FK) kr. 7,95/500 g Góður og rímiliga samanset- tur tomatsmakkur. Food-Line (Samkeyp/Inn) kr. 4,95/400 g Lættur, men vatnutur tomat- smakkur. Urtekram vistfrøðilig (FK) kr. 19,95/680 g Sera góður tomatsmakkur. Gott alternativ til ta frísku vøruna í matgerð, super. Änglamark vistfrøðilig (FK) kr. 9,95/400 g Miðalgóður tomatsmakkur, men ikki so neyvur. SuperGros (Miklagarður) kr. 7,00/400 g Sera lættur og sera vatnutur smakkur. Bellaroma vistfrøðilig (Miklagarður) kr. 9,95/400 g Hampuliga góður smakkur, men ikki so reinur. First Price (Samkeyp/Inn) kr. 5,95/400 g Als eingin tomatsmakkur yvir- høvur, bara vatnutur greytur. X-tra (FK) kr. 5,95/400 g Lættur, frískur, men sera vat- nutur smakkur. Nú, beint fyri at tomat-se- songin í Evropa hevur vundið seg heilt upp, kunna frískar tomatir vera rættiliga keðiligar. Hava ferðast hálva leið um knøttin. Eru plukkaðar grønar og óbúnar. Og við ongum anga ella smakki, tá ið tær at enda koma til Føroyar. Tá kunna flusnar tomatir á dós vera betri loysn í matgerð. Men er ein dós ein dós? Prísurin á dósa-tomatum er rættiliga javnur, men góðskan er sera ójøvn. Tað kann eg avdúka beinanvegin. Grams hevur verið og leitað á handilshillarnar hjá FK, Sam- keyp og Miklagarði. Nógvir va- riantir eru við tilsettum kryddi. Basilikum, hvítleyk osfr. Eg havi so valt ta reinu vøruna. At seta fokus á tomat-smakkin. Afturat teimum vanligu niðursjóðaðu tomatunum havi eg so eisini valt at taka við tvey dømi av mosaðum tomatum. Heili 9 sløg fann eg. Annars kann eg upplýsa, at tað er rættiliga lætt at flysa tomatir sjálvur. Set frískar tomatir í kókandi vatn í 30 sekund. Síðani setur tomatir í ísakøldum vatni. Sker ein lítlan kross í top- pin av tomatini og pilka síðan flusið av. Skoðsmálini er latin í mun til smakk av frískari tomat. Flusnar tomatir Mortan í Hamrabyrgi um mælir mat úr føroysku matvøru handl unum. Skoðsmálini eru latin í mun til góðsku.