hósdagur 7. mai 2009síða 46
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
Rákið – mai '09
Mangan verður flent
eftir teimum, sum liva
so sparið, at tey
næstan ikki unna sær
lívið. Minnist gomlu
granna konuna, sum
goymdi steikimargarin
ið á pann uni og bland
aði vatn í mjólkina,
sum skuldi á havra
greytin.
Men kunnu vit í propp
metta, men kreppu
rakta vesturheiminum
ikki í veruleikanum
læra eitt sindur frá
hesum sparna lívs
stílinum, sum ofta júst
er sprottin úr kreppu
tíðum?
Hóast ráðini eru betri í
dag, eru heilt vist
nógvir føroyingar, sum
kenna seg aftur í
hesum við at spara,
har tað ber til. Tað
liggur djúpt inni í
sálini, tí tey eru von
við tað frá barni, tá
tey ikki høvdu so nógv.
Vit hava prátað við
nakrar kvinnur, sum
kenna til ein gerandis
dag her á landi, har
hvør teposi bleiv press
aður til síðsta dropa.
Kvinnurnar liva ikki
soleiðis sjálvar, men
eru uppvaksnar í
heimum, har sparsemi
var í hásæti.
Tað bleiv næstan onki keypt í mínum
barndómsheimi. Eg minnist enn, tá
eg smakkaði keypimat fyrstu ferð.
Tað vóru kjøtfrikadellur úr farsi, sum
ein maður koyrdi millum bygdir
og seldi. Tað var sum at koma í
himmiríki.
Tá eg bleiv eldri, bleiv eg viðhvørt
irriterað inn á mammu og tey, og
skammaðist eitt sindur. Serliga tá eg
kom inn til vinfólk, har tey brúktu fleiri
pengar. Men nú sum vaksin, skilji eg
tað betur.
Minnist tá eg flutti niður í 70’unum.
Har vóru fólk á vinstra vong in um, sum
livdu akkurát sum mamma og tey.
Men tað var út frá einari politiskari
sannføring, og ikki tí, at tað var
neyðugt. Eg rokni við, at sama
rákið er á veg í dag, men við støði í
umhvørvinum.
Tað eru framvegis leivdir av hug
burðinum hjá mammu í mær. Men
ofta taki eg meg sjálva í at vera
dovin, og tá endar til dømis ein
plastposi lættliga í ruskílatinum. Tað
er eisini nakað fascinerandi við tí
lætta lívsstílinum, hetta við at hava
pengar og at kunna keypa nýtt. Tí
tað krevur eitt sindur av yvirskoti at
hugsa um at endurnýta, til dømis at
vaska posan og at heingja hann
upp.
Men tað kennist gott at endurnýta
og ikki at oysla. Bæði fyri sam
vitskuna í mun til umhvørvið, og tí
pengarnir strekkja longur.
Eg haldi ikki, at mamma hugsaði
so nógv um pengarnar. Tað var
meira tankin um at koyra ting vekk,
sum kunnu brúkast aftur ella til okkurt
annað.
Ein kvinna, sum vaks upp úti á bygd í 60unum, greiðir soleiðis frá:
Bøta løk
Løkini slítast á miðjuni, so tey vórðu
klipt í helvt og seymað saman aftur
av nýggjum umvent.
Skifta ermurnar
Tá albogarnir vóru tunnslitnir, vórðu
ermarnar tiknar av og skiftar um, so
tað slitna vendi inn móti kroppinum
Notatseðlar
Brævbjálvar vórðu kliptir sundur og
brúktir at skriva á.
Spennandi
knappar
Einaferð hevði eg fylt ein skrelli
posa við klæðum, sum skuldu
burtur. Næstu løtuna stóð mamma
við høvdinum niðri í posanum og
mutlaði »Áh teir deiligu knappar!«
So hon setti seg sjálvandi at
spretta teir úr, áðrenn klæðini
fóru vekk. Geri tað altíð sjálv
nú, og eigi tí altíð eina rúgvu av
spennandi knappum, sum eg kann
brúka, tá eg bindi ella seymi. Tað
sama við snarlásum sjálvandi..
Gírig ella genial...?
rigmor@sosialurin.fo
Rigmor Dam