Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 18 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 Uppritið almannakunngjørt „Bestemmelserne i artikel 14 i protollen om statutten for Det Europæiske System af Central- banker og Den Europæiske Centralbank berører ikke Dan- marks Nationalbanks ret til at udføre sine nuværende opgaver vedrørende de dele af Konge- riget Danmark, der ikke udgør en del af Fællesskabet“ Um so er, at ES-myndug- leikarnir tulka hetta frumskjal rúmliga, so kann hugsast, at tann semja, sum verður gjørd um gjaldoyrasamstarv í sátt- málanum millum Føroyar og Danmark kann rúmast í frum- skjali 8. Landsstýrið eigur tó at vera fyrireikað uppá, at danir í sam- ráðingarstøðu fara at føra fram, at teir ikki kunnu átaka sær skyldur í sambandi við nýggja gjaldoyraskipan millum Før- oyar og Danmark, um rættar- liga tilknýtið millum Føroyar og Danmark verður væl leys- ari, enn tað er í dag. Orðingarnar í sáttmálanum skulu tí gerast soleiðis, at tær ikki verða at rokna sum bind- ingar fyri Danmark2 til at vera við til at røkja eina ávísa gjald- oyraskipan galdandi fyri Før- oyar. Talan er hinvegin um bindingar á føroyskar myndug- leikar, um at skipa gjaldoyr- alóggávuna á ávísan hátt. Føroyskir myndugleikar skulu sostatt í hesum altjóða- rættarliga sáttmála binda seg til at gera slíka gjaldoyralóg- gávu, at teir ikki kunnu nýta upp- og niðurskriving av gjald- oyranum (t.e. diskretioneran pengapolitikk) sum amboð í búskaparpolitikkinum. Um so er, at danir ikki fara undir triðja stigi av EMU-sam- starvinum, so vil føroyska gjaldoyra - eins og í dag - fram- haldandi hava fastan kurs móti donsku krónuni. Hinvegin: fer Danmark við í triðja stigi av ØMU-samstarv- inum, skal tað gjaldoyra, sum nýtt verður í Føroyum, fult út verður grundað á EURO við føstum pariteti mótvegis hes- um gjaldoyra. Orðingarnar um gjaldoyra- viðurskiftini skulu eisini geva rúm fyri frá føroyskari síðu at taka undir við skipan, har evran beinleiðis gerst alment gjald- oyra í Føroyum, skuldi slíkt staðið føroyingum í boði. ———————— Avmarkingar hjá Danmark til at gera semju við Føroyar um gjaldoyraskipan gera seg ser- liga galdandi í grein 111, stk. 3 í ES-sáttmálanum. Tilvísingar til hesa grein ganga aftur í sáttmálum um monetary relations, sum t.d. Frakland, Italia og Portugal hava gjørt við lond við og uttan fullveldi (Monako, San Marino og Vatikanríkið, St. Pierre-et- Miquelon, Mayotte, Cape Verde, CFA-økið og Komo- royggjar). Grein 111, stk. 3 í ES-sátt- málanum hevur hesar orðingar: „Såfremt Fællesskabet skal forhandle aftaler om monetære spørgsmål eller spørgsmål ved- rørende valutakursordninger med en eller flere stater eller internationale organisationer, fastlægger Rådet, der træffer afgørelse med kvalificeret fler- tal på grundlag af en henstilling fra kommissionen og efter hør- ing af ECB, uanset artikel 300 arrangementer for forhandling og indgåelse af sådanne aftaler. Disse arrangementer skal sikre, at Fællesskabet udtrykker én enkelt holdning. Kommission- en tilknyttes forhandlingerne fuldt ud. Aftaler, der er indgået til dette stykke, er bindende for Fællesskabets institutioner, ECB og medlemsstaterne.“ Nevndu sáttmálar um gjald- oyrasamstarv millum ES-lond og lond/øki uttan fyri ES eru fordømi, sum Danmark kann vísa til, í tann mun Danmark hevur fyri neyðini at tryggja undirtøku hjá ES-myndugleik- um fyri gjaldoyrasamstarvi við Føroyar. Viðmerkingar til meginreglu 5 Búskaparlig skiftisskipan Galdandi skipan viðvíkjandi ríkisveitingum Veitingar úr ríkiskassanum viðvíkjandi Føroyum og føroy- ingum kunnu greinast í fýra bólkar: 38. Heildarveiting 39. Rakstur av ríkisstovn- um í Føroyum 40. Aðrar óbeinleiðis út- reiðslur at taka við í semju um búskaparliga skiftistíð 41. Útreiðslur, ið ikki skulu takast við í samráðingar um búskaparliga skiftistíð Útreiðslur undir pkt. 1, 2 og 4 eru útreiðslur, sum vanliga eru við í almannakunngjørdum yv- irlitum. Útreiðslur undir pkt. 3 hava ikki verið til skjals, ella hava bert verið tað partvíst. Viðv. 1. Heildarveitingin er lógarbundin játtan á donsku fíggjarlógini. Heimild til játt- anina á donsku fíggjarlógini er Lov nr. 1010 af 23/12/1998, har hetta er ásett: „§ 1. Staten yder i 1999, 2000 og 2001 et årligt tilskud på 932,8 mio. kr. til Færøernes hjemmestyre. § 2. Tilskuddet reguleres i 2000 og 2001 med en procent, der svarer til den gennemsnit- lige pris- og lønregulering på statens driftsbudget for det på- gældende år.“ Sí talvu 1 Viðv. 3. Týdningarmiklar veit- ingar, sum á ymsan hátt koma Føroyum/føroyingum til góðar, og sum ikki vanliga hava verið gjørdar upp í yvirlitum hjá rík- isumboðnum, eru: • Lestrarstuðul og kapasitets- nýtsla á donskum lærustovn- um: virðið á tænastum og veit- ingum kann leysliga metast til 100-150 mió. kr. • Tænastur í sambandi við utt- anríkisviðurskifti: virðið á hes- um tænastum kann leysliga metast til 1,5 mió. kr. • Aðrar tænastur: leyslig met- ing av virði kann ásetast til 100 mió. kr. Sí talvu 2 a) Føroyar fáa part av tí parti av yvirskotinum hjá danska tjóðbankanum, sum verður goldin danska ríkiskassanum. Ætlan landsstýrisins er, at Før- oyar framhaldandi skulu sam- starva við Danmark um gjald- oyraskipanina. Grundgevast kann tí fyri, at landskassans partur av yvirskotinum hjá danska tjóðbankanum ikki eig- ur at vera tikin við í ta upp- hædd, sum búskaparliga skift- isskipanin skal fevna um, m.a. tí at yvirskotsparturin er at rokna sum avkast av seðla- umfarinum í Føroyum, sum er skuld hjá danska tjóðbanka- num til Føroya. b), c) og d) Hesar upphæddir verða hildnar uttanfyri samráð- ingar um búskaparliga skiftis- tíð, tí talan er um skyldur hjá ríkiskassanum mótvegis ein- staklingum í Føroyum í sam- bandi við starvstíð teirra sum tænastumenn hjá danska ríki- num. Nýggj skipan viðvíkjandi rík- isveitingum Samráðingar um búskaparliga skiftistíð taka støði í: • Verandi útreiðslustøði við- víkjandi heildarveiting, rakstri av ríkisstovnum í Føroyum og øðrum veitingum og tænastum, sum eru nevndar undir pkt. 1- 3 omanfyri. Her er talan um útreiðslur, ið tilsamans eru um- leið 1.300 mió. kr. • Skuld landskassans. • Fíggjarognum og føstum ognum hjá danska ríkinum við- víkjandi Føroyum. Endamálið er at tryggja eitt samráðingarúrslit, sum órógvar føroyska búskapin sum minst og sum tryggjar føroyskum myndugleikum umstøður til at fremja tillagingar av føroyska búskapinum á varðligan hátt. Ítøkiligir partar av semjuni um búskaparliga skiftistíð fevna um: • Kapitalisering, niðurskriv- ing av skuld, avhending av donskum ríkisognum viðvíkj- andi Føroyum og líknandi ein- gangs-flytingar. • Minking av heildarveiting yvir eitt áramál, har minkingin verður tengd at 1) omanfyri nevndu eingangs-flytingum og 2) gongdini í bruttotjóðarúr- tøku Føroya ella øðrum við- komandi makrobúskaparligum máti. Viðmerkingar til meginreglu 6 Fyrisitingarligt samstarv 6 a) Uttanríkismál Galdandi skipan viðvíkjandi uttanríkismálum Á uttanríkisøkinum í Føroyum er í dag ein uttanríkisdeild við sjey fólkum í Løgmansskriv- stovuni, umframt at eitt fólk er í Brússel, trý í Keypmanna- havn og eitt í Aberdeen. Har- aftrat er eitt starvsfólk í donsku uttanríkistænastuni, sum tekur sær av føroyskum viðurskiftum burturav. Í altjóða samanhangi eru Føroyar á flestu økjum partur at teimum altjóða skyldum, ið Danmark hevur átikið sær. Sambært heimastýrislógini er greitt ásett, at ríkismyndugleik- arnir hava avgerðarrættin í spurningum, sum viðvíkja rík- isins viðurskiftum við útheim- in. Hesi mál kunnu sostatt ikki yvirtakast. Øll uttanríkismál eru í dag felagsmál. Tað er tó soleiðis, at heimastýrið í ávísan mun virkar sjálvstøðugt á øki- num. Grein 8 í heimastýrislóg- ini heimilar í ávísum førum føroyingum at samráðast við onnur lond, har umboð fyri utt- anríkistænastuna eru við sum eygleiðarar. Hetta hevur ser- stakliga verið nýtt í sambandi við fiskiveiðisamráðingar, men seinnu árini eisini meiri og meiri í sambandi við handils- samráðingar. At avgerðarrætturin í uttan- ríkismálum í dag liggur hjá donsku ríkisstjórnini avmarkar rásarúmið hjá føroyingum í al- tjóða høpi í stóran mun. Ver- andi støða hevur eitt nú við sær, at Føroyar ikki kunna gerast partur í felagsskapum sum EFTA og luttaka í samstarvið innan EBS, um ynski eru til tess. Slíkt samstarv fevnir bert um fullveldisríki. Tá ið uttanríkismál skulu røkjast standast eisini trupul- leikar av, at áhugamálini hjá londunum báðum langt frá al- tíð eru tey somu, og ofta eru tey beinleiðis mótstríðandi. Formliga er tað so skipað, at alt samskifti við myndug- leikar í øðrum londum eigur at fara ígjøgnum danska uttanrík- ismálaráðið. Hetta hevur í nógvum førum havt við sær, at mál ikki verða avgreidd heilt so skjótt sum ein kundi ynskt frá føroyskari síðu. Um hetta stendst av, at áhugamálini ikki eru tey somu, ella at danska uttanríkismálaráðið ikki hevur orku at taka sær av føroyskum viðurskiftum skal støða ikki takast til her, men staðfestast má, at skipanin ikki virkar á nøktandi hátt, tá ið hugsað verður um føroysk áhugamál. Eldhugurin at virka fyri einum máli verður ongantíð tann sami, um virkast skal fyri á- hugamálum annra landa. Nýggj skipan viðvíkjandi uttanríkismálum Í mun til eitt nú støðu Íslands á uttanríkispolitiska økinum í 1918 kann út frá omanfyri- nevnda staðfestast, at føroying- ar ikki standa heilt á berum, tá ið talan er um uttanríkismál, hóast hetta er eitt felagsmál. Tað eru tó sum nevnt ávís við- urskifti, ið gera, at verandi støða á uttanríkispolitiska øki- num fyri Føroyar ikki er nøkt- andi. Hetta fevnir sum sagt um trupulleikar bæði av formligum slagi og tá ið talan er dagliga arbeiðið og samskiftið úteftir. Við omanfyristandandi í huga eiga í sáttmála við donsku ríkisstjórnina ásetingar um fyr- isitingarligt samstarv at verða gjørdar, ið staðfesta, at Før- oyar, antin í eini skiftistíð ella í eini varandi skipan, kunna keypa tænastur frá donsku utt- anríkistænastuni, har ið før- oysk orka ikki røkkur til. Í hes- um sambandi verður serliga hugsað um møguleikan frá før- oyskari síðu, at nýta danskar sendistovur í samskiftinum við útheimin. At útbúgva fólk hevur sera stóran týdning í sambandi við at skipa eina fullvirkna før- oyska uttanríkistænastu. Sum lið í samstarvinum við donsku ríkisstjórnina í uttanríkismál- um eigur tí at verða lagt upp fyri, at føroyingar fáa møgu- leika at eftirútbúgvast í donsku uttanríkistænastuni. 6 b) Dómstólar, ákæruvald, løgverja, varðhald og krimina- lforsorg Galdandi skipan viðvíkjandi dómsvaldi, ákæruvaldi, løgverju, varðhaldi og krim- inalforsorg Í fyrisitingarpartinum í hvít- ubók (s. 81-99) er gjørd lýsing av hvussu økini eru skipað í dag og kostnaðurin av teimum. Tað sum eyðkennir málsøk- ini er, at tey, burtursæð frá løg- verjuni, ikki eru nevnd í heim- astýrislógini, og at tey tí eru felagsmál, sambært heimastýr- islógini § 6 1. stk. sum burtur- sæð frá løgregluni, ikki fult út ber til at yvirtaka sambært galdandi skipan. Eitt annað sum er felags fyri hesi øki er, at teirra virksemi stórt sæð er skipað í rættar- gangslógini og borgarligu revs- ulógini. Danska ríkisstjórnin fíggjar málsøkini í dag. Sambært Hvít- ubók eru 169 fulltíðarstørv í skipanini í dag, og kosta máls- økini umleið 70 mió. kr. árliga í beinleiðis kostnað. Harum- framt er ein óbeinleiðis kostn- aður, sum ikki ber til at gera upp, uppá umleið 10 mió. kr. árliga. Samlaði kostnaðurin, 80 mió. kr. er ikki íroknaður heild- arveitingini. Nýggj skipan viðvíkjandi dómsvaldi, ákæruvaldi, løg- verju, varðhaldi og kriminal- forsorg Sambært nýggju skipanini er ætlanin at nevndu málsøki skulu koma undir føroyskt lóg- gávu- og fyrisitingarvald. Neyðugt verður tí at taka støðu til hvussu hesi málsøki skulu skipast. Tá ið tað snýr seg um løg- verjuna verður mælt til, at sam- starvssemjur verða gjørdar við- víkjandi útbúgving og krimi- naltekniskum kanningum. Roknað verður harumframt við, at neyðugt verður at gera samstarvssemjur viðvíkjandi dómsvaldinum, serliga tí nógv og ymisk krøv verða sett til dómsvaldið, bæði á fakøkinum og á skipanarøkinum. Annars ger Hvítabók ikki nógv burtur úr hesum, men vís- ir til rættarskipanarnevndina undir grundlógarnevndini, ið hevur til uppgávu at gera upp- skot til eina føroyska rættar- skipan. Tað er sannlíkt at rættarskip- anarnevndin ikki kann náa at gera fullfíggjað uppskot til før- oyska rættarskipan, ið verður klárt til samráðingarnar við ríkisstjórnina. Spurningurin er tí hvørjir møguleikar eru fyri skipanar- ligum loysnum fyri hesi máls- øki, í sambandi við at sáttmálin kemur í gildi, og hvørji loysn landsstýrið undir samráð- ingunum eigur at virka fyri. 1. Ein møguleiki er, at í eini skiftistíð til føroyskir myndug- leikar hava gjørt av hvussu málsøkini skulu skipast, verða málsøkini, ella partar av teim- um, løgd til danskar ríkismynd- ugleikar at umsita. 2. Ein annar møguleiki er at yvirtaka starvsfólkini í verandi skipan og sostatt hava eina skipan undir føroyskum lóg- gávu- og fyrisitingarvaldi sam- stundis sum sáttmálin fær gildi. Ad 1) Avgerandi fyri um hendan loysn er gjørlig er fyri tað fyrsta tengd at spurningi- num hvørt føroyingar vilja hava donsku ríkismyndug- leikarnar at umsita málsøkini aftaná at tey sambært sáttmál- anum eru komin undir føroyskt lóggávu- og fyrisitingarvald. Ad 2). Avgerandi fyri um hend- an loysn er gjørlig er fyri tað fyrsta tengd at spurninginum um flestu starvsfólkini verða verandi í skipanini aftaná at sáttmálin er komin í gildi. Við loysn 1 fer landsstýrið at endurrinda donsku ríkis- myndugleikunum kostnaðin av at umsita skipanina. Við loysn 2 fer landsstýrið beinleiðis at rinda kostnaðin av skipanini. Mett verður tí, at tað er skila- best at landsstýrið arbeiðir fyri loysn 2. Mett verður ikki at tað er nakar trupulleiki at gera eina skipanarliga loysn fyri økið, ið kemur í gildi samstundis sum sáttmálin. Tað sama ger seg galdandi viðvíkjandi sam- starvssemjum á økinum. Viðv. 2. Nettoútreiðslur hjá ríkiskassanum til rakstur av ríkisstovnum í Føroyum eru: 1995 1996 1997 1998 1999 Ríkisumboðið 5,5 5,2 6,0 6,0 6,0 Landslæknin 1,0 1,0 1,0 1,0 1,1 Statens luftfartsvæsen 7,2 4,5 5,6 4,3 4,5 Sorinskrivarin 2,5 3,0 3,0 2,5 2,8 Løgverja og varðhald 43,6 56,9 49,5 46,7 49,3 Søfartsstyrelsen 2,2 2,2 2,2 2,1 2,2 Farvandsvæsenet 7,7 5,3 6,0 7,0 5,8 DMI 4,2 3,6 3,7 4,6 3,5 GEUS 0,3 0,3 0,3 0,9 0,9 Kirkja 7,1 7,1 7,7 12,6 12,8 Statens Kunstfond .. .. 0,1 0,1 0,1 Alt uttan verja 81,3 89,1 85,1 87,8 89,0 Verja 173,6 177,0 186,6 192,8 196,7 Í alt 254,9 266,1 271,7 280,6 285,7 Viðv. 4. Útreiðslur av týdningi undir hesum punkti eru: 1999 sa) Partur av yvirskoti danska tjóðbankans1 21,0 ta) Krígspensiónir 83,3 u a )Lærarapensiónir2 14,9 va)Aðrar pensiónir 11,1 Talva 1 Talva 1 UPPRIT um samráðingar við donsku ríkisstjórnina um rættarstøðu Føroya Uppritið almannakunngjørt Víst verður til semju frá 10. juni 1998 millum Føroya Landsstýri øðrumegin og donsku ríkisstjórnina hinumeg- in, ið er samtykt av Føroya Løgtingi og danska fólkatingi- num. Í semjuni verður m.a. á- sett, at danska ríkisstjórnin er sinnað til, við støði í stevnu- miðum landsstýrisins at skipa Føroyar sum fullveldisríki, at fara undir samráðingar um eina nýggja tvítjóðaskipan Føroya og Danmarkar millum, ið eisini fevnir um eina skiftisskipan landanna millum, heruppií eina búskaparliga skiftisskipan, sum hevur við sær ein sjálv- berandi føroyskan búskap. Somuleiðis verður víst til samtykt løgtingsins av upp- skoti landsstýrisins hin 2. okt- ober 1998 um at fara undir samráðingar við donsku ríkis- stjórnina um rættarstøðu Før- oya. Eisini verður víst til útgrein- ingar og kanningar savnaðar í Hvítubók, ið landsstýrið hevur framt í samsvar við løgtings- samtyktina. Harumframt verður víst til aðalorðaskiftið á løgtingi, ið hevur verið samsvarandi áður- nevndu samtykt. Havandi í huga omanfyri standandi, og støðu landsstýr- isins í hesum máli, hevur lands- stýrið avrátt at fara undir sam- ráðingar við donsku ríkis- stjórnina við tí máli at gera ein altjóðarættarligan sáttmála millum Føroyar øðrumegin og Kongsríkið Danmarkar hinu- megin, ið ásetir rættarstøðu Føroya og samstarv landanna millum í sínámillum felags- skapi. Landsstýrið hevur avgjørt, at sáttmálin verður at fevna um hesar meginreglur: 1. Rættarstøða Føroya verður ásett á ein slíkan hátt, at evsta vald í Føroyum, heruppií eink- arrætturin at skipa tað, liggur hjá Føroya fólki, ið útinnir hetta vald gjøgnum síni kosnu umboð samsvarandi eini stjórnarskipan, sum er givin av Føroya fólki. Í hesum liggur eisini altjóðarættarligt virkis- føri hjá Føroyum. Tað fer at hava við sær, at Føroyar frá at hava verið undirskipaðar Dan- mark verða síðuskipaðar Dan- mark, so at full javnstøða verð- ur í felagsskapi landanna mill- um. (Sí s. 4) 2. Til tess at tryggja framtíðar rættarstøðu Føroya, verður sáttmálin av tílíkum slag, at hann verður bindandi sáttmál- arættur í altjóðarætti so at brot á sáttmálan skal verða at skilja sum brot á altjóðarætt. Sáttmál- in verður tískil fráboðaður Sameindu tjóðum sum ein al- tjóðarættarligur sáttmáli sam- svarandi grein 102 í stovning- arsáttmála Sameindu tjóða og skrásettur á skrivstovu Sam- eindu tjóða, og kunngjørdur av henni. (Sí s. 4) 3. Føroyar og Danmark halda fram sum higartil í gjaldoyra- samstarvi. (Sí s. 7) 4. Ein skipan verður gjørd við- víkjandi ognum ríkisins ið við- víkja Føroyum. 5. Semja verður gjørd um eina búskaparliga skiftisskipan, sum tryggjar føroyskum mynd- ugleikum umstøður at fremja neyðugar tillagingar av før- oyska búskapinum, uttan at hesar fáa avleiðingar fyri støð- ið á vælferðarsamfelagnum ella á almennum tænastum í Føroyum annars, ella overva føroyska búskapin við t.d. økt- um skattatrýsti ella almennari lántøku. Búskaparliga semjan verður í høvuðsheitum at fevna um heildarveitingina, aðrar rík- isveitingar og skuld lands- kassans til ríkiskassan. (Sí s. 10) 6. Fyrisitingarligt samstarv millum myndugleikarnar í londunum báðum verður tryggjað í sáttmálanum í tann mun tørvur er á tí. Serstakar ásetingar og skipanir verða gjørdar fyri: g)Uttanríkismál. (Sí s. 13) h)Dómstólar, ákæruvald, løg- verju, varðhald og kriminalfor- sorg. (Sí s. 15) i) Fíggjareftirlit og innskjótar- atrygdarskipan. (Sí s. 17) j) Heilsuøki. (Sí s. 18) k)Almannaøki. (Sí s. 21) l) Flogferðslu. (Sí s. 22) m) Skipaeftirlit. (Sí s. 23) 14. Javnstøða í tjóðskapi verður ásett millum føroyingar og danir, so at rættindi og skyldur føroyinga og dana verða tryggjað í londunum báðum, sum tey hava verið hig- artil. Herskylda, starvssetanir í almennari fyrisiting, umframt valrættur og vælbæri við val verða tó undantikin. Rættindi- ni, talan er um, eru m.o. rætt- indi til búsetufrælsi, verka- frælsi og almennar tænastur hvør hjá øðrum, heruppií út- búgvingar, útbúgvingarstuðul, heilsuveitingar og almanna- veitingar — tó skulu hesi rætt- indi ikki vera meira víðgongd enn undir verandi skipan. Í høvuðsheitum miðar landsstý- rið eftir at varðveita støðuna, sum hon er í dag. Her eigur tó at verða havt í huga, at nevndu rættindi eru longu í stóran mun tryggjað í norðurlendskum sáttmálum. (Sí s. 24) 15. Føroyar og Danmark halda fram sum higartil undir sama kongi. Sostatt verður kongur Danmarkar av sær sjálvum eisini kongur Føroya. (Sí s. 27) 16. Ein felagsnevnd verður á- sett í sáttmálanum. Felags- nevndin fær um hendur at fylgja við um sáttmálin verður hildin og útintur til fulnar av sáttmálapørtunum og at gera av um hann skal broytast samsvar- andi egnum ásettum manna- gongdum. 17. Sáttmálin verður at fevna um ásetingar um sáttmála- broytingar og sátt- málauppsøgn. Ásett verður, at í tann mun annar sáttmálapart- urin ella báðir ynskja at menna ella at byggja sáttmálan út á øðrum økjum enn teimum, ið eru nevnd omanfyri undir pkt. 6, kann hetta fremjast eftir samtykki frá báðum pørtum. Eisini verður ásett, at Føroyum verður tryggjaður rættur, at ein- víst siga upp fyrisitingarligt samstarv, sum er ásett í sátt- málanum, antin lutvíst ella alt, sum tað er. Sáttmálin heldur tó fram at galda á øllum øðrum økjum. Harumframt verður ein áseting um sáttmálauppsøgn orðað soleiðis, at sáttmálin kann sigast upp eftir ávísari mannagongd. Viðmerkingar til meg- inreglurnar 1 og 2 Rættarstøða Føroya Galdandi skipan viðvíkjandi rættarstøðu Føroya Tann ráðandi fatanin á stjórn- arstigi í heimssamfelagnum er, at Føroyar rættarliga eru um- fevndar av fullveldi Dan- markar, ella sagt á annan hátt, at Føroyar eru í danska ríki- num. Henda støða Føroya hevur við sær, at Føroyar ikki hava mill- umtjóða sáttmálaføri, og sam- svarandi hesum eru Føroyar í grundregluni útihýstar frá sjálvstøðugum limaskapi í millumtjóða felagsskapum. Hetta er orsakað av, at fullveldi Danmarkar fevnir um Føroyar. Tí er tað Danmark, ið vegna Føroyar ger sáttmálar við onn- ur ríki t.d. um markið millum Stórabretlands og Føroya eins og sáttmálar um fiskiveiði, handil og annað. Sum støðan er, hevur danska grundlógin løggildi í Føroyum. Rættarstøða Føroya er harum- framt ásett í heimastýrislógini í tann mun, hon víkir frá støð- uni hjá landslutum í Danmørk- ini sjálvari. Sostatt verða Føroyar rokn- aðar sum ein danskur ríkislutur við víðari sjálvstýrisheimildum enn vanligt er fyri kommunur og amt annars í ríkinum. Ónyðugt er her at lýsa, hvussu heimastýrisskipanin virkar, tí hetta er væl kent. Hvítabók hjá landsstýrinum um sjálvstýrismálið staðfestir, at heimastýrisskipanin serstak- liga hevur við sær fylgjandi tríggjar høvuðstrupulleikar: 18. Føroysku sjálvstýr- isheimildirnar eru givnar við fólkatingslóg — talan er um delegatión ella umboð frá rík- ismyndugleikunum. Samsvar- andi hesum kunnu ríkismynd- ugleikarnir í grundregluni ein- víst taka aftur hesar heimildir ella broyta innihaldið í teimum uttan føroyskt samtykki. Eisini hevur heimildarveitingin við sær, at heimildarveitarin (rík- ismyndugleikarnir) hevur tul- kingarrættin í ivamálum um, hvussu langt heimildirnar røkka. Hetta hava vit fleiri dømi um. 19. Ivi er um, hvørt løg- tingslógir eru á sama rættar- stigi sum fólkatingslógir. Hetta er ein fylgja av, at føroyska lóggávuheimildin er givin við heimastýrislógini, ið er ein fólkatingslóg. 20. Føroyar hava bert av- markaðar heimildir at virka í millumtjóða høpi, alt eftir heimildarveiting frá ríkis- myndugleikunum. Hesi viðurskifti eru trupul, tá ið føroyingar ynskja, at før- oysk lóggáva og føroyskar fyri- sitingarligar avgerðir ikki skulu kunna verða settar til viks av lóggávu ella fyrisitingarligum avgerðum í øðrum landi (her Danmark). Aðrir trupulleikar, ið eiga at verða nevndir, eru hesir: 21. Verandi rættarstøða heim- ilar ikki eini sjálvstøðugari før- oyskari rættarskipan við egnu- m hægstarætti. Tó kann tað hugsast, at semja kundi fingist við donsku ríkismyndugleikar- nar um skipan av einum før- oyskum dómstóli í sermálum. Ein føroysk rættarskipan undir donskum fullveldi vil kortini altíð vera undirgivin einum donskum hægstarætti. Tað merkir, at evsti dómstólur altíð vil vera eitt danskt ríkisvald, og at londini tí ikki kunnu vera javnsett. 22. Føroyskir myndug- leikar hava undir heimastýris- skipanini ikki havt evstu á- byrgd av føroyska samfelag- num, og harvið heldur ikki bú- skapinum sum so. Hetta hevur áður havt óhepnar avleiðingar fyri búskaparstýringina, her- uppi í vantandi tilvitan um tær avmarkingar í búskaparligari trygd, sum tilknýti Føroya til Danmark gav føroyska samfel- agnum. Hetta hevur víst seg sum vantandi vilji til at byggja upp egnar skipanir til tess at tryggja føroyingar ímóti bú- skaparligum skelki. Hetta kemst av, at evstavald- ið í øllum viðurskiftum liggur hjá donsku ríkismyndugleiku- num. Nýggj skipan viðvíkjandi rætt- arstøðu Føroya Landsstýrið vil gera eina semju við donsku stjórnina um ein sáttmála millum Føroyar og Danmark, sum skipar ein nýggjan samstarvskarm mill- um londini, har ið tey eru javn- sett, og har tey arbeiða tætt saman um nærri tilskilað øki samsvarandi sáttmálanum. Tann grundleggjandi rættar- liga javnstøðan Danmarkar og Føroya millum verður við hes- um sáttmála staðfest í altjóð- arætti. Ætlanin er at fáa eina skipan, ið tryggjar, at evsta valdið í Føroyum verður at liggja hjá Føroya fólki og verður útint gjøgnum tess fólkaræðiliga skipaðu stovnar. Sáttmálin skal geva føroyingum rætt til sjálvir at skipa sítt lóggávuvald, út- innandi vald (stjórnarvald) og dómsvald sambært eini før- oyskari stjórnarskipan (grund- lóg). Tað merkir m.a., at tey mál, sum í heimastýrislógini verða nevnd sermál og felagsmál øll koma undir føroyskt ræði. Sama verður galdandi fyri tey mál, ið ikki eru nevnd í heima- stýrislógini. Týdningarmestu felagsmál- ini (samb. heimastýrisskipan- ini), ið við hesi skipan koma undir føroyskt ræði eru: • Heimarættur (ríkisborgara- rættur) • Uttanríkismál, heruppií trygdarmál • Dómsvald og rættargangs- skipan, heruppií hægstirættur og ákæruvald • Løgverja • Útbúgvingarmál • Heilsumál • Almannamál • Kirkjumál • Gjaldoyramál • Fíggjareftirlit, peningastovn- alóggáva og onnur lóggáva á fíggjarøkinum • Øll samskiftis-, samferðslu- og flutningsmál, heruppií loft- ferðslumál og sjóvinnumál • Fongsulsverk, kriminalfor- sorg og borgaralig revsimál • Útlendingamál • Persóns-, familju- og arva- rættarlóggáva, ognarrættar- lóggáva o.a. • Upphavsrættur og einkar- rættur Landsstýrið vil, at kongsfelags- skapur og gjaldoyrafelagsskap- ur verður við Danmark. Rætturin hjá Føroyum at umboða seg sjálvar í millum- tjóða viðurskiftum skal verða tryggjaður í sáttmálanum mill- um Føroyar og Danmark, ið verður galdandi sáttmálarættur (Treaty Law). Landsstýrið metir tað vera ynskiligt, at komandi sáttmálin fyriskipar ávíst samstarv við Danmark í uttanríkismálum. Í sáttmálanum verður har- umframt ásett tætt og víðtøkt samstarv í einum felagsskapi landanna millum, har fremsta ímyndin er ein felags kongur. Sáttmálin skal binda Dan- mark til at boða Sameindu tjóðum (ST) frá nýggju støðu Føroya sambært sáttmálanum. Sáttmálin verður skrásettur hjá ST og kunngjørdur sum gald- andi altjóðarættur. Viðmerkingar til meginreglu 3 Gjaldoyraviðurskifti Galdandi skipan viðvíkjandi gjaldoyra Gjaldoyraviðurskifti Føroya eru skipað við lóg 248 frá 1949. Eftir grein 2 í hesi lóg hoyra peningamál viðvíkjandi Føroyum undir danska forsæt- ismálaráðið. Fyristøða av skip- anini liggur sambært lógini hjá ríkisumboðsmanninum og einum umboði fyri landsstýrið. Sambært lógini nýta føroyingar egnar pengaseðlar, men danskar myntir sum lóg- ligt gjaldevni í Føroyum. Kurslutfallið millum danskt og føroyskt gjaldoyra er 1 króna = 1 krone. Skipanin kann lýsast sum ein strang currency-board- skipan, við tað at seðlaumfarið fult út er dekkað við áogn hjá føroyingum í donskum krón- um, sum sambært lógini skulu setast sum innskot á serliga konto í danska tjóðbankanum. Upprunin til lógina var tann skipan, sum sett varð á stovn undir seinna heimsbardaga, har føroyskir seðlar høvdu fastan kurs mótvegis enska pundinum og har føroyska seðlaumfarið fult út var tryggjað við sterl- ingognum í bretskum pening- astovnum. Føroyar fáa ikki souvereign - ella myntvinning - av seðla- umfarinum sum rentu av inn- skotinum í danska tjóðbanka- num. Hinvegin fær landskassin part av tí parti av yvirskoti danska tjóðbankans, sum verð- ur goldin danska ríkiskassa- num. Parturin, sum fellur í landskassans lut, verður rokn- aður sum lutfallið millum seðlaumfarið í Føroyum og seðlaumfarið í øllum ríkinum við árslok. Lóg 248 frá 1949 áleggur danska tjóðbankanum at fram- leiða føroyskar pengaseðlar við sama áljóðandi virði sum danskir pengaseðlar. Lands- stýrið og danska forsætismál- aráðið samráðast um útsjónd seðlanna. Nýggj skipan viðvíkjandi gjaldoyra Nýggi sáttmálin ásetir, at Før- oyar verða verandi í gjaldoyr- asamstarvi við Danmark. Føroyskir myndugleikar binda seg í samstarvi við av- varðandi myndugleikar í Dan- mark at skipa lóggávu, ið fult út tryggjar mynt- og seðlaum- farið í Føroyum við innskotum í danska tjóðbankanum ella øðrum ikki-føroyskum fíggjar- krøvum ásett í donskum krón- um. Um so er, at Danmark fer við í triðja stig av EMU-sam- starvinum, verða dekknings- reglurnar broyttar frá donskum krónum til evruna. Neyðugt verður eisini, at før- oyskir myndugleikar binda seg til í fakligum samstarvi við av- varðandi myndugleikar í Dan- mark at skipa bankalóggávu og aðra lóggávu á fíggjarøkinum í samsvari við tilsvarandi regl- uverk í Danmark í tann mun hetta verður mett neyðugt fyri at tryggja fastan paritet millum lógligt gjaldevni í Danmark og lógligt gjaldevni í Føroyum. Rætturin til og ábyrgdin av at skipa gjaldoyraviðurskiftini sambært sáttmála millum Dan- mark og Føroyar verður at liggja hjá føroyskum myndug- leikum. Føroyar eru ein lítil og opin búskapur. Hetta talar fyri, at føroyskir myndugleikar ikki nýta møguleikan til at føra diskretioneran pengapolitikk, heruppií rættin til gjaldoyra- niðurskriving og -uppskriving. Avgerandi spurningurin er her, hvussu tey, ið nýta føroyskt gjaldoyra - føroyingar eins væl og útlendingar - kunnu hava álit á, at føroyskir myndugleik- ar ikki fara at nýta slíkan lóg- gávurætt. Fyri at grundarlag skal vera fyri hollum áliti á tað gjald- oyra, sum nýtt verður í Før- oyum, er í fyrsta lagi neyðugt við strongum dekkningsreglum fyri mynt- og seðlaumfarið í Føroyum. Hetta kann gerast við løgtingslóg, sum áleggur tí stovni, sum umsitur pengaum- farið, at hava í minsta lagi 100% sum dekkning av mynt- og seðlaumfarinum. Neyðugt er eisini at stuðla uppundir á- litið á gjaldoyraskipanina við aðrari lóggávu innan fíggjar- skipanina, serliga banka- lóggávuni. ————————— Í sáttmálanum verður lagt upp- fyri, at støða Danmarkar sum samráðingar- og sáttmálapartur í sambandi við gjaldoyramál er ivasom. Danmark luttekur enn ikki í triðja stigi av EMU-samstarv- inum, og kann tí - eftir øllum at døma - enn gera semju við Føroyar um fastkurs-samstarv har Danmark tekur ávísar skyldur á seg. Hendan rætt hevur Danmark í grundregluni ikki, um so er, at Danmark fer við í evru- samstarvið. Í slíkari støðu verður frumskjal 8 í ESsáttmálanum tó virkin1 . Í hesum frumskjali er ásett: