Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. mars 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 47 - 8. mars 2000 Uppritið almannakunngjørt skyldur, sum aðrir danskir ríkisborgarar, ið búgva í sama ”landi” í danska ríki- num. Sum dømi um hetta kann nevnast, at føroyingar ið flyta til Danmarkar fáa val- rætt, verða valbær, og kunnu ogna sær fasta ogn har, og koma annars undir somu reglur, eitt nú skatta- reglur, sum tey ið búgva har. Tað sama ger seg gald- andi fyri danir, ið flyta til Føroya. Somuleiðis hava føroy- ingar, ið flyta til Danmarkar, rætt til at arbeiða har uttan serligt arbeiðsloyvi, og koma teir tá annars undir somu reglur sum tey ið búgva í Danmark. Tað sama ger seg galdandi fyri danir, ið flyta til Føroya. Føroyingar, ið flyta til Danmarkar kunnu útbúgva seg og hava rætt til stuðul sambært galdandi donsku stuðulsskipanum. Tað sama ger seg galdandi fyri danir, ið flyta til Føroya. Eisini hava føroyingar, ið flyta til Danmarkar rætt til heilsuveitingar og almann- aveitingar í Danmark, eftir somu reglum sum eru gald- andi fyri tey ið búgva har. Tað sama ger seg galdandi fyri danir, ið flyta til Før- oyar. At danskir ríkisborgarar, sum búgva í sama ”landi” í danska ríkinum, hava somu rættindi og skyldur, er tó ikki ein forðing fyri at tað t. d. í løgtingslóg verður ásett, at danskir ríkisborgari skal vera heimahoyrandi í Før- oyum, og sostatt verða før- oyingur sambært heima- stýrislógini, fyri at fáa ávís rættindi í Føroyum. At ríkisborgarar í danska ríkinum hava felags ríkis- borgararætt merkir tó ikki treytaleyst at teir eisini hava felags skyldur hvør hjá øðr- um. Sum dømi um hetta kann nevnast, at ungir føroyskir menn, ið fyribils hava til- hald í Danmark, eru undan- tiknir verjuskyldu.4 Hvat viðvíkur skyldunum hjá dønum í Føroyum kann vísast á regluna í grein 11 í heimastýrislógini, har tað er er ásett, at danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í al- mennum viðurskiftum. Hetta merkir t.d. at ein dani ikki nýtist at duga føroyskt fyri at samskifta við al- mennu føroysku umsiting- ina. Harumframt kann verða víst til grein 10 í heimastýr- islógini, har heimastýrið kann áseta reglur um, at val- rættur og valføri til stovnar, sum hoyra undir føroyska heimastýrið, kunnu verða treytað av at avvarðandi er føroyingur. Hendan heimil- din er tó ikki brúkt. At ríkisborgarar í danska ríkinum hava felags heima- rætt merkir heldur ikki treytaleyst at teir hava felags rættindi og skyldur mót- vegis triðjulondum. Sum dømi um hetta kann nevnast, at tey rættindi, ið t. d. eru ásett í ES sáttmála- num um frítt at fara hjá arbeiðskraftini í ES, ikki eru galdandi fyri føroyingar. Hetta merkir, at ein per- sónur sum hevur tilhald í Føroyum við passi har ”Før- oyingur“ og ”Føroyar“ eru sett aftaná ”Dansk” og ” Danmark” er at líkastilla við ein triðja lands borgara í ES høpi. Hinvegin kemur persón- ur, ið hevur umrødda pass, og sum hevur tilhald í Dan- mark, undir reglurnar í ES sáttmálanum. 5 Nýggj skipan viðvíkjandi rættindum og skyldum før- oyinga og dana hvør hjá øðrum Serstakur heimarættur. Nýggja skipanin merkir, at felags heimarætturin verður settur úr gildi, og at serstak- ur føroyskur heimarættur kemur í staðin. Nýggja skipanin krevur, at serstøk føroysk lóg um føroyskan heimarætt verður gjørd. Harumframt verður neyðugt at gera eina út- lendingalóg, og at gera eina skipan fyri umsitingina av økinum, ið skal virka tann dag tá ið sáttmálin millum Føroyar og Danmark kemur í gildi. Í Íslandi varð íslendskur heimarættur ikki endaliga staðfestur fyrr enn aftaná at sáttmálin kom í gildi í 1918. Hetta hevði við sær nógvar umsitingarligar og løgfrøð- iligar trupulleikar. Fyri at avmarka sovorðn- ar trupulleikar verður mælt til, at lóg um føroyskan heimarætt kemur í gildi samstundis sum sáttmálin. Rættindi og skyldur Ynski hjá samgonguni er, at føroyingar í mest møgulig- an mun skulu varðveita tey rættindi ið føroyingar, sum danskir ríkisborgarar hava í Danmark í dag, og at danir fáa somu rættindi í Føroy- um, sum føroyingar fáa í Danmark. Undantøkini frá hesum er tó herskylda, val- rættur og valbæri og starvs- etanir í almennu fyrisiting- ini. Hetta merkir fyrst og fremst, at danir, ið flyta til Føroya, ella føroyingar ið flyta til Danmarkar kunnu arbeiða og búseta seg hvør hjá øðrum og verða teir javnsettir við tey, ið hava heimarætt í tí landinum, tey búseta seg í. Somuleiðis merkir hetta, at hesi hava rætt til útbúgv- ing og útbúgvingarstuðul, heilsuveitingar, og al- mannaveitingar eftir somu reglum sum tey, ið hava heimarætt í tí landinum, tey búseta seg í. Tað er sannlíkt at danir vilja tryggja sær, at teir kenna reglurnar um hvør ið kann fáa føroyskan heima- rætt, áðrenn teir kunnu ganga ynskinum um felags rættindi og skyldur á møti. Við hesum vilja teir tryggja seg ímóti einari bakhurð til ágóðar í danska samfelag- num, sum útlendingar, ið hava fingið føroyskan heim- arætt, kunnu nýta. Skotið verður tí upp, at reglurnar um hvør kann fáa føroyskan heimarætt fylgja teimum donsku, við teimum undantøkum, ið nattúrliga standast av nýggju skip- anini. Viðmerkingar til meg- inreglu 8 Kongsfelagsskapur Galdandi skipan viðvíkj- andi kongsfelagsskapi Føroyar eru undir sama kongi sum Danmark og Grønland. Ráðandi fatanin hesum viðvíkjandi tykist vera, at kongurin (nú drotn- ingin) av Danmark eisini er kongur Føroya og Grøn- lands, tí hesi lond vera mett sum partar av danska ríki- num. Vísast kann á, at ein onnur fatan hesum viðvíkj- andi er framkomin í nýggj- ari bók eftir Zakarias Wang. Sambært ZW eru Føroyar (og Grønland) undir egnum kongi, ið tó samstundis er kongur Danmarkar — t.e. ein kongur yvir tveimum ríkjum. Í Hvítubók (útkom í sep. 1999) verður greitt frá, at Føroyar fyrst komu undir valdið hjá norskum kongum, seinni donskum, men altíð sum serstakt land við serligari rættarstøðu. Meira verður ikki gjørt burt- urúr hesum spurningi her. Sambært verandi donsku rættarstøðu kongs, verður Føroyska heimastýrið ikki beinleiðis ávirkað av kongs- valdinum, við tað, at vald og skyldur kongs sambært donsku grundlógini bert viðvíkja ríkisins myndug- leikum — ríkisstjórnini og fólkatinginum. Nýggj skipan viðvíkjandi kongsfelagsskapi Ásett verður í altjóðarætt- arligum sáttmála millum Føroya og Danmarkar, at Kongur Danmarkar eisini er Kongur Føroya. Sostatt kann verða sagt, at verandi kongsfelagsskapur heldur fram, men tó á nýskipaðum grundarlagi, nevniliga sam- bært hesum altjóðarættar- liga sáttmála. Í sáttmálanum kann verða ásett, at Føroyar binda seg til at góðtaka tann sum Før- oya kong ella drotning, ið danir til eina og hvørja tíð sambært egnu stjórnarskip- an teirra taka til kong/drotn- ing. Tað er óivað best, at kong- ur, ið hevur sín bústað í Keypmannahavn, hevur ein umboðsmann í Føroyum. Í (bretskum) Common- wealth-høpi bera slíkir um- boðsmenn hjá drotningini heitið Governor General, og teir eru aloftast innbornir í tí landi, har teir eru um- boðsmenn. Tað verður mett at vera týdningarmikið, sæð frá einum føroyskum sjón- arhorni, at ein slíkur um- boðsmaður verður føroy- ingur, eins og vanligt er í Commonwealth-høpi. Hes- in umboðsmaður røkir skyldur kongs hansara vegna í Føroyum. Hereftir verður leiklutur kongs í Før- oyum einans umboðandi, og at vera ein ímynd av tí søguliga og mentanarliga felagsskapinum landanna millum. Annar spurningur er at geva slíkum umboðs- manni eitt hóskandi før- oyskt heiti. Tørvur er ikki á at hava ítøkiligar politiskar uppgáv- ur til kongsvaldið í Føroy- um, so sum t.d. í Danmark, har kongur staðfestir lógir og hevur ein leiklut, tá stjórnarskifti eru. Í Føroy- um kann verða hildið fast við, at hesar uppgávur liggja hjá ávikavist løg- manni og tingformanni, til ein føroysk stjórnarskipan møguliga ásetur annað. Dentur verður lagdur á, at fremsta endamálið við slíkum kongsfelagsskapi er at varðveita eina sterka ímynd av felagsskapinum — søguliga og mentanar- liga — Danmarkar og Føroya millum. Í uttanlandsnevnd løg- tingsins er landsstýrið sinn- að at gera sítt ítarsta til at finna eina breiða semju inn- an fyri karmin av omanfyri nevndu meginreglum. Í hes- um sambandi eigur eisini at verða havt í huga royndir landsstýrisins higartil at gera semju við andstøðu- flokkar um hetta sera týdn- ingarmikla mál fyri Føroy- ar. Við nevndu stevnumiðum sum máli hevur landsstýrið avgjørt at boða donsku rík- isstjórnini til samráðingar í vár, soleiðis at sáttmálagerð og staðfesting av sáttmála, heruppií fólkaatkvøða í Før- oyum, kunnu verða lokin í ár. Í Tinganesi á pálsmessu ár 2000 1 Tilvísing: Folketinget. Svar på spørgsmål stillet af Frank Dahlgaard (KF) til økonomiminister Marianne Jelved. Spm. nr. S 1857, 21/4 99 og Svar (3/5 99) 2 Ella EU, um Danmark fult út verður við í evru- samstarvinum. 3 Trísiffrað tøl í klombru vísa til síðutøl í Hvítubók, Fylgibindi 2. 4 Sambært skrivi frá Innanríkismálaráðnum dagfest tann 15. juli 1996 . (Landsstýrisins j. nr 75- 7/96.) ”Efter værnepligtsloven er færøske og grønlandske mænd værnepligtige ligesom andre danske statsborgere. De får dog først pligt til at møde for session, når de tager ophold i denne del af riget, jf. værnepligtslovens §§ 1, 5 og 13. Siden 1963 har man imidlertid haft en praksis, hvorefter unge mænd, hvis afstamning hører til den færøske eller grønlandske befolkning, og som oplyser at opholde sig midlertidigt i Danmark går fri for sessionsbehandling. Denne praksis er fastlagt ved en regeringsbeslutning, som bygger på en forudsætning om, at der ikke føres kontrol med, om de pågældendes ophold hernede reelt er permanent eller midlertidigt.” 5 Sambært skrivi frá Løgmálaráðharranum dagfest tann 7. apríl 1999. ( Landsstýrisins j.nr. 516- 1/92). ”På den baggrund er det Justitsministeriets opfattelse, at personer, der har bopæl på Færøerne — hvad enten de har haft bopæl på Færøerne gennem længere eller kortere tid — vil være afskåret fra at påberåbe sig reglerne om arbejdskraftens frie bevægelighed, jf. EF- traktaten art. 48, etableringsretten, jf. art. 52, og fri udveksling af tjenesteydelser, jf. art. 59. Omvendt vil danske statsborgere, der har haft bopæl på Færøerne, når de er flyttet til Danmark og har fået fast bopæl der, kunne påberåbe sig de nævnte bestemmelser i EF-traktaten. Jeg må dog tilføje, at det ikke helt kan udelukkes, at omgåelsesbetragtninger kan føre til, at personer, der er flyttet fra Færøerne til Danmark, for umiddelbart derefter at indrejse i et andet EU- land under påberåbelse af EF-traktatens regler om fri bevægelighed, ikke skal anses for danske statsborgere i EF- traktatens forstand. Da spørgsmålet om færingers mulighed for at påberåbe sig EF- traktatens regler om bl.a. arbejdskraftens frie bevægelighed efter Justitsministeriets opfattelse bør afgøres ud fra de ovenfor nævnte kriterier, kan det herefter ikke gøre nogen forskel, om vedkommende er i besiddelse af et pas, der er udfærdiget på en særlig færøsk blanket, eller et pas, der er udfærdiget på en sædvanlig blanket, jf. § 17, stk. 2, i pascirkulæret.” Uppritið almannakunngjørt Ein spurningur, ið stingur seg upp í hesum sambandi, er hvussu dómsvaldið skal skip- ast. Skotið verður upp, at meðan rættarskipanarnevndin undir grundlógarnevndini ger upp- skot til føroyska rættarskipan, heldur skipanin við dómsvald- inum fram, sum hon er nú. Verður hetta loysnin verður neyðugt at gera semjur við dómstólsstýrið um, at teir dóm- arar, ið hava innlit í føroysk viðurskifti, og sum í dag døma í Føroya Rætti, Eystara Land- srætti og Hægstarætti í før- oyskum málum, halda fram at døma eftir at rættarskipanin er komin undir føroyskt fyrisit- ingar- og lóggávuvald. Ein tílík loysn eigur eisini at gerast fyri føroysku ákæru- valdsskipanina. 6 c) Fíggjareftirlit og innsetar- atrygdarskipan Galdandi skipan viðvíkjandi fíggjareftirliti Danska fíggjareftirlitið hevur eftirlit við, at føroysku pening- astovnarnir halda seg innan banka- og sparikassalógina. Danska fíggjareftirlitið hevur eftirlit við øllum tí danska fíggjarsektorinum, men í Før- oyum eru tað bert peninga- stovnarnir, ið eru undir eftirliti av danska fíggjareftirlitinum. Føroyingar hava t.d. sítt egna tryggingareftirlit. Fyri at styrkja álitið á bank- askipanina og at skapa ein so tryggan fíggjarmarknað tvørtur um landamørk sum gjørligt, hava bæði ES-lond og lond við tilknýti til ES seinastu 15-20 árini samtykt hóp av lógum við tí í hyggju at gera felagsreglur fyri fíggjarstovnar, og at styrkja um eftirlitið við hesum stovnum. Danska fíggjareftir- litið hevur umsjón við at áset- ingar í lógum og kunngerðum verða hildnar, eins og danska fíggjareftirlitið hevur havt til uppgávu at gera ein part av teimum neyðugu kunngerðu- num á økinum. Peningastovnarnir skulu leypandi útvega Fíggjareftir- litinum ymiskar upplýsningar um virksemi sítt. Talan er um mánaðarligar, kvartalsvísar og hálvárligar upplýsingar. Tað eru í høvuðsheitinum peningastovnarnir sjálvir, ið rinda fyri fíggjareftirlitið — hetta er ásett í banka- og spar- ikassalógini. Gjaldið verður á- sett eftir skuld og ábyrgd. Tað eftirlit, sum Fíggjareftirlitið hevur av øðrum virkjum, ið ikki eru peningastovnar, verður somuleiðis goldið av virkj- unum. Nýggj skipan viðvíkjandi fíggjareftirliti Undir teirri nýggju skipanini verður landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ovasti fyrisiting- arligi myndugleiki á økinum. Føroyskt fíggjareftirlit tekur við ábyrgdini av teimum upp- gávum, sum danska fíggjareft- irlitið higartil hevur røkt í Før- oyum. Í sáttmálanum verður miðað eftir, at samstarv verður millum føroyskt fíggjareftirlit og danska fíggjareftirlitið. Galdandi skipan viðvíkjandi innsetaratrygdarskipan Endamálið við lógini um inn- setaratrygdargrunnin er at avmarka missin hjá privatum innsetarum, ið hava pening á konto í peningastovni, sum fer á húsagang. Missurin verður avmarkaður á tann hátt, at hesir innsetarar fáa endurgoldnar upp til 300.000 kr. Danski búskaparmálaráð- harrin er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, og danska fíggjareftirlitið umsitur grunnin. Talan er um eina trygging- arskipan, sum peningarstovn- arnir eftir stødd bera kostnaðin av. Nýggj skipan viðvíkjandi innsetaratrygdarskipan Miðað verður eftir at sáttmálin skal tryggja, at føroysku pen- ingastovnarnir framhaldandi kunnu vera við í hesi trygg- ingarskipan. 6 d) Heilsuøkið Galdandi skipan víðvíkjandi heilsuøkinum Heilsuøkið er yvirtikið sam- bært grein 9 í heimastýr- islógini, tó soleiðis at stórir partar av lóggávuni enn eru ríkislóggáva, og partar verða eisini enn umsitnir av donskum myndugleikum. Rammulógir vórðu tó samtyktar í 1995 við tí endamáli at flyta meginpartin av ábyrgdini til Føroya. Í 1995 varð valt at góðkenn- ingarlóggávan (autorisatións- lóggávan) (290-312)3 ikki skuldi vera fevnd av rammu- lógunum, tí at mett varð ikki, at føroyskir myndugleikar høvdu neyðuga førleikan og orkuna at lóggeva á økinum, og umsita tað. Almanna- og heilsmumálastýrið metir held- ur ikki, at orsøk er til at royna at fáa sær henda førleika, tí økið er so neyvt reglusett í al- tjóða og EBS reglum, sum eis- ini vit eiga at fylgja, líka mikið hvør rættarstøðan er. Verandi skipan á økinum er alt annað enn nøktandi: góð- kennningarlóggávan, sum er í Føroyum, er í meðal eini 10 ár eldri enn samsvarandi danska lóggávan, og á onkrum økjum er als ongin lóggáva galdandi í Føroyum. Økið verður í verki umsitið, sum um galdandi donsk lóggáva var í gildi her, bæði har gomul lóggáva er, og har ongin lóggáva er. Tann parturin av eftirlitinum við heilsuverksstovnum og — myndugleikum, sum er í Før- oyum, verður framdur av landslæknanum (288ff & 355f), sum er ein danskur stovnur undir Sundhedsstyrel- sen, ið annars fyrisitur hesar uppgávur. Ymsir møguleikar eru hjá hinum einstaka at kæra til dan- skar myndugleikar um elvdar skaðar, ella annað, sum hin ein- staki metir sum skeiva viðgerð í heilsuverkinum. Talan er um endurgjald fyri koppsetingar- skaðar (274) og sjúklinga- trygging (292). Eisini á øðrum økjum er enn donsk lóggáva. Talan er t.d um økini vevnaðartøka, fosturtøka, fyribyrgjandi heilsukanningar í sambandi við barnsburð, ó- keypis koppseting, fráboðan um føðingar og andlát, sterili- satión og gelding og líkskoðan. Hesi øki kunnu tó uttan stór- vegis krøv ella trupulleikar verða umsitin av føroysku myndugleikunum. Apoteksverkið varð (helst í stríð við heimastýrislógina) yv- irtikið sum føroyskt sermál í 1949, og økið virkar væl. Fleiri avtalur eru við danskar stovnar um at nýta teirra servitan, kunning o.t., sí niðanfyri. Nýggj skipan viðvíkjandi heilsuøkinum Almanna- og heilsumálastýrið mælir til ikki at fremja sjálv- støðuga regluseting á góðkenn- ingarøkinum, men tó so at lóg- gávuheimildin verður her. Hetta er gjørt undir verandi skipan viðvíkjandi góðkenning av bilum, har føroyska lógin ásetir, at danskar reglur og standardir á nærri tilskilaðum øki galda í Føroyum. At avgreiða einstøku málini verður tá ein (lutfalsliga lítil) eyka arbeiðsbyrða hjá viðkom- andi donsku fyrisiting, meðan reglusetingin sjálv í grundregl- uni ikki verður at krevja nakað eyka í Danmark, og í Føroyum fer minni orka at skula til enn hon, sum í dag átti at verið nýtt til at umsitið økið nøktandi — tó kortini kanska ikki minni, enn tann orka sum verður nýtt. Starvsøkini, talan verður um, eru hesi: • Læknar • Tannlæknar • Kliniskir tannsmiðir • Sjúkrasystrar • Ljósmøður • Yrkis- og alisrøktarar (ergo- og fysioterapeuter) • Fótrøktarar • Kliniskir kostráðgevar • Tannrøktarar • Sálarfrøðingar (ongin góðkenningarlóg er á økinum í dag) • Kiropraktorar (ongin góðkenningarlóg er á økinum í dag) • Optikarar (ongin góðkenningarlóg er á økinum í dag) Herafturat koma heilsustovnar o.t. Landslæknaembætinum við- víkjandi verður neyðugt at gera semjur í tann mun embætið — sum nú - skal hava eftirlit við virkseminum hjá góðkendum heilsuverksstarvsfólki o.t. Tað verður helst minni munurin, um embætið verður føroyskt ella danskt. Í mun til verandi støðu verð- ur v. ø. o. talan um eina gjøgn- umførda, ómakaleysa dagfør- ing av lóggávuni, samstundis sum rættarstøðan verður betur: lóggáva verður á øllum økjum, har londini kring okkum meta at lóggáva krevst, og mótsatt í dag verður umsitið eftir teirri lóggávu, sum á pappírinum er galdandi her. Skipanin kemur at bera í sær, at Føroyar ikki reelt ávirka øk- ið politiskt. Soleiðis er støðan eisini undir verandi skipan, og sum er, hava vit kortini ikki neyðuga fakliga førleikan at ávirka økið. Onki er til hindurs fyri, at vit (í funktionelt sam- anhangandi pørtum) taka øki undir beinleiðis føroyska fyri- siting, tá ið nøktandi førleiki er í landinum, og um hetta verður eitt politiskt ynski (sí tó niðanfyri). Afturat omanfyri nevnda kann verða lagt, at gongdin innan EBS (fyri sovítt allan vesturheimin) er móti støðugt meira samansjóðan av reglu- verki og góðkenningarmanna- gongdum á økinum. Hetta ber í sær, at alt færri forðingar fara at standast av, at tað eru júst danskar góðkenningar, vit nýta: tær fara sum frá líður at verða tær somu allastaðni, og hervið verða helst einans eftir- litsuppgávurnar at liggja eftir í einstøku londunum. Viðvíkjandi kærum er talan er um øki, sum kunnu krevja stóra servitan, og ógvuliga langt er ímillum kærurnar (færri enn 10 um árið). Tí er helst tryggari, um økið, ið hvussu so er fyri ein part, verð- ur umsitið av útlendskum myndugleika. Tí verður semja eisini gjørd á hesum øki. Viðvíkjandi vísindasiðsem- isnevndarskipanini verður eis- ini tørvur á samstarvi. Viðvíkjandi donsku lóggávuni annars er ikki neyðugt við aðr- ari skipan, enn at fyrisitingin fær rímiligt skotbrá (eini tvey ár skuldu verið á góðari leið) at taka økini til sín. Viðvíkjandi apoteksverki- num verður neyðugt at hava semjur við Sundhedsstyrelsen, Statens Serumlaboratorium og Statens Veterinære Institut for Virusforskning um krøv til medisinskan útbúnað, og um skráir yvir góðkendan heilivág o.t. Neyðugt verður somuleiðis at halda fram við formaliseraða samstarvinum við Amternes Lægemiddelregistrerings- kontor (ALIS) um forskriftir fyri heilivágsgerð. Økið er væl skipað við semj- um sum er. Tí er nóg mikið at tryggja, at verandi semjur halda fram. 6 e) Almannaøkið Galdandi skipan viðvíkjandi almannaøkinum Almannaøkið er í grund- regluni ”liðugt” yvirtikið eftir grein 9 í heimastýrislógini, men á tveimum smærri, av- markaðum økjum er samstarv: Flestar kærur viðvíkjandi fyritíðarpensjónsavgerðum og á vanlukkutryggingarøkinum fara í dag til Den Sociale Ank- estyrelse, og verða viðgjørdar saman við donsku kærunum. — Men Ankestyrelsen sigur seg — vegna væntandi innlit í føroysk viðurskifti— gera lítið av at eftirmeta meira sosialt treytaðu partarnar av meting- ini, sum liggur til grund fyri føroysku avgerðunum. Bert eini 5% av kærarunum fáa við- hald, tað eru færri enn í Dan- mark. Konventiónin um sosiala trygd regulerar og lættir um atgongdina hjá arbeiðstakara til almennar trygdarveitingar í hinum londunum, og ásetir, at fólk í vinnu vinna sær rættindi til eftirløn úr londunum í sama lutfalli, sum áramálið, tey hava arbeitt í viðkomandi landi. Sáttmálin er tungur at um- sita, og krevur dagførda ser- vitan. Semja er gjørd við Sikr- ingsstyrelsen um serfrøðinga- hjálp — viðvíkjandi ítøkiligum ivamálum, og við upplæring - í sambandi við umsiting sam- svarandi sáttmálanum. Veg- leiðing verður eisini fingin úr hinum norðurlondunum. Nýggj skipan viðvíkjandi al- mannaøkinum Tað er ynskiligt, um vit í einum skiftisskeiði (nøkur ár) kunnu fáa kærur viðvíkjandi avlamis- pensjónsumsóknum viðgjørdar í Den Sociale Ankestyrelse. Somuleiðis verður neyðugt at fáa serfrøðingahjálp o. a. á van- lukkutryggingarøkinum. Á konventiónsøkinum (Nor- disk konvention om sosial sikr- ing) fer helst altíð at verða tørv- ur á hjálp viðvíkjandi ymiskl- igum ivamálum úr øðrum lond- um, og Almanna og heilsumál- astýrið metir, at neyðugt er at gera semju um serfrøðinga- hjálp á hesum økinum. 6 f) Flogferðsla Galdandi skipan viðvíkjandi flogferðslu Flogferðsla verður skipað sam- bært teimum treytum, sum loft- ferðslustovnur Sameindu tjóða, ICAO setir, eins og eftir fleir- tjóða sáttmálum, ES-reglum og loftferðslulógini, sum aftur lýkur tær treytir, sum tvítjóða og fleirtjóða felagsskapir seta flogferðsluni. Lóggávan, sum er lýst at galda í Føroyum á flogferðsl- uøkinum, er donsk, tó við ym- iskum broytingum, sum heim- astýrið hevur ásett. Eftir seinna veraldarbardaga gjørdist Vága Floghavn før- oysk, tá bretar avhendaðu flog- havnina til Føroya Løgting. Í 1963 varð semja gjørd millum landsstýrið og Statens Luftfarts Væsen, eftir hetta nevnt SLV, sum m.a. ásetti, at SLV ókeypis skuldi ráða yvir lendinum og útbúnaðinum og reka flog- havnina. Danir hava víst á møgu- leikan fyri, at føroyingar yvi- rtaka raksturin av Vága Flog- havn. Hjá Statens Luftfartsvæsen í Vágunum starvast 32 fólk. Flogvøllurin hevur í miðal havt eitt árligt undirskot uppá 13.8 mió. kr. (1994 -1998). Flogvøllurin í Vágunum, sum SLV rekur, rindar umleið 2,9 mió. kr. um árið yvir rakst- urin fyri allar tænastur, sum Loftferðslueftirlitið og Flog- trygdartænastan hjá SLV veita á føroyskum øki. Loftrúmið - flogferðsluna sum fer um før- oyskt loftrúm - umsitur Ísland, Danmarkar vegna. Flogfeløgini rinda sjálvi fyri at útbúgva og góðkenna starvs- fólkini. Nýggj skipan viðvíkjandi flog- ferðslu Lóggávuvald og fyrisitingar- vald gerast føroysk og fullveldi yvir loftrúminum gerst før- oyskt. Viðvíkjandi lóggávuni verð- ur mælt til, at fylgja donsku rættarreglunum á økinum við teim tillagingum, sum Føroyar hava fyri neyðini. Ísland umsitur sum er før- oyska loftrúmið Danmarkar vegna. Mælt verður til, at Ís- land í fyrsta umfari umsitur loftrúmið Føroya vegna. Viðvíkjandi rakstri av flog- havnini, má tað vera ein treyt, at trygdin og dygdin er í lagi, tá ið føroysku myndugleikarnir fáa ræði á økinum. Skaðanevndin, ella (Havari- kommissionen for civil luftfart) kannar tilburðir viðvíkjandi flogóhappum. Mælt verður til, at gera semju við skaðanevnd- ina soleiðis, at útgreiningar fá- ast til vega um eitt føroyskt skrásett flogfar skuldi verið fyri óhappi. Viðvíkjandi flog- ferðsluøkinum annars verður víst á, at økið er altjóða reglu- sett og krevur at Føroyar gerast partur av fleiri sáttmálum, um- framt teimum, Føroyar í dag eru partur av. Føroyar eiga so- statt at taka undir við Chica- gosáttmálanum og gerast sjálv- støðugur limur í ICAO. Lands- stýrið sigur donsku ríkisstjórn- ini frá hesum, og ger semju um at teir ráðgeva landsstýrinum um hvussu limaskapurin verð- ur røktur á bestan hátt. 6 g) Skipaeftirlit Galdandi skipan viðvíkjandi skipaeftirliti Málsøkið skipaeftirlit fevnir í høvuðsheitum um teknisk krøv og fyriskipanir viðvíkjandi tryggleika á føroyskum skip- um. Eftirlitið við føroyskum skipum verður tekniskt og fyri- sitingingarliga gjørt av Søfarts- styrelsen í Danmark, sum fremur hetta m.a. við eini økis- skrivstovu í Tórshavn, har tríggir eftirlitsmenn og tvey hálvtíðar skrivstovufólk starvast. Øll teknisk og fyrisit- ingarlig servitan verður annars fingin til vega úr Søfarts- styrelsen. Alt lógarsmíð, tekniskar fyr- iskipanir og vegleiðingar verða gjørdar av Søfartsstyrelsen. Danmark hevur lagt upp fyri serstøkum føroyskum viður- skiftum, serstakliga fyri fiski- skip. Føroyskir sjóvinnu- myndugleikar samstarva í tekniskum nevndum og á út- búgvingarøkinum. Ein nevnd arbeiður í løtuni við at skriva álit um yvirtøku av skipaeftirlitinum og hvussu eitt føroyskt skipaeftirlit í framtíðini eigur at skipast. Nýggj skipan viðvíkjandi skipaeftirliti Nýggja skipanin ber við sær, at Føroyar hava fulla ábyrgd av málsøkinum skipaeftirlit t.e. lóggávuvald, fyrisitingarliga og fíggjarliga ábyrgd, og taka við øllum millumtjóða rættind- um og skyldum innan málsøkið t. e. at Føroyar gerast sjálv- støðugir limir í IMO og ILO og annars samstarva á øllum økjum, har hetta verður mett neyðugt og fíggjarliga og á annan hátt er gjørligt. Mett verður, at eitt føroyskt skipaeftirlit kann skipast sum ein lutfalsliga lítil fyrisiting, sum verður løgd saman við Sjóvinnufyrisitingingi. Uppgávur viðvíkjandi skip- aeftirliti kunnu verða útlisiter- aðar í størsta mun t.d. til góð- kend klassafeløg. Skipaeftirlitið kemur at hava almennar myndugleikaupp- gávur, lógarsmíð og eftirlits- uppgávur. Neyðugt verður at gera semju um samstarv og fakligan stuðul frá Søfartsstyrelsen til vanligt skipaeftirlit í eini skift- istíð. Viðmerkingar til meginreglu 7 Javnstøða í tjóðskapi Galdandi skipan viðvíkjandi rættindum og skyldum føroy- inga og dana hvør hjá øðrum a) Felags heimarættur Treytirnar fyri at fáa danskan heimarætt eru ásettar í lovbe- kendtgørelse nr. 155 af 06.04. 1978 af L. om dansk ind- fødsret, som senest ændret ved L. nr. 159 af 18.03.1991. Málsøkið heimarættur er ikki umrøtt í heimastýrislógini og kemur tí undir grein 6 í somu lóg, sum mál, ið verða umsitin sum ríkisins felagsmál av ríkisvaldinum. Sambært galdandi skipan hava allir ríkisborgarar í danska ríkinum sostatt danskan og harvið felags heimarætt, uttan mun til hvar teir eru heima- hoyrandi í danska ríkinum. Sambært heimastýrislógini § 10 verður ein føroyingur rokn- aður sum ein, ið hevur danskan heimarætt og er heimahoyrandi í Føroyum. Øvugtdømi av hesum hevur so við sær, at persónur, ið ikki er heimahoyrandi í Føroyum, ikki er føroyingur. b) Rættindi og skyldur Danskur ríkisborgari hevur í dag somu rættindi og