hósdagur 7. mai 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
• mai 2009
Ein hugsar kanska ikki so nógv um tað, men
eisini hjá BR-Leikum merkist tað, at summarið er
í nánd
BR-Leikur er óivað millum størstu handlar av sínum slag í Føroyum. Og leikur av
alskyns slag eru at fáa, og so skuldi ein hildið, at hetta var tað.
Men sum so ofta, so er tað ikki altíð bara lætt og ómakaleyst, tá ein fæst við tað, ið
hevur við børn at gera.
Vit onnur hugsa neyvan stórvegis um tað, men hjá BR-Leikum merkist tað eisini, at
summarið er í nánd, og hesum laga tey seg sjálvsagt eftir.
- Tað merkist, at summar er í luftini, siga tey hjá BR-Leikum.
Nú er tíðin, har børn spæla úti, og t.d. súkklur, spakar og spannir og rulluskoytur eru
millum tað, ið børn ysnkja sær, ella fáa í gávu.
Ikki bert summarvørur
BR-Leikur er stórur leikuhandil, og úrvalið er stórt. Og sjálvsagt eru tað ikki bert vørur, ið
eru nýtiligar úti summarhálvuna, ið fara um diskin hesa ársins tíð.
Eittnú verður nógv selt av tí vældámda Nintendo DS spælinum, ið er lætt at hava
við sær, og hetta er óivað óført at stytta sær stundir við hjá børnunum á baksetrinum í
bilinum, um familjan skal ferðast í summar, og langir biltúrar eru á skránni.
Dáma væl ekort
BR-leikur er við í ekort skipanini, og teimum dámar væl skipanina, og sama kann sigast
um kundarnar, ið dáma væl tey 5,5%, ið tey fáa í vinningi.
Og í BR-Leikum gera tey við skelti við kassan vart við, at ekortið kann nýtast, og vart
verður eisini gjørt við teir fyrimunir, ið eru við hesum.
Í BR vóna tey, at fleiri fáa eyguni upp fyri fyrimununum við ekortinum, tí teir kundar, ið
hava ekort, eru glaðir fyri skipanina.
Summarið merkist
hjá BR-Leikum
Optikbúðin
í vøkstri
Í Optikbúðini í Havn hevur framgongd verið
seinastu árini, og tveir optikarar starvast nú í
fyritøkuni, ið nú eisini telur tveir handlar. Í
Optikbúðini eru tey væl nøgd við ekort skipanina
og nógv ekort eru farin ígjøgnum
O
ptikbúðin hevur verið 21 ár í Bøgøtu í Havn, og er sostatt ein sonevnd havnar-
mynd. Men tó ikki ein mynd, ið ikki broytist.
Fyritøkan er nógv vaksin og telur nú tveir handlar, báðir í Bøgøtu, og tveir
optik arar starv ast nú í fyritøkuni.
Sjey starvsfólk eru knýtt at Optikbúðini.
Stórt úrval
Í optiktikbúðini hava tey allar optiskar vørur, so sum brillur, sólbrillur, linsur og kikarar.
Optikbúðin hevur sera stórt úrval, og dentur verður lagdur á at hava merkivørur, og at
góðskan er í hásæti.
Nýggj tøkni
Virksemið er nógv vaksið seinnu árini, og fyritøkan hevur eisini fylgt við. Øll útgerðin til at
kanna eygu við er nýggj, og tað er nýggjasta tøkni, ið verður nýtt.
Nógv at gera
Í Optikbúðini hava tey úr at gera, og hvønn dag verða nógvar sjónkanningar gjørdar.
Eisini lata tey í Optikbúðini væl at skipanini við ekortum, og har eru nógv ekort farin
ígjøgnum, verður sagt, og sjálvsagt fegnast tey um, at ljós nú verður varpað á fyrimunirnar
við ekortinum, so enn fleiri fáa lut í teim fyrimunum, ið kortið hevur.