hósdagur 7. mai 2009síða 52
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Rákið – mai '09
Skitin og tvitin, kikkandi eftir ondini,
standa 15 danskir KT-serfrøðingar,
harav flestu teirra eru konufólk, við
eini rætt og stara, meðan bóndin
fær seyðin til høldar. Í ein heilan tíma
hava tey tuskað runt eftir eini lítlari
gongu í eini desperatari roynd at
reka seyðin í rætt fyri at geva honum
medisin.
Men tey hava ikki so mikið sum
fingið eina ullarlagd í rætt og mugu
geva upp. Fáar minuttir og nøk ur
bríksl seinni hevur bóndin við hund-
um sínum fingið allan seyðin í rættina
og stendur klárur við medisininum.
Danirnir eru málleysir. Standa bara
og tiva, meðan teir býttisliga stara
eftir hvørjum øðrum, um tað teir júst
hava sæð.
– Tá tú veruliga skal uppliva nak-
að, so er tað ikki nokk at síggja tað.
Tú skalt royna tað. Hetta sigur Brian
Christiansen frá donsku adventure
fyritøkuni CoastZone.
– Um vit tóku hesi fólkini út og
vístu teimum ein bónda, ið rekur
seyðin í rætt, so høvdu tey nikkað
høvisk liga, og sagt, at tað var
spenn andi, uttan veruliga at halda
tað. Tá tú í staðin letur tey royna tað
sjálvi, uppliva tey, hvussu torført tað
í veruleikanum er. Tá tey so aftan á
síggja bóndan gera tað við einans
tveimum hundum, fáa tey eitt heilt
annað upplivilsi og stóra virðing fyri
tí, greiðir hann frá.
Sterkasta upplivingin
CoastZone er ein donsk fyritøka, ið
skipar fyri eventum og teambuilding.
Hetta ger hon við at bjóða fólk um
og fyritøkum tær villastu upp liv ing-
ar nar, náttúran hevur at bjóða. Ikki
bara í Føroyum, men allastaðni í
heim inum. Fjallaklintring, síging,
watercast, hæddarlop, seyðarakstur
og sightseeing eru millum uppliving-
arnar, fyritøkan bjóðar í Føroyum.
Rákið hitti Brian Christiansen og
Thomas Liebe, ið báðir eru fyri-
skiparar og eigarar í fyritøkuni. Teir
síggja troyttir út, tá vit vit sita við
morgunborðið á Hotel Føroyum
og njóta útsýnið yvir Havnina í
morgunsólini.
Teir hava júst verið vertir fyri ein um
bólki av 135 KT-serfrøðingum frá
donsku fyritøkuni 7N, har teir hava
givið teimum tær sterkastu upp living-
arnar, tú kanst ímynda tær í føroysku
Føroyskt adrenalinsjokk
til flatar danskarar
– Tit eiga ikki bara eina fantastiska náttúru, men eisini heimsins besta
kova. So hetta er eitt paradís fyri fólk, ið vilja hava ekstremar avbjóð-
ingar, sigur Brian Christiansen frá donsku fyritøkuni CoastZone, sum
herfyri bjóðaði føroysku náttúruni av saman við 135 donskum KT-
serfrøðingum
rogvi@sosialurin.fo
Rógvi Nybo
Myndir: CoastZone