Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-07, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mai 2009síða 53

‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

53 Rákið – mai '09 náttúruni. – Vit skapa succéupplivingar, og tá menniskju uppliva nakað gott í felag, skapar tað menning, samanhald og loyalitet. Hetta er sera høgt í metum hjá nútímans fyritøkum, sigur Thomas Liebe. Gloymdi heimurin Tað er sunnudagur, og klokkan er júst farin av trý. Blonk andlitsbrá, ljóðleys geisp og tungur andadráttur fylla bussarnar, ið spakuliga smoyggja sær út á Oyggjarvegin av Hotel Føroyum og vestur á flogvøllin við 135 útlúgvaðum donskum ævin­ týrarum. Tey eru troytt. Ógvuliga troytt. Tey hava upplivað meira hesar seinastu 55 tímarnar, enn tey vanliga gera í fleiri ár, og allir sansir eru stimbraðir, so teir standa at bresta. Fyltir av upplivingum, ið føroyska náttúran hevur givið teimum. Síðan fríggjamorgunin klokkan 11 hava tey klintrað í bjørgum, sigið í Fossá og á eystursíðuni á Nólsoynni, tveitt seg á sjógv úr mastrini á Norð lýsinum, tey eru tveitt úr einum skjótt gang andi báti og hava verið bjargað av tyrlu, eisini hava tey verið á Enni bergi, Slættara tindi, Við Gjógv, sæð Risan og Kellingina, fuglabjørg, rikið seyð, roynt før oysk­ ar kappróðrarbátar og verið á hellu­ konsert undir Heystoynni. – Eg skilji ikki, at føroyingar ikki brúka náttúruna meira. Her er so nógv potentiali í at brúka náttúruna, og her er so nógv at uppliva. Bara tað at lenda á flogvøllinum er eitt ævintýr. Hetta er, sum vit eisini siga við okkara kundar, at hetta er tann gloymdi heimurin, ið bert er tveir tímar úr Keypmannahavn, sigur Thomas Liebe. Trygd og virðing alt at siga Meðan møguleikarnir fyri at uppliva eru nógvir í Føroyum, ásanna tey í CoastZone, at tað er neyðugt at vísa náttúruni ta virðing, hon hevur uppiborið. – Eg skilji á lagnum, at ein orsøk til, at føroyingar ikki bjóða náttúr uni av, er tann, at tit hava mist so nógv fólk av henni. Og vit merkja eisini, at fólk eru bangin um okkum, tá vit fara avstað. Ein eldri bygdakona, sum hitti okkum, gjørdi krossmerkið fyri seg, tá hon hoyrdi, hvat vit ætlaðu okkum. Men vit hava ótrúliga stóra virðing fyri náttúruni, og vit seta stór krøv til trygdina, greiðir Brian Christiansen frá. Hesa virðing fyri náttúruni halda teir, at føroyingar kundu lært nakað av. – Tá vit skuldu niðan á Slættara­ tind, skuldu kundar okkara í hjálmar, vestar, fjallastivlar, hava reip millum sín, hava øks og annað við, øll tann sama útgerðin, sum tú klintrar niðan á Mount Everest við. Lokali ferðaleiðarin kom niðan í fløtum gummistivlum, kovboybuksum, eini skipstroyggju og gekk og SMSaði á vegnum niðan. Tá kendu okkara kundar seg nokkso kiksaðir, men útgerðin er alneyðug fyri trygdina, vísir Brian Christiansen á. Heimsins besta kova Starvsfólkini í 7N í Danmark eru von við at gera slíkar avbjóðandi yvirlivilsisferðir sum hesa til Føroyar. Hetta er áttanda árið tey eru ein »kick­off« túr, sum tað eitur. Áður hava tey eitt nú verið í Finnlandi, Póllandi, Dubai og Íslandi. Tískil eru tey ein sera krevjandi bólkur, sum er vanur við at uppliva og smakka tað besta av tí besta. Tá starvsfólkini í 7N smakkaðu úr føroyska kovanum, gjørdust tey ikki sørt bilsin. – Tey eru von at eta á matstøðum í heimsflokki, so sum á Hilton og á Michelin góðkendum matstovum. Vit bjóðaðu teimum oman í ráu karm arnar í Müllers Pakkhúsi, og har fingu tey sína lívs uppliving, tá tey royndu skeljadjórabufféina. Tey søgdu, at hetta var tað mest ótrúliga, tey nakrantíð høvdu smakkað, eingin endi mundi verið á rósinum. Hetta sigur okkum, at tit eiga ikki bara eina fantastiska náttúru, men eisini heimsins besta kova, staðfestir Brian Christiansen. UM CoastZone CoastZone er ein donsk event og teambuilding fyritøka, ið arbeiðir við at skapa menning gjøgnum succéupplivingar. Hetta kann vera alt frá starvsfólkamenning, leiðslumenning, samskiftismenning og projektstýring. Til dømis gjøgnum øðrvísi upplivingar og avbjóðingar í náttúruni, har persónlig mørk verða flutt, og har samstarv og dirvi eru lyklaorð. Eisini skipar fyritøkan fyri eventum, so sum mennandi og avbjóðandi aktivitetum úti í náttúruni. Tað er alt frá stuttum aktivitetum í sambandi við fundarvirksemi, til eitt motiverandi kick-off fyri starvsfólk ella kundar. Í fyritøkuni eru fýra eigarar, Brian Christiansen, Thomas Liebe, Søren Lybek og Jesper Valbak. Teir verða stuðlaðir av 100 freelance instruktørum við ymiskum serøkjum. F A K T A