hósdagur 7. mai 2009síða 60
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
60
Rákið – mai '09
At renna…
…rímar við at flenna
Og tað er í grundini heilt í tráð við veruleikan.
Renning gevur orku, gleði og úthaldni í gerandis
degnum, og hóast tað kann tykjast møtimikið at
koma í gongd við renningina, so lønar tað seg
skjótt aftur.
Tær nýtist ikki annað enn einar góðar skógvar og
avgerðina um, at nú skal tað vera. Her eru tó
nøkur hugskot til, hvat tú kanst ogna tær umframt,
fyri at gera renningina stuttligari, effektivari og
lættari.
Yndistónleikurin
lættir um og styttir
tær stundir, tá tú
skalt renna. Tað
finnast alskyns sløg
av iPoddum og
mp3spælarum,
sum nærum einki
viga, og sum
til dømis kunnu
festast um armin.
eydna@sosialurin.fo
Eydna Skaale