hósdagur 7. mai 2009síða 61
‹ fyrra síða allar 158 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
61
Rákið – mai '09
Ynskir tú tær eina renni ætlan,
sum vegleiðir teg at venja
ímóti einum ávísum máli, so
finna alskyns program á
netinum – bæði til nýbyrjarar
og vand. Her eru nakrar síður
www.motion-online.dk
www.walk-and-run.dk
www.iform.dk
www.maxim.dk
www.loebeprogram.dk
Eisini er ein føroysk síða um rørslu á Facebook
Tað er nú prógvað, at
bestu orkukeldurnar
áðrenn ein rennitúr eru
banan, rosinur og vatn.
Tað er bæði skjótt og
lætt og – ikki minst
– bíligt!
Hóast tú kanska í
fyrstuni kennir teg
illa til passar í smølu
renni gamasjunum, so
eru tær absolutt bestu
brøkurnar at renna í
Eitt vatnbelti til smáar vatndunkar er
hent at hava, um tú skalt út at renna
ein fagran summardag
Renniendurskin
Ein góður
renniskógvur er
alfa og omega,
tá tú fert út at
renna. Um tú rennur
á asfalti, stendur serliga
nógv á fótunum, sum tí
skulu styðjast sum best. Onkrir
ítróttarhandlar gera eisini royndir av
fótunum, so tú fært einar skógvar,
sum styðja júst har teir skulu
Ein sports-bh er ein góð íløga, og eitt
mást. Ikki bara fyri bringuna, men eins
nógv fyri ryggin. Finnast í óteljandi
útgávum – til bæði stórar og smáar bringur
Jú, tað finnast eisini
serligir rennisokkar,
sum stimbra fót
og blóðrensl
Skógva kúlurnar halda
keðiligum sveittaroyki
burtur úr skónum
Um skógvarnar ikki
styðja fótin 100%, so
fáast innlegg at leggja
í skógvarnar, sum
bøta um, og
styðja fótin betur
Ert tú køld um hendurnar,
fáast rennihandskar, ið sita
púra stramt á hondunum og
sum púrt einki viga
Pulsurið kann gera renningina effektivari,
tí tú allatíðina sært, hvussu hart kroppurin
arbeiðir. At hava eitt ur stimbrar teg eisini
at kappast við teg sjálva, og at betra tínar
tíðir.
Urið er í sambandi við pulsbandið, sum
verður spent um bringuna, og mátar
hjartaslagið.
Urið og pulsbandið kunnu eisini hava
samband við pedo metrið (fetteljaran), ið
verður festur á skógvin, og telur fet – og
harvið eisini hvussu langt
tú rennur.
Við hesum trimum
fært tú lagt allar
upplýs ingar inn
á telduna, og
fylgt við í tíni venjing,
brenning og betring
Pedometrið – fetteljarin – finst nú í óteljandi
útgávum. Hjálpir tær at halda skil á, hvussu
langt tú rennur, og fleiri av nýggjastu
pedometrunum hava nú bæði samband
við pulsurið og telduna, so tú veruliga
kanst kortleggja tína venjing og prógva
tína framgongd
Hugsa um trygdina, tá tú rennur. Rennitroyggjur ella vestar í
skríggjandi liti og endurskyn við blinkandi lyktum syrgja fyri,
at onnur í ferðsluni síggja teg, áðrenn tað er ov seint.
Ger tað til ein góðan vana – eisini hóast tíðin er ljós
nú.