Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 209 - 30. oktober 2001 Nr. 209 - 30. oktober 2001 3 Minningarorð um pápa mín Kjartan Johannesen Sandvík Nú er góður mánaður farin, síðan pápi, abbi og langabbi okkara fór heim til Harran frá okkum. Tað er so óveruligt enn fyri mær, dugi ikki at fyristilla mær, at pabba ikki er til longur. Tað var altíð hann, ein fór til tá ein skuldi hava ráð um okkurt. Hann var líka góður og hjálpsamur móti okkum øllum, tað var altíð hann, eg spurdi til ráðs um hvussu eg skuldi handla ella gera. Tíverri var eg ikki heima, nú hann fór hiðani frá, og er tað ringt at vera heima í sorgini, er tað ikki minni torført tá ein er burtur. Tú ert einsamallur, men tað gott við styrki frá Harranum, Hann hjálpir okkum øllum. Góða mamman, ja, tungt er hjá tær, tú og pappa hava livað saman í so nógv ár og so við eitt er hann ikki longur hjá tær. Tú røktaði hann hvønn einasta dag, eftir at hann bleiv so sjúkur og sjúkan tók til seinast yvirhond. Eg eri glaður um at eg fekk sagt pabba farvæl, áðrenn eg fór avstað. Tað var ein tung løta, men gott at síggja, at hann lívgaðist upp, tá vit tosaðu um skip. Hann var jú gamal sjómaður og sigldi í nógv ár saman við Arnold Hjelm, skipara. Pabba var álitismaður, har hann var. Hann var nógv ár vrakari á Tvøroyri og Hvalba, tað dámdi honum væl, so nógv fólk mundi hann kenna. Hann var lítillátin maður, segði ikki so nógv, men meinti tað hann segði. Góðu systkin, orð eru so fátæk, tá ein missir ein av sínum kæru, ja, nú verður løgið hjá tykkum at koma suður úr Klaksvík, men gott er at mamman er har. Tað sama verður hjá okkum øðrum at koma norður av Tvøroyri og hann ikki er har at tosa við. Soleiðis er lívsins gongd. Øll missa fyrr ella seinni tað besta ein eigur. Góða mamman, Jesus styrki teg og veri hjá tær, nú tú ert einsamøll, og eg veit tú ert sterk í trúnni á Hann, Hann sær teg og heldur sína hond yvir tær og hjálpir tær í gerandis- degnum. Góðu systkin og svigarinnur, svágur, abbabørn, langabbabørn og kona, Jesus veri hjá tykkum, vit hava øll mist ein, sum vit vóru góð við, ein sum fylgdi okkum øllum í degnum, hann er ikki millum okkum meira, men í minninum. Æra veri minnið um pápa mín Kjartan Johannesen. Eyðun Johannesen Okkara elskaða kona, mamma, dóttur og systir Erla Isholm Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 28. oktober, 39 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Ebenezer mikudagin 31. oktober kl. 13.00. Lars, Súsan, Lilljan, Ingrid, Kristin og Johanna Maria C M Y K 3 2