Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-10-30, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. oktober 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 209 - 30. oktober 2001 Nr. 209 - 30. oktober 2001 5 Á nýggjárinum verð- ur Føroya Sparikassi umskipaður til parta- felag. Samstundis verður stovnaður ein grunnur við 640 milliónum krónum. Teir 6.000 ábyrgdar- arnir fáa møguleikan til at gera ábyrgdara- peningin til parta- pening PENINGASTOVNAR Áki Bertholdsen Kappingin í føroyska fíggj- arheiminum harðnar alsamt. Og á nýggjárinum verður hon enn harðari. Á nýggjárinum verður Føroya Sparikassi nevniliga umskipaður til eitt partafel- ag og tað fer at fáa merkjast í føroyska fíggjarheimin- um. Tá ið Sparikassin er bliv- in partafelag, er ætlanin í størri mun at taka kapping- ina upp við Føroya Banka. Hvussu viðskiftafólkini koma at merkja broytingina vil leiðslan í Sparikassan- um ikki siga enn. Petur Zachariassen, nevndarformaður, sigur, at Sparikassin er enn ikki til reiðar at avdúka smálutir í ætlanini, ella, hvussu Sparikassin ætlar at taka dystin upp við bankan, men hann viðgongur tó, at tað er eitt endamál við broytingini at gera Sparikassan sterkari í kappingini við Bankan. Men við broytingini fer bygnaðurin í Sparikassan- um eisini at broytast. Eitt nú er tað teir 49 limirnir í umboðsráðnum, sum nú velja nevndina, eftir broyt- ingina verða tað allir parta- eigararnir, sum fáa høvi at møta á aðalfundi at velja nevndina. Tó er ætlanin at halda fram við umboðsráðnum, áleið, sum vit kenna tað í dag. Eftir nýggju skipanini kunnu allir partaeigarir, sum eiga minst 1% av partapengunum, velja limir í eitt umboðsráð. 640-millióna grunnurin Kortini skilst á øðrum keld- um í sparikassanum, at partapeningurin í nýggja Sparikassanum verður um- leið 650 milliónir, sum er eginpeningurin hjá stovn- inum. Teir 6.000 ábyrgdararnir í sparikassanum eiga umleið 11 milliónir og teir fáa nú høvi til at gera ábyrgdara- peningin um til partapen- ing, men teir fara at fáa gott virði í partabrøvum fyri ábyrgdarapeningin. Harafturat er ætlanin at stovna ein sjálveigandi grunn við teimum 640 milliónunum, sum nú eru eftir av eginpeninginum. Av tí, at grunnurin verður størsti eigarin í sparikass- anum, verður tað eisini hann, sum fær tað mesta vinningsbýtið. Umframt at eiga parta- pening í Sparikassanum, skal hesin grunnurin eisini kunna seta pening í vinnu- lívið ella gera íløgur í onn- ur virki, og keypa partar í ymsum fyritøkum. Eitt nú hevur onkur nevnt møguleikan fyri, at hesin grunnurin fer at keypa partabrøv í ymsum almenn- um fyritøkum, tá ið tær verða privatiseraður, ella einskildar, sum nú eitur á føroyskum. Hesin sami grunnurin skal altíð verða høvuðs- partaeigari í Sparikassan- um, men møguliga verða partabrøv eisini seld. Tó er ætlanin at seta tað avmarking á, at ongin, utt- an grunnurin sjálvur, skal kunna eiga meiri enn 10% av partapengunum. Men eitt nú kann grunn- urin, tá ið hann keypir ein part av øðrum fyritøkum, gera serligar avtalur við tað fyritøkuna um, at at hon kann fáa upp til 25% av partapengunum í Spari- kassanum. Fer nú av álvara at kappast við bankan Nú skal eisini Føroya Sparikassi umskipast til eitt partafelag. Ein grunnur við 640 milliónum í, skal eiga næstan allan partapeningin, men hesin grunnurin skal eisini kunna keypa partar av øðrum fyritøkum, og seta pening í vinnulívið Næstan alt var komið undir land, tá ið sam- ráðingarnar ímillum kommunurnar og Starvsmannafelagið slitnaðu, sigur Kommunala Arbeiðs- gevarafelagið VERKFALL Áki Bertholdsen – Vit harmast um, at tað endaði við verkfalli. Men vit halda ikki, at Starvs- mannafelagið hevur tikið neyðug atlit tey serligu viðurskifti, sum eru gald- andi í kommununum. Kommunala Arbeiðsgev- arafelagið, heldur, at orsøk- in til verkfallið, sum nú er í átta kommunum kring landið, er ein avleiðing av, at Starvsmannafelagið ikki vísti neyðugt forstáilsi. Men tað skilst, at tað var komið heilt á stokkin, tá ið samráðingarnar slitnaðu. Felagið sigur, at partarnir hava í longri tíð arbeitt við at innplasera eina nýggja lønartalvu, sum Fíggjar- málastýrið og Starvs- mannafelagið gjørdu fyrr í ár. – Nú samráðingarnar slitnaðu, vóru bara einar átta innplaseringar eftir av teimum 300-400. Harumframt hava part- arnir í langa tíð roynt at samanskriva sáttmálan ímillum Fìggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið, so at hann eisini kundi verða galdandi fyri kommunurn- ar. – Nú samráðingarnar slitnaðu vóru bara onkrar smávegis orðingar eftir, umframt nakrir ígjøgnum mong ár innarbeiddir ser- sáttmálar fyri kommunala økið. Arbeiðsgevarafelagið hjá kommununum metir, at semja var fingin um ímill- um 96 og 99% av viður- skiftunum, tá ið tað skrædnaði Dagrøktarar trupulleikin Felagið sigur at stóri trup- ulleikin vóru viðurskiftini hjá dagrøktarunum. – Fyri tveimum árum síð- ani batnaðu teirra viður- skifti so nógv, at tað dýrk- aði dagrøktina 25%, men av teimum betala foreldrini 30%. Í hesum samráðingunum kravdi Starvsmannafelagið, at dagrøktarir skulu hava somu sømdir sum onnur kommunal Starvsfólk, eitt nú fulla løn undir sjúku og barnsburði, eisini skattafría samsýningin, sum er 1/3 av lønini. – Tað vóru serliga hesi viðurskifti sum gjørdu, at samráðingarnar slitnaðu. Hinvegin halda kommun- urnar, at dagrøkt er ein ser- lig skipan, har dagrøktir ar- beiða sjálvstøðugt við og har barnatalið hjá hvørjari dagrøkt er ymiskt. Arbeiðsplássið er heima og tað ber ikki til at hava sama eftirlitið við arbeiðs- tíðini, sum við vanligum skrivstovufólki. Tí er hetta ikki eitt øki, sum er hóskandi at skipa eftir vanligum starvs- mannareglum, heldur kommunala Starvsmanna- felagið. Glapp á stokkinum Ímillum 400 og 500 starvsfólk hjá átta kommunum kring landið hava nú lagt arbeiðið niður. Harumframt er dagrøktin í Havn, Klaksvík, Sørvági og á Skála, løgd lamin Hann situr so eina og hyggur niður á havnarlagið á Skansa- bryggjuni, havnar- stjórin á Tórshavnar Havn, nú havnarfút- arnir eru í arbeiðs- steðgi ARBEIÐSSTEÐGUR Edvard Joensen Havnarstjórin í Havn gong- ur einsamallur saman við einum verkfrøðingi á Havnarskrivstovuni, nú havnarfútarnir og skriv- stovufólkini eru í arbeiðs- steðgi saman við hinum limunum hjá Starvsmanna- felagnum, sum høvdu sátt- mála við Kommunala Ar- beiðsgevarafelagið. Jónsvein Lamhauge, havnarstjóri, sigur, at tað hava ikki verið tær stóru avleiðingarnar av arbeiðs- steðginum enn, annað enn at telefonin verður ikki tik- in so væl sum vanligt, og helst ikki eftir vanliga skrivstovutíð. Hann er einsamallur á vaktini og kann ikki gera annað ar- beiði enn tað, hann vanliga plagar at gera. Skip, sum vilja hava samband við Tórshavnar Havn, fara at hava truplari við tí, meðan stegðurin er. Og tað kann so enda við, at tey kanska fara framvið og fáa sær tænastur aðra- staðni, sigur havnarstjórin í Havn. – Tað kann so gera, at vit missa inntøkur, tí vit ikki fáa latið tær tænastur, skip- ini vilja hava, sigur hann. Tær tænastur, hann tosar um, eru slíkar sum at fáa vatn, olju og annars fáa bryggjupláss í havnini. – Nú er tað so, sigur Jón- svein Lamhauge, at havn- irnar hava móttøkuskyldu, og tí ber ikki til at koyra skip útaftur, sum hevur hug at koma til Havnar. Men skipini mugu so sjálv finna sær bryggjupláss, um tey koma, meðan eingin er á vakt. Og er tað eitt stórt skip, har tú ikki bara loypur av lúnningini inn á bryggj- una, kann koma at standa á at fáa endan fastan. Eisini kann tað fara at knípa at fáa loðs, um biðið verður um tað. Tórshavnar Havn umfat- ar eisini Kollafjarðar Havn, har havnarfútin eisini er í arbeiðssteðgi. Annars gongur alt eftir øllum at døma sína vanligu gongd hendan tunga mána- morgunin. Strandfaraskip- ini sigla, og farmaskipini lossa. Tað regnar uttanfyri, og videoskíggin, sum vísir á høvuðsinngongdina niðri við bryggjuna, er kámur av dropum, síggja vit, tá vit koma inn í vaktstovuna á ovastu hædd í bygningin- um, har Skipafelagið og Tórshavnar Havn húsast. Ein annar skíggi stendur tendraður á borðinum. Ein telduskíggi, har eitt kort yvir Nósloyarfjørð og land- ið rundan um er á. Har er radarmyndin frá radaranum hjá havnarskrivstovuni eis- ini flutt yvir á, so til ber at síggja myndina inni á sjálv- um kortinum. Sera prakt- iskt sanna vit, meðan vit á skíggjanum eygleiða Smyr- il, sum fer suður gjøgnum fjørðin og møtir Rituni nakað innanvert Glyvurs- nes. Ritan kemur norður eftir nærri landinum, og vit fylgja teimum, meðan tey flyta seg á skíggjanum. Undir vindeyganum ligg- ur Lómur og lossar. Hann er komin úr Danmark, og har gongur alt sína vanligu gongd. Nei, enn merkir havnar- stjórin einki til arbeiðs- steðgin sum so. Men tað kann verða so skjótt, heldur hann og fer at taka tele- fonina, sum aftur er farin at ringja. Í oyðini høll Borðini standa tóm á havnarskrivstovuni, nú havnarfútar og skrivstovufólk eru í arbeiðssteðgi Mynd: Álvur Haraldsen Stóri trupulleikin var, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið setti ein fulltrúa úr Havn at leiða hesar samráðingar, sigur Starvsmannafelagið VERKFALL Áki Bertholdsen – Stóri trupulleikin í hes- um samráðingunum var, at nú tað var fyrstu ferð, at Kommunala Arbeiðsgev- arafelagið, skuldi samráð- ast um sáttmála, setti tað ein fulltrúa úr Kommunalu umsitingini í Havn at standa á odda fyri samráð- ingunum. – Hann hevur ongantíð áður staðið fyri samráðing- um fyrr og hevur tað merkti eisini samráðingarnar. Tað er niðurstøðan hjá Starvsmannafelagnum, nú samráðingarnar við Kom- munala Arbeiðsgevarafel- agið slitnaðu á miðdegi leygardagin. Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmanna- felagnum vil ikki enn út- greina, hvat felagið hugsar um. Men Starsvsmannafelag- ið sigur, at størsti trupul- leikin var, at umboðini frá Tórshavnar kommunu bert hava samráðst út frá síni egnu kommunalu áskoðan og tí slitnaðu samráðing- arnar. Annars sigur Starvs- mannafelagið, at frá fyrsta degi vóru partaranir samdir um at grundalagið undir sáttmálanum skuldi verða semjan, sum Starvsmanna- felagið gjørdi við Fíggjar- málastýrið 8. apríl í ár. Fyrstu tíðina var arbeitt við at tillaga kommunalu størv- ini til lønartalvuna við Fíggjarmálastýrið. Hetta tók drúgva tíð og tá komið varð á mál við hesum seinnapartin í august, vísti tað seg at restin av sátt- málatillagingin ikki lat seg gera. Tí vórðu boð send eftir semingsmonnunum. Tað vísti seg eisini at umstøðurnar hjá starvs- fólkunum hjá Tórshavnar kommunu, eru verri enn umstøðurnar hjá hinum kommununum og í restini av almennu umsitingini og hetta var eisini tað, sum lá í buktini, nú semingsmenn- irnir góvust við royndun- um. Partarnir vóru samdir um at laga allar kommunalu sáttmálarnar eftir nýggja sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið, men mugu vit nú endaliga stað- festa, at Tórshavnar komm- una ikki er búgvin til tað og tí hava allir limirnir hjá Starvsmannafelagnum í átta kommunum, sum fel- agið hevur sáttmála við, fingið boð um at leggja ar- beiðið niður. Kommunurnar, sum eru raktar av arbeiðssteðginum eru Tórshavn, Klaksvík, Tvøroyri, Vágur, Runavík, Fuglafjørður, Skála og Sørvágur. Sostatt liggur alt umsit- ingarligt arbeiðið hjá hes- um kommununum lamið. Harumframt er dagrøktin í Tórshavn, Klaksvík, Skála og í Sørvági hildin uppat. Hetta eru tær kommun- urnar, sum Starvsmanna- felagið hevur dagrøktar- sáttmálar við. Men nøkur undantøk í sambandi við neyðsynjar- arbeiði eru gjørd. Tilsamans er talan um 400 - 500 fólk, sum ikki eru farin til arbeiðis. Fulltrúi í Havn var ein stórur trupulleiki FARTELEFONIR Annika Joensen, praktikantur Í einum donskum blaði stendur, at stjórin á Lyngby Radio er óróligur, tí fleiri frítíðsfiskarar keypa far- telefon, ístaðin fyri VHF radio fyri at spara pening. Hann sigur, at tað er við at vera ein trupulleiki, tí at tá fiskarin ringir við fartele- fon, er signalið onkuntíð so ringt at teir hoyra ikki hvat verður sagt, og battaríið kann brenna út, áðrenn hann hevur sagt frá, hvar hann er staddur. Á tann hátt er tað ógvuliga torført hjá bjargingartænastuni at finna frítíðsfiskaran. Fyri at gera tað eitt sind- ur lættari hjá bjargingar- tænastuni, spyr Lyngby Radio fyrst hvar fiskarin er staddur, tí so vita teir hvar teir skulu leita, um okkurt hendur við fartelefonini. – Ein fartelefon sum ein- asta samskiftisamboð er ikki nóg mikið av trygg- leika, sigur strandaútvarps- stjórin á Lyngby Radio, Knud Holdgaard. Danska bjargingartæn- astan heldur tó at okkurt gott er við at hava fartele- fon. Til dømis eru minni óneyðugar bjargingarakti- ónir settar ígongd, tí nú kann familjan ringja til frítíðsfiskaran, ella hann sjálvur ringir heim, um hann er seinni heima enn væntað. Trupulleikin er ikki kom- in til Føroyar enn, men tó er tað onkur, ið nýtir fartele- fon, ístaðin fyri VHF radio, og tað er ikki loyvt. Fartele- fon er ikki góðkend sum samskiftisamboð í Føroy- um, tí í lógini stendur at bátar, ið eru størri enn eitt 8 mannafar, skulu hava VHF radio umborð. Hetta sigur Jóhann Simonsen frá Vakt- ar og bjargingartænastuni. Kartni Fornagarð, tekn- ikari hjá Føroya Tele, sigur, at enn hevur eingin trupul- leiki verið av at fiskarar brúka fartelefon, sum hann veit um. Hann sigur eisini, at tær nýggju telefonirnar eru eitt sindur betri enn tær gomlu, tí at tær gomlu eru slitnar og battaríið nógv brúkt. Tá tær vera eldri og slitnari brúka tær eisini meira orku, tá ið tú ringir og eisini tá fartelefonin skal finna eitt signal. Fartelefon gevur falska trygd á sjónum C M Y K 5 4